mikudagur 18. februar 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 34 - 18. februar 2009
Nunaoil lítið avlop
Oljufelagið Nunaoil, sum grønlendska
heimastýrið og danska ríkið eiga í felag, hevði
eina góða millión krónur í avlopi í 2008.
Felagið hevur júst almannakunngjørt
roknskapin. Felagið sigur, at úrslitið er betri
enn væntað, og kemst tað av, at fleiri útlendsk
oljufeløg hava keypt seismiskar upplýsingar tað
seinasta árið. Nunaoil sigur, at útlendsk
oljufeløg hava víst stóran áhuga fyri Grønlandi.
Nunaoil sjálvt er við í 13 leitingarloyvum frá
Hvarvinum og norðureftir.
Innflytaralógin má herðast
Tríggir týðandi politikarar hjá svenskla Miðflokkinum skriva í
blaðgrein, at svenski Ríkisdagurin er noyddur at herða reglurnar um
rættindi hjá útlendingum at koma til Svøríkis. Millum teirra, sum
hava skrivað greinina, er ráðharrin í innflytaramálum, Tobias
Billström. Teir tríggir politikararnir siga, at verandi svensk lóg er alt
ov lagalig og má herðast munandi. Teir vísa á, at tann lagaliga
svenska lógin ger, at nógvir útlendingar koma til Svøríkis. Í fjør søktu
101.000 útlendingar um uppihaldsloyvi í Svøríki, og tað var met,
skrivar TT.
Rósa Samuelsen
vísir til tilmæli frá
Nærverkinum í
sambandi við málið
um Pætursgøtu.
Men hon metir
ikki at brúkararnir
í sambýlinum á
Pætursgøtu 3 fáa
verri umsorgan, við
at verða fluttir saman
við evnaveikum at
búgva. - Spurningurin
er, hvør hevur tað
ringast, sigur hon við
Sosialin
AlmAnnAmál
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Sparingar á almannaøkinum
noyða nú landsstýris kvinn
una í almannamálum, Rósu
Samuelsen, at leggja ein
stovn niður, og at flyta
íbúgv arnar á annan stovn at
búgva. Tað er álagt al
manna ráðnum at spara 2,3
milliónir, og Nærverkið er
komið við tilmælinum um
at flyta íbúgvarnar við As
pergers syndromi á annan
stovn, har evnaveik framm
anundan búgva. Hesi koma
sostatt at húsast undir sama
taki. Ætlanin er, at tann eini
av íbúgvunum á Pætursgøtu,
skal búgva í íbúð á ovastu
hædd
í
sambýlinum
í
Svanga, og tveir á niðastu
hædd. Á miðhæddini skulu
evnaveik húsast.
– Starvsfólkini í Pæturs
gøtu hava verið við í til
gongdini, og hava tosað við
starvsfólkini í sambýlinum
í Svanga. Tey hava mett um
hvussu flytingin eydnast
best, og hvussu einstøku
bú fólkini fara at trívast
best, sigur Rósa Sam uel
sen.
Varðveita servitanina
Hon greiðir frá, at saman
við teimum trimum brúk ar
unum, fylgja trý av teimum
fimm starvsfólkunum, sum
í løtuni starvast í Pæturs
gøtu, við.
– Soleiðis fylgir servit an
in við, sigur hon.
Spurd um tað er rætt at
leggja niður sambýlið á
Pætu rsgøtu, sum er einasta
heim av sínum slag, vísir
hon til metingina, sum
Nærverkið er komið við, og
svarar við mótspurning in
um:
– Hvør er ringast fyri, tá
ein stovnur á almanna
økinum skal leggjast niður
ella saman við øðrum?
Hetta er ein liður í rationali
seringunum á økinum, sum
hava við sær, at vit mugu
umrokera innanhýsis í sam
býl unum.
Bústaðarpakkin
á tingborð
Sum sagt eru tað fakfólk
undir Nærverkinum, ið eru
komin við tilmælinum um
flyta íbúgvarnar á Pæturs
gøtu í sambýlið í Svanga.
Hetta tilmæli skal lands
stýriskvinnan endaliga góð
kenna.
– Brúkararnir við Asperg
ers syndromi fáa ikki verri
umsorgan, av at koma undir
sama tak sum evnaveik at
búgva, heldur Rósa Sam
uelsen, sum tó heldur, at
skiftið hjá brúkarunum skal
vera so smidligt sum gjør
ligt. Tí eru starvsfólk og
bú fólk kunnað so tíðliga
um málið, soleiðis at tey
hava tíð til at venja seg við
tankan. Tað, sum nú hendir,
er, at eg skal á fund við
Javna og tey avvarðandi, og
so fáa vit at síggja, hvat
hendir.
Eg lúgvi ikki
At formaðurin í Pedagog
felagnum
ákærir
lands
stýriskvinnuna fyri at siga
ósatt, heldur Rósa Samuel
sen verða ógrundað. Tí
Peda gogfelagið hevur ikki
rætt til at fáa at vita, hvør
stovnur verður niðurlagdur
so tíðliga í gongdini.
Hon leggur afturat, at
allur bygnaðurin við teim
um 25 sambýlunum undir
Nærverkinum, skal enda
vend ast í næstum, og at
arbeitt verður fram ímóti at
fremja bústaðarpakkan, og
harvið fáa lógina um luta
íbúðir
samtykta.
Hetta
lógar uppskotið verður borið
í tingið áðrenn seinasta
fram løgudag, 27. februar.
– Eg skilji væl reaktión
irnar uppá avgerðina. Men
játtanin skal haldast, og
hetta er tilmælið, eg havi
fingið frá Nærverkinum og
Trivnaðartænastuni. Hevði
arbeiðstilgongdin
fingið
frið, og sloppið at koyrt,
hevði málið kanska sæð
øðr vísi út, sigur Rósa Sam
uelsen.
– Vit eru enn í byrjanar
fasuni í málinum, og hetta
verður loysnin, um eingin
broyting verður gjørd á
fíggjarlógini. Tað, at fáa
lóg ina um lutaíbúðir sam
tykta, kann ikki henda ov
skjótt, soleiðis, at vit kunnu
skapa varandi loysnir fyri
brúkararnar,
sigur
Rósa
Samuelsen,
landsstýris
kvinna í almannamálum.
Nærverkið
stýrir
Pætursgøtu
Sparingar raka
almannaøkið. Nærverkið
er komið við tilmæli til
landsstýriskvinnuna, Rósu
Samuelsen, um at leggja niður
stovnin í Pætursgøtu, og flyta
teir tríggjar brúkararnar við
Aspergers syndromi inn á
stovn fyri evnaveik.
Myndir: Jens Kristian Vang