Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mars 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 46 - 7. mars 2000 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 46 - 7. mars 2000 ...vit søkja eftir 20 ungum kvinnum og monnum, ið skulu mynda føroyska fiskivinnu komandi árini. Eitt sindur um teg Tú ert púra vitandi um, at Føroyar hava brúk fyri tær. Tað sæst ikki á skræðuni, men tú hevur eitt brennandi ynski um at taka lut í at ávirka framtíðina í Føroyum. Eitt sindur um okkum Vit bjóða eina spennandi útbúgving, ið tekur støði í veruleikanum. Tað, tú lærir, kanst tú brúka, og tey, ið undirvísa, eru fólk í lyklastørvum í føroysku fiskivinnuni. Fiskivinnuskúlin bjóðar tvinnar útbúgvingar !2 ára vinnurættað útbúgving (AIF), ið gevur beinleiðis atgongd til arbeiðsmarknaðin ella tøkniligar útbúgvingar á matvøruøkinum. !3 ára yrkisgymnasial útbúgving (HIF). At ein útbúgving er yrkisgymnasial merkir, at hon gevur atgongd til hægri útbúgvingar. Ring 424573 og bið um umsóknarblað. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna Postrúm 96 - 350 Vestmanna - Tlf. 42 45 73/42 44 96 - Fax 42 44 28 www. fiskvest.fo - Teldupostur: fiskvest@fiskvest.fo stephanssons hús SVEINUR TRÓNDARSON Nógva regnið, sum kom niður um sunnunáttina og serliga sunnudagin setti síni spor. Í Vestmanna fara sporini at síggjast eina tíð enn, tí so nógv regnaði, at fleiri áir kláraðu ikki at taka alt vatni og tí lupu tær. Ivan Klein Olsen, sýslumaður í Vestmanna, sigur við Sosialin, at hann fekk fyrstu fráboðanina um at á var lopin klokkan 10 sunnumorgunin. »Tá leyp áin omanfyri Válin og lopið tók autoverju við sær«, sigur Ivan Klein Olsen. Tá hann kom á staðið var Bilur tikin í áarlopi Í Vestmanna lupu fleiri áir og sløkki- liðsmenninir, sum vóru til arbeiðis, høvdu úr at gera við at renna millum áirnar sum lupu. Ein bilur var tikin við í einum lopi og vildi illa til, kundi stórskaði staðist av ein gravkúgv hjá landsverkfrøðinginum í ferð við at rudda vegin, men áðrenn tað arbeiðið var liðugt, var friðurin úti. Tók ein bil við sær Vóru vestmenningar hepnir við fyrsta lopinum, so vóru teir tað hvørki í tí næsta ella í triðja lopinum. »Klokkan hálvgun ellivu fekk eg boð um, at ein á var lopin inn i í bygdini og at ein bilur hevði fingið skaða«, sigur Ivan Klein Olsen »Áin leyp tvørtur um vegin og rakti ein jeep, sum stóð hinumegin. Hann varð trýstur inn ígjøgnum girðingina á einum garð, har hann steðgaði«. Men tað var ikki tað síðsta Ivan hoyrdi til áarlop og bilar. Lítlan hálvan tíma seinni leyp enn ein á inni í bygdini og hesaferð var um hár gjørt at størri skaði stóðst av tí áarlopinum. »Tað var við ovara veg, eitt sindur frá skúlanum, at áin leyp hesaferð og sum kunnugt er tað rættiliga brætt har um vegir«, sigur sýslumaðurin í Vestmanna. »Lopið tók ein persónbil við sær oman av vegnum og fyrst fór hann sendandi fram við einum húsum áðrenn hann steðgaði í brekkuni skamt frá einum øðrum hús- um, sum hann hevði rent á, steðgaði hann ikki har« sig- ur Ivan Klein Olsen, sum heldur, at tey í hesum føri- num vóru serstakliga hepp- in. Sýslumaðurin í Vest- manna greiðir frá, at tað enn sæst týðuliga, at tað hevur verið grimdarregn og áarlop í bygdini. »Tað er runa alla staðni«, sigur hann. SVEINUR TRÓNDARSON Ein trailaraførari í Klaksvík fekk at kenna sviðan av hálkuni seinnapartin fríggj- adagin. Hann var á veg niðan frá Kósini um hálvgun fýra tíð- ina, men komin nakað niðan í brekkuna stóð hann fastur. Hóast hann royndi at sleppa sær longur niðan, so fingu hjólini ikki tað neyðuga festið, og við eitt fór bilurin á glið omanaftur. Ólukkutíð gleið trailarin ikki sama veg, sum hann var komin, men hann sníkti seg yvir móti vegjaðaranum, har trailaralastin hálvdist niður á parkeringsplássið. Húsið varð tó kortini ver- andi á vegnum, um enn tað partvís hekk út av vegnum. Fiskur var í lastini, men so løgið tað ljóðar var tað bara ein sera lítil partur, sum hevði fingið skaða. Kristian Fríðrik Olsen, frá Fiskamarknaðinum í Klaks- vík sigur, at tey settu fólk á at skilja fiskin, men tað vísti seg, at tað bert var ein heilt lítil partur, sum var skaddur. Hetta varð skilt frá meðan restin varð koyrt til keypar- an. Trailari hálvdist í Klaksvík Fríggjadagin varð løgreglan í Klaks- vík boðsend at koma út til ein trail- ara, sum var koppaður í brekkuni við Kósina Bert ein sera lítilin partur av fiskinum í lastini fekk skaða, tá trailarin koppaði í Klaksvík Mynd: Dávur Winther Pílurin vísir, hvar bilurin endaði Mynd: Johan Svensson Mynd: Steingrímur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen