Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 32 - 16. februar 2009 ] 26 Gips í handskunum Tá Antonio Margarito í janar bankaði Billy Collins í boksidysti teirra millum, hendi hetta ikki heilt eftir reglunum. Martarito hevði nevnliga styrkt sær forbindingarnar um hendurnar við gipsi, og hetta hevur hann nú fingið eitt ára bann afturfyri. Borgarstjórin í Tijuana, føðibýrin hjá Margaritos, og forsetin í WBC, Jose Sulaiman, meta tó, at bannið er givið av órøttum. Men tað verður tó mett ógvuliga ósannlíkt, at teir báðir fáa broytt úrskurðin. Fruelund steðgar Danska kvinnulandsliðið má standa seg uttan Katrine Fruelund, nú liðið fer undir nýggja HM-undankapping. 30 ára gamla Fruelund boðaði í gjár landsliðs venjaranum, Jan Pytlick, frá, at hon ikki longur er tøk á landsliðnum. – Eg havi havt eina rúgvu av upplivingum við landsliðnum, men nú kenni eg á mær, at tað rættasta er, um eg bert nýta orkuna til felagið hjá mær, sigur Fruelund, sum dagliga spælir í Randers HK. Katrine Fruelund hevur spælt 181 landsdystir fyri Danmark. 11. árið á rað hevur Chelsea spælt seg í fjórðingsfinaluna í ensku FA Cup. Londonliðið hevur verið í trupulleikum seinastu tíðina, men í gjár var tað problembarnið, ið loysti trupulleikarnar FA CUP Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað hevur verið rættiligt rumb ul í Chelsea seinastu tíðina. Manager Scolari varð koyrdur, Ray Wilkins tók fyribils yvir, og nú er greitt, at tað verður hollendski Hiddink, ið skal stjórna Chelsea framyvir. Um tað var nógv umrødda venjaraeffektin, ið gjørdi seg galdandi hjá Chelsea leygardagin, er ilt at siga. Hiddink var í øllum førum á Vicarage Road har Watford tók ímóti, men tó bert sum áskoðari. Her sá Hiddink nakað av tí, Chelsea hevur víst nógv av seinastu dystirnar. Liðið hevði bóltin nógv, men hóast leikliga yvirvág og onkrar skotroyndir, so tóktist tað á ongan hátt at vera flótandi hjá Chelsea. Watford var heldur ikki sannførandi, men kortini megnaðu teir at leggja seg á odda, tá 69 minuttir vóru spældir. Tað var innskifti Tamas Priskin, ið syrgdi fyri, at Watford fekk leiðsl- una – hetta var annars í stríð við tað, dysturin hevði lagt upp til, men bólturin er flestum kunnugt rundur, serliga í FA Cup. Problembarnið loysti trupulleikan Leiðslan hjá Watford tóktist at vera enn ein staðfesting av, at millum lítið og einki hepnast hjá Chelsea í hesum døgum. Chelsea hevur tó ein mann, har tingini hava hepnast serstakliga væl í ár. »Enfant terrible«, ella problembarnið, hevði und- an dystinum leygardagin skotið tilsamans 17 mál. Eftir dystin móti Watford var talið 20. Nicolas Anelka javnaði fyri Chelsea, legði teir á odda og staðfesti í yvirtíðini sigurin. Hann sendi Chelsea víðari í fjórðingsfinalurnar í FA Cup 11. árið á rað. United á veg móti quintuple Eitt annað stórfelag, sum einans hevur gjørt tað væl seinastu mongu dystirnar, er Manchester United. Í gjár spældu teir seg leikandi lætt víðari í fjórðings final- urnar í FA Cup, eftir at hava vunnið 4-1 á Derby. Nani, Gibson, Ronaldo og Wel- beck syrgdu fyri teimum fýra málunum. Hetta meðan menn sum Berbatov, Car- rick og van der Sar als ikki vóru partur av hópinum, og Vidic, Scholes og Tevez sótu á beinkinum allan dystin. Sannførandi avrikið hjá Manchester United ímóti Derby, og ikki minst fram- úrskarandi gongdin í Prem- ier League hava havt við sær, at fótbóltseygleiðarar nú tosa um møguleikarnar hjá Manchester United at vinna the quintuple – altso fýra steyp. Teir reyðu hava longu vunnið heimsmeistara kapp- ingina fyri feløg, føra Premier League við tveim- um stigum og hava ein dyst til góðar, umframt at teir næsta týsdag spæla Champ- ions League dyst móti Inter, og í gjár spældu seg víðari til fjórðingsfinalurnar í FA Cup. Everton sendir toppin út Tað eru tó ikki einans toppliðini í Premier League, ið spæla seg víðari í