Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vinnan Nr. 33 - 17. februar 2009 20 Søgan um Idé Møbl­ ar í Føroyum er eftir­ hondini rættiliga kend. Nú 30 ára føð­ ingar dagurin skal hátíðarhaldast, og tíðirnar síggja út til at gerast strævn ari, stendur fyritøkan sterk­ ari enn nakrantíð. Men hvussu byrjaði alt? Hvat var tað, sum hendi tá í 1973, tá Birgir sum 19 ára gamal keypti sær handil í Havn? Og hvussu bar tað til, at bankin játtaði honum pengar, sjálvt um hann helt, at Birgir var alt ov ungur? Vit fara afturum Idé Møblar. Aftur til ta tíðina, tá eingin Idé Møblahandil var til. Tá alt var meira einfalt, og dreymarnir um at gerast vælvirkandi sjálvstøðugt vinnu­ lívsfólk, bert vóru dreymar Idé 30 ár í Føroyum Leif Láadal Birgir Andreasen hevur altíð sæð yngri út enn hann er, og ger tað framvegis. Tað var tí kanska skilligt, at bankamaðurin, sum skuldi gera av, um Birgir skuldi sleppa at læna eina lutfals­ liga stóra upphædd í 1973 til at keypa matvøruhandilin hjá Kára Müller í Torsfins­ gøti, ivaðist eitt sindur. ­ Tey hildu ikki at tað var eitt gott hugskot, at ein so ungur maður fekk eitt so stórt lán, minnist eg. Birgir Andreasen tosar spakuliga. Hevur hug at drála eitt sindur, nú hann situr og minnist aftur á byrj­ an sína sum handilsmaður. Tað kennist sum at hann nýtur at sleppa at tosa um gamlar dagar, tó at tað altíð hevur verið framtíðin og framdriftin, sum hevur fylt mest í lívi hansara. ­ Men tað gekk, og tað var fyrst og fremst pápa mín um fyri at takk, fortelur Birgir. Pápin, Joen Peter Andrea­ sen, hevði álit á soninum, og hann var eisini somikið væl fyri fíggjarliga, at hans­ ara orð, og kanska ikki minst borgan, hevði við sær, at bankin at enda lænti Birgir pengar til at keypa handilin í Torfinsgøtu. ­ Tað var ein stór íløga hjá einum 19 ára gomlum, tað er vist. Handilin kostaði eina millión krónur, minnist Birgir Andreasen, men tú kennir á honum, at hann ongantíð var í iva um at tað fór at ganga. Pápin segði einki Tá Birgir Andreasen fór til arbeiðis sum sjálvstøðugur 19 ára gamal handilsmaður í Havn, á heysti í 1973, varð ikki tað stóra gjørt burturúr. Handilin hevði verið opin eina tíð, og kundarnir hugs­ aðu kanska ikki so nógv um, at hann nú hevði ein nýggjan eigara. ­ Tað var sjálvsagt ein ser lig kensla at fara til ar beiðis fyri seg sjálvan, men tað var so nógv at gera frá fyrsta degi, so eg hevði ikki rættiliga stundir til at hugsa so nógv um tað, minn ist Birgir. Søgan aftanfyri sjálvt keyp ið av matvøru handli­ num og bygninginum, har hann húsaðist, er eitt sindur serlig. Kári Múller, sum seinni bleiv kendur fyri at eiga og reka handilin “Feðg­ ar” í SMS, hevði bygt húsini í Tórfinsgøtu og latið upp matvøruhandil. Ein dagin, tá Birgir var og hand­ aði Kára nakrar vørur frá Thomas Dam, har hann var í læru, segði Birgir, at Kári skuldi siga sær frá, um hann hevði hug at selja honum handil sín. Orðini vórðu ikki søgd í spølni, men tey vórðu søgd, uttan at Birgir hevði nakra stórvegis vón um, at Kári Múller fór at ringja. ­ Tað gekk kortini ikki so long tíð, so ringdi Kári, og har var eitt at gera, fortelur Birgir, og tað var at fara at spyrja pápa, hvat hann helt um hugskotið. Men pápin Joen Peter segði ikki nógv. ­ Ja, í veruleikanum segði hann púrt einki tað kvøldið eg spurdi hann – ikki eitt orð. Seinni fór hann upp á loft at leggja seg, og hevði framvegis ikki sagt nakað um matvøruhandilin, men mor gunin eftir, var alt í lagi, minnist Birgir. ­ Pápi roknaði alt upp á ein melispakka. Hann sat við pappírspakkanum og penni og setti tøl upp, og varð úrslitið nakað, sum hann kundi góðtaka, varð farið víðari, minnist Birgir og leggur afturat: ­ Tú kundi