Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 33 - 17. februar 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 17. februar. Finandus, deyður ár 603. Írskur abbati í kleystrinum Cloneenagh í Írlandi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Stillisliga fór hann mána­ morgunin 9. februar inn til ta undurfullu hvíldina, sum hann dag og dagliga sang, spældi og vitnaði um við lívi sínum. Eg kom at kenna Fredag fyri 48 árum síðani í samband við konu mína, Judith. Fredag var mammubeiggi hennara. Tá vóru vit av og á inni á gólvinum hjá Hilmu, fyrru konu hansara, og honum, í Fuglafirði, og nutu samfel­ agið og blíðskapin frá teim­ um. Tey fingu børnini Marnhild og Carsey. Fredag sigldi tá sum kokkur við millum øðrum skipunum hjá Skipafelag­ num Føroyar, “Lómi” og “Bliki” millum Føroyar og Danmark. Eisini var hann kokkur við donskum frysti­ skipum, sum sigldu mill­ um Europa og Amerika. Tað, sum undraði meg stór­ liga tá, var tann vilji og tað ágrýtni, ið hann legði fyri dagin, við teirri sjúku, ið hann hevði at dragast við. Hann leið nevniliga av eini ringari sjúku í rygginum, sum hann ongantíð slapp av við. Tiltikin góður kokk­ ur var hann. Nøkur ár eftir at Harrin hevði tikið Hilmu, konu hansara, heim í dýrdina, kom Fredag at kenna Edith, dóttir Ellu og Jógv­ an Højbro í Klakksvík. Tey giftust og Fredag flutti tá til Klakksvíkar. Tey høvdu nú livað saman í fyrimyndarligum hjúnalagi í úti við 30 ár, og øll hesi mongu ár hevur Edith ver­ ið honum ein dyggur stuð­ ul. Tað kom nú heldur ikki illa við fyri Heygabúðina, at Edith fekk ein framúr góðan kokk til mann. Tað munnu vera fá húski í Klakksvík, sum ikki hava roynt knettini, frikadellur­ nar, rullupylsurnar og kjøt­ pylsurnar frá Fredagi, sjálvandi við stórari hjálp frá konu hansara Edith. Takast skal tó ikki frá Ell­ ommu, ið var upprunin til tær sera væl umtøktu kjøt­ pylsurnar, sum eru víða kendar, eisini út um býar­ mark. Fredag var ein sera væl dámdur og vinsælur mað­ ur, og verður stórliga sakn­ aður av millum øðrum teimum í tilhaldinum í Vík­ unum, børnunum í barna­ garðinum úti í Grøv, á røktarheiminum og sjúkra­ húsinum, har munnharpan og mandolin ofta vóru havt á lofti. Serstakliga stórliga verður hann sakn­ aður í BETESDA, sum var hansara andaliga heim, og har hann altíð var at finna til øll møtini, sum hann ofta tók lut í bæði við vitn­ isburði, sangi og munn­ harpuni. Øll minnast sang­ in nr. 620, sum hann ógvu­ liga ofta gav út: “Nærri, enn nærri, hjarta títt til, Frelsari drag meg, har vera eg vil .....” Tá ið sjónin fyri nøkrum árum síðani fór at bila, lá tað ikki fyri hjá honum at koyra bil, og hóast Edith hevur koyrikort, so bleiv tað Jóhannes í Garðinum (Kanjon), sum við sínum bili tók sær av koyringini til og frá møtunum og aðra staðir, har teir funnu uppá at fara. Eisini gjørdu teir báðir nógv av at spæla saman – Jóhannes uppá banjo og Fredag mandolin. Einki er at ivast í, at Jóhan­ nes fer at sakna hendan felagsskapin stórliga. Fredag var sjáldsama familjukærur. Tey vóru 10 systkin, so tað er eyðsæð, at eitt stórt tal av makum, børnum og barnabørnum eru komin undan og eru spjadd kring alt landið, umframt eisini í Íslandi og Danmark. Sigast má, at tað er fyrimyndarligt, hvussu hjartaliga hann hev­ ur hildið sambandið við øll hesi við líka – bæði við telefonsamrøðum og koyr­ ing kring alt Føroya land, umframt at ferðast uttan­ lands í somu ørindum. Eg eri sannførdur um, at øll hesi fara at sakna Fredag á serstakan hátt. Mikkjal á Bergi Fredag Kambsenni Føddur 12/6-1923 – Deyður 9/2-2009 90 ára føðingardagur 18. februar fyllir Edvard Petersen, Hósvík, 90 ár. Føðingar­ dagurin verður hildin í Kollafirði hjá Hervør og Tórgrím Hansen, Inni í Firði frá kl. 17. Diamantbrúdleyp Hósdagin 19. februar hava hjúnini Aslaug og Danjal av Rana verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin í Salem leygardagin 21. kl. 18.00. Øll eru vælkomin. Leygardagin 14. februar fylti Hans Jacob Mellem­ gaard í Klaksvík 75 ár. Hans Jacob er svínoying­ ur, foreldrini vóru Ingrid, f. Jacobsen, og Henry. Tey fingu fimm dreingir, Hans Jacob er elstur, hinir eru: Símun Júst, Jarvin (andaðist í 1968, 30 ára gamal), Dánial og Árnmar. Hans Jacob fór sum ung­ ur til skips og í meira enn eina hálva øld hevur hann verið sjómaður. Mesta part­ in av tíðini var hann í lang­ farasigling og sigldi við Lauritzen til hann fall fyri aldurmarkinum fyri 15 árum síðani. Eftir at Hans Jacob varð pensioneraður, hevur hann fingist við útróður og at egna. Í 1956 giftist Hans Jacob við Herborg og eiga tey 6 børn. Hans Jacob Mellemgaard 75 ár Lesið Sosialin Andlát og jarðarferðir Anna Margretha Jo­hannesen, Vest­ manna, andaðist sunnu­ dagin á Landssjúkrahús­ inum, 83 ára gomul. Do­retha Jaco­bsen úr Fuglafirði andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 15. februar, 83 ára gomul. Kistan við Henrikku Hansen í Sandavági fer av Sýnini týskvøldið kl. 19. Jarðaferðin verður mikudagin kl. 14 úr Sandavágs kirkju. Tey, ið vilja minnast Henrikku kunnu lata Leguhúsinum í Nesvík eina gávu. Andlát og jarðarferðir Tøkk Vit takka hjartaliga tykkum øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara góði bróðir og gubbi Håkon Joensen doyði og varð jarðaður. Systkini við familju, Høgni og Kristina við familju Takk Hjartaliga takka vit tykkum, sum á ymsan hátt mintust okkum á gullbrúdleypsdegi okkara 30. januar 2009. Kærar heilsanir Jógvan og Ásvør Tøkk Hjartaliga takk vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, abbi og verfaðir Christen Joensen Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Takk til Hanus Simonsen prest, fyri troystarík orð í kapellinum, kirkjuni og fyri góð orð við jarðarferðina. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar. Ein serstøk tøkk til deild Á á Klaksvíkar sjúkrahúsi, ið vóru um Christen ta tíðina, hann var har, við góðari hjálp og umsorgan. Takk, at tit vóru so góð við hann. Takk fyri blómur, kransar og gávur. Eisini takka vit tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Klára, Jóan Petur, Dagfinn og Christel Fredag saman við konuni, Edith