Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. februar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 10 nr. 34 • 18. feb. 2009 Holibáturin Kári minnist, at hann fekk ein holibát frá Tollak, tá ið hann kom aftur úr Borgshavn. Hetta var ítrív, sum menn vanliga høvdu, tá ið teir vóru burtur. Báturin var einar 40 cm langur og hevði stýrihús runt framman. Hann skuldi líkjast Glans, bátinum hann hevði verið við. Báturin var hvítur á liti og hevði svartan stokk. Tað vóru dagar og góðir. Tíverri er tann tíðin farin. So aftur við Kallsevni á ísfisk og so á saltfisk, sum vanligt var við trolarunum tá í tíðini. Kári minnist væl, at Sámal á Kráku­ steini eisini var við. Hann var pápi ein av hansara spælikammiratum, Hera, sum beint nú hevur givið út bókina hjá langabba sínum Sámal á Krákusteini. Heri fekk altíð eitt skip, sum pápi hansara gjørdi honum. Ein vakran borðbát fekk hann eina ferð. Kári minnist, at skipini sum Sámal gjørdi vóru úr grønsáputunnum ella spannum, sum vóru úr tunnum krússfiner. Skipini vóru 60­100 cm til longdar. Skipini hann gjørdi, líktust nógv mjólkabátinum Streymi. Kári greiðir frá, at Sámal og konan, sum var av Oyri, vóru altíð góð við seg. Har hevði hann mangar góðar løtur. Kári minnist serliga 21. januar 1960. Heri hevði føðingardag tann dagin. Tað var nógvur stormur hetta kvøldið. Tá Kári og mamma skuldu fara til hús og komu út á trappuna, var allur býurin upplýstur av eldi. Tað var gamli kommunuskúlin, ið brendi. Brandlúðurin sat á tekjuni á Studentaskúlanum, sum stóð tríggjar metrar frá húsinum hjá Sámali. Tey høvdu ikki hoyrt lúðurin fyri vindi. Mamman og Kári runnu niðan at hyggja. Kári minnist, at mamman var so bangin fyri, at tað brendi hjá Essaba, nú kafe Natúr, har hon arbeiddi. Tá ið tey komu niðan til skúlan, var nógv fólk, ið hjálpti til at bera út úr skúlanum. Sparikassin var um tað mundi fluttur inn higar, meðan teir arbeiddi uppá bygningin uppi við Ebenezer. Kári minnist væl, at Tollak var við til at hjálpa til at bera út. Eldurin var í tí endanum, sum var nærmast sjómansheiminum tá. Tann eina túrin, Sámal kom aftur við Kallsevni, hevði hann gjørt Kára eitt skip úr sáputunnu. Her var bæði bummur og rulla, har tú kundi vinda og hiva upp úr lastini. Á stýrihúsinum stóð skrivað Skarvahella. Tað er tann hellan, sum stendur undir skansanum. Har plagdu teir at fiska seið og berggyltur. Skipið mundi vera um 70­75 cm til longdar. ”Á, sum eg var glaður fyri Skarvahellu,” minnist Kári. Við týskum trolara, so til aftur Íslands Í 1961 var Tollak við einum týskum trolara, Rendsburg úr Cuxhafen. Hetta var eisini vanligt hjá føroyskum fiskimonnum hesa tíðina. Sigast kann, at teir hava verið sera ”globalir,” og hava siglt við mongum tjóðum. Har var hann bert ein saltfiskatúr. Teir høvdu 270 tons av saltfiski og 1.800 sekkir av fiskamjøli. Tað mundu vera einir 15 føroyingar við Rendsburg tann túrin. Teir fingu 50 krónur um dagin fyri at flekja og salta fiskin. Týskararnir orðnaðu trolið. So aftur til Íslands umborð á Harbakur úr Akureyri. Hetta var um jóltíðir. Tollak kom heim í mai 1962. Tá arbeiddi hann uppá veg. Tollak bað Kára seta versið, sum hann hevði yrkt um Miðgerð í hesa frásøgn. Lagið er: Eg eri ein Válari ella Jeg er en sigøjner: Eg eri kollfirðingur og gott er mítt blóð Niðri í Miðgerði mín vøgga stóð Har havi eg droymt undir sólarglugganum Hvussu herligt á Miðgerði tað var Kári vónar, at kollfirðingar taka væl ímóti hesum eina versi, sum hann hevur sett saman. Kári hevur nógv góð minnir av Miðgerði. Tollak tók til at siga, at gamli bóndin Sámal Petur á Miðgerði plagdi at siga, at Heimrustina áttu øll á Miðgerði. Men í dag er tað so galið, at man nú má ganga eftir kanti á Miðgerði. Til Íslands at búgva Tollak flutti til Íslands at búgva í 1963. Tá fór hann aftur umborð á Harbaki, har hann var líka til 1972, tá ið reiðaríið keypti ein trolara úr Frankaríki. Hann fekk navnið Sólbakur. Um heystið 1973 var hann heima í Føroyum eftir Stellutrolarunum, sum reiðaríið hjá honum keypti. Stella Kristina fekk navnið Slettbakur og Stella Karina Svalbakur. Tað var honum Tollak var við. Hesir trolarar vórðu fyrst riggaðir til ísfisk, so aftur til frysting. Um Stellutrolararnar er at siga, at teir komu til Føroya seinast í 1960­unum og vóru tá millum mest framkomnu trolarar, sama slag sum fyrsti trolarin, sum at Vesturvón. Tað gekk hampiliga væl, men fyrst i 1970­unum komu fyrstu veiðuavmarkingarnar, sum gjørdu tað, at reiðaríið sá sær ikki møguleikar framyvir. Erling Laksafoss var vanliga snildur, men tað var hann kanska ikki her. Tá var rækjuveiðan byrjað og var í hæddini í fleiri ár. Tað var nógv umtalað tá, at Erling hevði gjørt kvettið, um hann hevði latið trolararnar farið á rækjuveiðu heldur enn at selja teir. Tollak fór umborð á Kaldbak, har hann var til hann legðist upp í 1993. Men hann ferðast javnan heim til Føroya at vitja sína ætt. Vit takka honum fyri frásøgnina. Norholmen Hardbakur Sólbakur Súla Kaldbakur Svaldbakur Tveir av teimum fyrstu monnunum í Borgshavn. Vinstrumegin Tollak og høgrumegin Tórstein Grækarisson úr Kvívík Menn eru farnir at gera seg til heimferðina úr Borgshavn í 1959. Leikutoyið er klárt. Frá vinstru Olivar Debes, ein vrakari, Hans Dánjal Joensen, Tollak Dam og Dánjal Martin Jacobsen