týsdagur 17. februar 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnan
Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum
...títt vinnublað
Demich P/F Tórshavn
Postboks 378 - Stiðjagøta 2
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 309 310
demich@demich.fo
Demich P/F Vágur
Á Marknoyri
FO-900 Vágur
Telefon +298 37 35 35
demich@demich.fo
Demich P/F Runavík
Heiðavegur 80
FO-610 Saltangará
Telefon +298 445500
demich@demich.fo
Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv.
Umhvørvisvinarlig orka við
hitapumpu frá Demich
Gassævintýr
Jan Müller
jan@sosialurin
Franski olju- og gassrisin
TOTAL er við at leggja
síðstu brikkarnar í einum
nýggjum
og
spennandi
pusli spæli ikki so langt frá
føroyska markinum. Felag-
ið, sum fyri mongum árum
síðani fann fleiri minni
gassfelt vestan fyri Hetland,
er nú eftir øllum at døma til
reiðar at fara undir at fram-
leiða gass frá hesi nýggju
gassprovinsini í Atlantshavi
til tann svanga bretska og
europeiska marknaðin.
Sambært Shetland Times
hevur Total gjørt av at brúka
umleið fýra milliardir krón-
ur at byggja eitt nýtt gass-
virki nærhendis Sullom voe
terminalinum í Hetlandi.
Henda avgerðin, skrivar
blaðið á síni heimasíðu,
kemur eftir at felagið hevur
gjørt av at gera eina íløgu
uppá 18 mia. krónur at
leggja eina gassleiðing frá
Laggan gassfeltinum til
lands í Hetlandi, áðrenn tað
verður flutt víðari til St
Fergus á skotska megin-
land inum.
Nýggja gassvirkið í Het-
landi fer at skapa meira enn
100
nýggj
arbeiðspláss
næstu árini og umleið 60
var andi arbeiðspláss á gass-
terminalinum. Arbeiðið er
ætlað at byrja næsta ár og
byrjar framleiðslan í 2013
skrivar Shetland Times.
Ovasti leiðarin í Hetlandi,
Sandy Cluness tók sera væl
ímóti tíðindunum og segði,
at hetta fer at halda gass-
terminalinum gangandi í 20
til 30 ár.
Rørleiðingin kann eisini
skunda undir aðrar útbygg-
ingar vestan fyri Hetland,
sum er ein av fáu ótroyttu
kolvetnisregiónunum.
Portalurin skilur, at enn
hevur Total tó ikki endaliga
gjørt av at fara undir verk-
ætlanina, tí enn restar at fáa
okkurt uppá pláss. Annars
hevur bretska stjórnin sam-
an við oljufeløgum skipað
ein arbeiðsbólk við tí enda-
máli at fáa gongd á gass-
framleiðslu
vestan
fyri
Hetland, Fleiri gassfund eru
gjørd men meginfortreytin
fyri at fara í gongd er at
finna eina loysn á infra-
strukturkervinum.
Total,
sum er tað leiðandi felagið,
tá tað snýr seg um gass í
hesum økinum, hevur ætl-
anir um sjálvt at fara í
gongd heldur enn at bíða
eft ir eini felags loysn fyri
øll gassfeltini í økinum.
Helst verður endalig avgerð
tikin í næstum. Sí eisini
sam røðu við leitistjóra hjá
Dong á síðu 24.
Laggan gasskeldan liggur
miðskeiðis millum Hetland
og føroyska markið. Total
arbeiðir við eini ætlan at
leggja eina gassleiðing frá
Laggan til Hetlands. Henda
íløga kann gerast gull
verd fyri leiting á føroyska
landgrunninum, finna vit
gass í undirgrundini
Nýtt gassævintýr millum
Hetland og Føroyar í eygsjón