Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 16. februar 2009 29 Nýggi leikurin, sum Tjóðpallur Føroya setir upp, er ikki fyri børn, og heldur ikki sartar sálir, fyri at enda setningin. Her er talan um eina gamaldags spøkilsissøgu við øllum teimum røttu elementunum. Kvinnan í svørtum fær ein at støkka upp úr stólinum av ræðslu, og stúra fyri hvar andlitið næst fer at vísa sesg Sjónleikur Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Dramatikkur og óhugni eru tey bæði dominerandi elementini í leikinum, Kvinnan í svørtum. Ein klassisk ræðusøga, ið fær hárini at reisa seg, og ger at ein ikki fær afturhildið níst og støkk­ an úr stólinum av berari ræðslu. Hann byrjar annars rættiliga skemtiliga, leikurin um Kvinn­ una í svørtum. Páll Danielsen er Arthur Kipps, sum er komin í eitt sjónleikarhús at lesa upp eitt handrit, hann hevur skrivað. Tað gongur kortini ikki so væl, tí Kipps er ein stívrendur sakførari uttan royndir sum sjónleikari, og eftir øllum at døma lítlum kunn­ leika til sjónleik. Sjónleikarin, ið skal meta um søguna hjá Kipps, verður leiktur av Annfinni Heinesen. Hann ger eina løtu gjøldur burtur úr Kipps, sum hakkar seg gjøgnum sína søgu. Í staðin játtar sjónleikarin at hjálpa Kipps. Okkurt hevur hugtikið sjónleikaran eftir gjøgn­ umlesturin av fyrstu síðunum, og hann heldur tískil fram teir fylgj­ andi dagarnar. Kipps fær leiklut­ in sum søgusigarin, og sjónleikar­ in verður Kipps. Nú er tað sjón­ leikarin, ið sigur søguna hjá Kipps, um tá hann fyri mongum árum síðan, tá hann sum ungur sakførari ferðaðist til Eel Marsch House, fyri at gera búgvið upp eftir eini einsamallari einkju. Tað vísir seg kortini, at talan ikki er um eina og hvørja einkju. Eingin vil rættiliga tosa um einkjuna, hús hennara ella ognirnar hjá henni, sum sjálvt ikki tann ognar­ sjúkast í grannalagnum vil nerta. Øll, ið hava eitthvørt við økið at gera, vísa seg onkursvegna at vera merkt. Klassisk ensk ræðusøga Sjálvur er Arthur Kipps ikki bangin av sær, og trýr ikki uppá spøkilsi. Av tí at tað er eitt fitt strekki at ferðast hvønn dag av gistingarhúsinum og til Eel Marsch House, velir hann at liggja nátt í húsunum. Tað gerst honum kortini sera óunniligt, tí tað vísir seg at spøkja í húsunum. Andlitið í eini kvinnu vísir seg fleiri ferðir fyri honum, og um náttina hoyrir hann ljóð frá einum hestavogni, ið eftir øllum at døma koyrir út av, og so hoyrir hann skríggj av ræðslu. Øll søgan skal ikki avdúkast her. Men tað skal lovast fyri, at Kvinnan í svørtum er óhugnalig. Hon vísir sítt andlit so brádliga og so óvæntað, at tað er ringt at halda niðri eitt níst og afturpartinum fastan í stólinum. Og aftan á tykist hon at vísa seg alla staðni í rúminum. Søgan um Kvinnuna í svørtum er søgd sum ein søga í søgu í søgu. Samstundis ganga søgurnar fyri seg, um tá Kipps og sjónleik­ arin eru staddir í sjónleikarhúsin­ um og tosa um leikin, og tá sjón­ leikarin sigur søguna, sum er kanska 30 ára gomul, umframt at gamla søgan um hvat hendi á Eel Marsch House verður søgd. Pallur­ in er minimalur, við eini kistu, tveimum stólum og eini hurð. Í staðin er nógv gjørt burtur úr ljósinum og ljóðinum, sum eru berandi fyri at fáa røttu effektina á áskoðaran. Fyrsti partur av leikinum kann tykjast nakað langdrigin. Men spurningurin er um tað kundi slepst uttan um drálanina í fyrsta partinum. Um søgan hevði havt somu ávirkan uttan. Tí við tað at teir roksa á pallinum, og tosa um hvussu teir skulu gera, verður áskoðarin tryggur í stólinum, og ánar einki um óhugnalig kvinnu­ andlit, sum burtur úr ongum vísa seg í salinum. Og soleiðis eru gamlar enskar spøkilissøgur. Tað er vanligt í enskum ræðusøgum sum hesum, at tað verða brúktar nógvar síður upp á at byggja upp ein spenning, áðrenn søgan tekur rættiligt skap og klimaksið nærkast. Tað, sum tú ikki sært... Samansetingin av leikarunum er góð. Páll Danielsen traðkar í leik­ lutin, sum vit sjónvarpshyggjarar kenna so væl, har hann spælir ein løgin, ótryggur og nakað stívrend­ ur miðaldrandi maður. Leiklutur­ in, sum tann smarti sjónleikarin, ið veit hvussu ein leikur skal fram­ førast, og sum ikki er bangin fyri at siga hvat hann heldur, klæðir Annfinni Heinesen væl. Eisini sum tann ungi Arthur Kipps, riggar hann væl. Og tað er hann, ið stendur fyri tí dramatiska í leikinum, tí tað verður hann, ið upplivir spøkilsið tætt at kroppin­ um, og avleiðingarnar fyri tey, ið verða spøkt av kvinnuni í svørt­ um. Tann veruligi Kipps, er tann í leikinum lítillátni, og skiftir Páll Danielsen millum teir supplerandi leiklutirnar, sum hjálpa unga Kipps á leið. Veit ikki hvussu langt síðan tað er, at ein leikur úr ræðusjangruni hevur verið settur upp í Føroyum. Men tað tykist sum valið at seta Kvinnan í svørtum upp nú er sera beinrakið. Tað var stuttligt at síggja og hoyra fólk flenna at sær sjálvum, tá tey ikki kundu halda aftur einum nísti ella hvøkka við undir sýningini, og síggja tey halda fyri eygu og oyru, tá ljóð, ljós og leikur legði upp til eitt­ hvørt óhugnaligt. Tað skal samstundis sigast, sum sagt varð á tíðindafundinum um leikin, at tað er í veruleikan­ um tað, tú ikki sært, ið er so óhugnaligt. Og nei, leikurin er ikki fyri børn. Tað kann bert við­ mælast at seta sær tíð av til eina klassiska ræðusøgu í Tjóðpallin­ um, men latið børnini vera eftir heima. Og hugsað teg eina ferð eyka um, um tú hevur trupulleik­ ar við at sova um náttina. Og hav onkran hjá tær, sum tú kanst lena teg inn at í myrkrinum. Kvinnan í svørtum er ein klassisk ensk ræðusøga, sum verður sýnd sum leikur í myrku hølunum í Tjóðpalli Føroya Kvinnan í svørtum: Ikki fyri børn