Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 17. februar 2009 13 Í 1809 tann 12. feb. verða tveir dreingir føddir. Báðir komu at seta djúp spor í søguna. Sjálvandi tosa vit um Abraham Lincoln og Charles Darwin. 200 ár eru ligin í hesum døgum síðani hesir báðir urmælingarnir sóu dagsins ljós. Lívsleið teirra kom at gerast sera ymisk. Avleið­ ingin av teirra avgerðum og hugsanum komu at ávirka sera nógv menniskju upp gjøgnum tíðina. Enn tann dag í dag síggja vit avleið­ ingar frá teimum. Abraham Lincoln 1809 – 1865 Sum hin 16. forsetin í USA, so kom Lincoln at taka av­ gerðir, ið fingu sera stórar avleiðingar fyri amerikanska fólkið. Hann verður roknað­ ur sum størsti og besti for­ seti, ið USA nakran tíð hevur havt. Avgerðirnar, ið hann tók, komu eisini at kosta hon­ um lívi. Hann doyði av skots­ ári tann 15. apríl 1865 bert 56 ára gamal. Allur heimurin syrgdi deyða hansara. Lincoln var m.a. beinleiðis orsøkin til, at trælahaldið fekk mønustingin og at USA sum samveldi yvirlivdi. Síðstu tíðina hava vit sæð – sjálvt um mong ár skuldu ganga, at dreymurin hjá Lincoln, at vit øll eru líka – óansæð húðalit – er gingin út. Í USA hava vit havt 2 littar uttanríkisráðharrar undir Bush – hin fyrri Colin Powel og síðan C. Rice. Og sjálvandi, so kulmineraði tað tann 20. jan. í ár, tá Obama, sum er littur, gjørd­ ist tann 44. amerikanski forsetin – júst 200 ár eftir at Lincoln varð føddur. Charles Darwin – 1809 – 1882 Á ungum árum gjørdist Darwin forsprákari fyri menningarlæruni, ið kom at fáa sera víðfevndar av­ leiðingar fyri mannaheimin. Ein maður sat í London, Karl Marx at navni, og skrivaði Das Kapital og svølgdi øllum tí rátt, ið Darwin skrivaði. Hetta kom at fáa vanlukkuligar fylgjur fyri heimin. Hetta, ið Darwin skrivaði, passaði væl inn í læru hansara – at alt lív stavar frá materiuni – og at tað sterka altíð yvir­ livir ella vinnur hitt veika. Hetta hóvaði Marx sera væl og implimenteraði hann hetta bæði væl og virðiliga inn í sítt kommunistiska manifest. Marx var so glaður fyri læru Darwins, at hann ætlaði at ogna Darwini 2. bind av Das Kapital, men hetta gjørdist av ongum. Lenin og Stalin tóku eisini væl móti hesi læru – og søgan sigur okkum, at Stalin drap uml. 60 mill. fólk tey árini hann sat við stýri. Eisini síggja vit henda hugsunarhátt hjá Hitler – har náttúran lærir okkum, at hitt sterka altíð vinnur. Hetta fekk ræðuligar avleið­ ingar fyri stóra partin av heiminum – ikki minst fyri jødafólkið, ið noyddist at ofra uml. 6. mill. mannalív til hesa ørsku. So vit síggja, at minst 4 av heimsins ismun hava tikið hetta til sín: komm­ unisman, nazisman, facisman og kapitalisman. Løgið, sum lívið kann hátta seg – hin eini til stóra signing fyri heimin, meðan læran hjá hinum fær van­ lukkuligar avleiðingar fyri millióna lív – tí menn, ið vilja skaða heimin – taka læruna til sín, til sín egna fyrimun. Eg hugsi, at hevði Darwin vita tær avleiðingar, ið læra hansara fekk, so hevði hann hugsað seg um tvær ferðir – áðrenn hann skrivaði tað, ið hann skrivaði. Fríðtór Debes Abraham Lincoln og Charles Darwin Landsstýrskvinnan í Almannamálum. Rósa Samuelsen, gjørdi herfyri púra greitt, at sparingarnar fóru ikki at raka stovnarnar undir Nærverkinum. Trivn­ aðartænastan fekk boð um at spara 2.3 milliónir – og nú er so avleiðingin tann, at Sambýlið í Pætursgøtu verður niðurlagt. 