týsdagur 17. februar 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 33 - 17. februar 2009 ]
Marner Joensen og Maria
Hansen føroyameistarar í bridge
Um vikuskiftið var føroyameistarakapping í bridge fyri blandaði pør í
Bridgehúsinum í Havn. Talan gjørdist um eina spennandi kapping. Marner
Joensen og Maria V. Hansen vunnu kappingina við 30 stigum. Hetta vóru
bert fimm fleiri enn Anna Olsen og Heðin Mouritsen fingu. Aftur til triðja
parið var heldur longri. Henriette Svenstrup og Oddmar Nielsen fingu bara
seks stig. Kappingin var leygardagin
Veterankapping í bridge
Jens Pauli Nolsøe og Danny Danielsen kunnu nú kalla seg
føroyameistarar fyri veteranar í bridge. Henda heiður vunnu
teir sær sunnudagin, tá føroyameistararnir í bridge fyri
veteranar skuldi avgerast. Vinnararnir fingu 39 stig. Hetta
vóru nøkur fleiri, enn Johannes Skaarup og Marner Joensen
fingu. Teir fingu 25 stig. Hørð kapping var um annað
plássið, tí Atli Hansen og Jógvan Ranghamar fingu 23 stig,
og endaðu sostatt á øðrum pássi.
U20
Nr.
Navn
Land
Rating
Stig
1
IM Helgi Dam Ziska
Føroyar
2420
5
2
IM Erik Blomqvist
Svøríki
2435
5
3
Teemu Pudas
Finland
2176
4
4
Morten Storgaard
Danmark 2058
3½
5
Nicolai Getz
Norra
2190
3
6
Atli F. Kristjánsson
Ísland
2105
3
7
Sverrir Torgeirsson
Ísland
2094
3
8
Rasmus Petersen-Lund
Danmark 1758
2½
9
FM Drazen Dragizevic
Svøríki
2321
2½
10
Kristoffer Madland
Norra
1992
2½
11
Pekka Koykka
Finland
2176
2
12
Margar Berg
Føroyar
1625
0
U16
Nr.
Navn
Land
Rating
Stig
1
IM Nils Grandelius
Svøríki
2464
5½
2
Roope Kiuttu
Finland
2107
5
3
Hjörvar Grétarsson
Ísland
2279
4
4
Rógvi Egilstoft Nielsen
Føroyar
1894
3
5
Joachim B. Nilsen
Norra
1988
3
6
Henri Pohjala
Finland
2118
3
7
Patrekur M. Magnússon
Ísland
1902
2½
8
Mads Hansen
Danmark 2062
2½
9
Jon Kristian Haarr
Norra
2034
2½
10
Johan Hansson
Svøríki
1953
2
11
Mads Jensen
Danmark 1832
2
12
Hjalti Toftum Jógvansson
Føroyar
1832
1
U14
Nr.
Navn
Land
Rating
Stig
1
Philip Lindgren
Svøríki
2000
5
2
Mads Andersen
Danmark 2190
4½
3
Kristian Seegert
Danmark 2101
4
4
David Lange
Norra
1988
3½
5
Nikita Smirnov
Svøríki
1597
3½
6
Nökkvi Sverrisson
Ísland
1640
3
7
Jathavan Suntharalingam
Norra
1959
3
8
Dagur Andri Friðgeirsson
Ísland
1787
3
9
Erik Ronka
Finland
2040
2½
10
Aapo Sassi
Finland
1778
2
11
Pætur Poulsen
Føroyar
1238
1½
12
Einar Gregersen
Føroyar
1235
½
U12
Nr.
Navn
Land
Rating
Stig
1
Peter Flermoen
Norra
2006
5
2
Antti Uusitupa
Finland
1716
5
3
Friðrik T. Stefánsson
Ísland
1640
4
4
Daniel Ebeling
Finland
1795
3½
5
Mads-Holger Jacobsen
Danmark 1833
3½
6
Torgeir Kjøita
Norra
1367
2½
7
Martin Lokander
Svøríki
1643
2½
8
Tobias Juul Madsen
Danmark 1778
2½
9
Emil Sigurðarson
Ísland
1540
2½
10
Høgni Egilstoft Nielsen
Føroyar
1833
2½
11
Heðin Gregersen
Føroyar
1345
1½
12
Filip Johansson
Svøríki
1309
1
U10
Nr.
Navn
Land
Rating
Stig
1
Lars Oskar Hauge
Norra
1054
4½
2
Aryan Tari
Norra
1878
4½
3
Kunal Bhatnagar
Svøríki
1542
4½
4
Qiyu Zhou
Finland
1666
4½
5
Oliver Aron Jóhannesson
Ísland
-
3½
6
Jón Kristinn Torgeirsson
Ísland
-
3
7
Troels B. Andersen
Danmark 1119
3
8
Tór Kristian Joensen
Danmark 1218
3
9
David Nordin
Svøríki
1133
2½
10
Silas Eyðsteinsson
Føroyar
-
2
11
Julian Gregersen
Føroyar
1000
1
12
Janus Skaale
Føroyar
-
0
Formaðurin í Talv
sambandi Føroya,
Jógvan Joensen,
heldur tað hava sera
stóran týdning fyri
eitt so lítið land
sum Føroyar, at
vit hava ein ungan
undangongumann
í Helga Dam Ziska,
sum um vikuskiftið
fyri aðru ferð gjørd
ist norðurlend
skur meistari í
ungdómstalvi
TALV
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Í bæði norðurlendskum og
altjóða høpi eru Føroyar
ein lítil tjóð, men tá vit
tosa um talv, so eru
Føroyar ikki so lítlar
longur. Orsøkin til tað er
fyrst og fremst ein ungur
maður: Helgi Dam Ziska.
