Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 33 - 17. februar 2009 Lagið ’Tell Me Now” hjá føroysku FAROE5, hevur í heilar fimm vikur verið spælt fleiri ferðir dagliga á het- lendsku útvarpsrásini SIBC. Tað er bretski útvarps­ maðurin Ian Anderson, sum hevur tikið lagið hjá FAROE5 til sín. Ian Anderson hevur í mong ár starvast í London hjá millum annað BBC, og hann metir at FAROE5, ”with some tweaking”, hava góðar møguleikar fyri at sláa ígjøgnum í Stórabretlandi. Hesa vikuna er FAROE5­lagið í A­umfarið, sum merkir at tað verður spælt fimm ferðir um dagin – hvønn dag. Hetlendingar, sum hoyra útvarp, kenna sostatt flestallir lagið hjá føroysku gentunum. ”Tell Me Now” fór fyrst í B­umfar, og varð tá spælt tríggjar ferðir dagliga. Men aftaná tvær vikur í B­umfarið, fór lagið upp í A­ umfar. Genturnar í FAROE5 frøast um framgongdina, og jaligu metingina frá roynda útvarpsmanninum. Eyðfinn Jensen, talsmaður hjá Faroe5 sigur soleiðis um støðuna. ­Av tí at Hetland – hóast lítil ­ er ein partur av Stórabretlandi, er tað ein stórur heiður fyri FAROE5 at sláa ígjøgnum har, tí tað er eitt enskt talandi land, og tað hevur sjálvsagt stóran týdning, sigur hann. FAROE5 kvinnurnar eru eisini sera fegnar um framgongdina, og siga tær soleiðis um støðuna. ­Bretland er jú Girl Group land nummar eitt, sigur Vígdis úr FAROE5. ­ Ikki minst í Bretlandi er nýggja gentubólka­bylgjan stór í løtuni. Bólkar sum Sugababes, Girls Aloud og The Saturdays hava verið ímillum mest seljandi bólkarnar seinasta árið. Tí er tað stuttligt og spennandi, at fólk úr júst hesum landinum dáma okkara tónleik”, heldur Asta áfram. ”Tell Me Now” er eisini væl dámt í Føroyum, og lagið hevur verið nummar eitt á 15 Teimum Bestu í heilar nýggju vikur. Lagið kann hoyrast á myspace síðuni hjá FAROE5 www. myspace.com/faroe5 2->;1! _XrM }SVªSZaY } 4Q`XMZPU Vit sóknast eftir einum røskum og dugnaligum formanni ella forkvinnu til hagreiðingarvirkið okkara á bryggjuni í Kollafirði. Á virkinum slakta og hagreiða vit aldan laks og síl. Formaður/–kvinna til Vestsalmon Vit leggja dent á, at tú ert sjálvstøðug/ur og røkin og megnar at syrgja fyri, at arbeiðið koyrir sambært settum krøvum. Tú skalt duga at taka røttu avgerðirnar, eisini tá ið harðast leikar á. Tú skalt vera við til at tryggja, at fiskurin verður rætt handfarin frá móttøku til avskiping, soleiðis at best møgulig úrtøka fæst burturúr – bæði fyri virkið og kundan. Utbúgving og royndir Vit síggja fyri okkum, at tú hevur eina relevanta útbúgving innan fiskaframleiðslu og tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá líknandi arbeiði. Arbeiðið verður í stóran mun stýrt við teldu, og tí er tað eitt krav, at tú hevur góðan telduførleika. Tíð og setanarviðurskifti Talan er um fulltíðarstarv. Arbeitt verður í skiftivaktum, og tú kemur at standa við dagligu ábyrgdini av einu vaktini, ið arbeiðir feskan alifisk. Skift verður millum dag- og kvøldvakt. Løn sambært avtalu. Umsóknin Umsóknir til starvið, við avriti av prógvum, starvsroyndum og møguligum viðmælum, skulu verða okkum í hendi so skjótt sum gjørligt, og ikki seinni enn mánadagin 2. mars 2009. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Andrias Petersen, virkisleiðara, á telefon 477000 ella á andrias@vestlax.fo. Vit gleða okkum at hoyra frá tær. P/F Vestsalmon Postbox 82 FO-410 Kollafjørður Faroe Islands Tel +298 477 000 Fax +298 477 001 vestlax@vestlax.fo www.vestsalmon.com jXej`i%]f