týsdagur 7. mars 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 46 - 7. mars 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 46 - 7. mars 2000
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað eru nú skjótt átta ár síð-
ani Føroya Banki og Sjó-
vinnubankin vóru í so svár-
ari neyð, at teimum tørvaði
andahjálp. Upphæddirnar,
sum landsstýrið settu í
bankarnar vóru ikki smáar,
men nú so long tíð er farin
hevur tíðin víst, at tað var
rætt, at gjalda tær 2.685
mió. krónurnar fyri at bjarga
bankunum.
Men bankin er sloppin at
hoyra fyri, at hann hevur
fingið peningin og tað held-
ur stjórin verið fullkomiliga
burtur úr vón og viti, tí í
hansara verð hevur sjálvur
bankin ikki fingið eina
krónu.
– Í mínari verð hevur
landsstýrið bjargað upp-
spararum, vinnulívinum og
harvið samfelagnum øllum
við at skjóta peningin inn í
bankan, sigur Jørn Astrup
Hansen – Og afturfyri hevur
landsstýrið
fingið
ein
banka, sum nú er sera væl
fyri. Men vit hava eisini
stríðst fyri tí.
– Tey, sum mistu, vóru
partaeigararnir — og bara
teir, sigur Astrup.
Almenni bankin
Tann dagin í oktober 1992,
tá føroysku myndugleikar-
nir —mest sum á nátt —
vóru boðsendir at koma til
Danmarkar á fyrsta sinni í
Kundarnir hava
fingið milliardirnar
– Bankin hevur ikki fingið eina krónu. Tilvildarligir innlánskundar fingu sína
uppsparing bjargaða og samfelagið slapp undan einum sera álvarsligum
skrædli, sigur Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka
hesum máli, var støðan álv-
arslig, sera álvarslig. Men
tað var hon eisini nakrar fá-
ar mánaðir seinni. Tær 500
milliónirnar, sum vóru sett-
ar í Sjóvinnubankan, sum
nýggjur partapeningur, í
oktober, vóru horvnar, sum
døgg fyri sól.
Hóast tað kom sum ein
skelkur fyri leiðsluna í
bankanum, sum var sett
bara nakrar heilt fáar vikur
frammanundan, so var bara
eitt at gera.
– Vit boðaðu eigarunum
frá ein fríggjadag, at fingu
vit ikki pening um viku-
skiftið, so lat bankin ikki
uppaftur mánamorgun. sig-
ur stjórin. – So einføld var
støðan.
Bankin fekk peningin.
Hann lat tí uppaftur mána-
morgun og kundarnir vórðu
bjargaðir.
Hetta er bankin — og
kanska serliga leiðslan —
sloppin at hoyra fyri aftaná.
– Almennur banki er tað
heitið, sum vit oftast fáa á
okkum, og tað rennur mær
kalt niður eftir rygginum tá
eg hoyri tað, tí í veruleika-
num hevur bankin ikki fing-
ið eina krónu til sín sjálvs.
Ikki eina krónu, sigur ein
ógvuliga avgjørdur stjóri.
– Hvør einasta króna er
farin til skuldina sum bank-
in hevði, til at bjargað við-
skiftafólkunum, sum í hes-
um føri vóru tilvildarligir
innlánarar og ikki minst at
bjarga vinnulívinum, sum
hevði farið so syngjandi á
húsagang, um bankin ikki
varð bjargaður, sigur Jørn
Astrup Hansen.
Samanleggingin
var røtt
Tá støðan nú verður gjørd
upp aftaná — og hugt verð-
ur í bakspegli, so er so lætt
at vera klókur upp á tað,
sum varð gjørt skeivt, men
vit kunnu staðfesta, at tað
vóru taparar í sambandi við
bankabjargingarnar og tað
vóru partaeigararnir.
– Teir mistu hvørja krónu,
sum teir áttu í bankanum,
og teir vóru teir einastu,
sum ikki vóru bjargaðir, sig-
ur Astrup.
Tá landsstýrið hevði ogn-
að sær báðar bankarnar var
tað næstan ein sjálvfylgja,
at teir vóru lagdir saman, tí
í nógvum førum var talan
um ein sera kostnaðarmikl-
an dupultrakstur. Báðir
bankarnr høvdu tilsamans
uml. 70 avgreiðslustøð
kring landið og tað sigur seg
sjálvt, at tað er ikki uttan
kostnað.
– Nú hava vit rationali-
serað bankan og gera tað
støðugt, fyri at reka hann so
bíliga sum gjørligt. Nú eru
vit niðri á 25 avgreiðslu-
støðum. Vit hava nú um 200
starvsfólk móti teimum 400,
sum vóru áðrenn, og vit
gera stórt sæð tað sama ar-
beiði, sigur Astrup – Og m.
a. tað ger, at vit kunnu halda
ein lágan rentumarginal.
