týsdagur 7. mars 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 46 - 7. mars 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 46 - 7. mars 2000
Føroyski hópurin undan dystinum fríggjadagin: Aftast frá vinstru Palli Joensen, venjari, Rúni Poulsen, Bárður Brim-
vík, Sámal Joensen, Heini Joensen, Jóhan Danielsen, Áki Olsen, Daniel Rápa, hjálparvenjari og Jákup Durhuus,
liðleiðari. Húkandi frá vinstru Hans Áki Dahl Christiansen, Bjarni Wardum, Eli Müller, Óla Kristian Djurhuus, Pe-
tur Martin Poulsen og Ingi Olsen. Har umframt vóru Jens Skipagøta, Janus Einar Sørensen og Martin Hummeland
eisini við í hópinum.
Nú hava vit aftur eitt A-landslið
Mong vóru tey, sum fegnaðust, tá tað frættist, at nú skuldi aftur koma gongd á landsliðsarbeiðið hjá HSF. Fyrsta
styrkisroyndin hjá nýggja landsliðnum var um vikuskiftið, og dystirnir móti Grønlandi prógvaðu, at tilfarið til eitt gott
landslið so avgjørt er til staðar
JÁKUP MØRK
Tað vóru gleðiboð, tá tað
um ársskiftið frættist, at nú
fór aftur ferð at koma á
landsliðsarbeiðið hjá Hond-
bóltssambandinum, soleiðis
at vit nú aftur kundu fáa eitt
A-landslið, sum skuldi um-
boða Føroyar í altjóða høpi.
Grønland fyrsta
royndin
Helst vóru tað fleiri, sum
leitaðu aftur til sjeyti- og
áttatiárini,
tá
føroyska
landsliðið luttók í C-HM
kappingunum.
Síðani tá eru stórar broyt-
ingar farnar fram á ítrótt-
arliga økinum her heima.
Fótbólturin hevur í stóran
mun yvirtikið leiklutin hjá
hondbóltinum, tá tosið fell-
ur á altjóða luttøku, og í dag
munnu tað helst vera fleiri,
sum kenna til Føroyar or-
sakað av fótbóltinum, held-
ur enn hondbóltinum.
Veddingarpengarnir frá
ÍSF hava tó gjørt tað gjørligt
hjá HSF at fara undir eitt
miðvíst landsliðsarbeiðið,
og fyrsta royndin í hesum
sambandi var so um viku-
skiftið,
tá
grønlendska
landsliðið kom á vitjan hjá
okkum.
Passalig styrki
Tríggir dystir skuldu leikast,
og sum kunnugt endaði
tveir teirra við føroyskum
sigri, meðan triði dysturin
endaði við javnleiki.
Leikliga var hetta helst
eitt hóskandi mótstøðulið,
hóast tað serliga í næsta
dystinum var líkt til, at
grønlendska liðið var ov
veikt
til
føroyingarnir.
Grønlendska liðnum vænt-
aði tó nakrar av týdning-
armestu leikarunum, og tað
var eisini sjón fyri søgn, at
triði dysturin landanna mill-
um var nógv javnari, serliga
tí Jacob Larsen, sum dag-
liga leikar við GOG, var
komin upp til henda dystin.
Væl nøgdur formaður
Eftir dystin sunnudagin í
Vestmanna hittu vit for-
mannin í Hondbóltssam-
bandinum, Petur Ova Joen-
sen, og spurdu vit hann,
hvussu teir í HSF vóru
nøgdir við tiltakið.
Samanumtikið var for-
maðurin sera væl nøgdur
við byrjanina til nýggja
landsliðstíðarskeiðið. Ser-
liga legði hann dent á ta
orku og tann vilja, sum leik-
ararnir sjálvir høvdu lagt í
fyrireikingarnar. Eisini leg-
ði hann afturat, at uttan alt
tað sjálvbodna arbeiði, sum
eisini var gjørt í hesum sam-
bandi, høvdu teir ongan
møguleika havt fyri at fyri-
reika hesum, og takkaði
hann fyri alla ta hjálp, sum
var veitt HSF til dystirnar.
