týsdagur 7. mars 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 46 - 7. mars 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 46 - 7. mars 2000
JÁKUP MØRK
Føroyar-Grønland 29-29
(17-16)
Hóast føroyingar høvdu
vunnið teir báðar fyrru
dystirnar móti grønlending-
unum, og hóast styrkismun-
urin hevði verið rættuliga
sjónligur í seinna dystinum,
so var ikki sørt av spenningi
undan triðja og seinasta
dystinum landanna millum.
Spenningurin komst av,
at Jacob Larsen, sum dag-
liga leikar við GOG í bestu
donsku deildini, var komin
upp til hendan dystin.
Danskur hondbóltur er jú
á einum væl hægri støði enn
tann føroyski, so lítið var
at ivast í, at hetta fór at
verða ein munandi styrkur
hjá grønlendingum.
Hetta sást eisini á áskoð-
arafjøldini, sum var væl
størri enn til hinar báðar
dystirnar, ella kanska var
tað bara tað, at Vestmanna
er ein rættulig hondbólts-
bygd.
Javnari enn áður
Skjótt gekk eisini sjón fyri
søgn, at talan veruliga var
um ein leikara, sum styrkti
um grønlendska liðið. Ser-
liga í verjupartinum var
stóri og sterki leikarin ein
fongur, og tað vórðu eisini
gestirnir, sum fingu tað bet-
ri byrjanina hesu ferð.
Føroyingarnir sleptu tó
ongantíð takinum, men
megnaðu alla tíðina at var-
veita sambandi við mót-
støðuliðið, og tá hálvleik-
urin var á leið hálvrunnin,
megnaðu okkara leikarar at
vinna seg fram um mót-
støðuliðið.
Føroyska liðið var aftur
eitt sindur umskipað í mun
til leygardagin. Hesu ferð
vóru Óla Kristian og Hans
Áki ikki við í hópinum. Í
málinum slapp Jens Skipa-
gøta at royna seg frá byrjan
av dystinum, og hóast hann
ikki stóð eins væl og Jóhan
og Óla Kristian hvødu gjørt
í undanfarnu dystunum, so
hevði hann tó nakrar bjarg-
ingar.
Í álopspartinum var aftur
líkt til, at Føroyar í stóran
mun máttu líta á avrikið hjá
Inga Olsen, men hinvegin
vóru eisini aðrir leikarar,
sum gjørdu um seg. T.d.
royndi Bjarni seg á miðjuni
eina løtu í fyrra hálvleiki,
og hóast honum enn væntar
nakað, áðrenn hann kann
sammetast við Inga, so er
eyðsæð at vit her hava ein
leikara, sum við tíðina kann
mennast til henda leiklutin.
Eftir at føroyingar megn-
aðu at vinna seg fram um
miðskeiðis í hálvleikinum,
skiftust liðini bæði at skora,
og munurin var bert eittans
mál, tá farið varð til hálv-
leiks.
Javnaðu við seinasta
skotinum
Í seinna hálvleiki vórðu tað
føroyingar, sum byrjaðu
betur, og eitt skifti høvdu
leikarar okkara vunnið sær
eina trý máls stóra leiðslu.
Eli Müller stóð nú í mál-
inum, og hann prógvaði enn
einaferð síni ótrúligu evni,
tá tað ræður um at verja fyri
brotskøstum. Tvær ferðir á
rað fingu grønlendingar
nevnliga tillutað brotskast,
men í báðum førum bjarg-
aði vestmenningurin.
Miðskeiðis í seinna hálv-
leiki fór tó at gangast betri
hjá gestunum, og eftir lítlari
løtu høvdu teir aftur tikið
seg fram um føroyingarnir.
Sámal og Bjarni, sum nú
royndi seg á vinstra vongi,
syrgdu tó fyri, at Føroyar
aftur vóru eitt mál framman
fyri, men grønlendingarnir
mistu tó ikki á nakran hátt
mótið, men royndu fram-
haldandi at venda dystinum
til egnan fyrimun.
