Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 32 - 16. februar 2009 ] Bæði Stjørnan og VB greiddu sínar setningar, tá tey sunnudagin spældu móti ávíkavist Kyndli og StÍF. Í báðum førunum arg­ aðu botnliðini tó nakað fyri steðgin, men tá ferðin varð sett upp, kom munur á, soleiðis at talan gjørdist um hampuliga greiðar sigr­ ar. Stjørnan hevur longu mest sum tryggjað sær sína atgongd til FM­final­ urnar, meðan VB nú er í knallharðari kapprenning við Tjaldur og Neistan um seinna plássið. Greiddu setningin Kyndil-Stjørnan 21-28 (12-13) 10 min: 3-6 20 min: 6-8 40 min: 14-17 50 min: 18-24 Málskjúttar Kyndil: Jacklin Durhuus 11(4), Jórun Ludvig 3, Randi Wardum 2(1), Ása Christiansen 2, Beinta Laursen 2, Linda Johannesen 1 Stjørnan: Simona Petersen 11(2), Bára S. Klakstein 4, Maria við Neyst 3, Durita Mikkelsen 2, Joan M. Djordjevic 2, Dianne Møller 2, Ella Petersen 1, Anna Kristina Samson 1, Una Olsen 1 Brotskøst: Kyndil 5, Stjørnan 2 Útvísingar: Kyndil 2 Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason VB-StÍF 36-28 (17-14) 10 min: 5-7 20 min: 10-10 40 min: 22-17 50 min: 28-21 Málskjúttar VB: Aukse Vysniaskaite 12(2), Rannvá Johannesen 8, Daiva Toumaite 8(1), Svava Vestergaard 2, Gurið Mortensen 1, Una Egilsdóttir 1, Sára Samuelsen 1(1) StÍF: Fríðrún Danielsen 7, Louisa Andreasen 6, Rebekka Justinussen 5(3), Anna Petersen 3, Ninna K. Johansen 3, Bára Berthelsen 2, Sunfríð Johansen 2 Brotskøst: VB 6, StÍF 4 Útvísingar: VB 2, StÍF 1 Diskvalifikatión: VB 1 (Beinleiðis reytt) Dómarar: Birgir Sondum & Hanus Kúrberg FAKTA um dystirnar Stjørnan hevði ikki stórvegis trupulleikar av Kyndli í dystinum sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen Bjørndalen setti nýtt met Norski Ole Einar Bjørndalen slapp ígjøgnum alt kensluregistarið, áðrenn hann í gjár fekk staðfest sítt 12. HM­heiti í skíðskjóting. Bjørndalen vann upprunaliga kappingina, men saman við níggju øðrum luttakarunum fylgdi hann ikki heilt neyvt ætlaðu rutuni, og hetta fingu teir í fyrsta umfari ein revsiminutt fyri. Seinni varð revsingin tó strikað, og so kundi Bjørndalen staðfesta, at hann er tann skíðskjúttin í heiminum, sum hevur vunnið flest HM­heiti. Samstunds var talan um World­Cup sigur nummar 86 hjá honum. Eitt tal, sum bert Ingemar Stenmark áður hevur rokkið. James setti nýtt met David James spældi sín dyst nummar 536 í Premier League, tá Portsmouth um vikuskiftið vann 2­0 á Manchester City. Talan er um dystarmet fyri Premier League, síðani besta enska deildin varð umskipað í 1992. James, sum nú er 38 ára gamal, spældi við longu fyrsta árið, og nú 17 ár seinni er hann framvegis fastur fúsur, tá farið verður á ensku vøllirnar. Neistakvinnurnar stóðu ímóti stóru skjúttunum hjá Tjaldri, og nú eru tær bláu eitt fult so gott finaluboð sum bæði VB og Tjaldur Hondbóltur Jákup Mørk Jakup@sosialurin.fo Eftir at tær við sigri á VB hildu fast um sínar vónir fyri at røkka FM­finaluni, styrktu Neistakvinnur sær um møguleikan, tá tær í gjár spældu útidyst móti Tjaldri. Tvær ferðir hetta kapp­ ingarárið hava Neistin og Tjaldur spælt javnleik, men hesa ferð hevði havnarliðið uppskriftina uppá, hvussu Tjaldur skuldi skerjast. Verjan og ferðin Og í so máta vóru tað ser­ stakliga tveir lutir, sum vóru fullkomuliga avgerandi. Verjuspælið hjá Neistan­ um var í løtum av dystinum til reint UG. Skotsterku bak­ spælararnir hjá Tjaldri fingu ongan tíð frið at stilla kanónirnar, og hóast Adina Petrea framvegis skeyt síni 10 mál í dystinum, so var greitt, at hon mátti nýta nógvar kreftir til hesi mál­ ini. Og tá hvørki Adina ella hinar av lyklaspælarunum hjá Tjaldri høvdu orkuna til veruliga at trýsta í 60 min­ uttir, so gekk sera striltið hjá Tjaldri