mikudagur 18. februar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 34 • 18. feb. 2009
T
ollak er føddur 24. februar
1930 á Miðgerði í Kollafirði.
Fyrstu ferð, hann fór til Íslands
at arbeiða, var 16. juni 1946.
Hetta var á einum bóndagarði,
sum ein danskur prestur átti. Tað
var vanligt tá í tíðini hjá ungum
dreingjum at fara til Íslands at
arbeiða á bóndagørðum.
Hetta var á Løjanesi við Reykja
vík. Her er nú alt horvið av allari
teirri útbygging, sum hevur verið
síðani. Tollak skuldu mjólka 100
kúm morgun og kvøld. Lønin
skuldi vera kr. 700 um mánaðin,
men tá ið fyrsta lønin kom, var
hon bert kr. 500. Tað vísti seg, at
ein føroyskur millummaður, sum
hevði skaffað honum arbeiðið,
fekk munin.
Hetta tímdi Tollak ikki, so hann
rýmdi av garðinum. Hann byrjaði
at arbeiða á kaiuni í Reykjavík við
at lossa damparar og at landa
fisk. Síðan fór hann at arbeiða
hjá Reykjavíkar Kommunu. Her
arbeiddi hann saman við 15
øðrum føroyingum.
Teir gróvu rør niður, og ”tey
vóru tung, sum eg veit ikki hvat”,
sigur Tollak.
Í 1947 fór Tollakk við einum
línubáti frá Høfn. So fór hann
aftur til kommununa. Aftaná fór
hann við einum snurpubáti eftir
sild í Dalvík. Har var hann við til
at rógva snurpunótina út. Tað
vóru tveir bátar, um 2530 tons
til støddar, sum snurpaðu saman.
Teir fingu nógva sild.
Íslendingar høvdu leigað
tríggjar sluppir úr Føroyum til
hesa veiðu. Við eini av hesum
sluppum var systkinabarnið hjá
honum Theodor. Hann var sonur
pápabeiggja hansara Martinius
Dam úr Vágunum. Teir komu á
Vestmanna í september.
Við føroyskum
skipum
Seinni um heystið í 1947 fór
Tollak við trolaranum Torfinni,
sum hann var við, inntil Torfinnur
varð seldur. Tað var Jákup á
Trøðni, sum keypti Torfinn. Hann
fekk seinni navnið Bakur. Her
var Tollak við til juni 1951. Tá fór
hann til Grønlands við Hjørdis.
Teir royndu við línu at byrja við.
Tað gav lítið, men so løgdu teir
um til trol, og tá hjálpti. Sámal P.
Petersen úr Fuglafirði átti Hjørdis,
og Kristian Danielsen, pápi Birgir,
úr Kvívík var skipari um hetta
mundi. Hann var eisini beiggi DD,
kenda læraran í Sørvági.
Teir komu heim í november og
høvdu fiskað 200 tons tilsamans.
Í 1952 fór Tollak við Silver Belle á
Suðurlandið, men tað gekk einki
serligt. Teir komu aftur á Føroyar
páskadag 27. apríl.
Við norðmonnum
Í mai mánaði stóð í bløðunum, at
norðmenn søktu eftir fólki. Teir
fóru tríggir úr Kollafirði. Umframt
Tollak vóru teir Poul Hammer
og Hans á Kjalnesi. Farið varð
við Nordholmen til Grønlands.
Hesa tíðina vóru tað eisini nógvir
føroyskir fiskimenn, sum sigldu
við norðmonnum. Fiskaríið var
brúkiligt.
Teir landaðu í Føroyingahavnini.
Har kom tað fyri at teir landaðu
eitt sindur umborð í eitt farmaskip
úr forlastini. Fyri hetta fingu teir 1
kr fyri kg. Teir í Føroyingahavnini
landaðu afturlastina, og fyri hetta
fingu teir bert 60 oyru fyri kg.
Soleiðis kundi tað eisini vera.
Teir landaðu einar 34 ferðir
í Grønlandi tann túrin og komu
heim síðst í oktober.
Ì januar 1953 fóru teir á sild
við Nordholmen. Tá ið sildin var
liðug, varð farið til Grønlands
aftur. Har gjørdu teir tveir túrar og
vóru aftur seinast í oktober.
Í 1954 fóru teir aftur til Noregs.
Tá hevði reiðaríið keypt ein størri
bát, sum æt Granit. Við honum
vóru teir fyrst á sild. Teir fóru til
Grønlands í mai. Tá komu tveir
aðrir kollfirðingar við. Annar
kallaðist Hjørleif. Teir gjørdu tveir
túrar og komu heim í oktober.
