mánadagur 16. februar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 32 - 16. februar 2009 ]
22
Danmark vann EM
Fyri áttandu ferð á rað er Danmark Europa-meistari í badminton
fyri lið. Tað stóð tó nógv á í finaluni móti Onglandi, sum var á
odda 2-0 eftir teir báðar fyrstu dystirnar. Tað eydnaðist to Tine
Rasmussen (myndin) at vinna kvinnu-singluna. Carsten
Mogensen og Mathias Boe vunnu harra-doubluna, og loksins
vunnu Kamilla Rytter Jul og Maria Røpke eisini
kvinnudoubluna, soleiðis at Danmark vann dystin 3-2.
Inter vil hava Agger
Sambært enskum miðlum vil italska Inter nú hava danska
Daniel Agger. Tað hevur ljóðað, at bæði Milan og Real Madrid
hava roynt at fingið fatur á spælaranum, sum hevur havt ilt við
at vinna sær fast pláss hjá Liverpool í ár. Sambært enskum
miðlum vil Inter longu nú fáa handilin í hús, soleiðis at soleiðis
at grannarnir úr Milan ikki gerast partur av eini kappbjóðing
móti sumri.
Áslakkur Reinert Petersen
átti fyrstu servuna í mans-
finaluni. Hon kiksaði, men
tað var ikki tann einasta, og
tað mundi valla heldur vera
nakar servari á vøllinum í
mansfinaluni, sum leygar-
dagin slapp undan at gera
servufeil. Tað gjørdist næst-
an eitt eyðkenni fyri dyst-
in…
– Ja, har vóru nógv
servukiks hjá báðum liðum,
og kanska er tað hesin
nýggi bólturin, sum hevur
eitt sindur við tað at gera.
Hann ferðast skjótari og fer
longri av tí sama. Um tú
slært hann rætt, hongur
hann betur í luftini, og tá
hann so kemur niður, er
hann torførur at taka ímóti,
sigur Áslakkur, ið annars
helt finalusigurin hjá tei-
mum í ÍF vera fult uppi-
bornan.
– Hetta er øgiliga deiligt,
og eg haldi eisini, at vit
vóru betri enn teir í dag.
Hetta er tað, vit stríðast
fyri, og tá tað so gjørdist
greipan í vetur, er tað bara
uppaftur betri. Eg haldi, at
vit spældu upp á meira,
umframt at vit stóðu væl í
blokkinum og høvdu betri
álop. Eg haldi, at vit vóru
allir góðir í dag.
-hil
Ein av mest eyðsýndu
ÍF-spælarunum
í
mans-
final uni, var Rúni Weihe,
sum við áhaldandi smasjum
bjóðaði SÍ av. Hóast hann
er fegin um steypasigurin
og harvið eisini greipuna,
helt hann stóran part av
mansfinaluni vera ov nógv
merktan av feilum.
– Sum vit sóu tað í tveim-
um av settunum, var týði-
ligur munur á liðunum, tá
vit fingu okkara spæl at
koyra. Men yvirhøvur var
dysturin merktur av ótrúliga
nógvum feilum, bæði per-
sónligum og ópressaðum
feilum. Tað er eitt sindur
keði ligt, tí tað gongur út
yvir spælið, sigur Rúni.
– Men tá vit fingu meira
ferð á, gjørdist tað rímiliga
klárt. Serliga tey bæði
seinnu settini fingu vit
blokkin at koyra væl, og tá
sóu vit heldur ikki teir feil-
ir nar, sum vóru at síggja í
teimum
báðum
fyrru
settunum. Tað, sum gjørdi
munin, var at vit fingu
blokkin at koyra og fingu
servurnar at rigga.
Tá liðið hjá fuglfirðingum
fór á vøllin leygardagin, var
tað við góðum sjálvsáliti í
viðførinum, tí eina viku
frammanundan hevði ÍF
vunnið meistaraheitið –
enntá við dystum eftir at
spæla. Og Rúni Weihe dylir
heldur ikki, at teir í ÍF
kunnu vera stak væl nøgdir
við gongdina í vetur.
– At vinna tað, ið vinnast
kann, er tað, vit hava vant
fram ímóti, so kenslan
verður ikki betri enn tað
sama. Vit hava verið eitt
sindur upp og niður, men
hava allíkavæl verið góðir,
tá vit hava verið noyddir at
vera góðir. Tað er helst tað,
sum í vetur hevur verið
munurin á teimum bestu og
teimum góðu, sigur Rúni
Weihe.
-hil
Klárt betri, tá tað
koyrdi hjá okkum
Bólturin ferðast
skjótari
Greipuvinnarar í
mansflogbólti í 2009. ÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
Sum tað sømir seg
einum gullvinnara,
fekk Boban Ilic ein
ordans lufttúr, tá
steypasigurin var
veruleiki
Mynd: Álvur Haraldsen