3­4 fólk við Asbergar Syndromi, hava búð á Sambýlinum, men verða hesi nú flutt í onkran annan bústað. Starvsfólkini á stovninum fáa boðið annað starv og taka tey ikki av, so verða tey uppsøgd. Sosialurin hevði í blaðn­ um leygadagin tann 14. februar viðtalu við ein av teimum avvarðandi á stovn­ inum. Hesin varð, sum vera man, ógvuliga skelk­ aður av avgerðini um, at stovnurin skuldi lata aftur. Hetta er ikki bert ein stovn­ ur, men eisini eitt heim fyri tey, sum búgva har. Hesi hava ikki havt møguleikan at koma við viðmerkingum til avgerðina, og starvsfólk­ ini hava heldur ikki verið við í hesari tilgongdini. Soleiðis hevur demokrat­ iska skipanin valt at ar­ beiða. Ongin má verða hoyrdur, og tað er ”tyss tyss” allan vegin ígjøgnum. Tað kemur somuleiðis fram í greinini, at tað er eitt stórt afturstig at flyta hesi búfólkini, tí tey hava góðar, tryggar karmar at búgva og virka undir – og at fara og broyta uppá hesi grunnleggjandi viðurskift­ ini hjá búfólkunum kunnu eisini føra til stór afturstig fyri búfólkini. Starvsfólkini, sum hava starvast á stovninum eru ikki tikin við upp á ráð, og hava staðiliga afturvíst hesi ætlan, men her hevur man so ikki valt at lurta eftir serkunnleikanum. Ótrúligt má sigast, tí man hevur upparbeitt ein serkunnleika á stovninum, tí hetta er tað einasta sambýlið, ið er ætlað fólki við Asbergar Syndrom. Setunarsteðgur Síðsta fríggjadag fingu 24 nýggir námsfrøðingar prógv á Føroya Lærara­ skúla. Stórur tørvur er á námsfrøðingum í Føroyum, so ein skuldi væntað, at tað ikki er nakar trupulleiki hjá hesum 24 at fáa starv. Men so er tíanverri ikki. Teir námsfrøðingar, sum hava ætlanir um at starvast inn­ an Trivnaðartænastuna, fáa onki fast starv, tí setanar­ steðgur er á økinum. Onki fast starv verður sett fyri­ bils, so tað er lítið hugaligt at standa við einum góðum pappíri í hondini, sum skuldi givið atgongd til nógv størv innan náms­ frøðiliga økið, og fáa at vita, at onki starv verður lyst leyst. Samgongan hevur tosað um týdningin av einum góðum útbúgvingarverki. Vit hava upplivað, hvussu Setrið er viðfarið – og nú síggja vit so at fólk við útbúgving ikki kunnu fáa tey størv tey hava krav uppá. Hvat hendir við hesum fólkunum, vita vit ikki, men eg vænti ikki, at tey tíma at ganga arbeiðs­ leys her í Føroyum. Jú, Rósa Samuelsen – Sparingarnar fáa álvarsamar fylgjur Formaður í Føroya pedagogfelag Jarvin Feilberg Hansen Í Dimmalætting leygardagin verða viðmerkingar til grein mína í fjølmiðl­ unum fyrr í vikuni endurgivnar. Eg meti hesar viðmerkingar lýsa støðið, felagsskapurin Dialogos virkar á, sera væl. Loyvi mær tí stutt nakrar samanberingar millum tað, eg skrivaði og tað, eg verði sagdur hava skrivað. Áheitan mín Í greinini heitti eg á: ....tey handan Dialogos, bæði trúgvandi, eins væl og teirra, ið beinleiðis avnokta trúnna .... ­ hetta fáa tey í Dialogos til: ... Jenis leggur upp til, at vit handan Dialogos ikki eru