mánadagur 16. februar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 32 - 16. februar 2009 ]
21
– Endin á dystinum var
fantastiskur, og sjálvandi
var tað serliga stuttligt hjá
okkum,
tí
vit
vunnu.
Hinvegin er tað óivað sera
irriterandi fyri Fleyr, sigur
venjarin hjá SÍ-kvinnunum,
Jóhan Petur á Stongum, tá
hann eftir kvinnufinaluna
tók samanum.
– Tað er stuttligt fyri
áskoð ararnar at fáa ein
sovorðnan dyst, og tað var
eisini øgiliga spennandi.
Nú er hetta so ikki eftir, so
nú verður tað meistara-
heitinum, vit fara eftir.
Jóhan Petur á Stongum
heldur størsta munin á
liðunum vera breiddina, og
tað útdjúpar hann við, at
Fleyr hevur størri breidd,
men at SÍ hevur eina
sterkari breidd – serliga í
álopspartinum.
–
Okkum
eydnaðist
rímiliga væl at klára Gudrid
Nolsøe hjá teimum, men
verri
var
við
Hjørdis
Johanne sen,
sum
vann
øgiliga nógvar bóltar á
miðjuni, og tað gjørdi tað
sera trupult hjá okkum,
sigur SÍ-venjarin.
– Tær løturnar, vit taptu
nógv, vóru tað móttøkurnar
hjá okkum, ið ikki vóru nóg
góðar – partvíst orsakað av
nýggju bóltunum, sum vit
ikki hava vant okkum
ordiliga við enn – og so var
tað altso Hjørdis, ið gav
okkum stórar trupulleikar.
Men vit hildu allíkavæl
stand og kláraðu tað.
hil
Fjórða settið
avgjørdi alt
Hóast Fleyr-venjarin, Hans Mikkelsen, sjálvandi var
vónbrotin beint eftir dystin leygardagin, so hevði hann
als ikki mist trúnna uppá, at kvinnuliðið hjá Fleyr
kann røkka langt fram á leið. Og hann heldur, at tað
var um reppið, at dysturin koppaði til teirra fyrimun.
– Vunnu vit hatta fjórða settið, so eri eg sannførdur
um, at vit eisini høvdu vunnið dystin. Men vit komu
ov seint í gongd og høvdu ikki líka stabilt spæl sum
SÍ. Tær løgdu eitt øgiligt trýst á okkum frá byrjan, og
tá høvdu vit trupulleikar av móttøkunum. Men tá vit
fingu loyst trýstið, komu vit nógv betri við í dystinum,
sigur hann.
– Serliga haldi eg, at teir ungu spælararnir spældu
væl, meðan teir eldru ikki heilt megnaðu at vísa tað,
sum vit vanliga síggja frá teirra síðu. Vit høvdu øgiliga
nógvar servifeilir, men mentu okkum gjøgnum dystin.
Vit vistu, at vit skuldu geva tol, tí fyri tað um vit kundu
tapa tey bæði fyrstu settini, so skuldu vit nokk fáa
gongd á spælið fyrr ella seinni.
Hans Mikkelsen sigur, at nú fara tey í Fleyr at satsa
upp á kappingina um føroyameistaraheitið, sum ikki
er avgjørd enn. Og har hevur Fleyr framvegis
møguleikan:
– Tað krevur sjálvandi, at SÍ tapir ein dyst og vit
vinna alt, sum eftir er. Vit hava Mjølnir og SÍ eftir, og
SÍ hevur eisini ein dyst eftir ímóti Drátti, og vit fara
undir øllum umstøðum at royna, hvussu langt vit
kunnu koma, sigur Fleyr-venjarin.
– Veruleikin er tann, at tað í vetur hevur gingið nógv
betur hjá okkum, enn vit høvdu væntað. Málið hjá
okkum hevur alla tíðina verið 2010, og tað er tað enn.
Men vit hava ungar spælarar, so roknast kann við, at
Fleyr verður at síggja heilt har frammi aftur næsta ár.
-hil
Skeyt dómaran niður
Tað gekk hart fyri seg, tá Lazio um vikuskiftið spældi
heimadyst móti Torino. Eftir hálvum tíma royndi
Aleksandr Kolarov hjá Lazio seg við langskoti, og
hetta rakti beint í skortin á Massimiliano Saccani,
sum dømdi dystin. Dómarin small niður, og tað tók
fleiri minuttir at fáa hann somikið frægan, at hann
valdi at taka floytuna aftur.
Hughes í øðini
Einasti dysturin í Premier League um vikuskiftið var
uppgerðin millum Portsmouth og Manchester City. Tað
eydnaðist Portsmouth, sum í løtuni er uttan venjara, at
vinna dystin 2-0, og hetta var venjarin hjá Manchester
City, Mark Hughes, alt annað enn nøgdur um. – Premier
League er harðasta fótbóltskappingin í heiminum. Tá
noyðist tú at hava eitt ávíst støði, og hetta høvdu vit ikki í
dag, segði Hughes eftir dystin.
Tað stóð nógv á
undir dystinum,
men saman við
spælarunum
fegnaðist Jóhan
Petur á Stongum
sjálvandi um sigurin,
tá dysturin var av
Mynd: Álvur Haraldsen
Okkara álop sterkari
Steypavinnarar hjá kvinnum 2009: SÍ
Mynd: Álvur Haraldsen