týsdagur 17. februar 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 17. februar 2009
27
Bogaskjótikapping
fyri ung var leygar
dagin. Tað vísti
seg, at oddarnir á
pílunum hjá Oddi
Andreassen raktu
skivuna best
Bogaskjóting
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Seinasta vanliga boga
skjótikappingin
fyri
ung var á Skipasmiðjuni
í Havn í dag. Bert sjey
luttakarar vóru við í
kappingini, men støðið
á ovaru helvtini var
hægri, enn tað hevur
verið í ungdómsskjóting
í recurve í fleiri ár.
Talan var um kapping
á 15 metrum. Ungdóm
ur skýtur bæði 12 og 15
metrar.
Oddmar
Nielsen,
Sirið Rein og Odd
Andreassen vóru inn
leiðandi øll omanfyri
500 stig av 600 møgu
ligum.
Í
hálvfinalunum
gjørdi Sirið Rein bart,
og
sendi
Oddmar
Nielsen so barlangan í
bronsufinaluna, meðan
hon sjálv fór í finaluna.
Hon vann við heili sjey
stigum, sum er nógv, tá
bert 12 pílar verða
skotnir.
Í hinari hálvfinaluni
skutu Odd og Bjarni.
Her vann Odd við 10
stigum, hóast skjótingin
hjá Oddi var langt
niðanfyri
tað,
hann
eigur at skjóta.
Í
bronsudystinum
bleiv
tað
ongantíð
veruliga spennandi, tí
Bjarni, sum annar hevði
skotið væl, fór eitt
sindur niður og fekk
bert 79 stig av 120
møguligum.
Oddmar
fekk 102.
Í finaluni hittust Sirið
Rein og Odd Andreas
sen. Sirið royndi tað
hon kundi, men odd
arnir hjá Oddi sótu bara
betri.
Endin varð, at Odd
vann við 107 stigum
ímóti 100 hjá Sirið.
14 ára gamli Odd
Andreasen var raskur
til vaksnamanna
kappingina sunnu
dagin. Millum annað
vann hann á Absaloni
Hansen, sum er
fleirfaldur føroya
meistari í nógvum
ítróttargreinum
Bogaskjóting
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Leygardagin
vann
Odd
Andresen kappingina fyri
tey ungu. Fyrr í vikuni varð
avgjørt, at hann og Oddmar
Nielsen skuldu royna at
skjóta saman við teimum
vaksnu.
Hetta var ikki nakað Odd
Andreasen nakrantíð angr
aði. Innleiðandi lá Odd á
einum sjeynda plássi við
494 stigum, og hetta er ikki
at kimsa at.
Tó gjørdist tað alsamt
meiri spennandi hjá 14 ára
gamla dronginum.
Í fyrsta finaludystinum
skeyt Odd ímoti Fríða
Andreassen. Odd lá framm
anfyri innleiðandi, og var tí
ein lítil favorittur til dystin.
Henda leiklut livdi hann
eisini upp til, og vann við
heili 19 stigum.
Odd og Absalon
Síðani skuldi Odd Andreasen
møta Absalon Hansen, sum
hevur verið Føroyameistari í
nógvum
ítróttargreinum,
umframt, at hann eigur
metið á 18 metrum í
bogaskjóting,
sum
var
longdin sunnudagin.
Við
javnari
skjóting
megnaði Odd at skjóta 101
stig. Hetta plagar ikki at
vera nakar trupulleiki hjá
Absalon
Hansen,
men
sunnudagin var okkurt, sum
ikki vildi sum Absalon, og
tá liðugt var, høvdu teir
báðir 101 stig.
Síðani skuldi umskjóting
til.
Her verður fyrst ein pílur
skotin. Fær annar meiri stig
enn hin, so er liðugt, men
verður javnt, so verður
hildið fram einaferð enn.
Um tríggir pílar skulu til,
so vinnur tann, ið hevur
pílin tættast miðjuni.
Í
umskjótingini
vóru
báðir rættiliga trýstir. Við
fyrsta pílinum fingu báðir
átta stig.
Við næsta pílinum gjørdi
Odd skjótt av, men aftur
hesaferð fekk hann átta
stig. Nú skuldi borið til hjá
Absaloni at vunnið, men
hann gjørdi sum Odd og
fekk sama stigatal.
Nú skuldi seinasti pílurin
skjótast. Odd ger skjótt av.
Lyftir bogan og sleppur.
