Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 17. februar 2009 21 vinnan gongd. - Tað hevði gingið væl tey fyrstu árini við handlin- um, og tað var heldur ikki so, at tað var farið at ganga illa, men vit mettu, at tíðin var búgvin til at fara víðari, minnist Birgir. Valið “møblar” var heldur ikki so torført, tí eftir at Else beth og Birgir vóru bliv in gift á sumri í 1978, skuldu tey keypa sær inn- búgv til heim sítt. Farið var út í býin at leita, men úr val- ið svaraði als ikki til ynskini hjá teimum nýgiftu. - Elsebeth hevði longu tá stóran áhuga í møblum, og kanska serliga nýggjum møbl um, og tað, sum vit kundu keypa í Føroyum, var ikki akkurát tað, sum høvdu ynskt okkum, minn- ist Birgir. Úrslitið var, at Elsebeth og Birgir settu seg í sam- band við leiðsluna í Idé Møblum í Danmark, og restin er, sum mann sigur, “søga”. Kundu sitið og talt rentur Í 1979 – fyri júst 30 árum síðani – lat so fyrsti Idé Møbla handil upp í Føroy- um. Alt gekk væl, inntil tann lagnudag í 1990, tá lykilin bleiv snaraður. Idé Møblar fór á húsagang, sum ein av teimum fyrstu mongu fyritøkunum, ið lótu lív í kreppuárunum fyrst í 90-árunum. Síðani hava hjúnini strítt seg upp á føroyska møbla- tindin aftur, og tað hevur gingið bæði væl og skjótt. Longu árið eftir – í 1991 – var klárt at fara undir at selja møblar frá Idé aftur í Føroyum, og í 2000 lótu hjún ini upp núverandi handilin á Hálsi. Elsebeth og Birgir eru bara fyrst í fimtiárunum, sjálvt um tey kunnu hátíðar- halda 30 ára dagin fyri møblasølu síni, og tað var júst ein spurningur um ald- ur, sum gjørdi seg galdandi, tá eitt risastórt íløgufelag keypti ein stóran part av Idé Møbla-handlunum í danska ríkinum herfyri. Tey, sum seldu handlar sínar, vunnu nógvar tíggjutals milliónir, men tað vóru eisini eigarar, sum valdu ikki at selja – harímillum Elsebeth og Birgir Andreasen. Hví tað? - Tað hevði verið ein góð- ur handil, og vit høvdu eisini fingið somikið væl burturúr, at vit ongantíð høvdu skula hugsað um nakað fíggjarligt aftur rest- ina av lívinum, men hvat so......,spyr Birgir og svarar sjálvur: - So hevði lívið blivið øðrvísi, og vit høvdu mist ein stóran part av okkara ger andisdegi, einum ger- and is degi, sum vit fram- vegis brenna fyri og dáma. Hjúnini Andreasen valdu kortini at selja sín lutfalsliga part í Idé Møbla-ketuni, men tey valdu – eins og níggju aðrir eigarar – at varðveita handil sín. Í dag hava Idé Møblar í Føroyum eina avtalu við handilsketuna Idé Møblar um felags inn- keypt o.a. Sjey feit og sjey rak ár Men hvussu verður so fram tíðin hjá Idé Møblum? Bæði Elsebeth og Birgir vita, at tey komandi árini verða ikki so góð, sum tey fyrstu árini av 2000. - Vit eru takksom fyri, at “timingin” fyri nýggja hand il okkara, sum lat upp í 2000, var so góð, sum hon var, tí vit høvdu jú upplivað at koma illa fyri av nýggjum bygningi og kreppu í 90. Næstu árini vænta vit ikki verða líka góð, sum hesi seinastu sjey-átta, men vit eru í dag í einari heilt aðrari støðu reint fíggjarliga, sigur Birgir. Eigararnir av Idé Møblum valdu altso handilin, og tað eru tað eisini nógv onnur, sum hava gjørt. Møbla- hand ilin hjá Elsebeth og Birg ir hevur seinnu árini verið so vælumtóktur mill- um kundar sínar, at regl ur- nar fyri kappingini “Ársins handil”, sum Vikublaðið skipaði fyri, máttu broytast, tí Idé Møblar bleiv við at vinna. Reglurnar fyri hand- ilin verða tó ikki broyttar, siga Elsebeth og Birgir: Vit fara framhaldandi at gera okkara besta, og so leingi vit brenna fyri tí, sum vit gera, so tykist tað, sum um, at bæði starvsfólkini hjá okkum og kundarnir eis ini hava tað gott í handl- inum, siga tey. ov ungan Stutt um Elsebeth Andreasen Fødd í 1955. Gift við Birgir Andrea­ sen, sum hon eigur tvær døtur – Joan og Beintu –við. Ættað av Eiði, búsitandi í Havn. Dóttir Olbanu og Hans Jacob Eiðisgarð. Arbeiddi m.a. á bommvirkinum hjá Frantz Restorff, Radio­El og Posthúsinum, áðrenn hon saman við manninum í 1979 stovnaði Idé Møblar í Føroyum, har hon í dag er stjóri. Stutt um Birgir Andreasen Føddur í 1954. Giftur við Elsebeth, sum hann eigur tvær døtur – Joan og Beintu –við. Ættaður av Oyrarbakka. Sonur Annu og Joen Peter Andreasen. Lærlingur frá amboðsdeildini hjá Thomas Dam í N. Finsensgøtu, men síðani 1973 (bert 19 ára gamal) sjálvstøðugur vinnurekandi – serliga kendur millum manna, sum fyrsti stjórin hjá Idé Møblum. Miðsíðurnar í sangheftinum til silvurbrúdleypið hjá Elsebeth og Birgir Andreasen bera boð um, at Idé Møbla handlarnir hava fylt nógv í lívi teirra, og gera tað enn Mynd: Leif Láadal Íslendingar fiskaðu minni Íslendsk fiskifør fiskaðu minni í januar í ár enn í sama mánaði í fjør. Hagstovan í Reykjavík sigur, at íslendingar fiskaðu 70.852 tons í síðsta mánaði ímóti 76.891 tonsum í januar í 2008. Toskaveiðan vaks góð 6.000 tons og kongafiskaveiðan umleið 1.500 tons. Harafturímóti komu 1.650 tons minni av hýsu upp á land, og upsaveiðan minkaði eisini eitt sindur. Av uppisjóvarfiski veiddu skipini næstan 36.000 tons, sum var smá 14.000 tons minni enn í januar í 2008. Tað var serliga lodnan, sum sveik, men veiðan eftir svartkjafti og lakssild vaks. Ivast í elbilum Herfyri boðaðu danska fyritøkan Dong Energy og amerikanska fyritøkan Better Places frá, at tær arbeiða við einari stórari verkætlan um at seta fleiri hundrað skiftistøðir fram við teimum donsku vegunum, so tað skal verða lættari hjá fólki at brúka bilar, ið koyra við elorku. Men serfrøðingar ivast í, at tað fer at eydnast at fáa danir at skifta frá bensini og diesel til el, og sambært blaðnum Ingeniøren kann tað henda, at íløgan er burturspilt. Sambært Dong Energy og Better Place er verkætlanin mett til 700 milliónir krónur.