týsdagur 17. februar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 33 - 17. februar 2009
Dagurin í gjár var ein
vanlukkudagur hjá
kvívíkingum, tá teir
mistu ein av sínum
egnu. Seinnapartin
í gjár kom eldur í
ein bil við kirkjuna.
Ein 76 ára gamal
kvívíkingur var í
bilinum, og lat lív
112
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Syrgilig vanlukka var í Kví
vík í gjár seinnapartin. Klokk
an 15.08 fekk løgreglan eina
fráboðan um, at eldur var í
einum bili á parkeringsøk
inum við Kirkjuna í Kvívík.
Sløkkiliðið í Kvívík var á
staðnum beinanvegin, og
klokkan 15.20 var eldurin
sløktur. Vakthavandi á Politi
støðini í Havn sigur, at tá
fráboðanin kom, stóð bil
urin longu í ljósum loga, og
fólk sluppu ikki at bilinum
fyri tí nógva hitanum.
Hóast Sløkkiliðið í Kví
vík var á staðnum beinan
vegin, var einki, teir kundu
gera fyri at fáa mannin úr
bilinum, og 76 ára gamli
kvívíkingurin brann sostatt
inni í bilinum.
Løgreglan veit ikki at siga
hví eldur kom í bilin, men
bilurin er fingin suður til
Akstovuna, har bilurin nú
kannaður nærri av serkønum
fólki, soleiðs at staðfestast
kann, hví, hvar og hvussu
eldurin er uppstaðin.
Sum tað sæst á myndini,
er bilurin næstan ikki brend
ur frammi í motorrúminum,
og er eldurin tí ikki uppstað
in har, sum mest vanligt er
at eldur kemur í bilar.
Tey, ið varða av mannin
um, fingu boðini bein
anvegin.
Brann inni í bilinum
Tað var her á pareringsøkinum við
kirkjuna í Kvívík, at bilurin brendi.
Hóast Sløkkiliðið í Kvívík var á staðnum
beinanvegin, var einki at gera fyri at
bjarga manninum úr bilinum