týsdagur 7. mars 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 46 - 7. mars 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 46 - 7. mars 2000
JÁKUP MØRK
Føroyar-Grønland 30-27
(17-13)
Tað var við stórum spenn-
ingi, at fólk sóu fram til teir
tríggjar landsdystirnar, sum
Føroyar skuldu leika móti
Grønlandi.
Eftir at vit so at siga einki
A-landslið hava havt sein-
astu árini, bert ein lítil hálv-
hjartað roynd miðskeiðis í
nítiárunum, skuldi skjøtil nú
setast á eitt nýtt tíðarskeið.
Eitt tíðarskeið, sum vónandi
skal fáa føroyskan hondbólt
upp á sama støði, sum hann
var seinast í sjeyti- og fyrst
í áttatiárunum.
Áskoðarafjøldin kundi tó
helst verið nakað størri,
men, sum høvdu leitað sær
niðan á Nabb, sóu Føroyar
og serliga Heina Joensen
fáa eina dreymabyrjan.
Jóhan á muni
Tað vóru ikki leiktir meira
enn einir tríggir minuttir, tá
hevði Heini langað bóltin í
grønlendsku
meskarnar
tríggjar ferðir, og tá Jóhan
samstundis tók sær av tí,
sum varð tveitt móti honum,
so lá bara heilt væl fyri hjá
okkara monnum.
Grønlendingar, sum kan-
ska vóru eitt sindur ferða-
móðir, stríddu seg tó inn
aftur í dystin, og tá fyrri
hálvleikur var gott og væl
hálvrunnin, høvdu teir tikið
seg upp á javnleik.
Føroyska liðið raknaði tó
við aftur, og millum annað
takkað verið stórspæli frá
Inga Olsen, megnaðu teir at
vinna seg fýra mál fram um
grønlendingar, áðrenn farið
varð til hálvleiks.
Móti endanum av fyrra
hálvleiki hevði tað í løtum
sæð mest sum ov lætt út, og
onkrir av mest bjartskygdu
áskoðarunum tosaðu um, at
hetta kundi endað við stór-
sigri til Føroyingar.
So galið gekk tað tó ikki,
men rættuliga spenningur
kom ongantíð aftur í dystin,
tí okkara menn megnaðu
alla tíðina at halda muni-
num.
Í álopsspælinum var tað
serliga Ingi Olsen, sum
gjørdi um seg, har hann átók
sær dupultan leiklut sum
bæði spælskipari og skot-
hóttan.
Harumframt var Sámal
Joensen eisini komin á vøll-
in móti endanum av fyrra
hálvleiki, og fríggjakvøldið
var kanónin rætt innstillað.
Sjálvur taldi eg átta skot,
sum risin úr Vestmanna
sendi móti málinum, og av
hesum fóru ikki færri enn
sjey í netið. Sanniliga eitt
sera flott avrik frá Sámali,
men hinvegin skal eisini
sigast, at grønlendsku mál-
verjarnir ikki stóðu seg ser-
liga væl fríggjakvøldið.
Øðrvísi var statt í hinum
endanum, har Jóhan Dan-
ielsen vardi føroyska málið.
Fleiri ferðir í vetur hava á-
skoðararnir hjá StÍF sungið
»Vit eiga føroya besta mál-
mann«, og fríggjadagin var
greitt, at hesir hava grein í
sínum máli.
Jóhan stóð snøgt sagt ein
ótrúliga góðan dyst, og tað
er einki at taka seg aftur í,
at hann var stóri munurin
millum liðini bæði henda
dagin, og mundu flestu á-
skoðararnir helst vera á ein-
um máli um, at um liðini
høvdu skift um málverjar,
hevði vinnarin av dystinum
ikki verið hin sami.
Móti endanum av dyst-
inum gjørdi grønlendska
liðið aftur ein vørr, men
tvey brakandi undirhonds-
skot frá ávíkavist Heina og
Bjarna sytgdu fyri, at før-
oyska leiðslan varð varveitt.
Serliga vakurt var skotið hjá
Bjarna, tá hann við einari
rørslu bæði loftaði og skeyt
bóltin, uttan at grønlendski
málverjin hevði nakran
møguleika at verja fyri.
Stóðu royndina
Føroyska liðið stóð sostatt
fyrstu royndina, og í so mát-
a var einki at finnast at. Eftir
dystin var tó sjálvandi
greitt, at enn eru nógvir lut-
ir, sum kunnu betrast, og
annað var heldur ikki vænt-
andi.