at halda moment­ inum í dystinum alla tíðina. Ikki minst, tá Fríða Petersen hevði ein av sínum hampu­ liga góðu døgum. Og hartil royndi Neistin eisini alla tíðina at seta nógva ferð á uppgerðina. Høvdu tær minsta møguleikan, so runnu tær kontra, og dentur varð alla tíðina lagdur á, at spælið skuldi setast skjótt ígongd, soleiðis at verjan hjá Tjaldri varð stressað. Kreftirnar rukku ikki Kanska høvdu Neistavenjar­ arnir lurtað eftir tí, sum Henrik Gerster segði sein­ asta vikuskiftið, tá hann og Stjørnan høvdu vunnið steypakappingina. Í øllum førum var avleið­ ingin av konstant høgu leik­ ferðini so neyvt tann sama hesaferð, sum hon var í fina­ luni. Fyrsta korterið av dyst­ inum og fyrsta korterið eftir steðgin gekk annars heilt væl hjá Tjaldri, men tá kreft­ irnir gingu undan, vildi mest sum einki bera til. Neistin vann soleiðis seinna korterið av fyrra hálv­ leiki 8­1, og seinna korterið av seinna hálvleiki vunnu gestirnir 8­3. Eitt greitt tekin um, at kropsliga er Tjaldur ikki heilt ført fyri at standa seg ígjøgnum 60 minuttir, um ferðin verður sett upp, og enn hevur liðið ikki ein bonk, sum í nóg stóran mun kann avlasta tær, sum eru inni á vøllinum. Tann fyrimunin hevði Neistin, sum støðugt skifti nógv út, og sum tí ikki kom í neyð av vantandi orku, tá minuttirnir, ið eftir vóru á talvuni, fóru at fækkast. Finalan bíðar Stóran part av hondbóltsár­ inum hevur finaluplássið verið ein spurningur, har Neistin ikki hevur havt tað heilt stóra orðið at siga. Men í so máta er nú av álv­ ara vent í holuni. Við sigrum á VB og Tjaldri er Neistin nú eitt fult so gott boð, sum nak­ ar annar til sessin. Kravið er tó, at spælararnir nú taka at kalla hvønn dyst sum eina finalu, har vinnarin fer víðari og taparin er úti. Tað kynstrið dugdi Neistin í fjør, og í løt­ uni tykist liðið hava styrkina til at endurtaka tað kynstrið. Tjaldur hevur hinvegin sín fyrimun, tí tær hava ein dyst móti Kyndli tilgóðar. Men tað verður í internu upp­ gerðunum, at toppurin verður avgjørdur, og tað man vera lítið álvuligt hjá Tjaldri at vita, at tær framvegis eiga á at spæla á útivølli móti bæði VB og Neistanum. Fyri bara trimum vikum síð­ ani mundu fá halda, at Neistakvinnur høvdu nakr­ an serligan leiklut í stríðnum um røkka øðrum plássinum í FM­finaluni. Í dag er støðan ein onnur, men sjálvar hava Neista­ kvinnurnar alla tíðina trúð upp á møguleikan, sigur Rakul Augustinussen. ­ Vit trúgva alla tíðina upp á møguleikan. Vit hava bara tikið ein dyst í senn, og so royna vit at gera okk­ ara besta. Nú hava vit so vunnið tríggjar dystir á rað, og so eru vit brádliga við aftur í toppinum, sigur Rak­ ul Augustinussen. Tveir av hesum dystunum hava verið móti VB og Tjaldri. Er rætta spælið nú við at vera har? ­ Ja, tað haldi eg. Sjálv­ andi kann tað enn gerast betri, men nú virka vit sum eitt lið, og vit eru veruliga við at vera har. Í dag riggar verjan eisini væl, meðan hon ikki riggaði so væl sein­ ast. Men Tjaldur og VB eru eisini tvey ymisk lið, sigur Rakul Augustinussen. -mørk Eru ein eind nú Tjaldur-Neistin 20-23 (8-12): Neista-verjan á finalukós Tað var fyrst og fremst í verjuni, at Neistin vann dystin móti Tjaldri savnsmynd Tjaldur-Neistin 20-23 (8-12) 10 min: 5-3 20 min: 7-8 40 min: 14-14 50 min: 15-17 Málskjúttar Tjaldur: Adina Petrea 10(4), Annika Thomsen 4, Elinbjørg Hammer 2, Alina Anghel 2, Marinela Patru 2 Neistin: Trine Mayland 6(2), Annika Ljósstein 5, Nicoleta Radu Hansen 4, Tordis Tróndarson 3, Heidi Maria Akselsen 1, Unnu Danielsen 1, Stine Mikkelsen 1, Rakul Augustinussen 1, Elin Stakksund 1 Brotskøst: Tjaldur 4, Neistin 3 Útvísingar: Tjaldur 1, Neistin 6 Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen FAKTA um dystin