týsdagur 17. februar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 33 - 17. februar 2009
Eik Banki bjóðar nú
saman við Elektron
kundum sínum
nakrar nýggjar
tænastur á heimasíðu
síni. Eitt nú verður
møguligt at handla
virðisbrøv á netinum
VIRÐISBRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fyrrapartin í dag gjørdist
heimasíðan hjá Eik Banka
virkin við fleiri nýggjum
tænastum at bjóða kundum
sínum.
Millum nógvan nýggjar
tænastur kunnu nevnast, at
møguleiki nú er at biða um
loyvt trot, umbiða gjaldoyra,
hópflytingar av uttanlands
flytingum SWIFT, fyri at
nevna nakrar. Men mest
spennandi nýggja tilboðið
er uttan iva møguleikin fyri
at handla virðisbrøv á
internetinum.
Hetta er ein møguleiki,
sum er væl kendur í lond
unum uttan um okkum, og
eitt nú hava flest allir dansk
ir bankar hesa tænastu at
bjóða kundum sínum, sigur
Dánjal Joensen, íløguráð
gevi hjá Eik Banka.
Tað kundi tókst, sum
tíðirnar júst nú ikki eru tær
allarbestu at bjóða slíkar
nýggjar tænastur fram, men
hetta er nakað, sum hevur
ligið í stoypiskeiini í eina
tíð.
Vit hava ikki valt hesa
løtuna serstakt at koma við
nýggju
tænastunum
til
kundarnar. Hetta er nakað,
vit hava arbeitt við í eina
tíð, og nú er hon so búgvin
at bjóða fram til kundarnar,
sigur Dánjal Joensen.
Føroyingar,
sum
eru
kundar hjá donskum bank
um, hava havt møguleikan
at keypa virðisbrøv um
internetið, men nú verður
so møguligt at gera hetta
umvegis
ein
føroyskan
banka eisini.
Kurslistar
Tað er gjørt rættilia nógv
burtur úr, at kundin so lætt
sum gjørligt skal finna runt
í tí urskóg av fyritøkum,
sum finnast á børsinum. Eik
Banki sjálvur hevur upp
rættað ein kurslista, sum
umframt at innihalda allar
føroyskar
børsskrásettar
fyritøkur
eisini
umfatar
sonevnda C20 kurslistan.
Hetta er ein listi yvir 20 tær
størstu donsku fyritøkurnar;
størstar
í
handli,
ikki
neyðturviliga í vavi. Hetta
er ein listi, sum verður
dagførdur einaferð um árið,
so eingin fyritøka er fødd til
eitt pláss á listanum.
Aftrat hesum hevur Eik
Banki so valt út nakrar
fyritøkur aftrat, sum eru
áhugaverdar fyri føroyskar
íleggjarar.
Tá tú hevur skrásett teg í
skipanini, kanst tú fara
víðari og velja, hvat slag av
virðisbrøvum, tú ynskir at
handla við. Talan kann
verða um partabrøv, láns
brøv, íleggingarfeløg ella
øll virðisbrøv.
Víðari ber eisini til at
velja, hvat slag av fyritøkum
ein ynskir at gera íløgur í.
Til ber at velja C20 fyri
tøkur, umframt peninga
stovnar,
tryggingarfeløg,
handil, reiðaríir, vinnulív
ella íleggingarfeløg.
Tá ein so keypir ella selur
ber til at handla til markn
aðarkurs, Limitkurs ella
børshandil.
Eik kann kekka
Um keypt verður til markn
aðarkurs
ella
limitkurs,
kemur ein fráboðan til Eik
Banka um handilin. Bankin
fylgir tá við og kann gera
eftirkanningar, um tað er
týðiligt, at kundin hevur
gjørt ein feil. Tá hevur
bankin so møguleika at seta
seg í samband við kundan
at kanna eftir, um kundin
veruliga hevur ætlað at
gjørt viðkomandi handil.
Eisini ber til hjá kundan
um at seta virðisbrøv til
sølu, ella at ynskja at keypa
til limitkurs. Hetta merkir,
at kundin ásetur ein kurs,
sum kann standa í upp til
ein mánaða, og tá er talan
gjarna um kurs, sum liggur
ávikavist nakað undir ella
nakað
yvir
marknaðar
kursin, alt eftir, um kundin
ynskir at keypa ella selja
partabrøv.
Eitt annað, sum er rætti
liga tryggjandi í sambandi
við virðisbrøv er, at talan er
um persónliga ogn. Tað
merkir, at uttan mun til,
hvat annars kann henda við
bankanum, so eru virðis
brøvini trygg. So sjálvt um
bankin skuldi farið av
knóranum, eru virðisbrøvini
kortini trygg.
Sum nevnt er møguleikin
at handla við virisbrøvum
bert ein partur av nýggju
tænastunum, sum Eik Banki
nú kann bjóða kundum
sínum. Og út á fyrrapartin í
dag ber so til hjá kundum
bankans at fara inn á upp
graderaðu heimasíðuna at
royna nýggju møguleikar
nar, sum Eik Banki hevur
ment
í
samstarvi
við
Elektron.
Bjóðar virðisbrævahandil
á netinum
Dánjal Joensen, íløguráðgevi hjá Eik Banka, greiðir frá nýggju møguleikunum á heimasíðu bankans
Mynd: Álvur Haraldsen
Býtið er 75-25
Tá vit í blaðnum í gjár skrivaðu, at Rúsan í
Miðvági byggir út, nevndu vit eisini, at arbeiðara
feløgini í Vágum saman við arbeiðsgevarunum
eiga bygningin, har Rúsan heldur til. Men hetta er
bara partvís rætt og ikki nóg neyvt.
Tað er Vága Handverkarafelag, sum eigur 75% av
bygninginum, meðan Vága
Handverksmeistarafelag eigur 25%.
Vit biða feløgini halda okkum tilgóða.
- leo
Ráðharri noyddist frá
Japanski fíggjarmálaráðharrin hevur lagt frá sær. Tann
almenna grundgevingin er, at hann er farin frá av heilsu
ávum, men tað eru tó tey fægstu, sum trúgva teirri frágreið
ingini. Teir seinastu dagarnar hevur Shoichi Nakagawi verið
fyri hvøssum atfinningum, tí fleiri halda, at hann var drukk
in, tá hann tók lut í einum tíðindafundi í sambandi við G7
fundin í Rom. Tann 55 ára gamli ráðharrin tóktist sveimandi,
og eina løtu sat hann og blundaði. Sjálvur hevur hann játtað,
at hann hevði drukkið eitt sindur, og at hann hevði eisini
tikið heilivág um somu tíð og tí var eitt sindur sløvur.
Týsk seming í Afghanistan
Týskland fer at senda ein serligan sendimann til Afghanistan
sum lið í altjóða royndini at leggja størri dent á stríðið fyri
friði í økinum. Uttanríkisráðið í Berlin sigur, at serligi
sendimaðurin, sum eitur Bernd Mützelburg, skal arbeiða
tætt saman við amerikanska sendimanninum í Afghanistan
og Pakistan, Richard Holbrooke. Tann 65 ára gamli Mützel
burg er ein av teimum mest royndu týsku diplomatunum.
Hann var millum annað uttanríkispolitiskur ráðgevi hjá
Gerhard Schröder, tá hesin var kanslari.