Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. februar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 34 - 18. februar 2009 Tríggir unglingar fingu í Føroya Rætti í gjár treytaðar dómar á 30 og 40 dagar fyri at hava gjørt seg inn á annan ungling eina desembernátt í 2007. Ein triði unglingi varð fríkendur HARÐSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nær beistast unglingar – og nær er tað harðskapur við dómsavsigan sum fylgju. Tað fingu fýra unglingar, ávikavist 16, 17 og 18 ára gamlir, at vita frá Føroya Rætti í gjár. Tollaksmessudag – sjálv­ an føðingardagin hjá Jákupi á Møn – í 2007, vóru teir farnir í býin, tó hvør í sínum lagi. Teir vóru tá meiri enn eitt ár yngri, enn teir eru nú, teir meiri enn eitt ár seinni endiliga vórðu still­ aðir fyri rættin. Hesir fýra eru vinmenn, og sambært ákæruritinum hevur hesin eini teirra eggj­ að hinum trimum til at fáa hendur á einum fimta ung­ lingi og bukað og bart hann av. Orsøkin: Svartsjúka. Sambært ákæranum, Sús­ onnu Nordendal, skal hesin eini av vinmonnunum hava givið hinum trimum boð um at finna og halda hesum fimta dreinginum, til boð­ gevin, ákærdi D, kom á stað­ ið og fekk bukað henda, tí hann var stungin av við gent­ uni hjá D. Ákærdi D var sam­ stundis hin yngsti av dreingj­ unum, og bert 15 ára gamal, tá hendingin fór fram. Ákærdi A var 16 ára gam­ al og var í býnum hetta kvøldið, men ikki saman við nøkrum av hinum ákærdu. Teimum møtti hann ikki fyrr enn seinni í býnum, og sambært honum sjálvum púra tilvildarligt. Hann rendi seg í hinar – og í rokanina – við Grasa­ garð, har eisini ákærdu B og C vóru staddir. Hesir seinnu nevndu vóru tá 17 ára gamlir. Sló órættaða Ákærdi A greiddi frá, at hann bert minnist í brotum tað, sum hendi hetta kvøldið í Grasagarði, men at hann sá vinmann sín, ákærda C, standa og tosa við órættaða, og teir sóðu út til at halda hvør í øðrum. Hann fór tí yvir til teirra fyri at finna út av, hvat var á vási. Órættaði skumpaði tá A burtur við einari viðmerking um, hvat ein »lítil lortur« sum hann skuldi gera. A segði seg tá sláa órættaða á kjálkan, men bert við lítlari megi, tí hann føldi einki í hondini dagin eftir, og einki sást heldur á órættaða eftir nakað slag. Tað eitt sindur løgna við hesum er, at onga aðrastaðni í løgreglufrágreiðingunum sæst nakað um, at ákærdi A hevur sligið órættaða. Í rætt­ inum greiddi hesin tó frá, at A hevði sligið seg, ikki eina ferð, men tvær ferðir. Hann dugdi tó ikki at siga nakað um, hví hann ongantíð hevði sagt løgregluni hetta og skoytti eisini upp í, at hann ikki fekk ilt av sløgunum. Eingin annar hevði sæð hetta slagið, sum var einasta ábending um, at ákærdi A hevði verið við í »tumult­ inum«. Sami ákærdi segði seg ikki minnast nakað til, at ein annar vinmaður, sum hann fylgdist við hetta kvøldið, skuldi havt fingið eina uppringing frá ákærda D um at finna órættaða og halda honum til D kom á staðið. Einasta annað, sum er at hoyra um A er, at hann tók brillurnar hjá beiggja órætt­ aða (fyri at tær ikki skuldu brotna) og seinni gav hesum tær aftur. Hetta varð eisini váttað av hesum sama bróð­ uri. At enda vitnaði eitt uttan­ veltað vitni, at hon hevði sæð A, tá hesin royndi at sissa C, tá hesin tosaði við nevnda vitni. B aggressivur Soleiðis, sum frágreiðingar­ nar komu fram í rættinum í gjár, varð greitt, at ákærdi B var hann, sum stóð við vána­ ligastu kortunum á hondini. Tvey av teimum trimum vitn­ unum høvdu sæð hann hoppa, trampa og sparka órættaða, meðan hesin lá á vegnum. Hann hevði eisini – sam­ bært tveimum av frágreið­ ingunum – oyst øl á órætt­ aða, sum hann provokeraði. Tá hetta ikki førdi til bar­ daga, fór hann til bróður