FA Cup. Seinasta umfar sendi Everton Liverpool út, og hetta vikuskiftið syfti Ever- ton Aston Villa um koll. Á Goodison Park syrgdu vertirnir fyri einum 3-1 sigri á Aston Villa, sum annars ikki hevur tapt 13 dystir á rað í Premier League, har liðið liggur á einum sannførandi triðja plássi. Jack Rodwell, Mikel Arteta og Tim Cahill skor- aðu fyri Everton, meðan James Milner gjørdi málið fyri Everton. Fýra javnleikir Omanfyri umrøddu sigrar vóru teir einastu í FA Cup um vikuskiftið. Í øllum hinum fýra dystunum end- aði tað við javnleiki. Tað merkir, at hesi liðini skulu spæla umdyst, og teir dyst- irnir verða leiktir millum 24. og 26. februar. Arsenal skal so í eldin í kvøld. Teir eiga útsetta dystin frá fjórða umfari í FA Cup til góðar, har mót- støðuliðið er Cardiff. Vinn- arin av hesum dystinum møtir Burnley í fimta um fari, og vinnarin av hes- um dystinum møtir so annað hvørt Sheffield Uni- ted ella Hull, sum skulu spæla umdyst um góðar tvær vikur, eftir javnleikin um vikuskiftið. Oddurin heldur fast VÍF og Neistin vunnu stórsigrar, tá mansliðini hjá feløgunum í gjár spældu móti ávíkavist Kyndli og KÍF. Í Havn hevur klassiskarin ofta verið meira spennandi, enn hann var tað hesaferð, og tað var sjáldan, at Kyndil var nøkur sum helst hóttan móti oddaliðnum úr VÍF. Í Kollafirði var støðan á leið tann sama. Neistin skapti sær skjótt eitt hol niður til KÍF, og hetta hildu teir fast um allan vegin á mál. -mørk Í Havn hevur klassikarin millum Kyndil og VÍF ofta verið meira spennandi, enn hann var tað sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen Kyndil-VÍF 24-35 (10-14) 10 min: 2-6 20 min: 6-10 40 min: 16-21 50 min: 20-29 Málskjúttar Kyndil: Bárður Johannesen 5, Rói Lamhauge 4, Janus Einar Sørensen 3(1), Jónleif Sólsker 3(1), Hans Áki Dal- Christiansen 3, Tummas Pauli Hanusarson 3, Andreas Sólsker 2, Hans Arni B. Thomsen 1 VÍF: Áki Olsen 7, Rúni Joensen 5(1), Sámal Joensen 4(1), Joen P. Joensen 4(1), Agnar Joensen 4, Bjarti Hansen 4(1), Karl Johan Djurhuus 3, Áki G. Olsen 2, Eli Müller 1 Brotskøst: Kyndil 6, VÍF 5 Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 3 KÍF-Neistin 25-33 (12-19) 10 min: 4-6 20 min: 7-12 40 min: 19-26 50 min: 21-30 Málskjúttar KÍF: Niklas Reginson 6, Rógvi Weihe 4, Ási Dam 4(1), Andrias Weihe 3, Hallur Hansen 2, Jákup Trygvason 2, Teitur Joensen 2 Neistin: David Edvardsen 6, Áki Mørk 6, Tróndur Kragesteen 5(1), Karl Herup Olsen 4, Blagoje Buha 3, Karl Odmar Rasmussen 2, Jugoslav Djumic 2, Jens Mohr 2 Brotskøst: KÍF 3, Neistin 2 Útvísingar: KÍF 1, Neistin 4 Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen FAKTA um dystirnar Chelsea fyri 11. ferð Úrslitini í 5. umfari av FA Cup: Derby County - Manchester United 1-4 Everton - Aston Villa 3-1 Watford - Chelsea 1-3 Sheffield United - Hull 1-1 West Ham United - Middlesbrough 1-1 Blackburn - Coventry City 2-2 Swansea - Fulham 1-1 Fjórðingsfinalurnar eru hesar: Blackburn/Coventry – Chelsea Swansea/Fulham – Manchester United Cardiff/Arsenal/Burnley – Sheffield United/Hull Everton – West Ham/Middlesbrough Chelsea er víðari í ensku FA Cup og møtir annaðhvørt Coventry ella Blackburn í fjórðingsfinaluni Mynd: Polfoto/AP Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 15 12 - 1 - 2 395 308 87 25 2 VB 15 10 - 0 - 5 432 360 72 20 3 Neistin 15 8 - 3 - 4 388 363 25 19 4 Tjaldur 14 8 - 2 - 4 372 337 35 18 5 StÍF 15 3 - 0 - 12 370 445 -75 6 6 Kyndil 14 0 - 0 - 14 245 389 -144 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF *) 14 12 - 0 - 2 396 355 41 22 2 H71 15 9 - 0 - 6 394 349 45 20 3 Neistin *) 14 9 - 0 - 5 413 393 20 18 4 StÍF 15 6 - 2 - 7 365 359 6 14 5 Kyndil 15 4 - 2 - 9 364 406 -72 10 6 KÍF 15 2 - 0 - 13 352 422 -70 4 *) Kappingarnevndin hevur ógildað úrslitið av dystinum millum Neistan og VÍF tann 18. januar, og tí er hesin ikki roknaður við á stigatalvuni