týsdagur 7. mars 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 46 - 7. mars 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 46 - 7. mars 2000
Úr Løg-
tinginum
ÓLAVUR Í BEITI
– Eru nøkur fyribyrgjandi
tiltøk sett í verk, nú neytaøði
er staðfest í Danmark? Inn-
flyta vit neytakjøt úr Ong-
landi? Hevur tann føroyski
myndugleikin nakran ávís-
an politikk mótvegis lond-
um, ið nýta tað í viðmerk-
ingunum nevnda fóður?
Kann landsstýrismaður við
vissu siga, um fóður til før-
oysk neyt er vandaleyst?
Og at enda spyr Dan R.
Petersen, um tey tiltøk, ið
sett eru í verk ímóti ridlu-
skriða í Føroyum, eru nøkt-
andi?
Í viðmerkingunum til
spurningarnar, sigur Dan R.
Petersen, at gjøgnum øldir
vóru føroyingar sjálvfor-
sýnaðir við døgurðamati.
Seinasta mansaldur er hetta
broytt. Bústaðar- og lívs-
mynstrið ger, at døgurða-
matur í stóran mun er keypt
útlendskt kjøt.
– Í útlondum halda brúk-
arafeløg, starvsstovur, og
veterinermyndugleikar eitt
vakið eyga við tí manna-
føði, ið fæst til keyps. Her
heima røkir Heilsufrøðiliga
Starvsstovan hesa uppgávu
eftir førimuni og orku. M.a.
hevur starvsstovan forða
fyri sølu av salmonella-
fongdum høsnarungum og
øðrum flogfenaði.
Stavar frá fóðri
– Dagliga hoyra vit um
smittað sláturdýr og smitt-
aðar úrdráttir úr húsdýrum.
Ongland hevur seinastu ár-
ini verið rakt av neytaøði og
er av teirri orsøk boykottað
av fleiri londum.
– Í seinastu viku var ein
tilburður av neytaøði stað-
festur í Danmark, og fleiri
kunnu
væntast.
Norra,
Svøríki og partar av Balti-
kum hava longu sett tiltøk í
verk ímóti innflutningi úr
Danmark.
– Neytaøði stavar frá
fóðri, ið partvís er framleitt
úr avnotum av neyti, beina-
mjøli, heila, mønu, eygum
og øðrum, ið ikki verður
Norra, Svøríki og partar av
Baltikum sett tiltøk í verk
Kann landsstýrismaður við vissu siga, um fóður til føroysk neyt er vanda-
leyst? spyr Dan R. Petersen m.a. Finnboga Arge í fyrispurningi
nýtt til mannaføði. Av tí at
kjøt av sjúkum kríatúrum
kann føra ólekjandi, deyði-
liga sjúku við sær, verða
omanfyri settu spurningar
reistir, sigur Dan R. Peter-
sen.
ÓLAVUR Í BEITI
Signar á Brúnni, mentamál-
aráðharri,
hevur
vegna
landsstýrið lagt fram upp-
skot um Mentanargrunn
Løgtingsins, sum kemur at
hava sama stovnsfæ sum
stovnsfæið hjá Mentunar-
grunni Føroya Løgtings
sum varð stovnsettur 6. mai
1946 á føðingardegi Jóann-
esar Paturssonar.
Í viðmerkingunum til
uppskotið um grunnin, sigur
Signar á Brúnni, at í sam-
bandi við at arbeitt verður
í Undirvísingar- og Menta-
málastýrinum
við
eini
mentanarpolitiskari ætlan
fyri skapandi og útinnandi
list, ætlar landsstýrismað-
urin í mentamálum at skipa
Mentanargrunnin við lóg.
– Endamálið við ætlanini
er, at tað skal bera til at
gera eina virkisætlan fyri
skeiðið 2000-2005, har ásett
verður, hvørji øki eiga at
verða raðfest í tíðarskeið-
num. Ætlanin er at leggja
dent á skapandi og útinn-
andi list, at økja um møgu-
leikarnar, sum longu nú eru,
og at játta starvslønir. Tað
hevur víst seg, at skipanin
við starvslønum hevur havt
stóran týdning fyri eitt nú
yrkjarar og rithøvundar. Við
øktu møguleikunum verður
nú bøtt munandi um hesar
møguleikar, og verður við
hesum gingið einum sterk-
um ynski frá listafólkum á
møti.