trúgvandi. Seriøs niðurstøða? Undirskrift mín Grein mína undirskrivaði eg við navni mínum og sendi hana til dimmu, norð­ lýsið, oyggjatíðindi, vágaportalin, sosialin og heimasíðu miðfloksins. Ein av sjey, Dimmalætting, velur av sínum eintingum at seta heitið, formaður Miðfloksins, eftir navn mítt. ­ hetta fáa tey í Dialogos til: ... Jenis undirskrivar seg sum formann Miðflok­ sins. Er tað veruliga embætið Miðfloksins at leggja seg út í eitt kjak sum hetta? Tað tykist sera óhóskandi fyri ein politiskan flokk at gera soleiðis. Nøktandi granska ? Heitið á greinini Eg valdi at nevna greinina: Snildi ormsins­ ein stór tøkk og ein viðmerking. ­ hetta fáa tey í Dialogos til: ... Jenis... samanber okkum við satan í titlinum. Virðilig skuldseting? Eg vóni, at tey í Dialogos eru meira nærløgd í gransking teirra av skriftum, heiløgum og ikki, enn tey eru í viðgerð teirra av stuttu grein míni. Seriøsir dialogar? Jenis av rana Tøkkin gongur til Svein Askildsen fyri viðmerking hansara til teirra, ið standa handan felagsskapin Dia­ logus. Tú kennir, at orðini koma úr einum hjarta, sum elskar Frelsaran og sum harmast, tá roynt verður at sáa iva um einføldu trúnna, Bíblian boðar. Viðmerkingin er primert til svarið Svein far í Dimmu leygardagin. Snildisliga verða hugtøk vavd saman í royndini at gera menningarlæruna borðbara. Hetta sæst í sætta og sjeynda reglubroti, har hildið verður fast um páhaldið, at menningar­ læran er og enntá dagliga verður prógvað. Men tá prógvini skulu førast, so verður bráddliga orðið vísindi brúkt aftur og aftur ístaðin fyri orðið menning­ arlæra, sum um talan er um eitt og tað sama. Og tað er júst har vinir okra í Dialogos fara út av kós og gera grundleggjandi feilir sínar, tí vísind og menn­ ingarlæra hava als einki við hvønn annan at gera! Hvønn dag virka vælút­ búgvin trúgvandi um allan heim, eisini í Føroyum og í brøðrasamkomuni ( sum tykist standa fyri skotum), á vísindarligum grundar­ støði, innan allar partar av vísind. Og neyvan hevur nakar okra trupulleikar við hesum virksemi, kanska tvørturímóti, tí vit gleðast yvir hann, sum bæði er grundarlagið undir trúgv okra og undir tí skapar­ verki, sum øll vísind hvílir á. Men eins trygg okur eru við ta vísind, Skaparin stendur aftanfyri, eins ótrygg, milt sagt, munnu flestu okra kenna okkum við sokallaðu menningar­ læruna, sum als einki hevur við visind at gera, og enn minni við Harra vísindarinnar! Menningarlæran, incl. apuhugsanir Darwins, er í besta føri vánaligar hypo­ tesir, sum ein og hvør sjálvandi er frælsur at hava sínar hugsanir um. Men fátækur og ótryggur ert tú, um tú byggir, heilt ella partvíst, á hesar. Og ætlar tú tær at føra prógv fyri teimum, kemur tú at stríðast bæði leingi og úrslitaleyst, tí hvørki vísind ella trúgv koma tær til hjálpar. Míni ráð til tey handan Dialogus, bæði trúgvandi, eins væl og teirra, ið beinleiðis avnokta trúnna eru, at tit sælu um og velja hin góðu lutin eina. Væl er hann lítismettur av summum, men hann heldur­ bæði her og inn í ævinleikan. Og tað er hóast alt tað nógv týdningarmesta. Snildi ormsins- ein stór tøkk og ein viðmerking Jenis av rana viðmerkingar