Ikki kann sigast annað
enn, at tað hevur eydnast til
fulnar at reka bankan bú-
skaparliga rættari enn tað
varð gjørt undir gomlu skip-
anini, tí samantalda yvirskot
bankans síðani samanlegg-
ingina fyri skatt er 1,5 mia.
krónur.
– Men tað eydnaðist bara
av tí at politikararnir tordu
at seta peningin í bankan og
seta seg sjálvar uttan fyri
ávirkan sigur Astrup – tí tað
hava teir nevniliga gjørt.
Nevndin og stjórnin i bank-
anum arbeiðir fullkomiliga
uttan ávirkan frá politikar-
unum.
Ikki ein
almennur kassi
Hóast eigaraviðurskiftini í
Føroya Banka eru púra
greið, og at talan er um ein
banka, sum tað almenna
eigur við húð og hár, so
leggur stjórin í bankanum
dent á, at talan ikki er um
ein almennan banka og enn
minni, at talan er um ein
almennan kassa.
– Tað er ikki upp á tal.
Bankin er ein peningastovn-
ur og verður rikin eftir
handilsligum treytum. tað
merkir, at vit í hvørjum ein-
støkum føri gera metingar
um, hvørt tað er rætt at fara
inn í eina verkætlan ella
ikki. Vit hyggja ikki at hvat
tann politiska síðan sígur, tí
tað eru ikki politikararnir,
sum hava ábyrgdina av
bankanum.
Tað
hevur
nevndin og stjórnin. Vit
hava ábyrgdina fyri tí dag-
liga rakstrinum og hana ætla
vit at liva upp til, sigur Jørn
Astrup Hansen.
– Pengarnir, sum vóru
settir í bankan, vóru settir í
fyri at bjarga samfelagnum
ísær sjálvum og ikki bara
bankanum, og sum sagt
hevur sjálvur bankin ikki
fingið
pengarnar
sigur
Astrup – tað fingu kundar
bankans. Innlánarar og út-
lánarar. Fingu teir ikki tað
so fór samfelagið av knóra-
num.
Og sambært ársfrágreið-
ingini, so heldur stjórin í
Føroya Banka, at teir, sum
hava sett peningin í, hava
fingið valuta fyri hann.
– Bankin hevur goldið
knappar 150 mió. krónur í
skatti og hevur goldið
knappar 600 mió. krónur í
vinningsbýti og harafturat
hevur bankin eina eginogn
upp á knappar 1,1 mia.
krónur. So tað var rætt at
skjóta peningin í bankan,
men fyri tað er ikki talan
um ein almennan kassa, sig-
ur Jørn Astrup Hansen, sum
gleðir seg til tann dag, tá
kritikararnir leggja henda
óvana frá sær.
Ávarar ímóti trøllabýum í Føroyum
ÁKI BERTHOLDSEN
–Tað er heilt sjálvsagt fyri
mær, at tær inntøkur, vit fara
at fáa burtur úr eini møgu-
ligari oljuvinnu, skulu koma
øllum landinum til góðar.
Tað heldur Gunnleivur
Dalsgarð,
formaður
í
Starvsmannafelagnum.
Starvsmannafelagið fylg-
ir gjølla við samfelags-
gongdini, og í frágreiðing-
ini, sum formaðurin legði
fram á aðalfundinum, kom
hann eisini inn á eina kom-
andi oljuvinnu.
Serliga kom hann inn á,
hvussu inntøkurnar av eini
møguligari oljuvinnu skulu
býtast í samfelagnum.
– Í míni verð er alt hetta
klóraríið um, hvar oljuvinn-
an skal vera, ella ikki, heilt
høpisleyst. Tí tað er ongin
ivi í míni sál um, at inn-
tøkurnar av eini møguligari
oljuvinnu skulu koma øllum
í landinum til góðar, sigur
Gunnleivur Dalsgarð.
Hann sigur, at spurning-
urin um oljuríkidømið er
sera einfaldur: Hetta eru
virði, sum allir landsins
borgarar eiga, sama, hvar í
landinum, teir búgva og tí
skulu allir eisini hava ágóð-
an av tí.
– Men at oljuinntøkurnar
so verða brúktar til at menna
tey øki í landinum, sum eru
ringast fyri, er heilt sjálv-
sagt fyri mær, leggur hann
afturat.
Men Gunnleivur Dals-
garð ávarar eisini ímóti at
leypa framav í oljuvinnuni.
