týsdagur 17. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 33 - 17. februar 2009
Ófatiligt, at trý fólk við
autismu verða blakað út
við minni enn 3. mánaða
fráboðan úr heimi sínum.
Tey skulu flyta, uttan at tey
ella teirra avvarðandi eru
spurd ella hoyrd. Harum
framt skulu tey flytast sam
an við fólkum, sum tey
valla fara at hóska væl
saman við.
Fjølbroytni
Sigur Sosialurin satt, so
skulu tríggir menn við
Asperger syndromi flyta
saman við nøkrum fólkum,
ið eru evnaveik. Øll menn
iskju eru ymisk – hava
ymiskan tørv og førleikar.
Fólk við Asperger hava
síni eyðkenni. Avvarðandi,
ið svarar Sosialinum orðar
seg soleiðis: ”teimum
dáma best at vera fyri seg
sjálvi og vilja helst sleppa
undan sambandi við
onnur.” Hesir tríggir menn
inir hava nú havt sítt heim í
Pætursgøtu, har teir hava
trivist væl. Meðan fleiri
sambýli eru meiri og minni
vánaligar lappaloysnir tí
talan mangan er um sethús
sum eru óegnað sum sam
býlið riggar Pætursgøta,
sum skilst væl. Havi skilt,
at eitt av búfólkunum bæði
hevur búð í Danmark,
psykiatrisku deild, Eirar
garði og seinastu 9 árini í
Pætursgøtu. Í Pæturgøtu
hevur hann trivist og
lívsdygdin verið góð.
Ikki øll hava roynt at
missa sítt heim, men tey
flestu kunnu ímynda sær,
at tað er nakað ræðuligt.
Nógvar kanningar eru
gjørdar um, hvørjar avleið
ingarnar kunnu verða fyri
frísk børn, ið verða flutt –
væl at merkja saman við
foreldrunum. Tey kunnu
koma í kreppu. Hvørjar
tankar hava tey, ið hava
tikið hesa avgerð, gjørt sær
um fylgjurnar fyri hesar
tríggjar menn, sum hava
Asperger syndrom?
Tey sum eru evnaveik
Tey sum eru evnaveik eru
eisini ymisk, men eitt
sum eyðkennir fleiri teirra
er at teimum dámar sera
væl at práta og koma í
samband við og samskifta
við onnur. Við øðrum
orðum – hóast ymiskleiki
mangan er góður – tykist
matchið ella tað at fólk
sum eru evnaveik og fólk
við aspergersyndromi
skulu búleika saman ikki at
vera serliga vælumhugsað.
Vit mugu spyrja, hví er
hetta hugskotið vorðið
veruleiki? Er hetta ikki til
ampa fyri báðar hesar bólk
ar av brúkarum? Og eru
tey sm eru evnaveik spurd?
Sum skilst eru búfólkini í
Pætursgøtu ikki spurd.
Flash back til ”fyrr í
tíðini”
Havi sum barn hoyrt nógv
um søguna hjá teim evna
veiku, ið vóru landsforvíst
úr Føroyum. Serliga minn
ist eg eina søgu, sum allar
helst eisini stendur í frálíku
bókini hjá Doris Hansen:
Søgan um hini. Søgan er
um eina kvinnu sum fyri
hálvthundrað árum síðani
varð send á Rødbygaard.
Rødbygaard var ein ovur
stórur stovnur fyri fólk við
menningartarni, har búðu
um 90 føroyingar. Kvinnan
var har í mong ár, og tað
var hildið at vera einki
minni enn ein skandala.
Kvinnan, sum onki segði
hon skilti ikki danskt
hevði allarhelst autismu.
Tað er ikki til at bera,
um tað almenna skal
ganga á odda við at reka
tey, ið minst tola tað á dyr.
Tey eru púra ósek í tí, ið
sigst at vera orsøkin til
hesa avgerð. Í mínum huga
heimi er hetta eitt brots
verk. Minnist eina eldri
bygdakonu, stutt áðrenn
hon doyði, siga, “at nú tori
eg at doyggja, tí nú hevur
barn mítt, sum búði so
mong ár á Rødby
gaard, fingið eitt veruligt
heim í Føroyum. ”
Sparingar!!
