Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vinnan Nr. 33 - 17. februar 2009 22 wVit hava frætt frá okkara manni í Grønlandi. Í løtuni gongst ikki so væl. Kári greiðir frá dag fyri dag 2. februar Í dag er stilli og 7-9 kuldastig. Qaqqatsiaq kom inn at landa í morgun. Vit høvdu fingið at vita, at teir komu ikki inn higar vegna lítið fiskarí. Men teir rendu seg í nakað av góðum rækjum og komu inn higar í morgun við gott 400 tonsum. Steffen C kom til Nuuk at landa í morgun. 3. februar Polar Nanoq kom til Nuuk at landa í morgun og skifta yvirmenn. 4. februar Lómur kom inn at landa í morgun. Teir hava gott 100 tons inni. Ein óførur mánaði hjá Lómi. Teir hava fiskað fyri um 4,5 mill, síðan fyrst í januar. Teir skiftu yvirmenn nú teir vóru inni. Polar Qaassiut kom inn við maskinskaða. Teir eru beint komnir av skipasmiðju í Danmark. Maskinan hevur verð øll sundur og ligið á dúrkinum har umborð, og so hendir hetta. Turbo er farin og okkurt toppstykki og onkrar fóðringar eru farnar. Eg tosaði við skiparin í dag. Hann segði, at hósdagin ella fríggjadagin í komandi vikuni skuldu teir nokk vera leysir aftur. Tað eru komnir montørar úr Danmark. Teir høvdu eitt toppstykki upp við, og tað koma montørar aftur í morgin. Eg skrivaði síðst, at Polar Qaassiut kundi royna í kassanum út fyri Kangatsiaq. Tað kunnu teir, men kortini ikki fyrr enn seinni á árinum. Polar Aassik kastaði í dag. Teir skulla landa leygardagin í Aassiat. 5. februar Akamalik er inni í Nuuk og landar. Teir hava gott 400 tons inni. 6. februar Polar Aassik hevði fingið uppí longu á middegi í dag, so nú liggja teir bert og damla til leygarmorgunin, táið teir skulla landa. 8. februar Natarnaq kom inn at landa i morgun. Har var alt fult hjá teimum. Sum eg skilti, so høvdu teir verið viða og endaðu heilt har suðuri. Teir høvdu eitt gott samdøgur at sigla til Sisimiut at landa. 9. februar Polar Nagtoralik er í Nuuk og landar og skiftir manning. Markus er á veg til Eysturgrønlands at royna. Teir skulla til Akureyri i dokk. Sum nú skilst er tað útsett til 3. mars, so teir vildu royna eystanfyri á veg til Íslands. Eystanfyri royna fyri tíðina Remøy Viking, Artic Viking og Ocean Tiger. Fiskaríið er vist hampiligt beint nú. Nakrir av bátunum liggja her útfyri og royna. Tað verður sagt, at vera vánaligt fiskarí. 12. februar Í dag er stilli og – 2 stig. Polar Qaasiut loysti í kvøld aftaná umvælingina av maskinuni. Teir hava ligið í 9 dagar og umvælt brekið. 14. februar Í dag er stilli og – 5-10 stig. Lómur landar í dag í Illulisat. Teir hava gott 100 tons inni. Annars eru bátarnir spreiddir um alt havið, og tað ljóðar frá ringum fiskiskapi. Steffen C liggur uppi í kassanum út fyri Kangatsiaq. Har er nokk at fáa hjá teimum. Polar Amaroq kom inn her í morgun við einum løstaðum manni, men hann gekk sjálvur í land. Teir lógu her í Holsteinsborgdýpinum. Fiskaríið var onki at tosa um. Polar Qaasiut er eisini har úti. Virkir verða afturlatin Nú er onki annað í pressuni, enn at Royal Greenland letur virkir aftur. Tað síðsta lat aftur í dag í Napasoq. Trý eru stongd norðuri í Kangatsiaqøkinum, tí tað lønar seg ikki at hava tey opin við tí prísi, sum nú er fyri torsk. Hann er gott 4 kr pr. kg fyri línu- og snellufisk, og fyri garna- og trolfisk er prísurin gott 3 kr. Menn stúra fyri bygdalívinum. Rognatíðin fyri rognkelsi nærkast. Nú koma menn at noyðast langan veg at avreiða rognini. Her í okkara kommununi hevur ein fyritøka keypt tvey virkir frá landinum. Annað virkið er í Iterleq, sum nógvir føroyingar kenna. Tann bygdin liggur gott 40 fjórðingar frá Sisimiut. Hitt er virkið inni í Sarfanguaq, sum liggur eitt sindur stytri frá okkum. Sum skilst hava hesi bæði virkini koyrt gott. Teir hava fingið væl av toski i vetur. Flestu fiskimenn royna við gørnum, sum skuldi verið forboðið við lóg. Landið hevur givið minkandi tilskot til virkini. Har má okkurt liggja aftanfyri. Teir eru nokk úti eftir at avfólka tær bygdir, sum geva líti og onki av sær, men teir tora ikki at siga tað alment. Grønlandstíðindi Kári við Stein Fiskavirkir verða stong og minni at fáa Meta makrel og lakssild Íslendska havrannsóknarstovan hevur gjørt av at gera eina meting av, hvussu stórur makrelstovnurin í íslendskum sjógvi er, og harafturat verður umhugsað at gera eina stovnsmeting av lakssildini, sum skip hava fingið væl av í vetur. Stjórin á havrannsóknarstovuni, Jóhann Sigurjónsson, sigur við fjølmiðlarnar, at ætlanin er at gera heldur fleiri kanningar í ár enn í fjør. Umframt stovnsmetingar skulu havrannsópknarskipini gera jarðfrøðiligar kanningar á Drekaleiðini, har hildið verður, at olja kann vera í undirgrundini. Styðjar spanska bilídnaðin Í Spania arbeiðir stjórnin við einari ætlan um at brúka góðar fýra milliardir evrur til at hjálpa landsins bilídnaði við. Endamálið við stuðlinum er at gera bilídnaðin betur føran fyri at kappast við bilídnaðin í øðrum londum, men stuðulin skal eisini brúkast til at eggja ídnaðinum til at gera bilar, ið kunnu brúka varandi orku. Umleið 35.000 fólk arbeiða í spanska bilídnaðinum, og umleið 20 prosent av spanska útflutninginum stavar frá bilídnaðinum. Spania er eins og flestu onnur lond rakt av fíggjarkreppuni, og arbeiðsloysið er nú næstan 14 prosent. Teir smærru roynast eisini. Hesin kom inn nú um daganar fullur av rækjum