hósdagur 27. september 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 186 - 27. september 2001
Nr. 186 - 27. september 2001
13
Fara at
skjóta
seismikk
aftur
Komandi mánað
verður aftur farið í
holt við at gera
seismiskar kann-
ingar í Leirvíks-
firði. Eftir ætlan
skulu forkanning-
arnar verða lidnar í
ár
TUNNIL
Heri á Rógvi
Fyrstu royndirnar við
at fyrireika ein møgu-
ligan undirsjóvartunnil
í Leirvíkfirði gingu
ikki heilt eftir ætlan.
Lítið og einki spurdist
burturúr teimum fyrstu
kanningunum. Lands-
verkfrøðingurin gevst
tó ikki so, og gongur
sum
ætlað,
verða
nýggjar
kanningar
gjørdar í oktober.
Hesa kannningarnar
verður tað tó ikki tað
sama
felagið,
sum
kemur at standa fyri.
Norska fyritøkan Geo-
map skal gera hesar
kanningarnar, og er
henda fyritøkan kend í
Føroyum. Tað var eis-
ini Geomap, ið stóð
fyri at gera seismisku
kanningarnar í sam-
bandi við tunnilin um
Vestmannasund. Tað
upprunaliga ætlanin, at
Geomap skuldi standa
fyri teimum kanning-
um, sum vórðu gjørdar
í summar, men orsaka
av nógvum arbeiði
gjørdist tað ikki møgu-
ligt hjá teimum at gera
kanningarnar í summ-
ar.
Landsverkfrøðingur
in upplýsir, at kann-
ingararbeiðið eftir ætl-
an skal byrja 21. ella
22. oktober. Arbeiðið
fer væntandi at taka
tað mesta av einum
mánað.
Sambært uppruna-
ligu ætlanini, so skuldi
forkanningarnar verið
lidnar í ár. Landsverk-
frøðingurin vónar og
væntar eisini, at henda
tíðarætlan verður hild-
in.
Í løtuni verða ymsar
boriroyndir gjørdar, og
hetta arbeiðið gongur
sum tað skal.
Eftir at forkanning-
arnar eru lidnar, kann
verða farið í holt við at
planera undirsjóvar-
tunnilin. Tað verða tó
politikararnir, ið fara
at avgera endaligu
lagnuna hjá undirsjóv-
artunnilinum í Leir-
víksfirði.
FERÐSLUÓHAPP
Heri á Rógvi
Førarin á einum bili, sum
ætlaði sær at steðga á einari
Shell støð, mátti ásanna, at
tað kanska ikki er heilt
vandaleyst. Bilurin varð
árendur av einari motor-
súkklu. Førarin á motor-
súkkluni ansaði eftir øllum
at døma ikki nóg væl eftir,
at bilurin frammanfyri setti
ferðina niður.
Tað var seinnapartin týs-
dagin, at tað hendi eitt
ferðsluóhapp á Frælsinum í
Havn. Tað var klokkan
15.31, at løgreglan í Havn
fekk fráboðan um eitt
ferðsluóhapp á Frælsinum.
Óhappið hendi, tá ein
bilur skuldi sneiða inn á
Shell støðina á Frælsinum.
Bilurin setti ferðina niður
og beint tá hann skuldi
sneiða inn, so varð hann
árendur av einari motor-
súkklu, sum koyrdi aftan-
fyri bilin.
Motorsúkklan
gjørdist
føst undir bilinum. Hetta
gjørdi, at tað var neyðugt at
boðsenda sløkkiliðnum at
fáa súkkluna leysa.
Av politistøðini í Havn
verður upplýst, at orsøkin
til óhappið helst eigur at
vera ósketni frá føraranum
av motorsúkkluni. Bæði
akførini fingu smávegis
skaðar, men eingin per-
sónsskaði var, verður upp-
lýst av politistøðini.
Myndatekstur: Neyðugt var at boðsenda sløkkiliðnum fyri at fáa motorsúkkluna leysa.
Mynd: Jens K. Vang
Mikudagin gav
danski tjóðbankin út
nýggjar 10- og 20-
krónamyntir. Nýggju
myntirnar eru
prýddar við einari
nýggjari andlitsmynd
av drótningini
PENGAR
Heri á Rógvi
Í Føroyum verðu tað øllum
kunnugt nýttir seðlar og
myntir at gjalda við. Hóast
nógv tey flestu oftani nýta
gjaldskort at gjalda við, so
er tørvurin framvegis stórur
á teimum góðu gomlu seðl-
unum og myntunum.