Føroyingar megnaðu tó
at koma fram um bæði 28-
27 og 29-28. Hetta seinni
tá bert fá sekund vóru eftir
at leika. Grønlendingar fóru
tó aftur í álop, og við trim-
um sekundum eftir á klokk-
uni, fingu teir tríggja metra
kast, og fekk Rúni Poulsen
í sama viðfangi reyða kortið
at síggja, við tað at hann
varð heldur harðligur, tá
hann royndi at steðga sein-
astu grønlendsku álops-
royndini.
Grønlendska liðið stillaði
upp, soleiðis at Peter Si-
kemsen, sum hesar tríggjar
dagarnar hevði givið fleiri
dømi upp á sítt góða avsett,
skuldi skjóta. Royndin mis-
eydnaðist, men dómararnir
bríkslaðu enn einaferð fyri
trimum metrum. Hesu ferð
royndi Jacob Larsen seg, og
uttan stórvegis hóvasták,
langaði hann bóltin í før-
oyska málið.
Ónøgd við dømingina
Sum vera man, so var róm-
urin á grønlendsku leika-
runum sera góður, nú tað
loksins eydnaðist at fáa
okkurt burtur úr dystinum,
men eftir dystin skiltist á
grønlendska venjaranum, at
eftir hansara tykki áttu teir
at vunnið dystin.
Í prátið við Útvarpið gav
hann nevnliga til kennar, at
dómararnir í øllum førum
ikki høvdu verið ímóti før-
oyingunum seinastu løtuna
av dystinum, og heilt skeivt
man venjarin ikki hava í
hesum.
Seinastu
minuttirnar
hendi tað nevnliga fleiri
ferðir, at dømingin bar brá
av at vera til fyrimuns fyri
Javnt í triðja umfarinum
Triði og seinasti dysturin millum Føroyar og Grønland endaði við javnleiki, men tað var ikki fyrr enn í seinastu
sekundunum av dystinum, at Jacob Larsen, sum bert leikti við henda dystin, kundi tryggja Grønlandi javnleikin
føroyingar. Nú skal eg ikki
siga, at dómararnir vóru
partískir við vilja, men í
øllum førum vóru nakrir av
seinastu dómunum løgnir.
Spell at hetta at enda kom
at seta dám á dystin, tí talan
var annars um ein sera góð-
an og undirhaldandi dyst,
sum í mun til teir báðar
undanfarnu var spennandi
frá fyrsta til seinasta bríksl.
Stóri munurin í mun til
teir báðar undanfarnu dyst-
irnar var helst tann, at grøn-
lendska liðið nú hevði Ja-
cob Larsen afturat sær.
Í verjupartinum var hann
sera drúgvur, hóast Ingi enn
einaferð kundi gerast topp-
skjútti hjá føroyska liðnum,
og í álopspartinum merkti
hetta eisini, at grønlending-
ar gjørdust nógv hvassari.
Sjálvur skeyt hann seks
av grønlendsku málunum,
men serliga Peter Sikemsen
dugdi at gera sær dælt av,
at føroyingarnir ansaðu so-
mikið væl eftir GOG leika-
ranum, og maðurin við stór-
a avsettinum skeyt ikki
færri enn 12 mál hesu ferð.
Hóskandi mótstøða
Triði dysturin prógvaði, at
talan var um hóskandi byr-
jan á altjóða farleiðini, tá
HSF gjørdi av, at Grønland
skuldi verða fyrsta landið,
sum A-landslið okkara
skuldi royna seg ímóti.
Serliga í dystinum leyg-
ardagin, vóru tekin um, at
grønlendska var heldr veikt
til okkara menn, men spur-
ningurin er helst, hvussu
okkara menn høvdu staðið
seg, um vit noyddust at vera
tríggjar týðandi leikarar fyri
uttan.