Níggju.
Hetta setir trýst á Absalon,
sum fleiri ferðir avgerð, at
taka bogan niður. Tá hann
einaferð sleppur, fer pílurin
aftur í áttaran.
Sostatt varð Odd Andrea
sen klárur til hálvfinaluna.
Tapti rest
Í hálvfinaluni møtti hann
Anniku Vang. Her gjørdist
Odd minni maðurin. Tað
var sum luftin var farin úr
ballónini, tí nú fekk hann
bert 80 stig og tapti við 18
stigum.
Síðani
kom
bronsu
dysturin. Her møtti Odd
Eiriki í Jákupsstovu. Eirikur
hevur vant Odd eitt sindur
um skjóting í vetur, so Odd
var grammur at vinna.
Nú megnaði drongurin at
skjóta betur og fekk 99 stig.
Hetta var tó ongantíð nógv
mikið, tá Eirikur fekk 102
stig.
Hóast tað ikki gekk so
væl hjá Odd, tá hann kom
til hálvfinalurnar, so var
lítli 14 ára gamli drongurin
sera
væl
nøgdur
við
kappingina.
Odd tók øll á bóli
Í recurvebólkinum í
bogaskjótikappingini á Eiði,
vann Hans Petur Højgaard
Bogaskjóting
Eyðun Klakstein
Eydun@sosialurin.fo
Heili 12 skjúttar luttóku í recurve
kappingini. Hetta kom fyrst og
fremst av, at nakrir ungdómsskjúttar
hava tikið stigið at skjóta saman
við teimum vaksnu.
Innleiðandi skjótingin var ikki so
góð, hóast nógvir av ungu skjútt
unum høvdu persónlig met.
Í finalunum gjørdist tó frægari,
og eldru skjúttarnir byrjaðu at raka
støðið.
Í
hálvfinaluni
skuldi
Odd
Andreasen skjóta ímóti Anniku
Vang. Hetta bleiv ein ov stórur biti
fyri 14 ára gamla drongin, og
Annika Vang vann við 18 stigum.
Í
hinari
hálvfinaluni
skutu
Eirikur í Jákupsstovu og Hans Petur
Højgaard. Her vann Hans Petur við
14 stigum.
Bronsudysturin var millum Eirik
í Jákupsstovu og Odd Andreasen.
Henda dyst vann Eirikur við 102
stigum ímóti teimum 99 hjá Odd.
Í finaluni skutu Annika Vang og
Hans Petur Højgaard. Henda dyst
vann Hans Petur
við einum stigið.
109 – 108 endaði
tað. Her er talan
um góða skjóting.
Jøvn recurvekapping
Hans Petur
Højgaard í
miðjuni var
greiður vinnari í
recurvekappingini.
Honum á baki
komu Annika Vang
t.v. og Eirikur í
Jákupsstovu t.h.
Hóast tað eitt sindur
síðani, at Jógvan Niclasen
hevur verið til kapping, so
megnaði hann at vinna í
compoundbólkinum
Bogaskjóting
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Compound skjúttarnir vóru 11 í
høllini á Eiði í dag. Støðið var
sum heild javnt.
Innleiðandi var øgiliga javnt frá
nummar 2 til nummar 7. Bara 11
stig vóru ímillum tann nummar
tvey og sjey. Hetta er ikki nógv, tá
møguleiki er at fáa 600 stig.
Síðani vóru finalurnar á skránni.
Her vóru nakrir javnir dystir. Og
serliga dystirnir hjá Rakul Dam
vóru javnir. Tó tapti hon við
einum stigið ímóti soni sínum,
Jógvani Niclasen í fjórðings
finaluni.
Í bronsudystinum skutu Sigrid
Vang og Albert Dam. Hendan
dystin vann Albert við einum
stigið.
Í sjálvari finaluni skutu Jógvan
Niclasen og 16 ára gamla talentið
Magnus Andreasen. Her vann
Jógvan við 115 stigum ímóti
teimum 110 hjá Magnusi.
Oddarnir
hjá Oddi
vóru bestir
Frá vinstru. Magnus Andreasen nr 2. Jógvan Niclasen nr 1. og Albert Dam nr 3
Jógvan Niclasen
aftur á toppinum
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Ungi Odd Andreasen
gjørdi veruliga um
seg um vikuskiftið, tá
hann vann kappingina
hjá teimum ungu og
bleiv nummar fýra hjá
teimum vaksnu