Fyri kortum fingu før-
oyingar ein nýggjan hálv-
trýsskrónuseðil. Um eitt ár
ella so kemur eisini ein
nýggjur føroyskur hundrað-
krónuseðil. Nýggju før-
oysku pengaseðlarnir verða
gjørdir í sambandi við, at
danir hava skift allar teirra
seðlar út við nýggjar, og tá
skulu eisini teir føroysku
seðlarnir skiftast út.
Tað eru tó ikki einans
seðlarnir, sum verða skiftir
út. Eisini myntirnar verða
skiftar út við jøvnum
millumbili. Rættari hevði
heldur verið at sagt, at tær
verða broyttar av og á, tí
skapi og evni eru tey somu
sum áður.
Orsøkin til, at vit nú fáa
nýggjar myntir skyldast, at
nýggjar andlitsmyndir eru
gjørdar av drótningini. Síð-
ani tann núverandi røðin
byrjaði í 1989, so er and-
litsmyndin av drótningini
broytt tvær ferðir. Orsøkin
er tann, at roynt verður altíð
at hava eina so hóskandi
mynd av drótningini sum
gjørligt.
Nýggju myntirnar vórðu
givnar út í gjár (miku-
dagin). Tað er Mogens
Møller, myndahøggari, sum
hevur prýtt myntirnar við
nýggjum andlitsmyndum
av drótningini.
Gomlu myntirnar kunnu
tó framvegis enn nýtast
sum gjaldføri.
Nýggjar myntir
Nýggjar andlitsmyndir av
drótningini eru at síggja á
nýggju myntunum.
Andlitsmyndirnar á myndini
eru teir fyrstu síðani nýggja
røðin byrjaði í 1989
Óhapp á Frælsinum
– Ferðslulógin eigur
at verða einføld og
konsekvent, heldur
Helena Dam á
Neystabø, forkvinna í
løgtingsins rættar-
nevnd, sum eisini
heldur, at føroysku
myndugleikarnir eiga
at taka 0-hugsjónina
til sín
FERÐSLUTRYGD
Eirikur Lindenskov
– Eg ætli mær at kanna, um
verandi lóggáva er nóg góð.
Um hon er nóg einføld, og
um hon er nóg løtt at
umsita. Hetta sigur Helena
Dam á Neystabø, sum er
formaður í Løgtingsins
rættarnevnd. Hon var annar
tingmaðurin, sum var við á
ferðini í Trollhättan týsdag-
n.
Hon heldur, at tað sjálv-
andi er endamálið at eingin
skal doyggja í ferðsluni, og
hon heldur, at 0-hugsjónin
er eitt upplagt endamál hjá
føroyskum myndugleikum
at seta sær. Hon heldur, at
vit eiga at finna einklar
skipanir. Hon heldur t. d., at
tað
skal
verða
meira
konsekvent, at tá fólk koyra
ov skjótt, so eiga tey at
missa koyrikortið heldur
enn at fáa ein treytaðan
dóm. Hon heldur eisini, at
vit við rúsdrekkakoyringini
eiga at verða meira kons-
ekvent, eins og ætlanir eru
um í Svøríki. Hon heldur,
at promillumarkið eigur at
verða 0,0.
– Vit eiga at velja, at um
vit njóta rúsdrekka, so
skulu vit lata bilin standa.
Helenu Dam á Neystabø
dámdi eisini væl serligu
skipanina í Saab bilunum,
har spitarin gjørdist trekur,
um ferðin fór upp um mest
loyvda markið.
– Er hetta ein rímuliga
bílig skipan, so eiga vit
sjálvandi eisini at taka hasa
skipanina til okkum – tí
hetta er ein genial skipan,
heldur hon.
Helena Dam á Neystabø
lovar, at tey í rættarnevnd-
ini fara at hyggja væl eftir
nýggju ferðslulógini, tá hon
kemur til viðgerðar har.
– Serliga kundi eg hugs-
að mær, at vit fingu burtur
aftur treytaða frádøming av
koyrikortinum, so lógin
aftur verður meira kons-
ekvent, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Tá tað kann prógvast,
at fólk, sum verða
ákoyrd av bili við 50
km/t doyggja, skal
ferðin lækkast so
nógv, at hon ikki
drepur. Hesa hugsjón
royna tey í verki í
Trollhättan í Svøríki
FERÐSLUTRYGD
Eirikur Lindenskov
Týsdagin
sluppu
teir
umleið 85 føroyingarnir,
sum vóru við ferðalagnum
hjá Ferðslutrygd í Troll-
hättan í Svøríki, at royna
nógv umrøddu Null-hug-
sjónarbreytina.
