týsdagur 17. februar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 33 - 17. februar 2009
Topp politikarar í
Sambandsflokkinum
finnast hvassliga at
evropapolitikkinum
hjá Jørgen Niclasen,
landsstýrismanni í
uttanlandsmálum og
samgonguni
Evropapolitikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er synd at siga, at sam
gongan dregur somu línu í
spurninginum um, hvønn
evropapolitikk, samgongan
skal føra.
Tað varð skorið út í papp,
táið Løgtingið hevði munn
ligar
fyrispurningar
á
skránni í farnu viku.
Evropapolitikkurin skal
vera framtíðar portur okk
ara út í heim, men nú hevur
gamli sambandsformaðurin,
Edmund Joensen, ið nú er
løgtingsmaður og fólka
tings maður, aftur fest í eitt
gamalt kjak ímillum polit
isku flokkarnar um, hvørja
leið, vit skulu ganga.
Tað gjørdi hann tá ið hann
spurdi
Jørgen
Nicla sen,
lands stýrismann í utt an lands
málum, hví hann ikki enn
hevur sett tann skjótt ar beið
andi serfrøð inga bólk in, sum
samgongan hevur av talað at
seta at kanna greina møgu
leikarnar fyri tætt ari før
oyskum til knýti til ES eisini
møgu leikan fyri at Føroyar
gerast partur í ES.
Hann vil eisini hava at
vita, nær arbeiðsbólkurin
verð ur settur.
Tað eru fimm mánaðir
síðani, at samgongan varð
skipað og enn hevur Jørgen
Niclasen enn onki gjørt fyri
at fáa gongd á kanningarnar
um føroyskt tilknýti til ES.
Hann rør eisini framundir,
at tað er brot á sam gongu
skjal ið at onki er gjørt við
málið.
Stórt arbeiði
Jørgen Niclasen sigur, at
starvsfólk í uttan ríkis ráð
num hevur lagt stórt ar
beiðið at fyrireika arbeiðið
so væl sum gjørligt, so at
vit fáa eitt úrslit, sum vit
kunnu brúka til nakað.
Annars er tað ikki fyrrenn
á nýggjárinum, at peningur
var tøkur til at seta kann
ingina í verk fyri.
Annars
vísir
Jørgen
Nicla sen, at tað tók tíð at
finna tey røttu fólkini.
Men tað gongur ikki long
tíð, til arbeiðsbólkurin kann
gerast.
Poul Michelsen í Fólka
flokkinum heldur, at tað er
eitt egotripp hjá Edmund
Joensen at seta ein spurning
sum hendan, ella er hann
bara úti eftir at lima Føroyar
inn í ES – undir Danmark.
Hann tekur annars fult
und ir við arbeiðnum hjá
sam gonguni.
Jørgen onki at gera
Magni Laksáfoss í Sam
bandsflokkinum sigur, at
talan er tvørtur ímóti um
ein sera viðkomandi spurn
ing.
ES hevur avgerandi
týdning fyri at menna Før
oyar og Jørgen Niclasen
hevur eina stóra umsiting,
men onki at gera uttan at
fyrireika hetta arbeiðið. Tað
einasta, hann hevur gjørt av
øðrum, er at ferðast til
Liber ia og hesin arbeiðs
bólkurin skuldi langt síðani
verið avgreiddur.
Hann legði eisini dent á,
at ES spurningurin hevur
so stóran týdning fyri Sam
bandsflokkin, at var ES
kanningin ikki við í sam
gonguskjalinum,
hevði
Sambandsflokkurin heldur
ikki verið við í samgong
uni.
Heðin Zachariasen sá
ong an trupulleika í at lýsa
ES spurningin og tí tekur
hann undir.
Jákup
Mikkelsen
er
samd ur í, at ein politisk av
gerð skal takast um evropa
politikkin, men tað er onki
galið at kanna málið væl ov
virðiliga og tað er hetta,
sum samgongan ætlar.
Tómt tos
Edmund Joensen kallaði
frágreiðingina hjá Jørgen
Niclasen fyri tað beru
undanførslur og onki uttan
tómt tos.
Hetta eru nýggjar und
anførslur, tí var vilji til tað,
kundi arbeiðsbólkurin langt
síðani verðið settur burtur
av teirri játtan, sum uttan
ríkisráðið hevur framman
undan og við tí arbeiðs
setningi, sum longu stendur
í samgonguskjalinum.
Trupulleikin er, at málið
er ikki raðfest, heldur
hann.
Hann fýlist á, at sam
gongan bara arbeiðir við
EFTA málinum, men full
komiliga gloymir ES mál
ið.
Hann undraðist turrisliga,
at landstýrið ikki skuldi
klára at seta ein slíkan
arbeiðsbólk upp á fimm
mán aðir, tí tað er nógv
longri enn tað tekur at fylla
ein trolara í Barents hav in
um.
Hann kom eisini við
nøkrum ið kundi tulkast
sum ein lítil hóttan.
Fáa vit ikki framt tey
mál, ið eru avtalað í sam
gonguskjalinum, fáa vit ein
trupulleika.
Hann heldur eisini lítið
um EFTA, tí hann kallaði
EFTA fyri eina deyða sild,
ella ein avtakandi mána,
sum er upp á tað allar
minsta.
Og
Jørgen
Niclasen
minn ir mest um skarðs
menn, tá ið teir runnu eftir
mánanum, helt Edmund
Joensen.
Jørgen Niclasen er ør
kymlaður av, at Sambands
flokkurin gongur í tveimum,
men hann letur ongan iva
vera um, at hann fer at
halda samgonguskjalið.
Opið stríð í samgonguni
um hurðina út í verðina
Edmund Joensen, løgtingsmaður og fólkatingsmaður, sigur, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, minnir um skarðsmenn, tá ið teir
runnu eftir mánanum
Keypa færri bøkur
Bókasølan í Noregi minkar støðugt, og í síðsta
mánað seldu forløgini 25 prosent færri bøkur enn í
sama mánað í 2008. Eitt nú minkaði sølan av
føgrum bókmentum til vaksin meiri enn 25 prosent
og meiri enn 26 prosent til børn. Kortini ætla tey
stóru forløgini ikki at skerja talið á ætlaðum
útgávum í ár, skrivar Dagsavisen. Aschehoug
heldur sína ætlan fyri 2009, Gyldendal fer at skarva
eitt sindur av onkrum einstøkum útgávubólki, og
Kagge og dóttirfelagið Stenersen fara at geva 55
bøkur út í ár ella at kalla tað sama sum í fjør.
Misnøgd við avgjøld
Leiðslan í SAS er misnøgd við tær veksandi útreiðslurnar
av at brúka floghavnina í Kastrup, og felagið vil vera við,
at vøksturin er heilt burtur úr vón og viti. Herumframt er
SAS misnøgt við, at felagið verður hildið uttan fyri
tingingarnar millum leiðsluna í floghavnini og Statens
Luftfartsvæsen um, hvussu tey ymsu avgjøldini skulu
roknast. Sambært SAS ætlar floghavnin í Kastrup at
hækka avgjøldini átta prosent í einum. Felagið sigur, at
hetta er tað sama, sum avgjøldini eru hækkað tey seinastu
seks árini.