Samanumtikið má sigast,
at talan var um eitt væl-
eydnað tiltak, og vónandi
kann hetta gerast byrjanin
til eitt nýtt tíðarskeið í før-
oyskari hondbóltssøgu.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Føroyar: Ingi Olsen 12 (1),
Bjarni Wardum 5, Sámal
Joensen 4, Heini Joensen 4,
Áki Olsen 3 (1), Martin
Hummeland 1
Grønland: Peter Sikemsen
12 (2), Jacob Larsen 6,
Hans P. Poulsen 4, Hans
Knudsen 3, Rasmus Larsen
2, Finn Nielsen 1, Kim
Hovgaard 1
Brotskøst:
Føroyar 4, Grønland 4
Útvísingar:
Føroyar 3, Grønland 5
Diskvalifikatión:
Føroyar 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Stjørnuni:
Geir Wardum og Carsten
Andersen
Í triðja dystinum megnaðu grønlendingar í nógv størri mun at verja fyri føroyingunum, men tað var ikki fyrr enn í
seinastu sekundunum, at teir tryggjaðu sær javnleikin
Mynd: Álvur Haraldsen
Bjarni Wardum royndi seg eisini sum vongspælari í
triðja dystinum, og fekk hann fleiri mál burtur úr hesum
Mynd: Álvur Haraldsen
JÁKUP MØRK
Eli Müller, VÍF
Var tann føroyski málverjin,
sum fekk fægstar minuttir
á vøllinum, men megnaði
kortini í seinasta dystinum
at prógva, at hann avgjørt
telist millum bestu málver-
jarnir í landinum. Harum-
framt hevur hann ein ótrú-
ligan eginleika til at bjarga
brotskøstum, og hesum
prógvaði hann enn eina ferð
Jóhan Danielsen, StÍF
Prógvaði í fyrsta dystinum,
at hann helst er fremsti
hondbóltsmálverji okkara.
Snøgt sagt varð hann í tí
dystinum munurin á liðu-
num. At hann eisini er tann
málverjin, sum Palli Joen-
sen hevur besta álitið á, sæst
eisini aftur í, at hann var
einasti málverjin, sum var í
hópinum allar dystirnar.
Jens Skipagøta, H71
Vardi málið eina løtu í
dystinum leygardagin, men
tá vildi einki rigga hjá
honum. Byrjaði kortini í
dystinum sunnudagin, og
hevði tá nakrar bjargingar,
hóast hann heldur ikki tá
leikti upp til sítt besta. Hann
hevur tó fleiri ferðir fyrr
prógvað, at hann eigur at
vera ein náttúrligur partur
av landsliðnum
Óla Kristian Djurhuus,
KÍF
Vardi føroyska málið meg-
inpartin av leygardagsdyst-
inum, og átti sín part av ær-
uni fyri, at tað eydnaðist at
steingja føroyska málið í 15
minuttir. Eftir at Jens hevði
loyst hann av eina løtu, kom
hann aftur á vøllin, men tá
var sum um rútman var
brotin, og kom hann tí ong-
antíð upp á heilt sama støði
aftur.
Sámal Joensen, VÍF
Var rættuliga óstøðugur í
spæli sínum. Fríggjadagin
var hann so at siga ógjør-
ligur at steðga, og fekk mál
burtur úr øllum. Leygardag-
in vildi ikki eins væl til,
meðan sunnudagurin tó var
á eini leið. Royndi seg eisini
sum høgra bakk, uttan at
hetta tóktist at nerva tað
stóra. Er við stødd síni ein
týðandi liður í føroyska ver-
juspælinum.
Áki Olsen, Neistin
Ein hevði kanska væntað
sær fleiri mál frá hansara
høgru hond í hesum lands-
dystum, men hinvegin eigur
avrik hansara ikki at und-
irmetast, tí í fleiri førum var
tað hann, sum stóð fyri upp-
spælinum til føroysku skot-
royndirnar. Serliga í fyrsta
dystinum var hann eisini
drúgvur í verjupartinum,
har hann vanliga ikki hevur
sína stóru styrki
Petur Martin Poulsen,
KÍF
Royndi seg á heldur óvanda
plássinum
sum
vinstri
vongur, og spæl hansara var
eisini merkt av hesum.
