Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 33 - 17. februar 2009 Leygardagin verður tiltak í Havn, har hjartasjúk børn og teirra avvarðandi hittast til gaman og álvara. Vaksin, sum eru fødd við hjartafeili, eru eisini vælkomin við Hjartabørn Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Leygardagin er ætlanin at savna øll hjartasjúk børn í Føroyum til eitt tiltak í Havn, sum verður bæði til gamans og álvara. Samstundis eru vaksin, sum eru fødd við hjartafeili, eisini vælkomin við. Foreldur at børnum við hjartasjúku hava nýliga stovn að felagið, Hjarta­ barn ið, sum er eitt undir­ felag hjá Hjartafelagnum ­ Endamálið við felagnum er at stuðla foreldrum, sum hava fingið eitt barn við hjartasjúku, sigur Conny Poulsen í Hvalba, sum er ein av nevndarlimunum. Hon sigur, at foreldur, sum fáa børn við hjarta­ sjúku, kunnu viðhvørt kenna seg nokk so einsamøll og hjálparleys og tí er ætl­ anin at stovna felagið fyri at kunna vera um hvønn annan og stuðla hvørjum øðrum. ­ Endamálið er eisini at varpa ljós á hendan serliga trupulleikan við hjarta­ sjúkum børnum og at hittast av og at njóta gott av roynd­ unum hjá hvørjum øðrum. Tey ætla eisini at gera ein faldara um hjartasjúk børn Fyrsta tiltakið hjá felag­ num verður í leygardagin 21. februar í nýggja part in­ um av Kommunuskúlanum í Kongagøtu. Tey byrja klokkan 10 við morgunmati og hugna. Síðani fer danski serlækn­ in í viðføddum hjarta sjúk­ um, Lars Søndergaard, at halda áhugaverdan fyri­ lestur. Ímeðan fyrilesturin er, hava tey ymiskt undirhald til børnini, eitt nú fáa tey vitjan av Hannibal. Í døgverðasteðginum fáa tey okkurt til matna og aftan á er kjakfundur um viður skiftini hjá húskjum við hjartasjúkum børnum. Ímeðan fundurin er, hava børnini møguleika at hugna sær við ymiskum undirhaldi og aftan á fara øll at sláa tunnu. Conny Poulsen sigur, at tey vita ikki, hvussu nógv hjartasjúk børn eru í Før­ oyum, men tey vilja fegin savna so nógv sum gjørligt í felagnum og tí vóna tey eisini at síggja so mong sum gjørligt av teimum á ti ltakinum leygardagin. Kommunurnar í Suðuroy eru sinnaðar at taka Helenu Dam á Neystabø upp á orðið um at fara undir at projektera eftirskúla í Hvalba í ár Líkt er til, at allar komm­ unurnar í Suðuroy eru sinn­ aðar at játta pening til at projektera nógv umrødda eftirskúlan í Hvalba. Á fíggjarlógini fyri í ár, samtykti Løgtingið at seta tvær milliónir av til at projektera skúlan fyri. Men treytin er, at komm­ unurnar eisini seta tvær milliónir av. Og kommunurnar ætla at taka Løgtingið og Helenu Dam á Neystabø upp á orðið og at seta kravdu upp­ hæddina av. Umboð fyri allar komm­ unurnar hava tosað saman um málið og tær eru samdar um, at fyri at avgreiða mál­ ið skjótt, er tað ikki ráðiligt at fara til allar kommunurnar í Føroyum við áheitan um at játta hvør sín part. Tí hava kommunurnar í Suðuroy gjørt av at tær skulu játta peningin og hesa næstu tíðina skulu tey sjey bý­ og bygdaráðini so form­ liga samtykkja at seta hvør sína upphædd av til enda­ málið, alt eftir fólkatalinum í kommununi. Higartil hava kommunu­ stýrini í Porkeri, í Hovi og á Tvøroyri viðgjørt málið og hava samtykt at játta sín part. Hinar fýra kommunurnar taka so málið upp so hvørt, tær hava fund. Tvøroyrar Kommuna, sum betalir størsta partin, sam tykti málið í farnu. Kristin Michelsen, borg­ arstjóri á Tvøroyri, sigur, at tá ið allar kommunurnar, sum væntað, hava samtykt málið, er ætlanin at biðja um fund við landsstýris­ kvinnuna í mentamálum og við politikarar annars. Har er ætlanin at kunna allar partar um, at komm­ unurnar partur av pengunum er klárur. Og har er eisini ætlanin at stinga út í kortið, hvussu farast skal fram, so at projekteringin kann byrja sum skjótast. Hann sigur, at endamálið er so at fáa gongd á pro jek­ teringina sum skjótast, so at tað verður klárt at byggja næsta ár. Eftirskúlin er mettur at kosta 90 milliónir og har verður pláss fyri einum 90 næmingum. Hjartabørn hittast til gaman og álvara í Havn Suðuroyingar seta skjøtil á skúlabygging fyri 90 milliónir Ætlanin er at byggja eftirskúlan á slættlendinum millum Roynhøllina og fótbóltsvøllin, mitt í Hvalba. Hugskotið er, at talan er um eina langa lon, sum er trýst saman fyri at varðveita so stóra framsíðu sum gjørligt Leygardagin verður fyrsta tiltakið fyri hjartabørn í Føroyum. Her eru tað Conny Poulsen úr Hvalba, sum er nevndarlimur í felagnum, Hjartabarnið, og maður hennara, Sveinur, við teirra lítla hjartabarni, sjey ára gamla Páll Hermanni, ímillum sín Semja í Darfur Ein sáttmáli millum sudansku stjórnina og ta størstu uppreistrarrørsluna í Darfur gevur vónir um frið í økinum. Í sáttmálanum, sum partarnir skriva undir í dag, binda teir seg til at lata hvør øðrum fangar og at steðga øllum ágangi ímóti teimum 2,2 milliónum flóttafólkunum, sum eru rikin frá húsi og heimi undir ófriðinum. Politiskir eygleiðarar siga, at tann nýggi sáttmálin gevur vónir um, at tað skal eydnast at fáa enda á stríðnum í Darfur, sum hevur kostað meiri enn 300.000 mannalív tey seinastu seks árini. Qatar hevur virkað sum semingsmaður í ósemjuni, og sáttmálin verður undirskrivaður har í dag. Kavbátar stoyttu saman Tíðindini um, at tveir kjarnorkuriknir kavbátar úr Bretlandi og Fraklandi stoyttu saman í Atlantshavinum í síðsta mánað, hava vakt stóran ans. Serfrøðingar siga, at vandin fyri einari kjarnorkuspreinging hevur verið sera lítil, men at ein leki umborð á øðrum ella báðum kavbátunum kundi fingið sera álvarssamar avleiðingar fyri havumhvørvið. Bretsku og fronsku myndugleikarnir vilja einki siga um óhappið, men serfrøðingar gita, at teir báðir kavbátarnir hava verið við í einari venjing, tá teir komu ov nær hvør øðrum.