órættaða og legði á henda, sum kortini ikki vildi gera mótstøðu, og tí lá stillur undir ákærda B, tá hesin hevði felt hann niður, og til hannn læt hann fara. Um ákærdi B leyð av minnissvíki hendan Tollaks­ messudag og jólaaftan kom ikki reiðiliga fram, men hann segði í rættinum, at hann einki mintist frá hvørki hending, degi sum so ella jólaaftan. Og hetta hjálpti eftir øllum at døma, tí hóast B hevði rættiliga »belast­ andi« pástandir ímóti sær, so slapp hann so at siga eins snikkaleysur sum teir, ið so at siga eingi prógv høvdu ímóti sær. Ákærdi C framstóð á nógvar mátar sum tann, ið var hin semjusøkjandi. Hann var hin einasti íblandaði, sum eisini kendi órættaða, og tóktist í nógvar mátar at vera tann, sum var millum­ maður millum partarnar. Einasta lítla prógv fyri, at hann eisini var við í bardag­ anum móti órættaða var, at bróður henda helt seg hava sæð ákærda C sveiggja arm­ inum í tí, sum líktist einum slagi móti órættaða. Hann dugdi tó ikki at siga, um hetta slagið rakti ella ikki. Fríkendur Seinasti ákærdi var hin tá 15 ára gamli D, sum eitt tíðar­ skeið hevði gingið saman við seinasta vitninum, sum órættaði tá gekk saman við. D greiddi frá, at hann ikki hevði verið í býnum yvir­ høvur, fyrr enn alt rokið var yvirstaðið. Hann noktaði eisini fyri, at hava ringt til nakran vinmann fyri at biða viðkomandi halda órættaða til hann kom á staðið. Hann viðgekk tó at hava ringt til viðkomandi og sagt, at hann ætlaði at tosa við órættaða, men at tað var alt. Hann segði seg vita, at órættaði gekk saman við fyrrverandi gentu síni, og at hann var eitt sindur svart­ sjúkur inn á henda, men segði seg annars einki hava við málið at gera. Gentan vitnaði, at D fleiri ferðir hevði ringt til hana fyri at vita, hvar tey vóru, uttan tó at siga hví hann vildi vita tað. Dómarin metti eftir drúgvan rættarfund, at hesin seinasti ákærdi – altso D – mátti frídømast, tí próvførsl­ an var ikki grundarlag til at døma viðkomandi á. Hinvegin metti hann, nóg góð prógv funnust fyri, at hinir tríggir skuldu dømast, um enn ikki eftir ákæruritin­ um, sum kravdi 40 dagar til B, harav 30 treytaleysa fongsling. A og C fingu 30 dagar treytaða fongsling, eins og ákærin kravdi. Dóm­ urin til B ljóðaði upp á 40 daga treytaða fongsling, og allir tríggir fingu eitt ára royndartíð. Hetta grundaði dómarin við, at dreingirnir vóru ung­ ir, órevsaðir, og at tað var gingið meiri enn eitt ár síð­ ani hendingina. Allir tríggir ákærdu høvdu hvør sín verja, men eingin setti spurnartekin við, hví teir ákærdu ikki vórðu avhoyrdir fyrr enn upp til eitt hálvt ár eftir hendingina. Teir dømdu hava sum van­ ligt 14 dagar at umhugsa at skjóta dómin inn fyri hægri rætt. Næstrakærleiki í Meinigheitshúsinum í Havn Árligi aðalfundurin hjá Agape.fo (Agape merkir Guðs treytaleysi kærleiki) verður 7. mars í Meinigheitshúsinum í Havn, og í hesum sambandi verða fyrilestrar, bæði fyrrapart og seinnapart. Fyrri fyrilesturin kemur at snúgva seg um Diakoni ímillum menniskju. Fyrilestrarhaldari verður Lars Thidemann Jensen, aðalskrivari í Agape í Danmark. Seinni fyrilesturin fer at snúgva seg um hjúnarlagið. Heitið á fyrilestrinum er: »Í viðgongd, í mótgongd ­ og í tómgongd«. Fyrilestrarhaldari verður Steen Palmqvist, terapeutur í starvi hjá Agape í Danmark, men eisini virkandi her á landi. Tiltakið verður hildið allan dagin og byrjar við felags morgunmati klokkan 10. Døgurði og kaffi verða eisini á skránni. Tilmelding neyðug. Meira er at lesa á www.agape.fo Strangar revsingar fyri mildan harðskap Ein ungur drongur varð Tollaksmessudag í 2007 bukaður av einum flokki av øðrum dreingjum, tí hann var stungin av við damuni hjá einum av hesum Modellmynd