Tá hann leygardagin
fyri aðru ferð vann eina
kapping um norðurlendska
meistaraheitið í talvi, flutti
hann samstundis Føroyar
og føroyska telving fleiri
leikir fram á norðurlendska
talvborðinum, har hini nú
ikki longur kunnu taka
sum givið, at Føroyar
skulu vera »prügelknabe«.
– Vit hava sjálvandi
vitað, at Helgi er ein góður
og evnaríkur telvari, tí tað
hava úrslitini hjá honum
víst nú í fleiri ár. Men tað
er altso einastandandi væl
klárað, at hann nú eisini
hevur megnað at vunnið
okkum gull í tí elsta bólk-
inum í NM-kappingini,
staðfestir ein fegin for-
maður í Talvsambandi Før-
oya, Jógvan Joensen.
– Ikki minst er hetta sjálv-
andi ein persónligur varði
hjá Helga, tí teir bestu í
U20-bólkinum vóru nokk
so javnir. Eg hevði væntað,
at Helgi fór at standa seg
væl, men at hann skuldi
taka gullið, er bara heilt
fantastiskt – bæði fyri hann
sjálvan og fyri føroyska
telving sum heild.
Ein góð fyrimynd
Talvformaðurin vísir eisini
á, at hóast Helgi við sínum
18 árum enn telist millum
teir ungu telvararnar, so
hevur hann sera nógv at
siga fyri teir, sum eru
yngri enn hann, tí hann er
ein so góð fyrimynd fyri
teir í allar mátar.
– Tað, at teir yngru hava
ein sum Helga at síggja
upp til, hevur sera nógv at
siga fyri ungdómstelv-
ingina, og hetta er eisini
nakað, fleiri av hinum
norðurlondunum misunna
okkum, tí tey ikki í sama
mun hava nakran, sum
kann lyfta hini upp við
sær, sigur hann.
– Svenskararnir hava
sjálvandi Nils Grandelius,
ið vann U16-bólkin sera
sannførandi, men har er
líkasum eingin annar. Og
ein so sterk talvtjóð sum
Ísland eigur í løtuni ongan,
sum kann hava sama týdn-
ing fyri teirra ungdóms-
arbeiði, sum Helgi hevur
tað fyri okkara. Tað sama
er galdandi fyri hini norður-
londini, so vit kunnu bara
fegnast um, at vit eiga
henda fyrimunin.
Jógvan Joensen væntar,
at góða úrslitið hesa ferð
kann hava við sær, at
áhugin fyri talvi millum
tey ungu fer at økjast enn
meira, og hann sigur seg
vera sannførandan um, at
avleiðingarnar av sigrinum
hjá Helga hesa ferð fara at
síggjast aftur í komandi
avrikum.
Hini skulu
nokk koma
Umframt avrikið hjá Helga
Dam Ziska, so hevði eisini
ein
annar
av
yngru
føroysku telvarunum eitt
sera gott úrslit í kappingini.
Tað var Rógvi Egilstoft
Nielsen úr Sandavági, sum
gjørdist nummar fýra í
næstelsta bólkinum, U16.
– Rógvi hevði eisini eina
øgiliga góða kapping, og
úrslitið hjá honum er eisini
sera gott. Samanumtikið
haldi eg tað vera nokk so
stuttligt at síggja, at tað eru
í teimum báðum elstu
bólkunum, at vit fáa tey
bestu úrslitini hesa ferð,
sigur Jógvan Joensen.
– Gamaní komu kanska
ikki so øgiliga nógv stig
hjá teimum yngru, men
har var nógv nýtt fólk við
hesa ferð, og nú hava tey
so roynt hesa kappingina
og
kunnu
brúka
tær
royndirnar næstu ferð. Vit
vita, at tey hava dygdir,
sum eisini í komandi árum
kunnu geva okkum góð
úrslit í norðurlendskum
høpi, og vit skulu bara
geva teimum ta tíðina, ið
skal til.
Til stuttleikar kann nevn-
ast, at tá Føroyar fyrstu
ferð vóru vertir fyri kapp-
ingini um norðurlendsku
meistaraheitini í 2003, var
ein av yngstu føroysku
telvarunum Helgi Dam
Ziska. Og ta ferðina vann
hann einki…
Helgi gull verdur
sum fyrimynd
Tríggir fegnir menn avmyndaðir í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Frá vinstru eru
teir formaðurin í Talvsambandi Føroya, Jógvan Joensen, norðurlendski meistarin í U20-
bólkinum, Helgi Dam Ziska, og dómarin í kappingini, Finnbjørn Vang
Mynd: Talvsamband Føroya
NM-kappingin –
endaliga støðan