Tá teir vóru á sild við snurpunót
fiskaðu teir bert um dagin. Teir
fóru hvønn dag inn at landa
og lógu fyri akkeri um náttina.
Køstini kundu vera ójøvn. Onkun
tíð fyltu teir bátin, last og dekk.
Tá tað stóð so væl til, at Norholm
en var fullur og meira var í nótini,
róptu teir á annan bát um at
taka restina. Tað vóru altíð nakrir
smáir bátar klárir har í nánd, sum
tóku 3040 tons hvør av sild. Um
teir hjálptu teimum at fáa sildina
umborð á Nordholmen, fingu teir
10% av fonginum. Men um teir
førdu sildina inn á land fyri teir,
fingu teir 40% av fonginum. Hasir
smærru bátarnir lógu altíð klárir
at hjálpa sildaflotanum har um
leiðir. Nordholmen var ein lítil
bátur. Hann tók 1700 hl av sild,
eini 200 tons.
Í 1955 fóru teir aftur til Noregs
á sild við Granit og so aftur til
Grønlands. Tá var Tollak bert við
tann eina túrin. Um heystið sama
árið varð hann biðin til Íslands við
einum trolara, Ingolfur Arnason
úr Reykjavík. Har var hann við, til
hann kom heim til jóla. Í 1956 fór
hann yvir aftur við sama trolara, til
hann kom heim á ólavsøku 1957.
Hetta var júst um ta tíðina, tá
ið føroyskir fiskimenn í hópatali
fóru til Íslands at fiska og eisini
at arbeiða á landi.
Tollak fór yvir aftur, og nú
fór hann við trolaranum Halla
Fróðadóttir. Har fór hann við aftur
í 1958, og hann fór síðan við
trolaranum Kallsevni hjá Kimbil.
Á heysti fóru teir á ísfisk.
Í 1959 fór Tollak umborð á
Ísborg úr Patreksfirði. Teir gjørdu
ein rimmar túr í New Foundlandi.
Teir fiskaðu í 46 tímar. Tá var
Ísborg á tremur av kongafiski.
Hann tók um 400 tons. Teir komu
heim í mai.
Útróður í Grønlandi
So at rógva út í Borgshavn
saman við kvívíkingum. Báturin
æt Glansur og var eitt kent navn
í grønlandsútróðri. Manningin
var umframt Tollak brøðurnir
Tórstein og Leivur Grækarisson
úr Kvívík, Dánjal Martin Jacobsen
úr Sandvík, Olivar Debes frá
Gjógv og Hans Dánjal Joensen úr
Miðvági.
Teir fóru yvir við einum avgoml
um dampara sum æt Rask. Kári
minnist væl tann rustklumpin,
sum lá á Havnini og tók bátar
og fólk umborð. Minnist hann
rætt, skuldi hann eitast at vera
svartmálaður, men tað sást meira
til rust enn máling. Hetta skip
hevur Anton Petersen eisini greitt
frá í síni frásøgn um útróður í
Grønlandi.
Tað vóru 29 bátar við. Tollak
segði, at koyggjurnar vóru gjørdar
av óhølvaðum viði. Tað vóru
nokk so nógvir, sum tóku flísar
við sær í land uttan at vita av
tí. Teir komu í øllum góðum til
Borgshavn. So at fáa alt í land.
Tá so Rask fór út eftir vágni stóðu
teir sum ryssa yvir deyðum fyli.
So var at smíða skúrarnar.
Teir fingu tað gjørt soleiðis, at
komfýrurin kom upp at standa
hóskvøld, so teir kundu kóka sær
tann fyrsta bitan áðrenn mid
nátt. Skúrurin bleiv liðugur, og
teir fóru fyrsta dagin til útróðrar
4. juli. Hetta árið fingu teir 55
tons í saltfiski. Teir komu heim
á Havnina 25. oktober við einum
donskum dampara, sum kallaðist
Fursund. Hann hevði meira mál
ing enn Rask og var
gráur á liti.
Tollakur Dam:
Úr Kollafirði til Íslands
Kári við Stein, okkara maður í Grønlandi, eigur ein mammubeiggja, sum eitur Tollakur Dam. Hann hevur sum so mangur
roynt eitt sindur av hvørjum bæði á sjógvi og landi. Hann er so endaður í Íslandi sum nógvir aðrir føroyingar. Tá ið Kári
vitjaði Tollak seinasta summar fekk hann Tollak at greiða sær frá brotum í sínum lívi
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Tollakur við einum abbasoni
➘
Hjørdis