Í álopspartinum tóktist
tað so, at alt ov nógv av
spælinum varð skipað so-
leiðis, at annar av bakku-
num skuldi endað álopið.
Sera sjáldan vóru tað veng-
urnir, sum hótti verjuna, hó-
ast vit í Hans Áka hava ein
frálíkan vinstra vong, sum
veruliga megnar at bróta í-
gjøgnum.
Á høgra vongi leikti Petur
Martin Poulsen, og hóast
hann royndi at stríðast fyri
seg, so var rættuliga sjón-
ligt, at hann ikki er vanur at
leika á hesum plássi.
Heldur ikki hevur hann
neyðuga
kvikleikan,
soleiðis at hann veruliga
kann hótta beinleiðis mót-
leikara sín. Róm varð tó ikki
bygt eftir einum degi, og
Petur Martin hevur tíðina
fyri sær, so einki er at ivast
í, at hann kann mennast enn
meira.
At tað sostatt nærum bert
vóru miðspælararnir og
bakkarnir á føroyska lið-
num, sum veruliga hóttu
grønlendska málið, gjørdi tó
Stóðu fyrstu royndina
Føroysku A-landsliðið hjá monnum stóð fyrstu royndina, men tað var einamest takkað verið stórspæli av Jóhan
Danielsen, at føroysku sigurin varð fingin til høldar
kanska ikki so nógv, tí skot-
styrkin hjá føroyingum á
hesum plássum er somikið
góð, at hetta var nóg mikið
til at søkka grønlendsku
skútuna.
Mangla vinstru hondir
Sum nevnt var tað serliga
Sámal, sum var effektivur
fríggjadagin, men tað var so
sanniliga eisini ein fragd at
síggja Inga, tá hann við
kvika fótskiftinum megnaði
at skapa sær sjálvum
rásarúm.
Við Heina er eitt sindur
øðrvísi. Sjey mál er í sjálv-
um sær rættuliga gott, men
vert er eisini at leggja til
merkis, at hann kanska var
tann føroyski leikarin, sum
hevði flest royndir móti
málinum.
Harumframt kom tað
fleiri ferðir fyri, at hann var
atvoldin til, at føroyska
spælið steðgaði upp, tá hann
einsamallur royndi at bróta
ígjøgnum verjuna. Helst
kemst hetta tó eisini av, at
Heini ikki fekk nóg mikið
av hvíld undir dystinum.
Meðan vit í Áka, Sámal og
partvíst Bjarna hava nakrar
frálíkar vinstra bakkar, er
verri statt við plássinum hjá
Heina. Í løtum varð Sámal
tó nýttur á hesum plássi,
uttan at tað sá út til at nerva
hann nakað serligt, men ein-
ki er at ivast í, at føroyska
liðið væl kundi havt eina
sterka vinstru hond afturat.
Verjuspælið hjá føroying-
unum kundi ikki metast
sum nøktandi fyrsta dystin.
Tað sigur eisini eitt sindur,
at hóast Jóhan sýndi satt
stórspæl í málinum, megn-
aðu mótstøðumenninir at
skorað 27 ferðir.
Grønlendska álopsspælið
gekk nevnliga nógv skjótari
enn tað føroyska, og hóast
tað av og á kom heldur lítið
burtur úr kvika spælinum,
so var týðuligt, at føroysku
leikararnir skuldu venja seg
við ferðina.
Hvussu var og ikki, so var
føroyska avrikið nóg gott til
at basa grønlendska liðnum.
Fleiri vóru tó tey, sum vænt-
aðu, at dysturin leygardagin
fór at gerast nakað torførari,
tí grønlendingarnir vóru so
at siga komnir av Flogvøll-
inum
til
Ítróttarhøllina
fríggjadagin. Hvussu mundi
fara at gangast, tá teir høvdu
havt rættuligar stundir at
koma fyri seg.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Føroyar: Ingi Olsen 8, Sá-
mal Joensen 7, Heini Joen-
sen 7, Bjarni Wardum 3,
Hans Áki Dahl Christiansen
2, Áki Olsen 1, Petur Martin
Poulsen 1, Bárður Brimvík
1
Grønland: Peter Sikemsen
7, Hans P. Poulsen 7, Ras-
mus Larsen 4 (1), Hans
Knudsen 3 (1), Niels Poul-
sen 2, Carsten Olsen 2, Kim
Hovgaard 2
Brotskøst:
Føroyar 2, Grønland 4
Útvísingar:
Føroyar 6, Grønland 2
Dómarar úr Kyndli:
Hanus Kúrberg og Hans
Thomassen
Áki Olsen og Bárður Brimvík tykjast at iðra seg um eina miseydnaða føroyska álopsroynd, men tá tað kom til stykkis,
vóru føroyingar omaná í fyrsta dystinum móti grønlendingum á hesumsinni
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyski liðskiparin, Ingi
Olsen, gjørdist toppskjútti
í fyrsta dystinum
Mynd: Álvur Haraldsen
JÁKUP MØRK
Føroyar-Grønland 30-23
(13-7)
Eftir trý mála sigurin
fríggjadagin, vóru tað kan-
ska mong, sum høvdu vón-
að, at føroyska liðið kundi
endurtaka sigurin á grøn-
lendingum, men hinvegin
vóru fleiri lutir, sum talaðu
fyri, at føroyska liðið skuldi
fáa ein torførari dyst hesu
ferð.
