Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mars 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 46 - 7. mars 2000 Heimsins besta neytakjøt • Onki kraftfóður • Onki antibiotika • Ongin hormonviðgerð • Ongantíð staðfest neytaøði Angus úr New Zealandi: Angus neytini í New Zealandi ganga úti alt árið. Kanningar hava víst, at hetta neytakjøtið er sera ríkt í proteinum. Somuleiðis er innihaldið av fiti í kjøtinum lágt og harvið gott hjá fólki, ið hava lyndi til ov nógv kolesterol. Feska kjøtið kemur beinleiðis úr New Zealandi og hevur ikki verið fryst. Hetta er nakað av tí, ið ger new zealendskt neytakjøt til heimsins besta. New zealendska kjøtið fæst bert í Miklagarði og Bónus og er merkt Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Skattalættin til millióningar FYRI umleið 2 árum síðani sá ein nýggj samgonga dagsins ljós. Umframt tey so væl kendu fullveldismálini var mangt áhugavert niðurfelt í samgonguskjalið. M.a. skuldi skattatrýstið linkast. Men síðani hevur lítið og einki verið at hoyrt um hetta frá landsstýrinum. HERFYRI legði Javnaðarflokkurin fram uppskot um at hækka aldursmarkið fyri barnafrádráttin í skattinum, úr 16 uppí 18 ár, við atliti til myndugheitsaldur barnanna og forsyrgjaraskyldu foreldranna. Hetta sera rímuliga uppskot tóku tingmenn væl undir við. Men eitt slíkt uppskot, ið viðkemur barnafamiljum átti skattamála- ráðharrin at komið við. KARSTEN HANSEN lovaði, tá hann fór í Tinganes, at hann skuldi sita fast á kassanum. Men samgonguskjalið sigur, at skattalætti skal veitast, og herfyri reisti skatta- málaráðharrin seg av kassanum og eitt uppskot um skattalætta varð lagt fyri tingið. Uppskotið var: Parta- felagsskatturin úr 27% niður í 20%!! Eingin lætti til vanliga løntakaran og Palleba. ENDAMÁLIÐ við lækking í partafelagsskattinum sigst ver akonsolidering av vinnulívinum og ein roynd at draga útlendskan kapital til Føroya. Men fíggjarmálastýrið hevur kanska ikki hugsa um, at tað ber ikki til at lóggeva fyri konsolidering. Ein aðalfundur, ið er hægsti mynd- ugleiki í einum partafelag, kann játta sær sjálvum (partaeigarum) »konsolideringina« út sum vinningsbýti beinleiðis í egnan lumma. So er einki uppspart í felagn- um, og við galdandi vinningsbýtisskatti (35%) so verður samlaði skatturin, (partafelagsskattur + vinningsbýtis- skattur) 48%. Hetta er munandi lægri enn tað marg- inalskattatrýst, ið flestu føroyskir løntakarar liva undir. LØNTAKARAR í t.d. Vestmanna, Miðvági, Sandi, Tvør- oyri, Vági og Skopun, og sum vinna meira enn 140.000 krónur, liva við einum marginalskattatrýsti (tvs. skatturin av seinastu fortjentu krónuni) uppá 62,25%. Tvs. fyri at ráða yvir 1 krónu meira skulu teir forvinna nærum 3 kr. Hesi fólk fáa einki frá skattamálaráðharranum, men ir millióningar, ið hava sína ogn í partabrøvum, fáa nú eina óvanliga føstulávintsgávu frá landsstýrinum. Vinnu- avkastið hjá partaeigarum verður nú skattað við eini 10–15% lægri enn hjá tí, ið skal stríðast fyri sína inntøku. Men tey, ið sleppa frá at stríðast fyri inntøkuna – parta- eigaraavkast, rinda væl minni í skatt av sínum av kasti. Politikkur landsstýrisins er púra greiður: Tey ríku skulu gerast ríkari, og løntakarin skal bløða. TJÓÐVELDISFLOKKURIN situr á skattamálum. Í stevn- uskrá floksins vil flokkurin gera seg til verja teirra minnu mentu. Men ein meira ultra borgarligan skattapolitikk hava vit ongantíð áður sæð her á landi, heldur iki tá fólkaflokkurin sat á fíggjarmálum. Tjóðveldisflokkurin er óivað farin at kenna so mikið til í øllum fullveld- isrúsinum, at alt ideologiskt vit og skil er farið, og hann hevur heilt gloymt, hvat hann áður hevur sagt seg at staðið fyri. SJÁLVT Miðflokkurin, ið ongantíð hevur sagt seg at hoyrt heima vinstrumegin miðjuna, heldur seinasta útspælið vera ovboðið og rópar nú í eini yvirlýsing frá landsfundinum varskó um, at landsstýrið er farið at gjarða út til ríkifólk, samstundis sum landsstýrið fast- heldur tað harða skattatrýstið á løntakarar. SAMGONGAN lovaði skattalætta í samgonguskjalin- um. Nú vita vit, at