Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 17. februar 2009 tíðindi 16 Hon tók tann lítla drongin og fór av fundinum. Tí er Bien á lívi í dag. - Eg haldi ikki, at vit fáa r æ tt- vísi. Pol Pot er deyður, og fleiri av teimum, sum hava nakað at siga í Kambodja í dag, vóru við í Reyðu Khmerunum. Teir royna bara at draga rættarmálið út, so teir seku skulu doyggja av elli, áðrenn málini koma nakran veg, sigur Bien við Aftenposten. Ov seint Tann fyrsti av khmer-leiðarunum, sum skal svara fyri seg, er tann nú 66 ára gamli Kaning Guek Eav. Í Kambodja er hann betur kendur undir navninum Duch og sum ovasti fyri tí ringasta píningarstaðnum og fongslinum hjá Reyðu Khmerunum. Men nógvir kambodjanar halda, at rættarmálið kemur ov seint, og at ov fáir av leiðarunum eru ákærdir. Harafturat halda fleiri, at tað verður torført at prógva allar ákærurnar ímóti teimum. Meiningakanningar hava víst, at ein triðingur av kambodiska fólkinum ivast í, hvussu rættvísur og óheftur dómstólurin er. Hetta kemst helst av, at nakrir av dómarunum eru kambodjanar, og tað er ein sannroynd, at dómararnir í Kambodja taka fegnir ímóti samsýning fyri at gera onkrum til vildar. Harafturat halda fleiri, at dómararnir gera, sum forsætisráðharrin sigur. Men hóast hesa óvissu og gitingarnar siga 80 prosent av fólkinum, sum tey styðja rættin. Prógv Eitt eru øll á einum máli um, og tað er, at uttan arbeiðið hjá tí serliga khmer-skjalasavninum og leiðara tess, Youk Chhang, vóru teir gomlu leiðararnir ongantíð komnir fyri rættin. - Hetta er ikki bara ein brotsgerð ímóti fólkinum í Kambodja, men ímóti allari mannaættini. Og so er hetta bara byrjanin, men tað er umráðandi, at vit byrja einastaðni. Vit hava bíðað í so mong ár, og nú viðgerðin loksins kann byrja, hevur tað stóran týdning fyri søgu okkara, soleriðis at vit kunnu leggja hetta aftur um okkum og hyggja frameftir, sigurYouk Chhang við Aftenposten. Tey mongu skjølini, sum eru funnin fram til rættarmálini, eru goymd í skottryggum og eldtryggum skápum, og vápnaðir menn standa á varðhaldi uppi yvir teimum alt samdøgrið. - Hvussu tað byrjaði? Eg var illur og vildi hava hevnd, sigur Youk Chhang. Systirin kruvd Hann var 14 ára gamal, tá Reyðu Khmerarnir tóku hann og noyddu hann at arbeiða á markini. Hann hentaði soppar, sum vuksu uttan fyri heimbygdina, so tann svanga systirin, sum var við barn, kundi fáa okkurt at eta. Tað kostaði honum fongsul í fleiri vikur. Systirin bleiv seinni tikin og ákærd fyri at hava stolið rís. Tá hon bleiv funnin aftur, var hon kruvd. - Hevði eg møtt manninum, sum var leiðari í bygd okkara, hevði eg gjørt av við hann, sigur Chhang. Tað hendi ikki. Ístaðin hevur hann tey seinastu mongu árini fingið innlit í, hvussu Reyðu Khmerarnir arbeiddu. - Hetta hevur verið torført hjá kambodiska samfelagnum - eisini hjá leiðarunum í Reyðu Khmerunum, sum fóru upp í rørsluna, og sum hildu, at teir gjørdu ikki annað enn tað, sum teir fingu boð um. Eingin skilti, hvussu mong fólk blivu fyribeind, sigur Chhang, sum hevur fingið fíggjarligan stuðul úr USA og Svøríki til sítt kanningararbeiði. Sárini í Kambodja eru ikki lekt. Hvønn dag vitja fólk minnisvarðan við hópgravirnar í Choeung Ek, har fleiri hyllar við mannaskøltum bera boð um tey 8.995 líkini, sum blivu grivin upp úr moldini har. Tey flestu, sum vitja staðið, vilja hava gongd á rættarmálið sum skjótast. Reyðu Khmerarnir hildu, at tað var ov dýrt at keypa kúlur til byrsurnar, og so kostaðu