Serliga var tað tann sann-
roynd, at grønlendingarnir
nú vóru komnir rættuliga
upp á pláss. Fríggjadagin
var tað jú sum kunnugt so-
leiðis, at teir komu beina
leið av flogvøllinum til
dystin.
Eisini varð ført fram, at
føroyski sigurin fríggjadag-
in í stóran mun var grund-
aður á stórspæl frá Jóhan
Danielsen, og at tað ikki
kundir væntast, at tað fór at
gangast málverjanum so-
mikið væl í hvørjum dysti.
Verjan riggaði
Beinanvegin
var
eisini
greitt, at stórspælið ikki fór
at kom frá Jóhan, tí í før-
oyska málinum stóð Óla
Kristian Djurhuus, tá dyst-
urin byrjaði.
At byrja við, gekk rættu-
liga javnt á millum liðini.
Føroyringar royndu einar
tvær ferðir at toga seg fram
um mótstøðuliðið, men
hvørja ferð varð svarað aft-
ur.
Tað var tó rættuliga skjótt
greitt, at í verjupartinum var
føroyska liðið munandi bet-
ri skipað, enn teir vóru í
fyrra dystinum. Hóast grøn-
lendingar royndu at spælið
skjótt sínámillum, so megn-
aðu teir als ikki at opna før-
oysku verjuna á sama hátt.
Hetta gav eisini at bíta, tá
fyrri hálvleikur varð knapp-
liga hálvrunnin. Í samfullar
15 minuttir megnaðu før-
oyingarnir at halda grøn-
lendingum burtur frá fat-
inum, og tá føroyingar sam-
stundis skutu átta mál hetta
tíðarskeiðið, varð dysturin
nærum avgjørdur hesa løt-
una.
Sum nevnt, so riggaði før-
oyska verjuspælið sera væl
hesa løtuna, og hetta sást
millum aftur í, at grønlend-
ingar fleiri ferðir vórðu
dømdir fyri nøl. Megnaðu
teir so endiliga at spæla seg
ígjøgnum, stóð Óla Kristian
fyri skotunum, og tá teir so
eisini fingu brotskast, kom
Jens Skipagøta inn at taka
sær av hesum.
Móti endanum fingu
grønlendingar tó tvey mál
afturat, men flestu áskoða-
rarnir mundu helst vera
samdir um, at hendan dystin
fóru føroyingarnir at vinna.
Ingi og hinir
Í seinna hálvleiki fingu
grønlendingar beinan vegin
tvey mál, men so fór Ingi
Olsen rættuliga í gongd.
Ikki tí, eisini í fyrra hálv-
leiki hevði hann verið besti
leikarin á vølli, men fyrstu
løtuna í seinna hálvleiki
gjørdist tað púra greitt,
hvussu stóran týdning hann
hevur fyri føroyska liðið.
So at siga hvørja ferð
grønlendingar fingu eitt
mál, svaraði Ingi aftur, og
tá støðan nakað inn í seinna
hálvleik var 22-13, hevði
Ingi einnsamallur skotið
eins nógv mál og tað grøn-
lendska liðið.
Tað var ein sonn fragd at
síggja, hvussu hann við
kvika fótskiftinum ferð eftir
ferð fangaði verjuleikarar á
skeiva beininum, og grøn-
lendsku málverjarnir fingu
snøgt sagt einki gjørt, tá
skotini vórðu send móti
málinum.
Harumframt royndist Ingi
eisini sera væl í verjupart-
inum, har hann antin dekk-
aði úti á veinginum, ella
hevði leiklutin sum eittari í
5-1 verjuni. Sum eittari fekk
hann fatur í eini rúgvu av
bóltum, og vórðu teir allar-
flestu av hesum umsettir til
kontraálop, har Ingi eisini
ofta varð maðurin, sum end-
aði álopið.