Forløg fáa eisini
– Sambært lógaruppskoti-
num fær landsstýrismaðurin
í mentamálum heimild at
áseta nærri reglur fyri
grunnin. Ætlanin er, at
meira av játtanini skal fara
til skapandi og útinnandi
listafólk. Men tað er tó ikki
ætlanin at sleppa siðvenjuni
at játta pening til forløg, tó
so, at dentur verður lagdur
á at játta til útgávu av eitt
nú dygdargóðum handrit-
um, sum, nevndin metir,
eiga at verða givin út, men
sum kanska ikki koma at
bera seg fíggjarliga. Ment-
anargrunnurin skal fram-
vegis lata stuðul til ymiskar
verkætlanir, framførslur og
framsýningar.
– Meginreglan fyri umsit-
ingini av Mentanargrunni
Løgtingsins og játtanum úr
grunninum verður frameftir
tann sama, sum hevur verið
galdandi, síðan grunnurin
varð stovnaður, nevniliga, at
hóast nevndin verður vald
av politiskum myndugleika,
so hevur nevndin allan
myndugleikan at játta pen-
ing eftir umsókn og sam-
bært tí reglugerð, ið lands-
stýrismaðurin ger við støði
í lógini.
– Henda skipan, at polit-
iski myndugleikin als ikki
leggur seg út í málsviðgerð-
ina av umsóknum og av-
gerðir um játtan, er ein van-
lig galdandi meginregla í
Norðurlondum, tá talan er
um stuðul til mentanarlívið.
Ætlanin er at fylgja hesi
meginreglu við tí kunngerð,
ið kemur í sambandi við
lógina, sigur Signar á
brúnni m.a. í viðmerkingu-
num til uppskoti um nýggja
grunnin.
Skipar Mentanargrunnin við lóg
Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist,
tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir
101 ára gamal
afturvaldur
EIRIKUR LINDENSKOV
Fyrrverandi fólkatings-
limir hava eitt felag, teir
nevna
forhenværende
Folketingsmedlemmers
Forening - og teir hava
nú fingið eitt met í bók-
ina hjá Guinnes. Tann 4.
oktober 1998 kom felag-
ið í Guinnesmetbókina,
tí felagsins aktivi for-
maður, Erik Finnemann
Bruun, tann dagin fylti
100 ár. Hann varð tá
kosin »elsti fungerandi
felagsformaður í Dan-
mark«.
Og nú, tá hann er á veg
móti 102. føðingardegi
sínum, hevur felagið aft-
urvalt han til formann.
Finnemann Bruun var
konservativur fólkatings-
maður í truplastu tíðini
hjá fólkatinginum, frá
1943-45 - undir týsku
hersetingini. Tá var ikki
nógv virksemi í fólka-
tinginum, so í veruleika-
num hevur hann bara
virkað sum fólkatings-
maður í nakrar mánaðir.
Erik
Finnemann
Bruun, sum er hevur ann-
ars í mong harrans ár
starvast sum embætis-
maður í Fólkatinginum,
og hann hevur eisini ver-
ið í Føroyum. Hetta var
einaferð í 20‘unum, tá
hann var í Føroyum við
ferðalag hjá Stauningi,
forsætisráðharra.
Næstformaðurin í fel-
agnum hjá fyrrverandi
fólkatingslimum er ein
rættuligur ársungi í mun
til Finnemann. Tað er 71
ára gamla Tove Lindbo
Larsen, fyrrverandi ráð-
harri og fólkatingskvinna
fyri Javnaðarflokkin í
trimum skeiðum frá 1971
til 1998.
101 ára gamli Erik Finnemann Bruun er júst afturvaldur sum
formaður í felagnum hjá fyrrverandi fólkatingsmonnum. Hann
hevur sett met - og er kom í metbókina hjá Guinnes…
Framløgu-
fundur
JOHN JOHANNESSEN
Leygardagin
klokkan
hálvgum tvey seinnapart-
in varð serligur tingfund-
ur hildin við eittans málið
á dagsskránni.
Talan var um ein ting-
fund, har tey mongu mál-
ini, borin vórðu úr lands-
stýrinum til løgtingsskriv-
stovuna fyrr í vikuni,
vórðu løgd fyri tingið.
Mikudagin var nevniliga
seinasta freist hjá lands-
stýrinum at leggja upp-
skot fyri tingið.