Royndist tó drúgvur í ver-
jupartinum, har hann hevði
gott tak á mótstøðumanni
sínum. Kann uttan iva
menna seg nógv á pláss-
inum, soleiðis at hann eisini
í framtíðini verður fastur
fúsur á landsliðnum
Rúni Poulsen, Kyndil
Var við í fyrsta dystinum,
og stóð seg væl í verjuspæl-
inum, har hann tó hevði tru-
pulleikar av stóra mótstøðu-
manninum. Flutti seg skil-
agott í álopssælinum, men
skotroyndir hansara vóru
ikki nóg neyvar. Fekk reytt
kort í seinasta dystinum,
men hevði seinasta grøn-
lendska skotið ikki givið
mál, høvdu tey flestu helst
takkað honum fyri, at hann
steðgaði álopsroyndini.
Bárður Brimvík, H71
Var sum einasti strikuspæl-
arin við í øllum trimum
dystunum, og royndist hann
hampuliga væl í bæði álops-
og verjupartinum. Hevur
støddina við sær, og megn-
aði tískil eisini at berjast við
vælvaksna Rasmus Larsen.
Brendi fleiri góðar møgu-
leikar í fyrsta dystinum,
men var nógv neyvari í
teimum báðum seinnu.
Janus Einar Sørensen,
Kyndil
Prógvaði at hann helst er
besti strikuspælari okkara í
løtuni. Loftar so at siga øll-
um bóltum í álopspartinum,
og roynist eisini sera drúgv-
ur í verjupartinum. Varð tik-
in úr U18 hópinum, og hev-
ur longu prógvað, at ven-
jarin sá rætt, tá hann tók
hesa avgerð. Fer uttan iva
at teljast millum teirra, sum
føroyska liðið skal byggjast
á í framtíðini.
Ingi Olsen, VÍF
Liðskiparin á føroyska lið-
num, var klárt besti leikarin
í teimum trimum dystunum.
Var sera sjónligur í álops-
partinum, har hann fyri tað
mesta royndi seg sum mið-
spælara, og var toppskjútti
í øllum dystunum. Var eisini
ein týðandi liður í føroyska
verjuspælinum, har hann
við kvikleika sínum fekk
pilkað nógvar bóltar frá
grønlendsku leikarunum.
Heini Joensen, Neistin
Byrjaði við buldur og brak,
tá hann skeyt trý tey fyrstu
føroysku málini, og var í
øllum dystunum ein stór
hóttan, orsakað av stóru
skotstyrkini. Hevur tó hug
at gera spælið ov torført við
hvørt, og serliga í fyrsta
dystinum kostaði hetta nøk-
ur kontramál. Líður tó und-
ir, at føroyska liðið hevur
ov fáar lámar, og fær tí ov
lítið av hvíld undir dysti-
num.
Ein ljós framtíð
15 mans sluppu at vísa síni kynstut í teimum trimum landsdystunum, og ein-
gin ivi er um, at Ingi Olsen var leikarin, sum skaraði fram um hinar 14. Hin-
vegin er eingin av leikarunum, sum fær dumpikarakter fyri avrikið, og verður
lági miðalaldurin havdur í huga, kann staðfestast, at føroyskur hondbóltur
gongur eini ljósari framtíð á møti.