»Nollvisionsslingon«,
sum sviar nevna hesa breyt-
ina, er eitt 40 km langt
vegastrekki,
har
stórur
dentur er lagdur á at gera
vegin so ferðslutryggan,
sum til ber.
Talan er um samstarv
millum land og kommunu,
millum svenska ráðið fyri
ferðslutrygd,
Saab-bila-
verksmiðjuna o. o.
Aðalmálið við Null-hug-
sjónini er, at eingin skal
doyggja ella verða álvars-
liga skaddur í ferðsluni. Tí
verður stórur dentur lagdur
á at arbeiða fram móti hes-
um máli.
Sviarnir, ið greiddu okk-
um í ferðalagnum frá,
søgdu, at tað sjálvsagt er
trupult at náa hesum máli,
men at tað eisini er sera
umráðandi, at vit náa broyt-
ingum fram móti málinum.
Við hesi stevnu í huga, er
null-hugsjónarbreytin
gjørd. Henda breyt er van-
ligur koyrivegur, sum gong-
ur bæði gjøgnum bygt og
óbygt øki, gjøgnum fjøl-
bygt og minni fjølbygt øki.
Við null-hugsjónini verð-
ur t. d. staðfest, at stórur
skaði stendst av, tá bilur
verður ákoyrdur frá síðuni
við ferð hægri enn 50 km/t.
Tí skal ikki koyrast meira
enn 50 km/t gjøgnum
krossvegir.
Eisini er staðfest, at fólk,
sum verða ákoyrd av bili,
sum koyrir 50 km/t ella
meira í allar flestu førum
doyggja, meðan fólk, ið
verða ákoyrd av bili, sum
koyrir
30
km/t
fáa
»smærri« skaðar.
Tí skal ikki koyrast meira
enn 30 km/t har fólk og bil-
ar ferðast á somu breyt.
Tað er eisini staðfest, at
stórur skaði stendst, tá bilar
renna frontalt saman, tí er
gyrðing
gjørd
millum
koyribreytirnar, so bilarnir
ikki kunnu renna frontalt
saman.
Alt hetta ger, at bilførarin
má vera árvakin, tí á null-
hugsjónarbreytini
eru
ferðaavmarkingar upp á 30,
50, 70 og 90 km/t. Fyri at
hetta ikki skal verða nakar
trupulleiki, hevur Saab-
verksmiðjan
gjørt
eina
skipan, bygd á GPS-fylgis-
sveinaskipanina, sum ger,
at bilurin »veit« hvør hægst
loyvda ferðin er. Hetta
merkir bilførarin við, at
spitarin gerst trekur, tá
ferðin ferð upp um hægst
loyvda markið.
Nakrir royndarbilar hava
fingið hesa skipan ísetta, og
koma fólk nú úr heiminum
øllum til Trollhättan í Svø-
ríki at royna bilarnar á
Null-hugsjónarbreytini.
Tað er langt síðani prógv-
að, at ferðin drepur. Tí skal
tilpassast umhvørvinum, og
umhvørvið
tilpassast
ferðsluni.
Ferðslulógin skal gerast einfaldari
Ferðin drepur
Null-hugsjónarbreytin er eitt 40 km langt vegastrekki í bygdum og óbygdum øki, har stórur
dentur er lagdur á ferðslutrygdina. Fólk koma úr øllum heimi til Trollhättan í Svøríki at royna
breytina
Mynd: Eirikur Lindenskov
Magnus Gunnarsson frá
Sosialinum roynir
serútgjørda Saab bilin á 0-
hugsjónarbreytini í
Trollhättan. Spitarin verður
trekur, tá ferðin fer upp um
mest loyvda markið
Mynd: Eirikur Lindenskov
Í arbeiðinum við
nýggju ferðslulóg-
ini hevur 0-hug-
sjónin ofta verið
uppi og vent, sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður,
sum á ferðini í
Trollhättan hevur
fingið nógv hug-
skot við sær heim
FERÐSLUTRYGD
Eirikur Lindenskov
– Hetta hevur verið sera
upplýsandi, og eg havi
fingið nógv við mær
heim, sum eg kann ar-
beiða víðari við. Hetta
sigur Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður
í
vinnumálum – og harvið
eisini
ferðslumálum,
sum var við í ferðalagn-
um hjá Ferðslutrygd í
Trollhättan í Svøríki týs-
dagin.