Mikudagin var eisini
seinasta freist hjá and-
38 uppskot vórðu løgd fram á
serligum tingfundi leygardagin
støðuni at leggja uppskot
fyri tingið, tískil komu til-
samans eini 38 lógarupp-
skot inn á løgtingsskriv-
stovuna, áðrenn hon lat
aftur klokkan fýra.
Øll hesi uppskotini legi
tingformaðurin, Finnbogi
Ísakson, fyri tingið leyg-
ardagin, harafturat boðaði
hann eisini frá einum fyri-
spurningi frá Katrin Dahl
Jacobsen
til
Karsten
Hansen, landsstýrismann
í fíggjarmálum, um skatt-
ligu viðurskiftini hjá sjó-
monnum við útlendskum
skipum.
Stór frávera
JOHN JOHANNESSEN
Av tí, at einasta málið á
dagsskránni fyri ting-
fundin leygardagin var
framløga av tingmálum,
vóru tað nógvir tinglimir
og fleiri landsstýrisfólk,
ið ikki møttu til tingfund-
in.
Teir níggju løgtingslim-
irnir, Jógvan við Keldu úr
Fólkaflokkinum, Vilhelm
Johannesen úr Javnaðar-
flokkinum,
Jóannes
Eidesgaard úr Javnaðar-
flokkinum,
Flemming
Mikkelsen úr Sambands-
flokkinum, Jákup Sverri
Kass úr Sjálvstýrisflokk-
inum, Sámal Petur í
Grund úr Sjálvstýris-
flokkinum, Páll á Reyna-
túgvu úr Tjóðveldisflokk-
inum, Heini O. Heinesen
úr Tjóðveldisflokkinum
og Finnur Helmsdal úr
Tjóðveldisflokkinum
vóru ikki á fundi.
Seks
landsstýrisfólk
vóru ikki á fundi, og vóru
tey Høgni Hoydal, Karst-
en Hansen, Jørgen Nicl-
asen, Signar á Brúnni,
Finnbogi Arge og Helena
Dam á Neystabø.
Tingfundurin leygar-
dagin var ógvuliga stutt-
ur. Hann varð settur
klokkan 13.30 og slitin
klokkan 13.50.
Nógv mál
á skránni
JOHN JOHANNESSEN
Heili tólv mál eru á
skránni fyri tingfund
nummar 62 hesa tingset-
una, sum verður settur í
dag klokkan hálvgum
tvey.
Talan um fýra fyrstu
viðgerðir, tvær aðru við-
gerðir tvær atkvøðu-
greiðslur um fyrispurn-
ingar, tvey svar uppá fyri-
spurning og framløgu.
Fyrsta fyrsta viðgerðin
er av tingmáli nummar
61/1999, sum er uppskot
til løgtingslóg um endur-
gjald til kommunur í sam-
bandi við, at sjóvegis far-
leiðir hjá Strandfaraskip-
um Landsins verða lagdar
niður.
Onnur fyrsta viðgerðin
er av tingmáli nummar
53-6/1999, sum er grann-
skoðan av almenna rokn-
skapinum hjá Føroya
Jarðargrunni fyri fíggjar-
árið 1998.
Triðja fyrtsa viðgerðin
er av tingmáli nummar
58/1999, sum er uppskot
til løgtingslóg um broyt-
ing í løgtingslóg um við-
bót til ávísar pensjónistar
v.fl.
Seinasta fyrsta viðgerð-
in er av tingmáli nr. 59/
1999, sum er uppskot til
løgtingslóg um broyting
í løgtingslóg um áseting
og javning av almanna-
veitingum.
Veldugir land mundu væla:
Farnir undir
várróðurin
Enn sum áður er Norðhavið álitið hjá útróðrarmonnu-
num. Teir koma langvegis at tryggja sær part av várróðr-
inum norðanfyri
EDVARD JOENSEN
Høgættin er bítandi køld á
Eiði. Kavin liggur í sjóvar-
málan og vindurin strýkur
suður eftir fjørðinum.
Norðhavið, sum enn er
álitið hjá útróðrarmanni-
num, sum tað var bæði fyri
og eftir, at Mikkjal á Ryggi
yrkti um áttamannafarið, er
ikki í serliga góðum skørum
í dag. Torvanes liggur javnt
undir, og tað brýtur langt
upp á Líðarenni.
Við nøsini rætt upp í vind-
in koma fýra bátar grøvandi
norður eftir Sundalagnum.
Ivaleyst nakrir suðringar,
sum ætla sær at rógva út
norðanfyri, nú várróðurin
stundar til, verður tosað.