– Vit vita, at oljuvinnan
varar ikki í allar ævir. Tí
mugu vit ansa eftir, at vit
ikki leypa framav, soleiðis
sum tey hava gjørt nógva-
staðni í okkara grannalond-
um.
–Tað, hann hugsar um, er
at nógvastaðni, har olju-
vinna hevur tikið seg upp,
eru nógvar og stórar íløgur
gjørdar fyri at draga olju-
vinnuna til ávís øki í land-
inum.
– Men hesar íløgurnar eru
gjørdar uttan fyrilit av økj-
um, sum vildi „kráma“ til
sín.
Og úrslitið gjørdist, at
– Slíkt, sum er hent í oljuvinnuni aðrastaðni, má ikki
henda hjá okkum, tí tað ræðist eg allarmest, sigur Gunn-
leivur Dalsgarð, formaður Starvsmannafelagsins
– Klóraríið um, hvar oljan skal vera, ella ikki, er høpisleyst, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum
nógv av hesum økjum als
ongan lut fingu í „oljuæv-
intýrinum“ Og tí liggja hes-
ar íløgur nú sum óhugna-
ligir „trøllabýir“
–Slíkt má ikki henda her
hjá okkum, sigur Gunnleiv-
ur Dalsgarð.
Hann sigur, at tað, sum
hann ræðist allarmest, er, at
vit fara at gera fyrilitarleys-
ar íløgur kring um í Før-
oyum við eini oljvinnu fyri
eyga.
– Tá kann tað væl henda,
at milliónaíløgur koma at
standa víða hvør í Føroyum
í steindeyðum íløgum.
–Tí hvør kemur at bløða
fyri tí, spyr hann
– Og hann svarar sjálvur:
– Tað vera aftur limirnir í
Starvsmannafelagnum, sum
einaferð enn koma at bløða
fyri óundirbygdum íløgum.
– Tað er júst tað, sum vit
vit hava bløtt so illa fyri hesi
seinastu árini, og tað skal
ikki henda seg einaferð enn,
sigur Gunnleivur Dalsgarð
púra avgjørdur.
Hann sigur, at tað einasta,
sum politikararnir skulu
gera, er at seta seg niður at
viðgera hetta álvarsmál,
sum tað sømir seg ístaðin
fyri at sita og „klórast“. Tí,
tað, sum er fyrifarist, er fyri
ein stóran part, politiskar
markeringar, har hvør royn-
ir at draga til sín, men tað
loysir ikki trupulleikan, sig-
ur Gunnleivur Dalsgarð.
Formaðurin í Starvs-
mannafelagnum heldur, at
gongdin innan tinggátt er
rættiliga ódámlig.
– Tað tykist sum um eitt
lyndi hevur tikið seg upp til
at býta landið sundur í A og
B øki.
– Men løgtingslimir eiga
at vita, at teir eru valdir til
at umboða alt landið. At seta
partar í landinum upp ímóti
hvørjum øðrum, fer ongan-
tíð at gagna heildini.
Annars vísir formaðurin
á, at eftir hansara tykki er
Føroyar eitt útjaðaraøki, all-
ar sum tær eru.
– Og uppgávan hjá ting-
limunum er at býta sam-
felagskakuna rættvíst. Men
tað gerst ongantíð við at sáa
sundurlyndi í fólkinum.
Og so leggur hann spotsk-
liga afturat: Viðhvørt tykist
tað, sum um tinggáttin er
burtur.
– Men tað var ikki júst
tað, sum var grundgevingin
fyri teirri stóru lønarhækk-
ingini, sum tinglimir góvu
sær sjálvum, sigur Gunn-
leivur Dalsgarð.
Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka
Ein heilsan til mammu
á 85 ára degnum
Í dag – týsdagin 7. februar – fyllir Signhild
Johannesen, Signhild á Hædd í Klaksvík 85 ár.
Mamma er ættað úr Miðvági. Foreldur hennara
vóru Hans Hansen, vanliga róptur Hans í Sibba-
num og Elsa Maria Hansen, ættað úr Klaksvík.
Elsa Maria var dóttur Mariu og Kollafjarðar-Jógv-
an. Tey búðu á Stongunum í Klaksvík.
Mamma kom ung til Klaksvíkar at arbeiða og
eitt satt konubrot hevur hon altíð verið. Í 1937
fór hon, 22 ára gomul, saman við Alfred Petersen,
trúboðara og øðrum yvir í Gomlu Føroyinga-
havnina at arbeiða á føroyska sjómansheiminum
har. Sjómansheimið hjá føroysku sjómansmiss-
iónini í Gomlu Føroyingahavnini varð tikið í
nýtslu árið fyri – í 1936. Men mamma gavst ikki
eftir einum ári. Hon var eisini í Grønlandi í 1938
og 1939.