Bjarni Djurholm held-
ur, at tað í sjálvum sær
er eitt mál, at eingin skal
doyggja ella verða álv-
arsliga skaddur í ferðsl-
uni, og tá formaðurin í
Ferðslutrygd,
Petur
Jacob Sigvardsen í gjár
segði við Sosialin, at
Føroyar
eru
einasta
norðurlandið, sum ong-
an ferðslutrygdarpolit-
ikk hava, so er landsstýr-
ismaðurin ikki vísir í, at
hetta er rætt.
– Í vinnumálastýrin-
um sita fólk í løtuni og
arbeiða við eini nýggjari
ferðslulóg. har hevur
Null-hugsjónin ofta ver-
ið uppi og vent, og tey
hava tikið nógv at tí við,
sum okkara grannalond
eru komin við, sigur
Bjarni Djurholm.
Hann heldur, at tað
politiskt einki er í vegin
við at taka Null-hug-
sjónina til sín, men tá
tað kemur til at játta
pengar er øðrvísi, tí slík-
ar broytingar henda ikki
frá degi til dags.
– Vit mugu eisini ansa
eftir, at vit ikki seta okk-
um ov høg mál, sigur
hann.
Landsstýrismaðurin
sigur, at tað sjálvandi
snýr seg um at broyta
hugburð, og at tað eiga
vit eisini at arbeiða fyri í
Føroyum, og viðgongur
hann, at vit á ferðslu-
trygdarøkinum
eru
afturúrsigld.
Ætlanin hjá Vinnu-
málastýrinum
er,
at
nýggja ferðslulógin skal
koma fyri tingið í hesi
tingsetuni.
Nýggj ferðslulóg er á veg
Henrik Old, ting-
maður Javnaðar-
floksins skjýtur
upp, at tingið fer
undir aðalorða-
skifti um ferðslu-
trygdarpolitikk at
fáa greiðu á, hvat
politikarar vilja
FERÐSLUTRYGD
Eirikur Lindenskov
– Eg haldi, at nøkur av
hesum hugskotunum, vit
hava fingið í dag, kunnu
brúkast í smábygdunum
í Føroyum, heldur Hen-
rik Old, løgtingsmaður,
sum eisini var við á ferð-
ini í Trollhättan týsdag-
in.
Hann heldur tað verða
lítið sømuligt, at Føroy-
ar eru einasta norður-
landið, sum ikki hevur
ein ferðslutrygdarpolit-
ikk, og heldur, at tað er
upplagt at vit eisini taka
Null-hugsjónina til okk-
um.
– Sjálvandi kostar
hatta nógvar pengar.
Men vit mugu seta okk-
um eitt mál, tí gera vit
ikki tað, so hendir einki,
sigur hann.
Henrik Old sigur, at
tey í Javnaðarflokkinum
eru komin til tað niður-
støðu, at tað má verða
landsstýrið, sum má
koma við uppskoti um
nýggja ferðslulóg. Hetta
er eitt sera krevjandi ar-
beiði, sum ein andstøðu-
flokkur ikki er førur fyri
at gera.
– Í tinginum kunnu vit
sjálvandi luttaka í ar-
beiðinum, og tað fara vit
eisini at gera, heldur
Henrik Old, sum skjýtur
upp, at løgtingið heldur
eitt aðalorðaskifti um
ferðslutrygdarpolitikk,
so greiða fæst á, hvat
føroyskir
politikarar
vilja á hesum øki. Hann
leggur dent á, at eitt
aðalorðaskifti
ikki
í
sjálvum sær førir til
broytingar,
men
tað
kann seta nakað í gongd,
vísir hann á.
Henrik Old sigur, at
tað sjálvandi eru hug-
burðsbroytingar,
sum
skulu til. Ikki bara hjá
myndugleikum, men í
øllum
samfelagnum.
Hann heldur, at nógvar
smærri ábøtur kundu
verið
gjørdar,
sum
høvdu verið í tráð við
Null-hugsjónina, eitt nú
at byrgja fyri, har van-
lukkur
henda
fleiri
ferðir.
Mælir til aðalorðaskifti
um ferðslutrygdarpolitikk
C
M
Y
K
13
12