Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 32 - 16. februar 2009 ] Sigurin var uppiborin - Samanborið við fleiri aðrar dystir, megna vit í dag at halda høvdið kalt seinastu løtuna. Tað er høvuðsorsøkin til, at vit enda omaná. Tað sigur Jóhan Hofgaard, málverji hjá H71. Hann metir, at sigurin var fult uppiborin. - Vit hava fleiri upplagdar møguleikar, sum vit misnýta. StÍF høvdu ikki serliga nógvar av teimum sokallaðu 100 prosent møguleikunum. Tit hava havt stór sveiggj í úrslitunum í hesum kappingarárinum. Er tað realistiskt hjá tykkum at fáa Neistan, sum er stórspælandi í løtuni, aftur á stigatalvuni? - Vit hava ikki størri sveiggj í úrslitunum enn Neistin. Vit eru ájavnir í stigum, um dysturin millum Neistan og VÍF skal spælast av nýggjum. Vit kunnu framvegis sjálvir avgerða okkara lut í oddastríðnum, og vit ætla okkum sjálvsagt at vinna restina, sigur Jóhan Hofgaard avgjørdur á málinum. -uni Hóast StÍF var á odda í stórum løtum av dystinum, má liðið nú veittra farvæl til FM- stríðið. Hoyvíkingar renna framvegis aftaná oddanum Hondbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Frøin var stór, tá Regin Poul- sen staðfesti sigurin hjá H71 við 44 sekundum eftir at spæla. Hann lyfti heimaliðið upp á 22-20, og staðfesti harvið, at StÍF ikki verður í FM-finaluni í 2009. Hinvegin er hoyvík- ingar framvegis við, har tvey stig framvegis skilja teimum frá Neistanum. Tað var eingin stór hond- bóltsuppliving, tá StÍF vitjaði í høllini í Hoyvík í gjár. Spælið var lítið sann- førandi, og rómurin millum áskoðarnar segði nær um alt. Einasti larmurin var, tá spælararnir royndu at koyra undir hvønn annan. Lág leikferð »Offence sells tickets. Defence wins champion- ships.« Soleiðis ljóðar enska hugtakið, og eftir dystinum í gjár at døma, høvdu hoyvíkingar av álvara lagt sær hetta í geyma. Bæði stigini vóru alneyðug, um liðið skuldi varðveita sín møguliga í stríðnum um FM-heitið. Har afturat hevði ein sigur við sær, at StÍF mátti veittra farvæl til føroyameistaraheitið. Dysturin var sera lítið undirhaldandi at byrja við. Leikferðin var lág, og áskoðararnir vóru als ikki við. Hoyvíkingar høvdu lítið hugflog í sínum álops- spæli, men hóast verjan stóð væl, vunnu gestirnir sær skjótt eina trygga leiðslu. Eitt skifti vóru frá mál á muni millum liðini. Í dystarfrásagnini varð dúgligt skriva um fyri- lesturin, sum Rasmus Ank- ersen hevði fyri H71-leikar- unum herfyri um at vera ein vinnari. Um tað varð av- gerandi, skal ikki verða sagt, men í øllum førum stríddi heimaliðið seg aftur í dystin. Og seinasta korterið steðgaði fullkomiliga upp hjá StÍF, og hoyvíkingar fóru framum. Har vóru teir til John Petersen staðfestir sigurin í seinastu sekundunum. Hvat ger hann her? - Tú, svara mær? Er tað John Petersen sum rennur har?! Ja, rætt hevði konan, sum spyrjandi hugdi at á síðu- linjuni. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom fyrrverandi stórspælarin John Petersen á vøllin fyri H71. Hann hevur ikki spælt hondbólt á hægsta støði seinnu árini, men í vetur hevur hann verið partur av eykaliðnum hjá hoyvíkingum. Tað hevur hann eftir øllum at døma gjørt somikið væl, at Kári Nielsen sendi boð eftir honum til besta liðið Í verjupartinum stóð John Petersen seg væl, men í álopspartinum eydnaðist honum bara at fáa tvey mál, hóast hann ofta slapp leysur av vinstra vongi. H71 hongur í H71 vann sær tvey sera týðandi stig í gjár. Hoyvík- ingar hava illa ráð at tapa komandi vikurnar, tí Neistin tykist stórspælandi í løtuni. Komandi vikuskiftið vitjar VÍF í høllini í Hoyvík, og tá skal H71 veruliga royna seg. StÍF er nú sett av í odda- stríðnum. Strandingar hava seinastu vikurnar livað í vónini um finalupláss, men nú eru heili seks stig upp til annað plássið. Harvið hava teir nú veittrað farvæl til gullheiðursmerkini. H71-StÍF 23-20 (11-11): StÍF sett av Hoyvíkingar hildu høvdið kalt seinastu løtuna, og so megnaðu teir at toga tey bæði stigini til høldar móti StÍF Mynd: Álvur Haraldsen H71-StÍF 23-20 (11-11) 10 min: 3-3 20 min: 5-9 40 min: 13-15 50 min: 18-17 Málskjúttar H71: Dánjal Tórgarð 5(1), Bárður Brimvík 3, Janus Sørensen 3, Danni Syhler 3, John Petersen 2, Regin Joensen 2, Esbern Paturs- son 2, Halgir Dahl Olesen 1, Poul Kjartan Dam 1 StÍF: Cristian Preda 4(2), Mortan Hansen 4(1), Alexandur Johansen 3, Bárður Danielsen 2, Bent Djurhuus 2, Jóanes Prestá 2, Borgar Danielsen 1, Rúni Niclasen 1, Pauli G. Hansen 1 Brotskøst: H71 3, StÍF 4 Útvísingar: H71 4, StÍF 1 Dómarar: Hannis Wardum & Andreas F. Hansen FAKTA um dystin – helst besta smyrjiolja í heiminum Her fært tú skift til bestu smyrjiolju www.shell.fo Norðoyggjar: Klaksvíkar Autolakering Klaksvík, tel 458787 Bilservice Klaksvík, tel 459393 E.Z. Verstaðið Klaksvík, tel 566878 Auto Fjósið Viðareiði, tel 451162 Autoshine Klaksvík, tel 457474 Eysturoy: Dekksentrið Saltangará, tel 475500 B.B.R. Service Lambareiði, tel 449111 Normek Norðagøta, tel 442002 Sandoy: Shell-Støðin Sandur, tel 361046 Suðuroy: Shell-Støðin Trongisvágur, tel 371466 Shell-Støðin Vágur, tel 373175 Streymoy: Berg Motors Tórshavn, tel 313535 Bilrøkt Tórshavn, tel 588880 Bilasølan Tórshavn, tel 315354 Akfarssølan í Hornabø Tórshavn, tel 320322 Shellstøðin Frælsið Tórshavn, tel 312112 Dekksentrið Tórshavn, tel 475500 Super Dekk Service Tórshavn, tel 314975 V.R.-Bilar Tórshavn, 322110 Wenzel Tórshavn, tel 354500 Norðbil Tórshavn, tel 363738 Norðcar Tórshavn, tel 308080 Vágoy: Bilverkstaðið Miðvágur, tel 332727 Illur um súkklu-stuldur 37 ára gamli Lance Armstrond varð í øðini, tá hann fann útav, at onkur hevði stolið serbygdu súkkluna, sum hann nýtir til einkultstartin. Hetta hendi dagin fyri prologin í Tour of California, sum er fyrsta kappingin, sum Armstrong súkkl- ar í Amerika, síðani hann byrjaði sítt come-back. Sjálvur prologurin gjørdist annars heldur óvanligur, tí túsundtals fjepparar fagnaðu Armstrong fram við øllum teininum. Hjálpandi hond frá Adriano Brasilski Adriano kom av álvara í fokus, tá hann við fyrsta málinum í dystinum gav sítt íkast til 2-1 sigurin hjá Inter í grannauppgerðini móti AC Milan. Adriano stútaði nevnliga bóltin á sín egna arm, og haðani støkk bólturin í meskarnar, uttan at dómarin sá nakað løgið í tí. Seinni økti Dejan Stankovic til 2-0, áðrenn Pato minkaði munin fyri Milan. Inter er klárt á odda í seriu A við 56 stigum. Tað eru níggju fleiri enn Juventus, sum er á øðrum plássi.