Fyriskipanina av tiltak-
inum var hann sum so eisini
væl nøgdur við, men kortini
helt hann, at talið av áskoð-
arum hevði verið dekan ov
lágt. Sjálvur helt hann, at
hetta partvíst var orsakað
av, at dystirnir vórðu leiktir
á føstulávint, tá fólk kanska
hava annað enn hondbólt í
huganum, men eisini við-
gekk hann, at teir kanska
høvdu gjørt heldur lítið til
tess at marknaðarføra dyst-
irnar.
Hetta eru tó alt viðurskift-
i, sum til ber at betra um
komandi tíðina, og Petur
Ove var heldur ikki í iva
um, at teir høvdu lært nógv
av hesum dystinum.
Komandi tíðin
Spurdur um, hvat vit kunnu
vænta viðvíkjandi A-lands-
liðnu komandi tíðina, segði
formaðurin, at sum er, eru
ongar fastlagdar ætlanir fyri
komandi tíðina.
Ætlanin er at luttaka í
HM-undankappingini, sum
verður í januar mánaði
komandi ár, men burtursæð
frá hesum, er einki konkret
á skránni enn. Arbeitt verð-
ur tó við at fáa onkrar ven-
jingardystir í august ella
september mánaði, umframt
at tað eisini er ætlanin, at
landsliðsleikararnir skulu
vera saman við jøvnum
millumbilum.
Eisin nevndi hann, at
bæði grønlendingar og før-
oyingar vóru áhugaðir í ein-
um víðkaðum samstarvi, á
landsliðsøkinum, so talan
eisini í framtíðini kann ger-
ast um venjingardystir móti
grønlendska liðnum, bæaði
hjá kvinnum og monnum.
Nakað at byggja á
Hvussu verður og ikki við
hesum, so er einki at ivast
í, at hondbóltsáhugaði før-
oyingarnir
ganga
eini
spennandi tíð á møti, nú
gongd aftur er komið á
landsliðið.
Dystirnir móti Grønlandi
prógvaðu so avgjørt, at leik-
aratilfarið er á eini góðari
leið, og veður lági meðal-
aldurin á liðnum havdur í
huga, er púra greitt, at stórir
møguleikar eru í ungu
leikarunum.
Spurningurin
er
so,
hvussu hesir kunnu mennast
enn meira, og á tann hátt
tæna føroyskum hondbólti
best gjørligt.
Petur Ove Joensen, formaður í Hondbóltssambandinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Gott grundarlag
Millum áskoðararnar til dystin
fríggjadagin var fyrrverandi
landsliðsleikarin, Kári Mortensen
JÁKUP MØRK
Í nógv ár hevur Kári Mor-
tensen
verið
millum
fremstu leikararnar her á
landi, og hóast hann nú
er vorðin 45 ár, so er hann
framvegis ein av týdning-
armestu leikarunum á
neistaliðnum, sum hetta
kappingarárið er partur av
gullstríðnum
í
bestu
mansdeldini.
Eftir dystin hittu vit Ká-
ra, og spurdu vit hann,
hvat hann helt um avrikið
hjá føroyska liðnum.
Spennandi tilfar
Fyrrverandi landsliðsleik-
arin helt, at munurin mill-
um liðini bæði var rættu-
liga stórur hendan fyrsta
dystin.
- Ta einu løtuna kundi
ein kanska verið bangin
fyri, at munurin fór at ger-
ast ov stórur, men tíbetur
komu grønlendingar við
aftur í dystin, helt Kári.
Eisini helt hann, at tað
var rættuliga stórur mun-
ur á spælinum, sum tey
bæði liðini sýndu.
- Grønlendingarnir lei-
ktu nógv skjótari og meir-
a tekniskan hondbólt enn
okkara menn, sum í nogv
størri mun spældu upp á
skot- og kropsliga styrki.