Martin Hummeland,
VÍF
Slap at royna seg í teimum
báðum seinnu dystunum, og
við skjótleika sínum megn-
aði hann fleiri ferðir at hótta
mótstøðuliðið. Er kanska í
so smæðin í álopspartinum,
men eingin ivi er um, at
hetta kemur saman við
vaksandi royndunum. Hev-
ur tó ikki enn megnað at sett
seg á plássið sum høgri
vongur
Bjarni Wardum, Kyndil
Einasti Wardum-maðurin á
landsliðnum prógvaði í øll-
um trimum dystunum, at
hann kann spæla á so at siga
øllum plássum. Sýndi dirvi
og vilja at bróta ígjøgnum,
hóast hann kanska var held-
ur ótolin til tíðir. Hevur
bæði bóltførleika og yvirlit
til at gerast arvtakarin til
miðplássi, tá Ingi Olsen
einaferð ger av seta skógv-
arnar á hillina.
Hans Áki Dahl
Christiansen, Kyndil
Var ikki við í seinasta dyst-
inum, men hevði longu tá
sýnt, at hann iegur at vera
fastur fúsur á A-landsliði
okkara. Ein kundi kanska
hugsað sær, at hann gjørdi
meira av í álopspartinum,
men í verjupartinum lá
hansara lutur so avgjørt ikki
eftir. Varð í fleiri førum fyr-
sti maður at støðga mót-
støðuálopunum, men verður
kanska í so altráður við
hvørt.
Onkuntíð høvdu grønlendingar hug til at vera heldur harðligir við Inga Olsen, sum
helst varð besti føroyski leikarin í teimum trimum dystunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Væl nøgdur
Hóast úrslitini kanska kundu verið
betur, var grønlendski venjarin, Bo
Roy, væl nøgdur við dystirnar
JÁKUP MØRK
Eftir triðja og seinasta
landsdystin á hesum sinn-
i, hittu vit Grønlendska
landsliðsvenjaran,
Bo
Roy, og spurdu vit hann,
hvat hann helt um teir
tríggjar dystirnar.
Samanumtikið
helt
hann, at grønlendska liðið
hevði havt stóra gleði av
hesum dystum, men hann
helt ikki, at spælið í tei-
mumbáðum fyrstu dyst-
unum hevði verið nøkt-
andi.
Hann legði tó afturat,
at breiddin á liðnum ikki
var nóg góð, og at tað
tískil kendist sera strígg-
ið, at tríggir av bestu leik-
arunum ikki vóru tøkir.
Seinasta dystin var Ja-
cob Larsen tó at síggja á
liðnum, og hetta helt ven-
jarin eisini bøtti munandi
um grønlendska spælið.
Gott lið
Annars segði Bo Roy, at
føroyska liðið var betri,
enn hann hevði væntað.
- Fyrr vóru føroyingar
nakrir lítlir og kvikir leik-
arar, sum leiktu skjótan
hondbólt, men leikararnir,
sum tit nú hava, hava so
sanniliga fingið eitt sind-
ur av havragreyti, ella
hvat tit so eta her uppi,
helt venjarin fyri, og legði
samstundis afturat, at
hann serliga hevði bitið
merki í Inga Olsen, Heina
Joensen, Sámal Joensen
og Bárð Brimvík.
- Tað týdningarmesta
hjá okkum var tó, at vit
aftur fingu høvi at sam-
last, segði grønlendski
venjarin, sum at enda yn-
skti føroyska liðnum góð-
a eydnu framyvir, eins og
hann vónaði, at hetta ikki
vórðu seinastu dystirnir
landanna millum.
Sosialurin - 311820
3arin
STEYP OG
HEIÐURSTEKIN
Nógv nýtt heimkomið
Vit hava stórsta úrvalið innan steyp og
heiðurstekin í Føroyum.
Vit skulu eisini gera vart við at vit hava stórar
møguleikar innan gravering av steypum og
heiðursmerkjum. T.d. kunnu vit gravera
búmerki hjá tykkum og annars alt tað vanliga.
Vit síggjast
í 3-aranum
SMS • Tel. 31 98 20 - 31 06 06
Fax 31 49 55
E-mail: tryarin@post.olivant.fo
NB. Vit gravera eisini
navnaskeltir v.m. til
el-talvur, hurðar o.a.