Tað er bara ein háttur at
finna út av, um soleiðis er.
Tað er at fara at tosa við
menninar.
Og »mikið rigtugt«, sum
gomul fólk viðhvørt enn
taka til. Tað vóru suðringar,
sum komnir vóru norður um
at vinna sær nøkur oyru.
Hetta, at fremmanda-
menn koma norður um hesa
ársins tíð, er vorðið alt
meira vanligt seinnu árini.
Nú eru umstøðurnar eisini
vorðnar nógv betri, enn tær
vóru fyrr. Havnarviðurskift-
ini eru góð. Væl ber til at
sleppa av við fisk, og bátar-
nir eru so mikið stórir, at
menn fáa búleikast umborð.
Umborð á Egili M er
Arthur einsamallur. Tveir av
hinum trimum bátunum,
sum komu úr Trongisvági
hendan dagin, eru eisini
mannaðir av einsamøllum
monnum. Við tí triðja eru
teir tveir mans.
Arthur sigur frá, at teir
hava verið her nú í fleiri ár
á rað. Og tað ber til, letur
hann at. Sjálvur hevur hann
ein hampiliga stóran glas-
fipurbát, eins og hinir, sum
komnir eru. Allir eru teir
trongisvingar, sum komu
hendan dagin.
Teir vóru komnir norður
um fjørðin mikudagin í
seinastu viku. Dagin fyri ill-
veðrið, sum legði partar av
landinum lamnar. Men hjá
teimum bilti ikki. Teir fóru
fyrst á Runavík og lógu so
har einar tveir dagar, áðrenn
avgjørt varð at fara til Eiðis.
Tað er høgligt at rógva út
av Eiði. Arthur sigur, at teir
okkurt ár hava verið í Oynd-
arfirði, men ymisk viður-
skifti gjørdu, at teir fóru til
Eiðis. Og á Eiði hevur teim-
um dámt væl. Gott at liggja
og lætt at sleppa av við fisk-
in.
Tað døggar nakað illa í
stýrihúsinum á Egili M.
Arthur kókar grind í lugari-
num. Hann hevur riggað
sær eina koyggju í ár, greið-
ir hann frá. Fyrr hevur hann
sovið á bonkinum, men
hetta er nógv betri. So nú er
trengri, enn tað hevur verið.
Men hann heldur tó, at einir
tveir mans fáa sitið við
borðið, og so er einki fyri
at rætta døgurðan um lúnn-
ingina til bátin, sum liggur
uttaná. Hann kókar til allar,
sigur hann.
Vit práta um leyst og fast,
og Arthur fegnast um, at nú
ber aftur til at fiska frítt við
snelluni norðanfyri.
Hann helt lítið skil vera í,
at leiðir vóru stongdar fyri
snelluveiðu á Norðhavinum
í fjør. Makan til fávitsku
hevur hann ikki kent, heldur
hann. Tí einum er hann
100% vísur í, og tað er, at
snellan oyðir ongan stovn.
Harragud, tá fiskurin ikki
sjálvur vil taka, er einki at
gera við hann. So svimur
hann víðari og fríggjar og
gýtir, sum hann vil. Øðrvísi
er við trolarunum. Teir geva
ongum frið, so har er í lagi
at stongja, eru suðringarnir
púra samdir um.
Eitt er, at tíðin er góð til
fiskiskap norðanfyri. Men
sunnan fyri er púra eiðasørt,
láta teir at, so tað er ikki so
nógv at ivast í hjá teimum,
siga teir. Og teir siga frá, at
tveir aðrir suðuroyarbátar
eru komnir undan teimum,
og fleiri eru væntandi. So
alt í alt verður tað ein fittur
floti, sum væntast kann at
taka støð á Eiði, nú vár-
róðurin rættiliga skuldi far-
ið í gongd.
Men sum er sær púra
einki út. Veðrið hevur verið
rættiliga ólagaligt, og hend-
an dagin var so ikki hugs-
andi um at fara gjøgnum
Flógvan við so smáum bát-
um.
Hinir báðir suðuroyarbát-
arnir, sum fyrr vóru komnir
norður, høvdu verið onkran
dag, visti Arthur at siga frá.
Annar hevði fingið góð
1.000 pund. So við prísi-
num, sum er í dag, er tað
bara »allright«, halda teir.