Í 1940 giftist hon við Aksel Johannesen, Aksel
á Hædd í Klaksvík, og búsettust tey í barnaheimi
hansara uppi á Hædd. Pápi okkara doyði í 1978.
Mamma hevur sostatt verið einkja í 22 ár. Barna-
flokkurin hjá teimum báðum gjørdist stórur. Vit
eru 10 systkin sum øll eru á lívi. Elsti sonurin býr
í Noreg. Elsta dótturin býr í Fuglafirði. Tvær
búgva í Hvannasundi og ein í Norðdepli. Hini
fimm systkini búgva í Klaksvík.
Sum nevnt áttu tey bæði – mamma og pápi –
10 børn. Ommubørnini hjá mammu eru 35 í tali
og langommubørnini eru 43. Vit sum búgva í
Klaksvík og her um leiðir vitja ofta mammu,
ommu og langommu okkara, og altíð er hon líka
blíð og tekur hjartaliga væl ímóti okkum. Sjálvt
hevur hon eisini verið ófør at vitja síni nærmastu.
70 ára føðingardagin helt hon hjá elsta soninum í
Noreg. Í 1994 var hon í Bretlandi og vitjaði
svigarinnu, sum er gift og búsitandi har.
Sum sagt hevur mamma verið eitt konubrot og
eitt arbeiðsgrev hevur hon altíð verið. Hóast hon
hevði ein útróðrarmann at passa, og 10 børn í
húsinum, við so at siga ongum hentleikum at
ráða yvir, so var altíð so skínandi reint og ruddiligt
í heiminum. Hvussu ófør og arbeiðsom mamma
okkara er, gav at bíta, tá hon nú til seinastu jól
hevði bundið øllum 43 langommubørnunum eitt
par av hosum í part í jólagávu.
Hóast hon nú í nógv ár hevur verið bæði blind
og hølt, so setist hon kortini ikki aftur av hesi
orsøk, men leitar sær javnan í dagtilhaldið fyri
eldri, eins og hon til fyri stuttum javnan hevur
vitja børn og ommubørn, sum búgva heima í
Føroyum. Mamma býr framvegis í heiminum,
saman við næstelsta soninum, sum er ógiftur. Hon
fær heimahjálp tvær ferðir um dagin og klárar
seg annars væl.
Góða mamma, vit ynskja tær hjartaliga tillukku
við 85 ára degnum og takka tær fyri alt tað tú
hevur verið fyri okkum børnini, svigarbørnini,
ommubørnini og nú eisini tey mongu langommu-
børnini. Vit ynskja tær nógv góð ár afturat og eitt
gott og blítt lívskvøld.
Harrin styrki teg og vælsigni teg.
Heilsan Johild
Mikukvøldið, tann 8. mars
klokkan
19.30,
skipar
”Grindamannafelagið” fyri
almennum,
upplýsandi
fundi um grind í Ítróttar-
høllini á Skála, og mána-
kvøldið tann 13. mars kl
19.30 á Sandi. Nógv er at
taka upp og upplýsa um í
samband við grind. Vit før-
oyingar skulu gera okkara
grindadráp so góð og fyri-
myndarlig, at ongin skal
hava nakað at finnast at.
Føroyar eru við í einum
felagsskapi,
sum
eitur
NAMMCO, og hesin fel-
agsskapur ger eitt gott og
miðvíst arbeiði fyri lima-
londini. Eitt av endamálu-
num hjá NAMMCO er at
fyrisita allar havsúgdjóra-
stovnarnin í Norðuratlants-
havi soleiðis, at veitt verður
úr teimum burðardygt, t.v.s.
so nógv at stovnarnir alla
tíðina eru førir fyri at nøra
um sínar egnu stovnar (pos-
itivt burðaravlop). Fylgt
verður gjølla við gongdini í
støddini á hvalastovnunum
við regluligum hvalateljing-
um.
Limalondini
í
NAMMCO hava fingið
nógvar ákoyringarnar frá
djóraverndarfelagsskapum.
Fyri at mótprógva ákoyring-
arnar, arbeiðir NAMMCO
eisini miðvíst á einum vís-
indaligum støði. Her skulu
vit føroyingar bara hugsa
um grindakanningarnar upp
ígjøgnum 80-ini og 90-ini.
Hesar kanningar eru ikki
lidnar enn. Ætlanin er at
seta fylgisveinasendarar á
grindahvalir í summar og so
yvir
fylgisvein
fylgja
gongdini hjá ávísum hval-
um/bólki. Hesa gongd vita
vit alt ov lítið um sum er.