Annars helt hann sjálv-
sagt, at tað var at frøast
um, at vit aftur høvdu eitt
A-landslið, og hann á-
sannaði eisini, at tilfarið
á liðnum sá spennandi út.
Serliga tá lági aldurin
verður havdur í huga.
ÍtróttaSosialurin kann
sjálvandi eisini lesast á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
Tað ber til betri at loysa ó-
greiðurnar í ríkisrættar-
spurninginum og fáa føroy-
ingum allar heimildir, uttan
at
gera
ríkisrættarligt
skammlop.
Tá
Javnaðarflokkurin
setti sjálvstýrislógina á
skránna, var tað ikki minst,
tí flokkurin sá, at eitt alt
meira samansett og fjøl-
táttað samfelag hevði tørv
á greiðum ábyrgdar- og
valdsbýti. Tað var t.d. greitt,
at tað ikki bar til at allur
føroyski fíggjarheimurin
var danskt ábyrgdarøki,
sum føroyskir myndugleik-
ar lítið og onki innlit høvdu
í.
Greið ábyrgd
Tí skal ein komandi sjálv-
stýrislóg staðfesta, at ongar
avmarkingar eru fyri, hvørji
mál og málsøki kunnu
leggjast - endaliga - undir
føroyskt ræði.
Tá Føroya Løgting hevur
avgjørt, at nú er eitt málsøki
føroyskt, skal hetta bert
boðast donskum myndug-
leikum - og so er málsøkið
føroyskt. Tá hava vit alla á-
byrgd av málsøkinum - fyr-
isitingarliga og fíggjarliga.
Og ein føroyskur landsstýr-
ismaður hevur, við ráðharr-
aábyrgd sambært stýriskip-
anarlógini, fyrisitingarliga
myndugleikan um hendi. Á-
byrgd og vald liggja í Før-
oyum, uttan snøklar ella
lepar.
Verða fyrisitingarlig brot
framd, er tað ein føroyskur
landsstýrismaður, ið skal á-
byrgdast.
Greitt valdsbýti
Tá Løgtingið hevur avgjørt
at leggja eitthvørt málsøki
undir føroyskt vald, er tað
bara Løgtingið, ið hevur
lóggávuvaldið á økinum.
Bara føroyskt embætisverk
skal um- og fyrisita øki og
bara føroyskt lógarverk skal
galda á økinum.
Væl fyrireikað
Sjálvstýrislógin gevur so-
leiðis føroyingum allar
heimildir at leggja eitt og
hvørt málsøki undir før-
oyskt ræði, og gevur okkum
heimild sjálvi at avgera,
hvussu skjót og hvussu vítt-
gangandi sjálvstýrismenn-
ingin skal vera. Tá vit halda,
at vit hava fíggjarliga og -
ikki minst - umsitingarliga
førleikan at taka eitt máls-
øki, tá gera vit tað. Hetta
gevur okkum stundir at fyr-
ireika hvørja yvirtøku væl
og virðiliga. At greina eitt
málsøki í senn, seta tað í
samanhang við onnur og
kanna, hvussu tað best kann
leggjast til rættis eftir okk-
ara fyritreytum. Soleiðis at
vit, tá vit yvirtaka, eru vís í
at vit fáa eina skipan, ið
hóskar til føroysk viður-
skifti og sum føroyskir
myndugleikar á tryggan hátt
kunnu fyrisita.
Ongin ivi
Eftir sjálvstýrislógini er so-
statt ongin ivi um, hvør hev-
ur evsta vald og evstu á-
byrgd á hvørjum einstøkum
málsøki. Tvørturímóti eru
krystalgreiðar linjur á hes-
um øki: Tá vit hava boðað
frá, at nú er eitt málsøki
føroyskt, ja, so hava før-
oyskir myndugleikar eins-
amallir ábyrgdina og valdið.