sagt, at melis­ pakkin var hansara rokni­ ark. Arvaligt at reka vinnu Tað var greitt rættiliga tíð­ liga, at Birgir Andreasen skuldi gerast sjálvstøðugur vinnurekandi. Men sum heilt ungur maður, hugsaði hann kanska ikki so nógv um tað – hann meira eyg­ leiddi teir gomlu, og fegn­ aðist um at tað gekk abb­ anum, ommubeiggjanum, abbanum, pápanum og øðrum væl. Ommubeiggin, “Toska Joen Peter” í Vági, var tiltikin góður skipari, eins og abbin Símun Hansen av Viðareiði eisini var av bestu fiskimonnum øll árini, hann var virkin. Pápin Joan Petur Andreasen hevði eisini kárað seg væl – hann var ein av eigarunum av Sundaferjuni – og tað var tí sera um umráðandi hjá Birgir at pápin segði gott fyri handilsætlanunum í Havn. ­ Tað var harafturat eitt sindur meira enn bara at fáa pápa mín at siga ja til ætl­ anina. Tað var eisini tann trygd, sum lá í at hann hevði hugsað um støðuna, og metti at tað var ein ætlan, sum fór at bera seg, fortelur Birgir og leggur afturat: ­ Pápi mín var góður til at kenna á sær, um mann var á røttu leið, og tá hann hevði sagt gott fyri matvøru­ handl inum, visti eg at tað nokk fór at ganga. SMS og konan Kona Birgir, Elsebeth, sum er núverandi stjórin í Idé Møblum, situr í sofuni á skrivstovuni, meðan Birgir situr við skrivaraborð sítt. Tá vit hava tosað væl og leingi um tey fyrstu árini, kemur spurningurin um hví matvøruhandilin varð skift­ ur út við møblar. Og í teirri avgerð eigur Elsebeth ein týðandi leiklut. Tað var nevni liga hon, sum kom við hugskotinum til ein møbla­ handil. Lívið sum handilsmaður í Tórfinsgøtu gekk sína gongd, og Birgir fekk sær fleiri og fleiri royndir sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Tá hann var blivin eini 23 ára gamal, var greitt, at ætl­ anin var at byggja eina stóra sølumiðstøð á Trapputrøðni í Havn. Har skuldi m.a. vera stórur matvøruhandil, og tað setti nakrar tankar í Bankin helt Birgir vera Nøkur árstøl 1973 – Birgir Andreasen keypir matvøruhandilin í Tórsfinsgøtu. 1979 – Idé Møblar letur upp í leigaðum høli á Staravegnum. 1982 – Idé Møblar letur egnan bygning upp á Staravegi. 1988 – Idé Møblar flyta inn í stóra bygningin á Óðinshædd. 1990 – Idé Møblar fara á húsagang. 1991 – Idé Møblar leiga frá Jóhs. Berh á Hálsi. 1992 – Handilin flytir í hølir, leigað frá Timburhandlinum. 1995 – Keyptu grundøkið á Hálsi. 2000 – Idé Møblar flyta inn í nýggj hølir, bygt á egið grundøki á Hálsi. Tað eru í hesum døgum 30 ár síðani Elsebeth og Birgir Andreasen lótu upp Idé Møblar í Føroyum, men handilsævintýrið hjá Birgir byrjaði longu á heystið í 1973, tá hann sum 19 ára gamal læt upp matvøruhandil í Tórfinsgøtu Mynd: Jens Kristian Vang Íslendingar umhugsa gjald oyrasamstarv Íslendska Altingið skal nú taka støðu til, at íslendingar skulu taka upp samráðingar um at tengja íslendsku krónuna at onkrum øðrum gjaldoyra fyri at gera krónuna sterkari. Tingmaðurin Jón Magnússon hyevur lagt eitt uppskot fyri Altingið, har hann mælir tinglimunum til at taka undir við, at íslendska stjórnin skal tingast við norsku stjórnina um gjaldoyrasamstarv. Ein annar møguleiki er at tingast við ES um at tengja krónuna at evruni. Russar framleiða minni Russiska ídnaðarframleiðslan í januar var heili 16 prosent minni enn í januar í fjør. Tað vísa tøl hjá russisku hagstovuni. Tey vísa eisini, at samanborið við desember minkaði ídnaðarframleiðslan enn meiri ella 20 prosent í síðsta mánað. Russland hevur stórar trupulleikar av altjóða fíggjarkreppuni, suim millum annað hevur havt við sær, at virðið á russiska rublinum er minkað 35 prosent í mun til tey mest vanligu útlendsku gjaldoyruni. Russiskir búskaparfrøðingar ávara samstundis um stórt hall í almenna húsarhaldinum.