týsdagur 17. februar 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 33 - 17. februar 2009
Konan avdúkaði mannin
Løgreglan í Italia handtók um vikuskiftið ein lim í mafiuni, sum
løgreglan hevur leitað leingi eftir. Løgreglan dylur heldur ikki fyri,
at tað var konuni fyri at takka, at mafiamaðurin bleiv tikin. Tann 39
ára gamli Paolo Latella hevur verið eftirlýstur síðani í juli í fjør, tá
hann var við í einum skotbardaga har suðuri í Italia. Valentindagin
koyrdi løgreglan aftan á konu hansara, sum ætlaði sær at vitja
mannin, og í tí lítla býnum Melio di Porto Salvo fann løgreglan
Paolo Latella og nakrar aðrar mafialimir.
Øði um uppboð
Skyldfólk og viðhaldsfólk hjá gamla indiska leiðaranum
Mahatma Gandhis eru sera misnøgd við, at nakrir av
ognarlutum hansara skulu seljast á uppboði í New York í
næsta mánað. Millum lutirnar, sum ætlanin er at selja, eru
sandalir, ur og tær rundu brillurnar, sum Gandhi var so
kendur fyri at brúka. Tushar Gandhi, sum er abbasonur tann
gamla leiðaran, sigur við fjølmiðlarnar, at uppboðssølan er
sera niðrandi fyri skyldfólkini og allar indarar. Hann fer nú
at royna at savna pening, so lutirnir kunnu koma aftur til
India.
Einasta heimið í
Føroyum fyri fólk við
Aspergers syndromi,
er í vanda fyri at
lata aftur. Sosialurin
bar tíðindini í
vikuskiftisblaðnum,
og hevur evnið um
vikuskiftið fingið
fleiri tungur á
glið. Formaðurin í
Pedagogfelagnum
ákærir landsstýris
kvinnuna fyri at lúgva
AlmAnnAmál
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Tað setti eld í kjakið um
sparingar á almannaøkinum,
eftir at Sosialurin fríggja
dagin kunngjørdi, at Sam
býlið í Pætursgøtu 3 er hótt
av sparingum, og noyðist at
lata aftur 1. mai. Ætlanin er
at flyta teir tríggjar íbúgvar
nar á sambýlinum, sum eru
sjúkir av Aspergers syn
dromi, og inn á annan stovn,
har menningartarnað búgva.
Landsstýriskvinnan lovaði
annars stutt fyri jól, at eing
in brúkari skal merkjast av
sparingum.
Kortini
er
avgerðin tikin um at lata aft
ur einasta bústað av hesum
slag í Føroyum.
Íbúgvar, avvarðandi og
starvsfólk harmast avgerð
ina um at lata aftur stovnin.
Í
blaðnum
fríggjadagin
hevði Sosialurin eina sam
røðu við ein avvarðandi,
sum segði:
Vit fara ikki at sita og
hyggja at, meðan tey fara at
stongja heimið hjá okkara
familjum. Beiggi mín var
ein tann fyrsti, sum flutti
inn har, og har hevur hann
búð tey seinastu níggju
árini. Áðrenn búði hann á
fleiri ymiskum stovnum,
men einki vísti seg at rigga.
Á Sambýlinum í Pætursgøtu
hevur hann tað gott. Har
hava tey, sum búgva har,
hvør sína lítla íbúð á niðaru
hædd, meðan ovara hæddin
er felagsrúm fyri búfólkini,
segði Eliesar Jacobsen.
Um
vikuskiftið
hevur
landsstýriskvinnan
í
almannamálum, Rósa Samu
elsen, verið frammi í øðrum
fjølmiðlum, og greitt frá
ætlanum viðvíkjandi aftur
latingini av Sambýlinum í
Pætursgøtu. Hon segði við
Kringvarpið í gjárkvøldið,
at ætlanin er at teir tríggir
íbúgvarnir
í
Pætursgøtu
skulu flytast á stovn, har
menningartarnað
húsast.
Ætlanin er, at teir skulu hava
egna íbúð á ymsum hæddum
í bygninginum, segði hon.
Sparingar raka
hóast alt
Enn hevur tað ikki eydnast
Sosialinum at fáa orðið á
landsstýriskvinnuna
í
almannamálum.
Ætlanin
var at fáa lýst hetta málið
gjølligari, og at spyrja lands
stýriskvinnuna, um tað er
rætt at spara á einum øki,
sum hesum. Tað er ikki so
langt síðan, at hon í Sosial
inum lovaði, at eingin brúk
ari skuldi rakast av sparing
um. Tann 23. desember í
fjør varð samrøða við lands
stýriskvinnuna í almanna
málum prentað í Sosialinum.
Har stóð hetta skrivað:
“Nú
fíggjarlógin
fyri
næsta ár er samtykt, er tað
greitt, at hon (landsstýris
kvinnan, red.) má spara
einar 33 milliónir á almanna
økinum. Í hesum sambandi
hevur Løgtingið samtykt at
lækka stuðulin til heilivág
til pensjónistar, samstundis
sum stuðulin til dagtilhaldini
fellur burtur og pensjónirnar
hækka bara 3% ístaðin fyri
4%.
Hetta gevur eina sparing
upp á runt roknað 13 milli
ónir, men eftir eru so yvir
20 milliónir, sum beinleiðis
skulu sparast, sigur Rósa
Samuelsen.
Men hon hevur sett sær
fyri, at allar hesar sparingar
nar skulu setast í verk, uttan
at tað skal raka brúkarar
nar.
Hon endurtekur, at hon
stendur fast við, at sparing
arnar skulu hvørki raka
pensjónistar, brekað, børn
og ung við trupulleikum,
ella aðrar veikar bólkar uí
ndir almannaverkinum.”
Í samrøðu um akutta tørv
in á heimahjálp í Tórshavnar
kommunu, sum varð prent
að 28. januar, segði Rósa
Samuelsen soleiðis:
Tað verður ikki pláss
fyri at gera nakað nýtt, og í
veruleikanum vil tað siga,
at vit fara at minka um alt
virksemi, sum mann ikki
doyr av, sigur Rósa Samuel
sen.
Hon greiðir víðari frá, at
økini, ið verða harðast rakt
eru skeiðsvirksemi, útbúgv
ingar og so framvegis.
Nú vísir tað seg kortini at
sparingar raka tey veiku.
Formaðurin í Føroya Peda
gogfelag, Jarvin Feilberg,
ákærir landsstýriskvinnuna
í almannamálinum fyri at
siga ósatt, tá hon sigur, at
allir partar eru hoyrdir í mál
inum. Starvsfólk og avvarð
andi eru als ikki tikin við
uppá ráð, sigur hann í les
arabrævi, og eftirlýsir eini
frágreiðing
í
málinum.
Hann finst at, at allir partar
í málinum ikki eru hoyrdir,
og vísir á álvaran í at spar
ingar á almannaøkinum
kunnu fáa álvarsligar fylgj
ur fyri tey búfólk, ið kenna
sviðan av sparingunum.
Sosialurin fylgir við mál
inum.
Pætursgøta 3 øsir
Pætursgøta 3 er offur fyri sparingum, og noyðist at lata aftur
1. mai, hóast landsstýriskvinnan hevur lovað, at sparingar
ikki skulu raka brúkaran
Mynd: Jens Kristian Vang