Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindi Nr. 32 - 16. februar 2009 Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er ikki fegin um rund­ skrivið frá Johan Dahl um sosiala dump­ing á føroyska arbeiðsmarknaðinum í sambandi við útlendska arbeiðsmegi Útlendskir arbeiðstakarar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta er alt ov vánaligt. Ingeborg Vinther, for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag, er ikki serliga hugtik- in av rundskrivinum, sum Johan Dahl hevur sent til all- ar almennar stovnar og øll almenn ráð fríggjadagin. Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, hevur Johan Dahl hevur sent út rundskriv, sum áleggur øllum almenn- um stovnum og ráðum at tryggja, at øll arbeiðsmegin verður lønt eftir føroyskum sáttmálum, tá ið sáttmálar um arbeiði verða skrivaðir. Sama rundskriv verður sent á kommununum við áheitan um tað sama. Als ikki nokk Hetta er verri enn so nóg mikið til at forða fyri sosial- ari lønardumping, staðfestir Ingeborg Vinther. Í fyrstu atløgu staðfestir hon, at rundskrivið bara fevnir um almennar arbeiðsgevarar og sostatt ikki um teir privatu. - Eitt rundskriv hevur lítla og onga megi og tað einasta, ið munar nakað, er, at ein beinleiðis lóg verður sett í gildi um hesi viður- skifti, sigur hon. Hon staðfestir, at í rund- skrivinum stendur, at eftirlit skal vera við, at allir føroysk- ir sáttmálar verða hildnir. Men tað stendur onga- staðni, hvør skal hava hetta eftirlitið. Og Ingeborg Vinther hev- ur so undir ongum umstøð- um álit á, at almennir stovn- ar og almenn ráð fara at gera nakað sum helst fyri at tryggja, at útlendsk arbeiðs- megi í Føroyum ikki arbeið- ir fyri undirløn. Hon staðfestir, at tað eru bara fakfeløgini, sum kunnu tryggja, at allar ásetingarnar í føroyskum sáttmálum verða hildnir. Og hon heldur, at einasti møguleikin at hava eitt neyvt eftirlit við hesum, er, at øll sosial gjøld og umsit- ingargjøld annars, verða goldin til føroysku fakfeløg- ini, tí tey eru prosentgjøld av lønini og soleiðis ber til at hava eitt neyvari eftirlit. - Men fakfeløgini eru eis- ini tey einastu, sum eru før fyri at hava eitt nøktandi, virki eftirlit, leggur for- kvinnan í Føroya Arbeiðara- felag, afturat. Fund við vinnuhúsið Av tí, at privati arbeiðsmarkn- aðurin ikki er við, hava før- oysk løntakarfeløg biðið um fund við Vinnuhúsið fyri at vita um tað ikki ber til at fáa eina avtalu um, at sáttmálarnir á føroyska arbeiðsmarknað- inum, skulu virðast. - Tað er alneyðugt, at vit fáa tryggjað, at teir føroysku sáttmálarnir verða hildnir. Verða teir ikki tað, førir tað til ójavna kapping ímillum før- oyskar og útlendskar arbeiðs- gevarar. Men tað kann eisini føra til ójavna kapping ímill- um arbeiðsgevarar í Føroyum, sum hava útlendska arbeiðs- megi og tað kann ongin liva við -serliga nú gongdin er, at arbeiðsloysið veksur. Ingeborg Vinther stað- festir, at føroysku fakfeløg- ini fara at fylgja neyvt við gongdini tí sosiala dumping fara tey rætt og slætt ikki at góðtaka. Hon vil ikki siga, hvat fer at henda, skuldi tey varnast sosiala dumping. - So fara vit at brúka tey amboð vit hava, tí tað verð- ur ikki góðtikið, sigur hon Spurningurin hevur eisini verið umrøddur í Løgting- inum og Johan Dahl, lands- stýrismaður í vinnumálum ivast í um tað er rætt at lóg- geva á økinum, tí tað eigur ikki at lóggevast meiri enn neyðugt. Hann sigur, at tað kemur at standa beinleiðis í sátt- málanum, at føroyskir sátt- málar verða hildnir og í neyðugan mun skulu ráð og stovnar hava eftirlit við at, so verður. Hann váttaði tó, at hann fer at umhugsa at lóggeva á økinum. Vit fara at fygja væl við og verður tað neyð- ugt