Seinastu tveir triðingarnir
av seinna umfarinum dovn-
aði føroyska spælið tó na-
kað, og grønlendingarnir
kundu tískil pynta nakað
um úrslitið, soleiðis at tað
einans vórðu sjey mál á
muni, tá avtornaði.
Palli Joensen nýtti eisini
høvi til at lata Jens Skipa-
gøta royna seg eina løtu í
málinum, men einki tóktist
at rigga hjá hoyvíkinginum
hendan dagin.
Broytingar á liðnum
Í mun til dystin fríggjadagin
var føroyska liðið eisini um-
skipað nakað, tá annar dyst-
urin varð leiktur.
Rúni Poulsen og Eli
Müller sótu báðir yvir
Vunnu næsta settið
Føroyska liðið megnaði at endurtaka sigurin á grønlendska liðnum, men
leygardagin var sigurin meira sannførandi. Serliga var tað Ingi Olsen, sum
gjørdi vart við seg, men eisini í aðrar mátar var føroyska spælið betra
henda dystin, og í teirra stað
vóru Jens Skipagøta, Janus
Einar Sørensen og Martin
Hummeland at síggja á lið-
num. Av hesum var tað ser-
liga Janus Einar, sum gjørdi
vart við seg.
Strikuspælarin hjá Kynd-
li, sum upprunaliga als ikki
var úttikin til landsliðið,
fekk veruliga sýnt, at hann
er ein leikari, sum roknast
skal við framyvir. Í verju-
partinum stríddist hann sera
væl, og m.a. hevði hann eitt
sera gott tak á velduga
strikuspælaranum hjá Grøn-
landi, Rasmus Larsen.
Í álopspartinum leikti
hann eisini ein sera góðan
dyst, serliga var tað hansara
evni til altíð at lofta bólt-
unum, sum áskoðararnir
festu sær í minni. Einar tvær
ferðir fekk hann fatur á bólt-
um, sum sóu mest sum ó-
møguligur út. Fyrru ferðina
gav hetta brotskast, meðan
hann seinnu ferðina skoraði
sjálvur.
Ov lítil mótstøða
Eftir dystin var helst onkur,
sum hevði hug at seta spur-
nartekin við, um føroyska
liðið ikki hevði fingið ov
lítið av mótstøðu í hesum
báðum
dystunum
móti
grønlendingum.
Eina ferð í seinna hálv-
leiki vóru heili tíggju mál á
muni millum liðini, og hó-
ast hetta sjálvsagt eisini var
úrslit av góðum føroyskum
spæli, so kundi hetta bent
á, at styrkismununurin ikki
var minkaður, síðani Før-
oyar og Grønland hittust í
1980. Ta ferðina endaðu
báðir dystirnir við greiðum
føroyskum sigrum, og so-
leiðis hevði eisini verið hes-
u ferð.
Nøkur vóru tó, sum vístu
á, at grønlendska liðið
noyddist at vera tríggjar
týðandi leikarar fyri uttan,
og at talan helst hevði verið
um heilt aðrar dystir, um
hesir høvdu verið við á ferð-
ini.
Okkurt graml hoyrdist
eisini um, at í hvussu so er
ein av hesum leikarum fór
at vera við, tá seinasti dyst-
urin í hesum umfarinum
skuldi leikast í Vestmanna.
Talan var um Jacob Larsen,
sum dagliga spælir í bestu
donsku deildini, og tá hetta
frættist, vórðu tað helst
fleiri, sum høvdu fingið hug
at hyggja at dystinum
sunnudagin.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Føroyar: Ingi Olsen 13 (2),
Bárður Brimvík 4, Heini
Joensen 4 (2), Áki Olsen 3
(1), Bjarni Wardum 2, Sá-
mal Joensen 1, Janus Einar
Sørensen
1,
Martin
Hummeland 1
Grønland: Peter Sikemsen
8 (2), Hans P. Poulsen 4,
Rasmus Larsen 3, Hans A-
laufesen 2, Hans Knudsen
2 (1), Carsten Olsen 2, Niels
Poulsen 1, Finn Nielsen 1
Brotskøst:
Føroyar 8, Grønland 4
Útvísingar:
Føroyar 1, Grønland 2
Dómarar úr Tjaldur:
Dánjal Hansen og Kári
Hansen
Hans Áki Dahl Christiansen í atsókn á grønlendska málið. Í leygardagsdystinum var ongantíð nakar ivi um, hvørt av
liðunum skuldi standa seg betri
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyingarnir høvdu gott tak á grønlendingunum í dyst-
inum leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen