týsdagur 17. februar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 33 - 17. februar 2009
Ein menniskjansligur
feilur var orsøkin
til, at uppstillaðu
brandmúrarnir til
samanbygdu húsini á
Heiðum koppaðu fyrr
í vetur
StormSkaði
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tíðliga í vetur hendi umfat
andi stormskaði í Hoyvíks
haganum, tá fleiri av brand
veggunum, ið arbeiðsfólk
hjá byggifyritøkuni J&K
Petersen høvdu sett upp,
koppaðu. Tað var eitt kvøld
ið, tá sera nógvur vindur
var, at veirarnir, ið skuldu
tryggja veggirnar, meðan
einki var komið upp at
standa millum veggirnar,
ikki vóru nóg væl tryggjað
ir.
Steinálvur Petersen, stjóri
í J&K Petersen, sigur, at tað
var ein menniskjansligur
feilur, ið gjørdi at hetta
óhappið hendi.
Veggirnir vóru ikki nóg
væl tryggjaðir, onkur feilur
var gjørdur, og tí hildu teir
ikki í nógva vindinum, sig
ur Steinálvur Petersen.
Tryggingin tekur við
Óhappið
hevur
darvað
arbeiðinum við at seta
samanbygdu sethúsin upp á
Heiðum í Hoyvíkshaganum.
Enn standa fleiri av grundu
num tómar, við bara brand
múrunum uppstillaðum.
Í viðmerking til óhappið
við brandmúrunum sigur
Steinálvur
Petersen,
at
tryggingin tekur við har, og
at annars koyrur alt eftir
teimum vanligu manna
gongdum.
Tískil
kemur
hesin
menniskjansligi
feilurin
ikki at kosta fyritøkuni tað
heilt stóra, tá saman um
kemur.
Eingin mansskaði hendi,
tá veggirnir koppaðu, og
sum skilst, so eru teir kopp
aðir meðan einki fólk var til
arbeiðis nærhendis.
Tryggjaðu ikki brandmúrar nóg væl
Tilmælið frá Pál
Weihe, yvirlækna, og
Høgna Debes Joensen,
landslækna, um at
seta aldursrmark
á fyri nýtslu av
solarium verður tikið
við í heildarætlanina
fyri krabbamein, ið
verður klár í summar.
krabbameinS
viðgerð
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í gjár skrivaði Sosialurin, at
arbeiðið við at gera eina
fullfíggjaða
heildarætlan
fyri
alla
krabbameins
viðgerð verður liðugt í
summar. Hans Pauli Strøm
hevur nú eisini heitt á
arbeiðsbólkin um at taka
hetta spesifikka økið um
solariumsnýtslu og móðir
merkjakrabba við í heildar
ætlanina.
Úrslitið av arbeiðinum
við at gera eina fullfíggjaða
heildarætlan fyri krabba
meinsviðgerð verður klárt
at handa landsstýrismanni
num í heilsumálum, Hans
Paula Strøm, í summar.
Tó segði Hans Pauli
Strøm við Sosialin í gjár, at
hann væntar at tað verður
neyvan ráð at seta nakað
munagott av hesi heildar
ætlan í verk í næstum.
Landskassans inntøkur
fara neyvan at vaksa næsta
ár, og sostat geri eg mær
ikki stórar vónir um at vit
sleppa at økja útreiðslurnar,
segði Hans Pauli Strøm við
Sosialin í gjár.
Vaksandi trupulleiki
Í árunum millum 1996 og
2006 eru átta føroyingar
deyðir av móðirmerkja
krabba.
Samstundis
eru
staðfestu
tilburðirnir
av
móðirmerkjakrabba støðugt
vaksandi hjá bæði monnum
og kvinnum, og frá 2003 til
2005 meir enn trýfaldaðist
talið
av
tilburðum
av
potentielt deyðiligu sjúkuni
úr 4 upp í 15 tilburðir.
Í Sosialinum í gjár stóð
skrivað úr tilmælinum, at
»Greitt samband er millum
sannlíki fyri at fáa móðir
merkjakrabba og hvussu
nógv húðin hevur verið
útsett fyri ultraviolettum
ljósi.« Tí siga landslæknin
og Pál Weihe, at vit eiga at
minka um útsetilsi fyri ultra
violett ljós, og at her er
solarium ein ógvuliga ítøki
lig kelda, og frá einum
heilsusjónarmiði
mugu
solarium tí sigast at skaða
fólkaheilsuna.
Niðurstøðan í tilmælinum
er greið. Ung undir 18 ár
eiga ikki at sleppa at keypa
sær til ljósviðgerð í Før
oyum.
Hetta tilmælið verður nú
tikið við í heildaætlanina
fyri
krabbameinsviðgerð,
sum tó neyvan ráð verður at
seta í gildi í bræði.
Tilmælið um solarium við í heildarætlan
Tilmælið um at seta
aldursmark á nýtslu av
solarium verður tikið við
í heildarætlanina fyri
krabbameinsviðgerðir
og fyribyrging av krabba
– sum tað tó neyvan verðu
ráð til at seta í verk
Kunnu Føroyar gerast limur í ES, EFTA ella EBS
– á hvønn hátt og hvat krevst? Professari í altjóðarætti og ríkisrætti, Ole Spierman, leggur fram løgfrøðiligt upprit um Føroya rættarligu støðu mót
vegis ES, EFTA og EBS og ger sínar metingar um, hvørjir møguleikar eru og hvat krevst, skulu Føroyar søkja um limaskap í einum av hesum
skipanum í Miðlahúsinum í Vágsbotni mikukvøldið 18. februar kl. 19.00. Norðuratlantsbólkurin sigur í tíðindaskrivi, at »Onkur tosar í eystur um
ES limaskap og tey sonevndu “fýra frælsini“. Ein annar svarar í vestur um EFTAlimaskap. Ein triði tosar um eina EBSskipan, sum Noreg, Ísland
og Liechtenstein hava við ES, har tey eru partur av teimum fýra frælsunum, uttan at verða limir í ES.« Boðini eru mong, men ber tað til hjá
Føroyum at velja millum hesar møguleikar í núverandi ríkisrættarligu støðu? Hvat krevst, um føroyingar skulu royna aðra ella hina leiðina?
Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi hevur sett sær fyri at lýsa og greina nakrar av teimum mongu og fløktu spurningunum, ið hava týdning fyri
altjóða samstarv Føroya mótvegis evropeisku skipanunum. Norðuratlantsbólkurin hevur biðið um eitt upprit um hesar spurningar frá danska
professaranum í atjóðarætti og ríkisrætti, Ole Spierman, sum er handað bólkinum. Á kjakfundi í Miðlahúsinum fer Ole Spierman at leggja fram
sínar metingar og niðurstøður og at svara spurningum. Jógvan Mørkøre og Sonja Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingar, ið bæði hava skrivað ritgerðir
um og granskað í evropeisku skipanunum, fara at leggja fyri við viðmerkingum og útgreinandi spurningum, sigur Norðuratlantsbólkurin.