Tað hanga nakrar dergur
á skottinum. Nakrar eru av
gamla, traditionella slag-
num, meðan nakrar hava
snaraðar buktir.
Tað er tí, sigur Arthur, at
teir eru farnir at halda tað
vera betri. Teir halda, at
beitan stendur betri frá, tá
buktin er snarað.
»Men jeg veit ikki. Jeg
havi ikki verið har niðri og
sett tað sjálvur«, sigur hann.
Men hann vil tó royna tað,
tá nú aðrir siga tað vera
best.
So er kókað, heldur Arth-
ur og fer at leggja uppúr.
Hann rópar á menniniar í
hinum bátunum, at nú er
skaffitíð, og teir koma bein-
anvegin at fáa sær.
Og meðan eiðismenn
gera tunnuna klára at sláa
um kvøldið, sita fýra suðr-
ingar niðri við flótibrúnna
og eta grind, sum Arthur
hevur kókað á oljukabússini
í lugarinum á Egili M.
Tel 333 900 · Fax 333 380
S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5
Ferðirnar kunnu bíleggjast
á øllum ferðaskrivstovum
kring landið.
Fráferð úr Føroyum hvønn fríggjadag
Galdandi frá fríggjadegi til mánadag
Galdandi frá hósdegi til mánadag
Flogferð til Orlando í
Florida og aftur,
fyri hvønn BARA 2.900,-
Ikki íroknað: Gisting í Reykjavík og ferðaavgjøld.
Galdandi til 31. mai - eftir 1. juni eru prísirnir úr 4.100,-
Flogferð til Keypmannahavnar og
aftur og gisting á Hotel Cosmpole í
3 nætur við morgunmati
Hotel Cosmopole liggur mitt í
Keypmannahavn - stutt er til alt tað
spennandi, ið er at finna í størsta býnum
í Skandinavia. Sjálvandi hava vit nógv
onnur hotell at bjóða.
3.200,-
Ferðaavgjøld ikki íroknað.
Flogferð til Aberdeen og aftur og
gisting á Hotel Patio í 4 nætur við
morgunmati
Sami prísur er eisini galdandi til: Boston, New York,
Washington, Minneapolis og Halifax
Úr Føroyum fríggjakvøld við Atlantic Airways
til Reykjavíkar, har gist verður eina nátt. Víð-
ari við Icelandair til USA leygardag. Heim
aftur verður flogið sama dag heilt úr USA til
Føroyar - við millumlending í Reykjavík.
Hotell í USA: Tað kostar uml. 550,- fyri
hvønn í dupultkamari á t.d. Holiday Inn
Midtown í New York. Tosa við ferðaskriv-
stovurnar kring landið ella Atlantic Airways
um hotellbílegging í USA.
V I K U S K I F T I Í K E Y P M A N N A H A V N
V I K U S K I F T I Í A B E R D E E N
S U M M A R H Ú S Í Í S L A N D I
Hotel Patio er nýtt, frá 1996, liggur
væl fyri nær miðbýnum, stutt frá
Cordonas stuttleikapark. Handils-
møguleikarnir eru góðir í Aberdeen,
eisini eru nógv góð matstøð o.a.
Prísdømi, gald. 8/7-21/7,
fyri hvønn í 1 viku,
um 4 vaksin ferðast saman
DØMI: Bunroy Holiday Lodges, Roybridge, Fort William
Galdandi frá leygardegi til leygardag. Íroknað prísin er flogferð og uppihald í
summarhúsi. Flutningur frá flogvølli til gistingarstað og ferðaavgjald kemur aftrat
prísinum. Nógv onnur summarhús eru, ring og hoyr nærri.
3.402,-
Prísdømi, gald. 17/6-13/8,
fyri hvønn í 1 viku, um 4
vaksin ferðast saman
3.672,-
S U M M A R H Ú S Í S K O T L A N D I
DØMI: Gistihús Ásgarður, Hvolsvöllur á Suðurlandinum, nær
við Selfoss. Frá mikudegi til mikudag. Smá summarhús v/2
dupultkømrum, 1 baðirúmi v/brúsu og einum lítlum køki.
Íroknað prísin er flogferð og uppihald í summarhúsi. Flutningur frá flogvølli til
gistingarstað og ferðaavgjald kemur aftrat prísinum. Nógv onnur summarhús eru,
ring og hoyr nærri.
B Í L I G A R F E R Ð I R T I L U S A
3.168,-
Ferðaavgjøld ikki íroknað.