Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 17. februar 2009 15 tíðindi 30 ár aftan á ræðustýrið hjá Reyðu Khmerunum í Kambodja koma nakrir av teimum ovastu leiðarunum loksins fyri rættin. Har skulu teir standa til svars fyri gerðir, sum kostaðu 1,7 millión fólkum lívið og milliónum av øðrum líðingar av hungri, sjúkum og píning Kambodja Árni Joensen arni@sosialurin.fo Dagurin í dag er søguligur í Kam bodja, tí í dag byrjaði tað fyrsta rættarmálið ímóti einum av leiðarunum í tí illa gitna stýrinum hjá Reyðu Khmerunum, sum sótu við valdið í Kambodja í seinnu helvt av sjeytiárunum. 30 ár aftan á fallið eru fimm av leiðarunum stevndir fyri rættin. Tann fyrsti, Kaing Guek Eav, kom fyri rættin í dag. Hann var leiðari í tí størsta píningarfongslinum hjá hjá ræðustýrinum. Í hálvtfjórða ár frá 1975 til 1979 plágaðu og píndu hann og felagar hansara tað kambodiska fólkið. Hesi árini lótu 1,7 millión kambodiumenn lív ella meiri enn ein fimtapartur av fólkinum.Tey doyðu í hungri, av sjúku, í arbeiðslegum og av píning. Tey hepnu vórðu sett upp í røðir og avrættað. Aftur "Ár null" Tær flestu frásagnirnar um ræðustýri sum tað í Kambodja snúgva seg um ágang ímóti ávísum fólkasløgum ella ættarbólkum sum eitt nú í Rwanda og á Balkan-nesinum, men soleiðis var ikki í Kambodja. Her var ikki talan um etniska útreinskan. Kambodiu- menn myrdu kambodiumenn. Nakrir fáir hugmyndafrøðingar við Pol Pot sum leiðara fingi tað sjúkliga hugskot at flyta Kambodja aftur til byrjanina - aftur til "Ár null". Teir ímyndaðu sær eitt ævintýrsamfelag, sum bygdi sína tilveru á landbúnaðin uttan korrupta útbúgving, pengar, átrúnað og óneyðugar menniskjaligar kenslur. Skipanin ráddi og stýrdi øllum og beindi fyri teimum, sum tað vildi hava av vegnum. Serliga listafólk, lærd og lærarar fingu eina harða viðferð. Tann rættarliga uppgerðin við ræðustýrið, sum er byrjað í dag, er úrslitið av áralongum fyrireikingum og rannsóknum. Men fyrireikingarnar hava verið truplar, tí roynt hevur verið at forða teimum. Tær hava verið merktar av politiskum ráðagerðum, skuldsetingum um svik, fíggjarligum trupulleikum og tingingum millum landsins forsætisráðharra, Hun Sen, og um boð fyri ST. Tí søgan livir enn í Kambodja. Týðandi limir og leiðarar hjá Reyðu Khmerunum sita enn tann dag í dag í leiðandi embætum í kambodisku stjórnini. Hun Sen er sjálvur ein av teimum. Jarða søguna Í 1998, sama árið sum Pol Pot doyði, kunngjørdi Hun Sen, at tað kambodiska fólkið átti at grava eitt djúpt hol og at jarða søguna í tí. Hann fekk ikki sín vilja, og seinni mátti hann góðtaka, at teir flestu av teimum gomlu leiðarunum hjá reyðu khmerunum verða drignir til svars fyri tað, teir hava gjørt. Bien er millum teirra, sum ikki vilja gloyma tað, sum hendi. Sjálvur minnist hann ikki tað, sum hendi, tí hann var bara eitt ár taá. Men mamman hevur sagt honum frá tí. Tað var eisini hon, sum bjargaði lívi hansara tann dagin, ein av leiðarunum hjá reyðu khmerunum skuldi sláa hann við einum stavi. Khmerarnir høvdu sent boð eftir bygdarfólkinum á fund. Undir fundinum fór Bien at gráta, og tá mamman ikki fekk hann at tagna, skuldi ein av leiðarunum sláa hann við stavinum. Men tá gjørdi mamman tað, sum ikki var loyvt. Ræðustýrið í rættinum FAKTA UM RÆTTARMÁLIÐ Í 1975 tók tann maoistiska rørslan Reyðu Khmerarnir (Khmer Rouge) valdið í landinum. Ágangurin ímóti teimum, sum høvdu aðra hugsan enn rørslan, var ógvusligur. Mong vórðu send í arbeiðslegur, og píning, avrættingar og hópmorð vóru gerandiskostur tey næstu árini. Málið hjá Reyðu Khmerunum var at skipa Kambodja sum eitt landbúnaðarsamfelag uttan minstu ávirkan úr Vesturheiminum. Í 1997 bað kambodjanska stjórnin ST skipa ein dómstól, sum skuldi staðfesta, um leiðararbir hjá Reyðu Khmerunum vóru sekir í fólkamorði. Í 2005 játtaði ST at skipa dómstólin, sum er mannaður við kambodjanskum og útlendskum dómarum. Tílíkt samstarv er ikki roynt fyrr. Almenna heitið á dómstólinum er Extraordinary Chambers in the Courts of Cambodia (ECCC). Dómstólurin skal bara taka sær av málum ímóti teimum týdningarmestu leiðarunum hjá Reyðu Khmerunum. Í fyrsta umfari eru fimm fyrrverandi leiðarar, fýra menn og ein kvinna, ákærd. Dómstólurin skal ikki taka upp mál ímóti leiðarum, sum eru deyðir. Tey ákærdu kunnu fáa lívlanga fongsulsrevsing. Tey kunnu ikki dømast til deyða. Tann fyrsti, sum skal svara fyri seg, er Kaing Guek Eav, sum var ovasti fyri tí ringasta píningarfongslinum hjá Khmer-stýrinum Hinir fýra ákærdu eru Khieu Samphan, sum leingi myndaði Khmer- stýrið, Ieng Sary, sum var uttanríkisráðharri, kona hansara Khieu Thirith, sum var almannamálaráðharri, og Nuon Chea, sum var fremsti hugmyndafrøðingurin hjá Reyðu Khmerunum. Kaing Guek Eav var ovasti fyri tí ringasta píningarfongslinum hjá Reyðu Khmerunum. Hann er tann fyrsti av leiðunum í ræðustýrinum, sum kemur fyri rættin (Mynd: AFP) Framhald á næstu síðu