Har er onki hálvt.
Hetta er ein virðilig loysn,
sum veitir okkum veruligt
sjálvstýri, afturímóti ríkis-
rættarliga skammlopinum
hjá samgonguni við for-
mellari loysing og afturdel-
egering.
Veruligt sjálvstýri
og veruligt sjálvræði
Bara sjálvstýrislógin kann
tryggja okkum veruligt
sjálvræði í okkara egna
landið. Tí er hon besta og
einasta loysnin.
Bergur P. Dam
Sjálvstýrislógin:
Tann virðiliga, greiða og trygga loysnin
Viðmerking:
Leivur Ejdesgaard til minnis
Við Koyriveg og Kvíggjarfoss
situr tú Leivur og lurtar og hyggur.
Sælar eru løtur við kvørkveggju ljóði
um teig og tún,
við duni og sjói úr fossi
og tutli úr vatnræsum smáum,
og rungandi fjallamáli
av Eggini og Knúki,
úr klettagjáum
og veðurbrýndum steinum,
úr Múlatindi í Rustakamb
í sólfyltum summartámi.
Aldudrátt hoyrdi tú
av brimskornum tangum
frá Stong inn á Stórasand.
Eygu tíni sóu gyltar oyggjar
í sólarrenning
og sólsetri
av Høgabakka í Flatnatanga.
Sjósavan
blankaði sær
í Djúpinum
á bráandi seiðalygnum,
undir Rókum
við Víkarboga,
norður á Barm´
og við hvønn eygnahvarm
í feitum sjógvi -
settur av tangi og tarabløðum.
Hóast eygu tíni sóu,
run við Stong og Nestanga
í sólfyltum summaranga
og vetrarbrim
upp í sovandi grasstrá seg manga, -
so ljóðar: Eingin skal um sín dag ganga!
Av Marknagili komst tú -
tøtlaði um ong og teig
á hesi leið.
Mangan gekst tú oman í Sjóvartún
og var tín hugaheimur her:
Tín málningatalva -
ovast uppi frá
til dymbuldaga altartalvu
av Eckersberg í kirkju -
við Jesusi í Getsemane.
Her lá tú undir hvítum loki,
undir døkkari altartalvu
við Jesusi millum myrkar greinar
og sovandi sveinar
eina skamma stund
í svartari lund.
Brimgangur var Undir Rókum.
Hjómhvítur dráttur
var um Áarsker,
Sílatanga og Høgnaboga.
Hóast hesa sjóvarilsku-
var friður í Getsemane.
Sjómaður av Marknagili
í Sjóvartún -
her var tín heimur,
tín verð -
títt Getsemane.
Frits
Frits
Í sambandi við at Norður-
landahúsið í síðstu viku
hevði vitjan av enska út-
gevaranum Pamela Clunies
Ross, skipaðu Rithøvunda-
felagið og Norðurlandahús-
ið fyri rithøvundakvøldi við
fyrilestri, upplestri og tón-
leiki. Tiltakið, ið var alment,
var í Klingruni í Norður-
landahúsinum týskvøldið
29. februar.
Millum áhoyrarnar var
eisini enski gesturin og út-
gevarin, sum, hóast hon
valla hevur skilt nógv av tí,
ið lisið var, óivað kortini
hevur fingið eina mynd av
tí nýggjasta í føroyskum
bókmentum. Sum útgevari
í Englandi hevur Pamela C.
Ross sett sær fyri at geva út
nýggjan íslendskan prosa-
skaldskap, og hevur forlag
hennara, Mare's Nest, tey
seinnu árini givið út fleiri
av teimum nýggjastu ís-
lendsku skaldsøgunum, eitt
nú bøkur eftir Thor Vil-
hjálmsson, Einar Már, Víg-
dis Grímsdóttur, Guðberg
Bergsson og Ólaf Gunnars-
son.