hesin skattalætti bert var ætlaður teimum vælbjargaðu. Tá talan hevur verið um at veitt vanliga løntakaranum skattalætta hevur fíggjarmálaráð- harrin sagt, at búskapurin er ov heitur. Men tá lættast skal um skattin á kapitalíløgum er einki óført. At hetta eisini hitar búskapin kemur kanska ikki til hugs. Tað er sostatt bert skattatrýstið hjá vanliga løntakaranum, ið skal nýtast sum stýringsamboð í búskaparpolitikki lands- stýrisins. TJÓÐVELDISFLOKKURIN hevur áður átt nógvar velj- arar millum arbeiðandi fólkið. Tað kundi verið áhugavert at vita, hvat hesin veljarin sigur til, athann framhaldandi skal liva við tí høga skattatrýstinum frá búskaparkrepp- uni, fyri at landsstýrið kann fíggja skattalættan til rík- mannastættin í Føroyum. Næmingar á Húsarhaldsskúla Føroya 8. mars ár 2000 í Norðurlandahúsinum Aftur í ár verður 8. mars, Altjóða Kvinnudagurin, hildin í Norðurlanda-húsin- um, hesaferð við fyrilestr- um, sangi og tónleiki. Kvøldsetan byrjar kl. 19.30 í Klingruni, atgongu- merki á 50 kr. fáast við inn- gongdina. Skráin er henda: Tónleikur: Andrea Mor- tensen, klaver, Guðný Næs, violin. Felagssangur: Algóði guð mín faðir er. Kvinnan innan kirkjugátt: Inga Poulsen Dam. Gomul sálmaløg: Gun- hild V. Michelsen, Gunnvør Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara TH. HERLUF THOMSEN doyði og varð jarðaður. Tøkk til Elsu Funding, prest, klokkara, dekn, organ- ist, sangarar, berarar, gravarar og tykkum, ið hjálptu til í bygdarhúsinum. Tøkk fyri blómur, kransar, gávur og telefonsam- røður. Øllum tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað, takka vit hjartaliga. Familjunnar vegna Eileen Tøkk Poulsen, Hjørdis Reinert, Randi Hansen og Sanna W. í Brekkunum syngja. Eva skrivar til Guð: Mar- jun Bæk lesur. Tónleikur: Andrea Mor- tensen, klaver, Guðný Næs violin. Felagssangur: Gakk tú fram við góðum treyst. Aftaná verður høvi at diskutera við prestarnar ella bara sita í friði við einum drekkamuni og práta í kaffi- stovuni. Tað er kvinnufelagið í Havn, sum skipar fyri. Fríggjadagin 25. feb. endaði skeiðið á Húsarhaldsskúla Føroya. 21 næmingar hava gingið á einum 7 mðr. long- um skeiði. Aftast frá vinstru: Gunn- vør Joensen, Klaksvík, Singhild Wolles, Tórshavn, Maria Thorgeirsson, Klaks- vík, Súsanna Sundskarð, Klaksvík, Heidi Joensen, Klaksvík, Joan Poulsen, Vági, Signy Thorgeirsson, Tórshavn, Lív Østerø, Vági, Sonja Heinesen, Norðra- gøta. Standandi í miðjuni frá vinstru: Gunhild Arge, lær- ari, Lis Poulsen, stuðul, Jutta Hansen, lærari, Tórun Hansen, Tórshavn, Valborg Hammer, Klaksvík, Olevina Jacobsen, Klaksvík, Jonhild Henriksen, lærari, Lina Pet- ersen, Norðdepli, Vima Beck, Lobra, Anna Kari Muller, Tórshavn, Elisabeth Akursmørk, lærari, Jóhanna á Tjaldrafløtti, leiðari. Sitandi fremst frá vinstru: Ruth í Túni, Tórshavn, Katrin Berg Nielsen, Tórs- havn, Jórun Høgnesen, Norðoyri, Ingrid Nielsen, Argir, Noomi Dam Porkeri, Halla Poulsen, Fuglafjørð- ur. Í dag koma álitini JOHN JOHANNESSEN Uttanlandsnevndin hevur fund í dag klokkan hálvgum tíggju fyrrapartin, og hevur formaður nevndarinnar gjørt greitt, at hetta er sein- asti fundurin áðrenn álit verða latin landsstýrinum í fullveldismálinum. Tá álitini eru latin, verður nógv umrødda loyniliga uppritið til ríkisrættarligu samráðingarnar við donsku stjórnina eisini almanna- kunngjørt. Á middegi fríggjadagin gjørdi formaðurin í uttan- landsnevndini, Hergeir Nielsen, annars greitt, at uttanlandsnevndin fór at verða liðug at viðgera full- velismálið sama kvøld. Nevndin skuldi halda fund klokkan trý, har flokk- arnir skuldu leggja síni endaligu álit fram, og síðani skuldu hesi álit handast landsstýrinum. Men brádliga fingu lim- irnir í uttanlandsnevndini umvegis løgtingsskrivstov- una at vita, at fundurin í uttanlandsnevndini var út- settur til týsdagin. Hvør orsøkin til útsetan- ina var, visti eingin nakað um. Men niðurstøðan hjá uttanlandsnevndini í full- veldismálinum var nú útsett á øðrum sinni. Fyrra ferðin var fríggjadagin fyri einari viku síðani og seinna ferðin var seinasta fríggjadag.