Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 32 - 16. februar 2009 ] 23 Vit góvu ÍF ov nógv Bolt fer eftir 400 metra-meti Trífaldi OL-gullvinarin, Usain Bolt, hevur longu heimsmetið á bæði 100- og 200-metra teinunum. Nú vil hann eisini seta nýtt heimsmet á 400 metrum. Um vikuskiftið vann hann eini kapping í Kingston á Jamaica, har hann longu eftir fyrstu 300 metrarnar hevði knúst feltið. Tíðin hjá Bolt gjørdist 46,35 sekund, so enn er nakað at arbeiða við, áðrenn Bolt hótti metið, sum Michael Johnson setti í Sevilla í 1999. Tíðin tá var 43,18 sekund. HB Køge veruleiki Eftir fleiri miseydnaðar royndir gjørdist tað leygardagin greitt, at Køge og Herfølge, sum bæði spæla fótbólt í donsku 1. deild, nú kasta saman. Tað hevur tó ikki vakt beinleiðis gleði, at navnið á nýggja felagnum er HB Køge. Bygdasligt og amatøragtigt eru tað fleiri, sum siga um nýggja navnið. Soleiðis vóru tað bara 10% av lesarunum, sum hildu talan vera um eitt gott navn, tá danska Ekstra Bladet skipaði fyri atkvøðugreiðslu á netinum. Spælandi venjarin hjá SÍ, Ragnar í Haraldsstovu, var vónbrotin eftir taptu steypafinaluna, men held- ur, at sørvingar í stóran mun kunnu takka sær sjálvum fyri, at tað ikki eydnaðist at fáa meira burtur úr steypa finaluni hesa ferð. – Hetta er ræðuliga keði ligt, tí hóast ÍF er eitt gott lið, so stríðast vit ov lítið og geva teim um alt ov nógvar bóltar. Nú vunnu vit alt í fjør, men standa sum taparar í ár, og tað er ikki akkurát nummar eitt, sigur hann. – Okkara størsti feilur var, at vit ikki megnaðu at leggja nóg stórt trýst á ÍF við servunum. Tað rigg aði til tíðir, men vit servaðu ov nógv út, og tí gjørdist tað fyri tað nógva til, at vit máttu stríð ast fyri at vinna okkara bóltar, meðan teir fingu nógvar av sínum ókeypis, so at siga. Men hóast finalan ikki fekk tann góða enda, sum Ragnar og teir í SÍ høvdu væntað og vónað, so heldur hann, at okkurt gott er at hyggja aftur á, nú flogbóltsveturin stórt sæð er um at vera liðug ur: – Vit hava verið í gongd síðani hálvan august, og tað hevði sjálvandi verið stuttligari at staðið við gulli, heldur enn við silv- uri. Men vit kunnu eisini hyggja aftur á eitt ár, har vit vunnu bæði Fleyr- og Mjølnir-kappingina, sigur hann. – So er tað eisini tað góða hjá okkum, at vit hava øgiliga nógv gott at byggja víðari á, og tá hugsi eg serliga um tað unga fólkið. Vit verða á toppin- um í eini 10 ár aftrat, men tað verður ÍF ikki. -hil Rómurin var øgiligur í høllini leygardagin. Her síggjast ÍF-áskoðararnir undir mans finaluni Mynd: Álvur Haraldsen