Turið Sigurðardóttir legði
fyri við stutt at geva eina
lýsing av føroyskum bók-
mentum í dag. Tey, ið síðani
lósu upp úr egnum skald-
skapi, vóru: Jens Pauli
Heinesen, Oddvør Johan-
sen, Carl Jóhan Jensen,
Hanus Andreassen, Jóanes
Nielsen og Rakel Helmsdal.
Um tað var av tilvild ella
ikki, so vísti tað seg at fleiri
av høvundunum høvdu valt
at lesa upp tekstir, ið snúðu
seg um tað at skapa og
skriva. Sjálvur haldi eg hetta
vera mikið áhugavert, og
tað gjørdu kanska eisini øll
tey, ið sótu og lurtaðu í
Klingruni. Men spurningur-
in er, um ikki hetta gjørdist
í so einstáttað evni at lurta
eftir í næstan hálvantriðja
tíma.
Jens
Pauli
Heinesen
spurdi: Hví skrivar tú? Odd-
vør Johansen sat uppi á ate-
lierinum saman við Augusti
Benadiktson, og meðan tey
bíðaðu eftir íblástri, spurdi
tey hvaðani inspiratiónin
kom.
Carl Jóhan Jensen las um
"jarðtekn ið ikki krevja
orð". Og í sínum heilt egna
stíli bað Jóanes Nielsen
okkum ikki taka seg illani
upp, tí hann yrkti eisini "fyri
gullfiskunum, mánalýsinum
og fyri øllum seymunum, ið
halda takplátunum upp á
pláss". - Nei, løtan var á
ongan hátt keðilig.
Tvær ferðir inn ímillum
tók vísusangarin Hanus Jo-
hansen og riggaði mikro-
fonina betur til. Hann sang
tvær yrkingar um várið,
onnur var eftir Karsten
Hoydal og hina hevði Ata í
Líð skrivað, og eisini sang
hann týðingina hjá Rikard
Long Úr Rubaijat. Til allar
yrkingarnar hevði Hanus
Johansen sjálvur gjørt løg-
ini. Sum tann einasti av lut-
takarunum treiv Hanus í tað
enska, og framførdi meist-
arliga yrkingina Annabel
Lee eftir Edgar Allan Poe.
Umframt Oddvør vóru tað
Hanus Andreassen og Rakel
Helmsdal, ið lósu prosa.
Søgurnar tey bæði lósu vóru
av heilt øðrum slag enn tað,
vit hoyrdu hini lesa, so her
var ið hvussu er ein roynd
gjørd at skapa vídd í inni-
haldinum. Av áhoyrara-
plássunum sást tú yvir á
Nestorin í føroyskum skald-
skapi í dag, Regin Dahl.
Hann var komin at lurta eftir
hinum.
Hetta var ein frálík løta í
Klingruni. Og sum hjá Aug-
usti Benadiktssyni so runnu
tankarnir bæði niðan á Dal-
avegin og niðan á Varða, og
teir steðgaðu eisini á við ta
nýggju reglugerðina fyri
Mentunargrunn
Føroya
Løgtings. Vónandi verður
hon so smidlig, at grunnurin
í framtíðini fer at taka hædd
fyri at føroyskar bókmentir
verða týddar til onnur mál í
størri mun enn gjørt verður
í dag.
Vónandi er enski útgevarin
farin avstað aftur, um ikki
beinanvegin, við einum før-
oyskum Einari Már Guð-
mundssyni, Vígdis Gríms-
dóttur ella Guðbergi Bergs-
syni, so við einum boði upp
á, hvussu vit bera okkum at
við at fáa nýggjar føroyskar
bókmentir fluttar beinleiðis
úr føroyskum yvir í eitt av
heimsins størstu tungumál-
um, - og her mugu vit sjálv
eisini virka og stuðla. Norð-
urlandahúsið hevur tikið
fyrsta stigið - og tað eiga
tey stóra tøkk fyri.
Martin Næs
IN ENGLISH, PLEASE!