tær eisini vesturlendskt gjaldoyra. Tí valdu teir heldur at brúka tað, sum teir høvdu, og tað týdningar- mesta var, at tað blei v gjørt stillisliga, skjótt og bíli gt. Tær flestu avrættingarnar vóru um náttina. Enn dag í dag ber til at síggja klædnaleivdir hjá teimum avrættaðu stinga upp úr moldini. Peter Maguire, sum hevur skrivað bókina Facing Death in Cambodia, hevur illgruna um, at Hun Sen, forsætisráðharri, hevur lagt eina ætlan um, at bara Kaing Guek Eav ella Duch skal koma fyri rættin. Vón forsætisráð- harrans er so, at hinir ákærdu, sum eru millum 77 og 83 ár, fara at doyggja av elli ella sjúku, áðrenn teir kunnu koma fyri rættin. Nú er tað framtíðin Aðrir serfrøðingar vænta, at tað fer at eydnast altjóða dómstólinum at loysa seg úr haftinum hjá kambodjansku stjórnini og á tann hátt prógva fyri fólkinum, at løgfrøði og rættvísi eisini kunnu virka í Kambodja. - Vit hava ikki tíð til at kjakast um, hví tað hevur tikið so langa tíð at fáa málini í rættin. Nú snýr tað seg um framtíðina hjá landi og fólki, og hvat vit kunnu endurskapa av tí gamla samfelagnum, sigur Youk Chhang við Aftenposten. (Kelda: Aftenposten) Skjalprógvaður óndskapur Tey, sum hava leitað eftir prógvum ímóti fyrrverandi leiðarunum hjá Reyðu Khmerunum, hava funnið ein hóp av skrivtligum tilfari. Sannleikin er, at ræðustýrið legði sera stóran dent á at kunna prógva, hvussu nógv tað fekk frá hondini. Eitt, sum hevði stóran týdning í hesum høpi, var at vísa, hvussu mong fólk vóru pínd og myrd. Umframt tað rúgvusmikla skjalatilfarið hevur ákæruvaldið tað, sum 10.000 limir í Reyðu Khmerunum hava sagt, tá teir blæivu avhoyrdir. Avgjørt er at leggja sak ímóti teimum fimm av teimum ovastu leiðarunum, sum framvegis eru á lívi. Men fleiri aðrir limir í Reyðu Khmerunum eru sekir í ymsum brotsverkum, og dómstólurin hevur fingið umleið 2.000 áheitanir frá fólki, sum vilja hava dómstólin at reisa ákæru ímóti øllum teimum seku. Verða hesi rættarmálini reist, verða tey viðgjørd í tí kambodjanska rættarverkinum. Nuon Chea, sum í veruleikanum eitur Long Bunruot, er fyrrverandi formaður í kambodiska tjóðartinginum. Hann er ákærdur fyri brotsverk ímóti mannaættini og krígsbrotsverk. Skjøl hava avdúkað, at hann persónliga gav boð um at taka 14.000 fólk av døgum. Long Bunruot er 82 ára gamal í dag (Mynd: AP) Kaing Guek Eav ella Duch, sum hann eisini verður nevndur, var ovasti fyri einari serligari deild í Tuol Sleng-fongslinum í høvuðsstaðnum Phnom Penh. Hann er ákærdur fyri brotsverk ímóti mannaættini. Hann hevði ábyrgdina av píning opg avrætting í fongslinum og skal hava givið boð um at avrætta minst 12.000 fangar. Í 1996 tók Duch við kristnari trúgv og tóktist vera til reiðar at viðganga síni brotsverk, tá nakrir tíðindamenn funnu hann í 1999. Duch, sum er 65 ára gamal, hevur sitið í varðhaldi seinastu níggju árini. (Mynd: Tang Chhin Sothy) Ieng Sary, sum er 82 ára gamal í dag, var uttanríkisráðharri í stýrinum hjá Reyðu Khmerunum. Hann er ákærdur fyri brotsverk ímóti mannaættini og krígsbrotsverk. Í 1979 bleiv hann dømdur fyri fólkamorð, men hann var ikki hjástaddur undir rættarviðgerðini, og í 1996 gav kongur honum grið. Nú skal hann aftur í rættin (Mynd: Pring Samrang) Hetta er ikki bara eitt brotsverk ímóti fólkinum í Kambodja, men ímóti allari mannaættini (Youk Chang, stjóri á kambodiska khmer-skjalasavninum) Hetta snýr seg um landsins og fólksins framtíð, og hvat vit kunnu endurskapa av samfelagnum (Youk Chhang)