hósdagur 27. september 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í yvir 30 ár hava
Volvo í Gøteborg havt
ein granskingarbólk,
ið hevur til uppgávu
at kanna ferðsluvan-
lukkur, har Volvo
persónbilar hava
verið innblandaðir.
Hesin bólkur hevur
havt avgerandi
týdning í trygdar-
arbeiðinum hjá Volvo
BILAR
Magnus Gunnarsson
Hesin bólkurin til gransk-
ing av ferðsluvanlukkum
bleiv settur á stovn í 1970,
og var ein beinleiðis fylgja
av
tveimum
umfatandi
kanningum hjá Volvo í
1966 og 1967 av ferðsluni í
Svøríki. Táverandi leiðslan
í Volvo legði stóran dent á,
at vitan og royndir frá
veruligum ferðsluvanlukk-
um, skuldu savnast saman
til gramleiðslumenningina
hjá Volvo konsernini.
Klár alt samdøgrið
Heilt frá byrjan av hevur
granskingin hjá Volvo snúð
seg um eina gjølla kanning
av vanlukkustaðnum, og at
gjøgnumganga
hagtølini
hjá teirra egna trygging-
arfelag, Volvia. Við at tosa
við tey, sum vóru innbland-
að í ferðsluvanlukkurnar,
fáa tey eisini eina gjølla
frágreiðing um persón-
skaðarnar.
Granskingar-
bólkurin er klárur alt
samdøgrið, og við álvars-
ligar ferðsluvanlukkur í
Gøteborg økinum, har ein
Volvo bilur er við, fær
bólkurin beinanvegin boð.
Læknin hjá bólkinum setur
seg eisini í samband við
sjúkrahúsið, sum hevur
viðgjørt tey skaddu, fyri at
fáa upplýsingar um skað-
arnar.
Kannað 28 tús.
ferðsluvanlukkur
Í tey 30 árini, bólkurin hev-
ur arbeitt, hava tey kannað
umleið 28.000 ferðsluvan-
lukkur, har meira enn
40.000 persónar hava verið
innblandaðir. Tann vitan og
tær royndir, sum eru eitt
úrslit av hesum arbeiði,
hava verið við til at betra
um tær verandi trygdar-
skipanirnar og at menna
nýggjar. Hetta hevur havt
við sær at Volvo bilarnir í
dag hava hópin av inn-
bygdum trygdarskipanum
Kelda: Volvo Pertsonvogne
Danmark A/S
Nr. 186 • hósdagur • 27. september 2001 • 75. árg.
Opel Zafira
sum
Subaru
Eftir at Genaral Motors
hava keypt partabrøv í
Subaru, verða Opel Za-
fira seldir í Japan sum
Subaru Travig. Opel
Zafira verða gjørdir í
fimm
heimspørtum,
sum Opel, Vauxhall,
Chevrolet, í Austarliu
eita teir Holden, og
Subaru í Japan.
Kelda: Motor Magasinet
Fiat Stilo
Tað hevur kostað Fiat
6.7 milliardir krónur at
menna nýggja Fiat Stilo,
harav 5.2 milliardir til
um og útbygging av
verksmiðjuni. Fiat rokn-
ar við einum yvirskoti
uppá 8 til 9 milliardir
krónur í ár.
Kelda: Motor Magasinet
Corolla í
Frankfurt
Á bilaframsýningini í
Frankfurt verður nýggi
Toyota Corolla sýndur
fram. Corolla verða eftir
ætlan gjørdir sum hatch-
back, sedan og Verso, ið
er ein rúmligur bilur við
fimm setrum.
Kelda FDM /Motor
Volvo í Gøteborg – hevur granskað
ferðsluvanlukkur í 30 ár
Úrslitið av kanningar-
arbeiðinum hesi seinast 30
árini hevur havt við sær, at
Volvo bilarnir í dag hava
hópin av innbygdum
trygdarskipanum
Volvo 164 fyri 30 árum
síðan, tá granskingar-
bólkurin, sum kannar
ferðsluvanlukkur, har Volvo
bilar eru innblandaðir, var
settur á stovn
15
14
Nr. 186 - 27. september 2001
Stovnar gospelkór í Suðuroynni
Stig eru nú tikin til at
fáa gongd á eitt
gospelkór í Suður-
oynni. Tað er
tónleikalærarin og
messingblásarin Jens
Knudsen, ið hevur
tikið stig til kórið,
eins og hann eisini
setti á stovn gospel-
kór í Nyborg í
lestrartíð síni, og
hetta kór telur í dag
40 sangarar
KÓR
Dagfinn Olsen
Havnarmaðurin Jens Knud-
sen er tónleikalærari, mess-
ingblásari, í musikskúlan-
um í Suðuroynni. Eisini
leiðir
hann
Tvøroyrar
Hornorkestur.
Men hetta er ikki nóg
mikið. Hann hevur av egn-
um áhuga tikið stig til eitt
gospelkór í Suðuroynni. Og
hann leggur dent á, at tað er
fyri alla oynna. Tí hevur
hann sett sær fyri, at venj-
ingar fara fram helvtina av
árinum í sunnaru helvt av
oynni, og síðani hina helvt-
ina av árinum í norðaru
helvt av oynni. Tað vil siga
í Vági og á Tvøroyri.
- Eg havi tikið stig til
hetta av egnum áhuga og eg
vóni, at undirtøkan verður
góð, sigur Jens.