Skal orðið sparingar nú
áhaldandi nýtast sum
undanførsla og grundgev
ing fyri fleiri vitleysum
gerðum? Nei, higartil
tykist mær, at tað bert er á
almannaøkinum og ment
anarøkinum at orðið spar
ingar verður nýtt hjá
samgonguni. Dagtilhald,
heiligvágur, børn við ser
ligum tørvi, almanna
stovan, setrið, fólkaskúlin
og nú hetta! Hvussu leingi
er ætlanin at halda áfram
eftir hesum leisti? Nær
skulu hini landsstýris
menninir bretta uppum
armar og spara? Haldi,
hetta sigur ein hóp um
hugburðin hjá sitandi
samgongu,
Landsstýriskvinnan Rósa
Samuelsen var í samband
við sparingar á fíggjar
lógini fyri 2009 fleiri ferðir
endurgivin fyri at siga, at
peningurin mátti brúkast
betur. Ivist ikki í, at henda
virðiliga kvinna meinar tað
hon sigur. Men, heldur
samgongan og landsstýris
kvinnan, at hetta er at
brúka peningin við
skynsemi?
Umráðandi er at lata tað
sum virkar fáa frið at virka
og at útbyggja tað.
Fyri nøkrum døgum síð
ani, var onkur so “lætt
sintur” at seta í umfar, at
almenna reiðaríðið skuldi
flytast, sum tað var, til
Suðuroyar.
Skikkiliga skjótt reistist
mín góði gløggi parta
maður, Bjarni Djurnholm,
og mótmælti enntá við
fyrispurningi, og segði, at
“hann skilti ikki orsøkina
til, at nakað sum virkaði,
skuldi flytast”!
Tíðin hjá mær er farin
har eg kundi hava part í
avgerð, hvar nakað skal
liggja, so tað fari eg at
“lata liggja”, men lat meg
siga, at umráðandi er, at
tað sum virkar eigur at
hava frið, og at tað eigur at
verða útbygt.
Skotriðurnar móti
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Men at júst Bjarni sigur
hetta, skilji eg ikki. Her er
hann inkonsekventur. Er
nakað Bjarni og flestu
tingmenn í Suðurstreymi
hava lagt orku í, so er at
fáa niðurlagt og oyðilagt
best virkandi sjúkrahúsið í
Føroyum seinastu 40 árini,
fyri at flyta viðgerðirnar á
Landssjúkrahúsið, sum
altíð hevur verið í trupul
leikum.
Umframt, hava skotrið
urnar øll árini duna frá
leiðslu, læknum og so
embætisfólkum Lands
sjúkrahússins móti Klaks
víkar Sjúkrahúsi, sam
stundis hava hesi roynt at
billa politikarum inn, at
eingin meining er í at hava
“smá” sjúkrahús. Tað kann
undra, at tað hevur hildið
til tílíkan ágang, ikki bara
tað, men er komið styrkt úr
slagnum!
Hesi hava veruliga fingið
billa politikarum inn, at vit
40.000 íbúgvar, hava møgu
leika at hava eitt “stór
sjúkrahús” og at tað verða
bara tey “stóru sjúkra
húsini” í ríkinum, sum
koma at yvirliva, hava
fingið fólk at trúgva, at
Landssjúkrahúsið er og
verður eitt av “hesum stóru
sjúkrahúsunum” í ríkinum.
– Ja, ikki er tað serliga
eyðmjúkt!
Øll árini eg havi verið í
politikki, og verið tætt upp
at sjúkrahúsverkinum, sum
stýrislimur, komi eg altíð,
tá eg hugsi um Landssjúkra
húsið, í tankar um fyri
brigdið “læknar uttan
landamark”.
Sjálvur eri eg ræddur
fyri, og fari at endurtaka
tað, at kanska er ein orsøk
til, at læknar hava ilt við at
koma til Føroya er, at hesir
kveppa seg við at søkja inn
í “krígsherjað” øki, sum
“stórsjúkrahúsið” hevur
verið.
Óveruligt “stórsjúkrahús”
Hvussu hongur tað saman,
at ikki stendur á, hjá
Klaksvíkar Sjúkrahúsi –
sambært Jákup Petersen,
yvirlækna, í Dimmalætting
– at fáa læknar til lítla,
men vælvirkandi sjúkra
húsið við góðum disciplini
og sjálvdiciplini, við
trivnað, nøgdsemi og
høgum tænastustøði,
meðan vit so ofta í okkara
fjølmiðlum fáa at vita, at
sjúkrahúsið, sum fer við
næstan allari játtanini til
heilsumál í sama mun livir
undir tvørrandi trivna.
Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður, takk fyri,
at tú hevur sett arbeiðsbólk
at leggja til rættis útbygg
ing av Klaksvíkar Sjúkra
húsi. Gangi út frá, at
Bjarni Djurholm og onnur
tingfólk í Suðurstreymi
skorða undir eina so áhuga
verda verkætlan við stovni,
sum liggur og virkar væl,
og sum tænir øllum Føroya
fólki.
Og til seinast! Haldið
uppat at billa fólki inn,
nakað so óveruligt, sum at
Landssjúkrahúsið nakran
tíð fer at gerast, tað vit
vanliga kalla eitt “stórt og
vælvirkandi stórsjúkra
hús”, sum skal hava fólka
grundarlag við hálvari ella
heilari millión!
Eg endurtaki spurningin:
“Bjarni, Bjarni, hví so
inkonsekventur”.
Eg skilji ikki teir polit
ikarar, sum av berum
stoltleika og nationalismu,
ikki vilja tosa um at
prístalsregulera blokkin,
nú vit hvønn dag síggja,
at játtanirnar til millum
annað gomul og sjúk,
mugu skerast inn á bein
Dagtilhald lata aftur. Ungar
gentur verða ikki
koppsettar fyri lívmóður
hálskrabba. Pensjónistar
missa stuðul til heilivág.
Árliga pensjónshækkingin
lækkar. Óhjálpin liggja
heima, tí pláss er ikki fyri
teimum á stovnum o.s.fr.
Hetta eru Føroyar í 2009.
Alt hetta kunnu vit fáa
uppá pláss við eini einstak
ari samtykt. Um vit sam
tykkja at prístalsregulera
blokkin aftur, og oyra
merkja pengarnar til hesi
og onnur átrokandi øki, so
eru trupulleikarnir loystir.
Einasta forðingin er
nationalistiskur stoltleiki.
Politikarar vilja ikki
viðganga, at vit hava brúk
fyri hesum pengunum. Vit
skulu ”seta føtur undir egið
borð”, ”ráða í egnum
landi”, o.s.fr., og so mugu
gomul og óhjálpin liggja
sum tey liggja.
Hvussu leingi kunnu
vit lata hetta sosiala
óskilið standa við av
berum nationalistiskum
fjanti?
Eg skal fegin vera tann
fyrsti at játta mín stuðul til
at prístalsregulera blokkin
aftur, og lata øktu inntøk
una fara til nevndu øki.
Endurtekur søgan seg?
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen
Jógvan við
Keldu
Bjarni, Bjarni meinar tú tað
Eiga at prístalsregulera blokkin
løgtingsmaður
Helgi
aBraHamsen
Við tað at okkara heilar ikki eru liðugt útviklaðir
(sambært Petur Jacobsen, (PJ) í Sosialinum), ber hendan
viðmerkingin helst brá av ófullkomni. Lesarar verða at
halda okkum til góðar.
Vit skulu enn einaferð gera vart við, at so leingi vit ikki
hava eina dagførda upphavsrættslóg, verður galdandi
mannagongd, har KODA umsitir upphavsrættin vegna føroysku tónaskøldini, ikki
broytt.
Hasar fínu útrokningarnar hjá PJ skulu sendast til KODA. Vit hava sum so ongar
viðmerkingar til, hvussu væl PJ dugir at rokna.
Tað er vakurt gjørt av PJ, at gera vart við, hvussu nógv vit snýta okkum sjálvi, men
tað er meira áhugavert, hvussu hann fer fram mótvegis føroysku tónaskøldunum og
felagi okkara. Serliga er tað hansara høvisligi málburður, har PJ ferð eftir ferð sýnir
virðing fyri okkum sum stætt og vísir í verki, hvussu áhugaður hann í veruleikanum er í
at fáa í lag samskifti millum føroysku rásirnar aðrumegin og føroysku tónaskøldini
hinumegin.
Við hasi framferðini vænta vit eitt sera fruktargott samstarv í framtíðini.
Forrestin, hvørja rás umboðar PJ?
Hetta er okkara seinasta viðmerking í hesum máli.
Viðmerking frá KODA quislingunum
atli K
Petersen og
Kári BæK
viðmerkingar