Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. februar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 34 - 18. februar 2009 Á einum marknaði, har flestu virðis­ brøvini hava eitt stórt fall, megnar Føroya Banki at halda fallinum á einum rímiligum støðið. Hetta kemst fyrst og fremst av, at bankin hevur verið konserva­ tivur og varin. – Vit hava sera spjaddan váða, og tí klára vit okkum betri, sigur Janus Petersen, for­ stjóri í Føroya Banka Bankavirksemi Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Av bankunum, ið eru skrá­ settir á virðisbrævamark­ naðinum sær Føroya Banki út til at klára seg heilt væl. Í morgun løgdu teir ein sera positivan roknskap fram, og tað millum annað kom fram, at virðisbrøv í Føroya Banka ikki hava verið ein líka ring íløga, sum aðrir bankar. Virðislækkingin av parta­ brøvunum í Føroya Banka er nevniliga bert eini 30 pro­ sent seinasta árið. Hetta er serstakliga lítið í mun til onnur partabrøv innan somu vinnu. ­ Tað vísir seg, at parta­ eigararnir hava eitt ávíst álit á okkum. Tað, sum hev­ ur nakað at siga, er hvussu útlitini sum heild eru, og hvussu útlitini í einstaku fyritøkuni er. Hetta er høvuðsorsøkin til, at vit minka minni enn aðrir. Hetta merkir eisini, at íleggj­ arar hava álit á, at vit eisini í framtíðini fara at geva avkast, sigur Janus Petersen. Forstjórin vísir somuleiðis á, at inntøkurnar hjá banka­ num eru vaksnar við 60 pro­ sentum, samstundis, sum starvsfólkatalið er tað sama. ­ Tað, sum hevur nógv at siga fyri álitið er eisini, at vit hava syrgt fyri at hava øgiliga spjadd útlán í nógv­ um ymiskum vinnum fyri at spjaða váðan. Hetta er tað aðrir bankar hava brent seg av innan byggivinnu til dømis. Hinvegin eru partabrøvini ikki hækkaði síðan rokn­ skapurin varð lagdur fram. ­ Tað kemst av, at sera lítil partabrævahandil er. Eisini kemur tað uppí, at íleggjarar vita næstan betur enn vit, hvussu úrslitini fara at vera, vísir Janus Petersen á. Samstundis, sum hann fegnast, at bankin hevur eitt betri úrslit, enn hann væntaði sær við ársbyrjan. Ongan bankapakka Hóast flestu bankar í heimi­ num hava eitt ynski at vera við í einum statstryggjaðum bankapakka, so sær Føroya Banki hann bert sum eitt haft. ­ Vit kundu hugsað okkum at latið 50 milliónir krónur í vinningsbýti í ár, men hetta kunnu vit ikki, tá vit eru við í bankapakka eitt, sigur Janus Petersen, forstjóri. Hann leggur aftur­ at, at bankin hevur tikið avgerð um, at hann ikki fer við í bankapakka tvey. Nógvar meirinntøkur ­ Vit hava klárað okkum betri enn vit roknaðu við, sigur Janus Petersen. Her vísir hann á, at útreiðslurnar hjá bankanum lækkaðu við sjey prosentum, samstundis, sum inntøkurnar hækkaðu við 19 prosentum. Hesar meir inntøkur koma millum annað av, at bankin hevur hækkað rentu­ marginalin mótvegis kundunum. Renturmargin­ alur er prosentvísi munurin millum rentuna á innlánum og útlánum. ­ Hyggur tú at reella marginalinum hjá okkum, so er hann fallin, tí tað er vorðið dýrari at læna pening uttanlands. Vit kunnu held­ ur ikki fara at geva kundun­ um allan vinningin hjá okk­ um, tí vit hava eisini eina ábyrgd mótvegis partaeigar­ unum. Tí er fyrimunurin hjá kundanum, at vit eru ein sterkur banki í hesum tíðum, sigur forstjórin í Før­ oya Banka. Hann leggur tó afturat, at bankin ongar ætlanir hevur um at hækka rentumarginalin í ár. Vænta framgongd Hóast Føroya Banki ikki hevur nakað alivirki, sum teir kunnu selja í 2009, so væntar bankin framvegis eitt yvirskot, ið nærkast teimum 200 milliónunum í ár. Heilt konkret væntar bankin eitt yvirskot millum 165 og 195 milliónir krónur. Jyske Bank minni avlop Hóast Jyske Bank msti meiri enn eina milliard krónur av vánaligum útlánum í fjør, hevði bankin 1,3 milliard krónur í avlopi í 2008 fyri skatt. Tað er ein milliard krónur minni enn árið fyri. Kortini var stjórin, Anders Dam, nøgdur, tá hann legði roknskapin fram, og meðan flestu aðrir stjórar nevna uppsagnir í sama andadrátti, sum teir nevna úrslitið, hevur Jyske Bank ikki boðað frá uppsagnum í heusm umfari. Anders Dam væntaði ikki, at Jyske Bank fer at gera brúk av tí seinna bankapakkanum hjá stjórnini. Samtyktu lán til Íslands Fíggjarnevndin hjá svenska Ríkisdegnum hevur samtykt eitt uppskot frá stjórnini um at veita íslendsku ríkis­ stjórnini 6,5 milliardir svenskar krónur í láni til at endur­ reisa íslendska banka­ og fíggjarkervið. Fíggjarnevndin helt seg tó ikki hava fingið nóg góðar upplýsingar frá stjórnini um málið og hevur biðið um meiri tilfar. Fíggjar­ nevndin ásannar, at tað er rímiligt, at sviar rætta íslendingum eina hjálpandi hond, men nevndin ávarar stjórnina ímóti at lata hesa hugsan umfata fleiri lond, enn rímiligt er. Tað var ein væl nøgdur Janus Petersen, forstjóri, sum legði roknskapin hjá Føroya Banka fram í morgun Føroya Banki minsti taparin