mánadagur 16. februar 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 tíðindi
Nr. 32 - 16. februar 2009
Tøfting sum boksari
Stig Tøfting, sum mest er kendur sum ein harður
hundur á miðvøllinum, hevru nú kastað seg yvir ein
annan ítrótt, nevniliga boksing. Hann skal í ringin
fyrstu ferð 21. februar, tá hann skal boksast móti
danska show-wrestlaranum, Sidney Lee. Tað ber til
at spæla upp alt møguligt í dystinum, eitt nú um
Tøfting fer at bíta oyrað av Lee, ella um Sidney Lee
fer at rýma úr ringinum mitt undir dystinum. Stig
Tøfting er annars hjálparvenjari hjá SAS
ligafelagnum Randers FC.
Mótmæla vitjan hjá Dalai Lama
Í síðstu viku vóru umboð fyri kinesisku sendistovuna í Íslandi á fundi við
stjórnina í Reykjavík, har tey mótmæltu, at andaligi leiðarin hjá tibetanum,
Dalai Lama, er boðin til Íslands at vitja í summar. Í uttanríkisráðnum fingu
kinesisku diplomatarnir at vita, at tað er ein privatur felagsskapur, sum hevur
boðið Dalai Lama til Íslands, og tí er ikki talan um eina almenna vitjan.
Ætlanin er, at Dalai Lama, sum hevur fingið friðarheiðursløn Nobels, skal vitja
í Íslandi frá 1. til 3. juni.
Fýra ára gamla Freja
hjá Jónu Morten sen
er ein av hundunum
í Havn, sum hvørt
vikuskiftið er ræðslu
sligin, tí fýr verk
verður skotið. Hetta
hevur við sær, at tíkin
hvørt vikuskiftið
fær nervamedisin
frá djóralæknanum.
Hetta er brot á politi
viðtøkurnar, so tað er
bara at melda, sigur
løgreglan
Hundalív
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
- Tað er næstan hvørt viku-
skifti, at Freja kemur í dýr-
astu neyð av fýrverki, sigur
Jóna Mortensen. Hon nevn-
ir eisini, at tað eru nógv
onn ur, sum hava sama
trupul leika.
- Er hetta um kvøldarnar,
so er tað brot á politi við-
tøkurnar, sigur Per Persson,
politistur.
Hann
greiðir
somu leiðis frá, at hetta
kann vera brot á aðrar
lógir.
Nervavrak
Tað vísir seg, at tað serliga
er í samband við brúdleyp
og aðrar gleðisløtur, at fýr-
verk verður skotið. Men
hetta hevur við sær, at
nógv ir hundar - serliga í
Havn - gerast sera bangnir.
- Freja er vorðin eitt
veruligt nervavrak. Eg havi
fyri kortum fingið nýtt
nerva medisin
frá
djóra-
læknanum, sum tekur tað
ringasta av ræðsluni, sigur
Jóna Mortensen, hunda-
eigari.
Djóralæknatænastan
kenn ir væl trupulleikan.
- Hetta er ein trupulleiki
allastaðni hundar eru. Men
tað er serliga í Havn, at
hetta vendir aftur hvørt
viku skifti, sigur Jústines
Olsen, djóralækni. Sjálvur
kann hann tó ikki gera nógv
meira, enn at geva hunda-
eigarunum góð ráð og
hund unum heilivág.
- Tey kunnu koyra hund-
arnar inn í rúm, har onki
ljós kemur inn. Tey kunnu
eisini koyra tónleik frá, fyri
at doyva buldrini. Vit kunnu
eisini geva teimum medisin,
men hetta er nakað, ið skal
vera fyrireikað framman-
undan, staðfestir Jústines
Olsen.
Nýggjárið er eitt
Jústines Olsen greiðir frá,
at um nýggjárið er fýrverkið
ikki ein so stórur trupulleiki,
tí tá vita fólk av, at okkurt
er í væntu, og kunnu tí verja
hundarnar.
- Tað er nakað heilt ann-
að, tá tað brádliga kemur í.
Tá tað er okkurt tilvildarligt
vikuskifti, tá kunnu fólk á
ongan hátt verja hundarnar
hjá sær, tí tey vita ikki, at
buldur og brak verður um
allar geilar, sigur djóra-
lækn in.
Skulu melda
Sambært politinum skulu
fólk bara melda tílíkar til-
burðir, tí so verður málið
tikið upp, og talan er um
brot á politiviðtøkurnar, tá
fýrverk og onnur skot verða
latin av.
- Tað er beinleiðis brot á
politiviðtøkurnar at geva
tílíkan larm á náttartíð. Tí
er bara at melda, um hesin
trupulleiki er, staðfestir Per
Persson.
Hundar fara
í hundarnar
av fýrverki
Freja er ein av hundunum
í Havn, sum hevur stórar
trupulleikar av fýrverki hvørt
vikuskifti
Starvsmannafelagið
hevur tosað við
fíggjarmálaráðið um
hægri løn, men enn er
onki komið burtur úr
- Vit tosa saman, men enn
er onki komið burtur úr.
Selma Ellingsgaard, for-
kvinna
á
Starvsmanna-
felag num, kann ikki annað
enn ásanna, at tað gongur
rættiliga strilti hjá teimum
at tosa við fíggjarmálaráðið
um at fáa hægri løn.
Starvsmannafelagið
gjørdi í 2006 ein fýra ára
sáttmála, sum gongur út í
2010.
Men
í
sáttmálanum
tryggj aði felagið sær, at
henda broytingar í sam-
felag num sum ávirka lønar-
lagið munandi, skuldi tað
bera til at samráðast um
løn ina av nýggjum frá 1.
oktober í fjør.
Og tað var rættiliga
skjótt, at tíðirnar broyttust
so nógv, at felagið metti, at
tað hevði rætt til nýggjar
lønarsamráðingar.
Men tað hevur gingið
strilti og tað er ikki fyrrenn
beint nú, at felagið hevur
fingið fíggjarmálaráðið á
tal.
- Vit hava eitt samskiftið
við fíggjarmálaráðið, men
enn er onki komið burtur
úr, sigur Selma Ellings-
gaard.
Jóannes
Eidesgaard,
lands stýrismaður í fíggjar-
málum,
hevur
mestsum
greitt afturvíst, at tíðirnar
eru ikki til at økja útreiðsl-
urnar hjá landskassanum
við lønarhækkingum.
Og Selma Ellingsgaard
vil ikki, hvussu veru leika-
kent tað er at vænta sær
nakra lønarhækking, sum
støðan er.
Tað fái eg onki sagt um.
Hvat ið landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum sigur, má
standa fyri hansara egnu
rokning,
sigur
Selma
Ellings gaard.
Forkvinnan í Starvsmanna
felagnum sigur, at tey tosa
saman, men enn er onki
komið burtur úr
Gongur ongan veg at tosa
um lønarhækking