við lóg, verður hon gjørd, sigur Johan Dahl. Kári á Rógvi staðfesti, at tað einasta, sum kann seta Hoyvíkssáttmálan til viks, er ein løgtingslóg og at rundskriv munar lítið. Fráboðanin frá Johan Dahl er alt ov veik Tá ið Føroya Arbeiðarafelag heldur aðalfund í næsta mánaði, fer Ingeborg Vinther at bjóða seg fram at standa á odda fyri felagnum í eitt valskeið afturat. Men hon sigur heilt avgjørd, at um tvey ár leggur hon frá sær Føroya arbeiðaraFelag Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta verður so heilt avgjørt seinastu ferðina. Ingeborg Vinther, for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag, er nú av álvara farin at telja niður til at hon skal fara frá við eftirløn. Og sostatt fer eitt ser- merkt og virkið tíðarskeið í føroyskari fakfelagsrørslu í søguna. Tá ið felagið hevur aðal- fund í næsta mánaði, stend- ur Ingeborg Vinther fyri vali og hon hevur gjørt av bjóða seg fram einaferð afturat. - Eg havi umhugsað hetta væl og virðiliga og leingi lá í luftini, at nú var tann rætta stundin komin at lata Før- oya Arbeiðarafelag upp í hendurnar á nýggjum kreft- um, sigur hon. Men hon er kortini komin til ta niðurstøðu, er hon fer at bjóða seg fram í eitt val- skeið afturat. - Men hetta verður so heilt avgjørt seinastu ferð, at eg stilli upp til formann í Føroya Arbeiðarafelag. Hvørt valskeið er tvey ár, so á aðalfundinum í 2011 er púra greitt, at Ingeborg Vinther fer at leggja frá sær. - Tá verðið eg næstan 66 ár og tá er tíð at gevast, sigur hon. So tað er í øllum førum greitt, at Føroya Arbeiðara- felag ger klókt í at brúka hesi bæði næstu árini at pos- itionera eitt nýtt fólk at standa á odda fyri felagn- um. Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag er akkurát í holt við umfatandi umbyggingar í felagshúsin- um í Stoffalág og tí heldur hon, at tað er óheppið, at hon leggur frá sær nú. Ingeborg Winther bleiv forkvinna í Føroya Arbeið- arafelag á vári í 1980 og hon hevur sostatt staðið á odda fyri landsins størsta arbeiðarafelag í heili 29 ár. Og tá ið hon leggur frá sær um tvey ár, hevur hon verið forkvinna í heili 31 ár. Men áðrenn hon varð for- kvinna, hevði hon verið nevndarlimur í trý ár. Ingeborg Vinther tekur sína seinastu vakt Føroya Arbeiðarafelag má nú so smátt fara at leita sær eftir einum avloysara fyri Ingeborg Vinther, tí um tvey ár leggur hon frá sær sum forkvinna. Tá hevur hon staðið á odda fyri føroysku verkamannafjøldini í ein mansaldur Rundskrivið frá Johan Dahl er verri enn so nóg mikið, sigur Ingeborg Vinther Brown á botni Arbeiðaraflokkurin hjá bretska forsætisráðharranum, Gordon Brown, fær aftur ein dyggan frammaná í einari nýggjari meiningakanning. Kanningin, sum ComRes- stovnurin hevur gjørt, vísir, at val parlamentsvalæ í dag, hevði Arbeiðaraflokkurin fingið 25 prosent av atkvøðun- um. Til sammetingar fekk flokkurin 32 prosent í teirri næstseinastu kanningini. Tann konservativi flokkurin hevði fingið 41 prosent, var val nú, og tað er tað sama sum í næstseinastu kanningini, sigur ComRes. Tann nýggja kanningin gevur liberala flokkinum 22 prosent. Tosa saman aftur Afghanska stjórnin sleppur at sita við borðið, tá USA fer at endurskoða sín bardaga ímóti yvirgangi. Tað segði afghanski forsetin, Hamid Karzai, eftir at hann hevði havt ein fund við amerikanska Suðurasia-sendimannin, Ric- hard Holbrooke, í gjár. Støðan millum USA og Afghanist- an hevur verið rættiliga spent í seinastuni, tí afghanar vilja vera við, at alt ov nógv sivilfólk doyggja í teimum amerikonsku álopunum á Taliban. Okkurt bendir á, at spenningurin er linkaður eftir stjórnarskiftið í Washington og fundin millum Karzai og Holbrooke, skrivar AP.