Øll kunnu vera við
Jens er eldhugaður og
brennir fyri hugsanini um
eitt gospelkór. Hetta er
heldur einki nýtt fyri hann,
tí í lestararárunum í Dan-
mark setti hann á stovn eitt
gospelkór í Nyborg. Hetta
kór telur í dag heilar 40
sangarar.
Jens leggur dent á, at øll
kunnu koma við, tí ongar
treytir ella fyritreytir eru.
Ongum nýtist at setast
aftur, tí tey ikki duga nótar
ella tí tey ikki hava sungið
áður.
Sangskráin verður fjøl-
broytt og livandi og Jens
heldur t.d. sjálvur nógv av
Oslo Gospel Choir.
Jens heldur, at talan
verður ikki um kapping við
eittnú Kirkjukórið Ljóm í
Vági, men heldur um eitt
ískoyti til tað, ið er innan
sang í Suðuroynni, tí t.d
Ljómur er meira tað klass-
iska, meðan nýggja kórið
meira ferðast í rútmiska
partinum av tónleikaheim-
inum. Og kemur ferð á
ætlanina, so vónar Jens, at
tað við tíðini ber til at fáa
ljóðføri við eisini.
Jens Knudsen er útbúgv-
in tónleikalærari, almen
musikpedagog, við Det
Fynske Musikkonservator-
ium við kór- og orkestur-
leiðslu og messing sum
sergrein.
Ætlanin er at hava venj-
ingarnar týskvøld klokkan
19 og ætlanin er at byrja í
Vági og síðani skifta norð-
urum seinni.
Fyrsta venjing verður 2.
september klokkan 19 og
Jens vónar, at nógv taka
undir við kórinum. Til ber
at frætta nærri við at ringja
til Jens á telefon 223053.
Jens Knudsen
Á 15 ára føðingardegi
síðani gjørdist tofta-
drongurin Ian Gaard-
bo yngsti flogskiparin
í Danmark. Hann
flýgur sveimflogfør í
Lemvig og ætlar sær
nú víðari við
útbúgvingini
FLOGFØR
Eyðun Klakstein
Ein føroyskur unglingi er
yngsti flogskiparin í Dan-
mark í løtuni.
Ian Gaardbo var einsa-
mallur á flogi á sínum 15
ára føðingardegi, og hann
lendi við svimflogfarinum
bæði trygt og væl. Hetta var
fyrstu ferð, at Ian fleyg
einsamallur, eftir at hann
hevur verið 75 ferðir á flogi
sum liður í útbúgvingini.
Ian byrjaði útbúgvingina
sum sveimflogskipari í ein-
um frítíðarfelagi í Lemvig
seinasta heyst, og síðani
hava instruktørarnir í felag-
num undirvíst Ian – millum
annað við eini rúgvu av
flogferðum, har ein instruk-
tørur hevur havt ábyrgdina.
Við hesum ferðum hevur
Ian lært at flúgva í øllum
hugsandi veðri og umstøð-
um, og hann hevur fingið
ein umfatandi útbúgving í
at flúgva sveimflogfør.
Umframt allar ferðirnar á
flogi hevur Ian eisini fingið
bókliga frálæru í trygd og
lógum, og hann hevur eisini
verið gjøgnum eina lækna-
roynd.
Øðrvísi føðingardagur
Tað ber til at fara undir
útbúgvingina til sveimflog-
skipara sum 14 ára gamal,
men tú skalt verða fyltur 15
ár fyri at kunna flúgva
einsamallur.
Á sjálvum 15 ára føðing-
ardegi sínum tók Ian hetta
stigið, tá hann fleyg einsa-
mallur. Hann var fyrst tveir
túrar saman við einum
instruktøri, men síðani fekk
hann ábyrgdina av flogfar-
inum sjálvur.
Ian var á flogi í 10 minuttir,
áðrenn hann lendi aftur, og tá
fekk góða móttøku frá liðfe-
løgunum í Lemvig Svæve-
flyveklub. Sum vanligt vóru
tað blómur til unga flog-
skiparan, sum í løtuni kann
breggja sær av at verða tann
yngsti av sínum slagi í Dan-
mark.
Eftir enn eina soloferð varð
lagkøka og føðingardags-
sangur á skránni í felagnum.
Feðgar á flogi
Nú Ian kann flúgva einsa-
mallur, fer hann víðari við
útbúgvingini sum sveim-
flogskipari. Í løtuni kann
hann flúgva í sveimflogfari,
har pláss er fyri tveimum
fólkum, men hann skal nú
eisini í holt við einmans-
flogfarið, sum kann fara
hægri upp í loft.
Hendan útbúgvingin end-
ar við, at hann tekur eina
endaliga flogroynd, sum
kann geva honum endaligt
sveimflogloyvi.
Áhugan fyri at flúgva
hevur Ian ikki av ongum.
Pápi
hansara,
Hilmar
Gaardbo,
flýgur
eisini
sveimflogør, og nú kunnu
feðgarnir fara á ferð – á
flogi.
Føroyskur unglingi á flogi:
Ian er yngsti flogskiparin í Danmark
Ian Gaardbo ætlar sær nú víðari við útbúgvingini sum
sveimflogskipari
Ian Gaardbo ger klárt til at fara einsamallur á flog í einum sveimflogfari
C
M
Y
K
14