Ætlanin er so dagliga at
kunna um, hvar teir merktu
hvalirnir eru.
Síðsta summar var ein
NAMMCO-eygleiðari her
og eygleiddi eitt grindadráp.
Áðrenn eygleiðarin kemur
hevur hann sett seg gjølla
inn í lógir og reglugerðir
viðvíkjandi grind og grind-
adrápi, og so er uppgávan
at eygleiða okkum føroy-
ingar, um vit gera sum pol-
itikkarnir (umsitingin) sig-
ur, at vit skulu gera. Eyg-
leiðarin ger síðani eina frá-
greiðing til NAMMCO, og
haðani frætta so øll lima-
londini um støðuna viðvíkj-
andi avlívan av havsúgdjór-
um í limalondunum Eisini
kunnu
lond
uttanfyri
NAMMCO fáa frágreiðing-
arnar. So áheitanin til allar
føroyingar skal tí vera: gerið
arbeiðið í grind so væl og
samvitskufult, at ongin skal
hava nakað at fýlast á. Vit
kunnu vænta, at eygleiðarar
vera her aftur í summar. Ein
góð frágreiðing frá teimum
talar okkara søk — eitt gott
arbeiðið gevur eina góða
frágreiðing, eitt vánaligt av-
rik eina vánaliga frágreið-
ing. So lat okkum altíð
hugsa um hetta.
Til fundin á Skála miku-
kvøldið og á Sandi næsta
mánakvøld, hevur felagið
sett saman eina áhugaverda
og fjølbroytta skrá.
Skráin mikukvøldið tann
8. mars á Skála verður
hendan:
• Jústines Olsen, djóra-
lækni, kunnar um at drepa
grind
• Anna Maria Norby, land-
mátari frá Landsverkfrøð-
inginum, greiðir frá botn-
viðurskiftum á hvalvág-
unum í økinum (Gøturnar,
Fuglafjørður,
Funnings-
fjørður, Sundini og Tjørnu-
vík)
• Doreta Block greiðir frá
grindakanningum og fram-
haldandi
grinda-/hvala-
kanningum, og hvørjar æt-
lanir eru í ár
• Kári Thorsteinson, sýsl-
umaður, kunnar um ymiskt
í økinum
• Jákup Lamhauge, býráðs-
formaður í Runavík, ymiskt
viðvíkjandi grind serliga við
atliti til býtið
• Orðaskiftið
Skráin mánakvøldið tann
13. mars á Sandi verður
hendan:
• Jústines Olsen, djóra-
lækni, kunnar um at drepa
grind
• Greitt verður frá botnvið-
urskiftum á hvalvágunum í
Sandoynni
• Greitt verður frá grinda-
kanningum og framhald-
andi grinda-/hvalakanning-
um, og hvørjar ætlanir eru í
ár
• Ingibjørn Eldevig, sýslu-
maður, kunnar um ymiskt í
økinum
• Fólk á staðnum greiða frá
um grind
Fundirnir á Skála og á Sandi
eru almennir. Øll eru væl-
komin at lýða á og seta fram
spurningar, og vónandi
verður eitt gott og lívligt
orðaskifti á fundinum bæði
um lokal mál og úr tí stóra
samanhanginum, sum eisini
kann birta upp undir eitt
víðari prát úti í bygdunum
aftaná.
Eitt
av
enda-
málunum við hesum fundi-
num er at seta í gongd eitt
lokalt prát um grind, seta
ungar kreftir við, har teir
gomlu mugu geva frá sær.
So ein áheitan á øll tey
ungu: komið tit eisini við á
fundirnar, tí vit eldru og
gomlu hava brúk fyri tykk-
um og vilja fegnir seta ung-
ar kreftir við, læra tykkum
upp, so tit eisini kunnu bera
henda partin av mentan
okkara víðari. Og so mugu
vit ikki gloyma alt matvirð-
ið, ið er í eini grind. Hesin
matur skal í allar mátar
handfarast soleiðis, sum tað
sømir seg í einum fram-
komnum samfelagi.
Grindamannafundir
á Skála og á Sandi
Ein tikin við kenning
Løgreglan í Runavík tók
ein bilførara fyri at koyra
við kenning um vikuskift-
ið.
Viðkomandi hevði eftir
øllum at døma verið í grýl-
udansi í Kambsdali og
hevði fingið í meira lagi
innanborða.
Av støðini í Runavík
frætta vit annars, at viku-
skiftið har inni var serstak-
liga friðarlig í aðrar mátar.
st