Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. februar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 34 - 18. februar 2009 Niels Heðin Gaard Joensen er eitt av búfólkunum í sam­ býlinum Pætursgøta 3. Hann hevur nú tikið stríðið um stovnin upp við at skriva eina grein, har hann heitir á myndugleikarnar um ikki at flyta hann og vinir hansara í eitt annað heim Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Niels Heðin Gaard Joensen var fyrsti føroyingurin, sum fekk diagnosuna Asperger- syndrom. Tá var hann 12 ára gamal. Fyrstu fýra árini av lívinum búði hann í Skopun, inntil hann flutti til Havnar við foreldrunum. Tann nú 27 ára gamli Niels Heðin Gaard Joensen flutti niðan á Barnaheimið í Havn í 1995, har tey settu eitt ung dómssambýli á stovn. Tá var hann 14 ára gamal og koma at búgva saman við einum øðrum javngoml- um drongi undir tryggum karmum, við starvsfólki, sum kundu hjálpa teimum í gerandisdegnum. Um sama mundi hevði hann fingið diagnosuna asperger-syndrom aftan á kanningar á Barna psyko- log isku deild á Bispebjerg hospital. Frammanundan hevði mamma hansara ver- ið ígjøgnum eitt tógvið stríð her í Føroyum, fyri at fáa Niels Heðini hjálp. – Eg hevði tað gott í Lon- ini, sum tað varð rópt. Har kundi eg fáa ta hjálp, sum eg hevði brúk fyri í ger- andis degnum, fyri at menna meg og klára meg. Eg hevði tørv á serligum rammum og strukturum fyri at yvir- skoða lívið. Serliga tað sosiala stríddist eg við. Eg manglaði empati, tað vil siga, hetta við at seta meg inn í støðuna hjá øðrum menniskjum. Eg segði alt bart út við fólk, uttan at hugsa um, at tað kundi fáa avleiðingar. Hetta gav mær sjálvandi nakrar trupulleikar í mun til vinfólk og onnur børn, sigur Niels Heðin Gaard Joensen, sum er kom in oman í Miðlahúsið í morgun, fyri at lata okkum eina mynd til greinina, sum hann hevur skrivað í blað- num í dag. Skipað lív Tá Niels Heðin bleiv 18 ár, kundi hann ikki búgva í Lonini longur, tí hann var ov gamal. So hann fluttin inn í nýstovnaða sambýlið Pætursgøta 3, sum er fyri fólk, sum hava Aspergarar syndrom. Hetta var í 2000, og árið eftir búðu teir fimm mans saman í sambýlinum. Í dag eru teir tríggir. – Har havi eg havt tað gott. Teir tryggu karmarnir, sum eg lærdi at liva undir í Lonini eru eisini her. Eg fungeri nógvar ferðirnar betri, og havi ment meg sera nógv, soleiðis, at teir sosialu trupulleikarnir og hetta við empatinum er kom ið upp á pláss. Men tað krevur, at eg havi ein skip- aðan gerandisdag saman við javnlíkum og øðrum fólk um, sum ikki hava Asperg er syndrom, sigur Niels Heðin Gaard Joen- sen. – Pleyga og røkt og rein- gerð og viðlíkahald orni eg sjálvur. Men starvsfólkini hjálpa mær sálarliga og stuðla mær, um eitthvørt er. Eg hevði fyri tað kunna búð einsamallur. Men av tí, at skipanin við sambýlinum er so sera góð fyri meg, hevði tað ikki loyst seg at flutt út heilt einsamallur, sigur Niels Heðin Gaard Joen sen, sum er invalidu- pensjonistur, men arbeiðir í køkinum á Landssjúkra- húsinum, har hann eisini er glaður fyri at vera. Stór sorg Tá Niels Heðin Gaard Joen- sen fekk boðini um, at stovn urin, sum hann býr í møguliga skal lata aftur, varð hann sjálvandi sera harmur. – Tað var akkurát sum í sorg og depressión. Eg var sera keddur og ørkymlaður. Eg kann ikki búgva saman við evnaveikum, tí eg eri slett ikki evnaveikur. Eg dugi alt; at lesa og skriva, at fáast við politikk og mentan, at gera mat og spæla har- moniku. So eg havi eitt sera virkið lív, sigur Niels Heðin Gaard Joensen. – Nú havi eg skriva eina grein í Sosialin, har eg geri vart við mína ónøgd. Tí vit eru sjokeraðir og keddir av at heimið skal lata aftur. Og tí mátti eg skriva, tað sum eg skrivi til seinast í grein- ini: Her má vend koma í alt fyri eitt. Obama staðfest fíggjarpakkan Barrack Obama, forseti, staðfesti í gjárkvøldi tann stóra pakkan, sum skal venda gongdini í amerikanska búskapinum. Í pakkanum eru 787 milliardir dollarar ella umleið 4540 milliardir krónur, og sambært forsetanum skulu pengarnir hjálpa USA burtur úr búskaparkreppuni. Í einari røðu beint undan staðfestingini segði Obama, at pakkin skal venda teirri skeivu gongdini í amerikanska búskapinum. Eitt nú væntar stjórnin, at pakkin skal útvega umleið 3,5 milliónir arbeiðspláss. Húsagangur hóttir Saab Fær svenska bilverksmiðjan Saab ikki fíggjarliga hjálp, og verður fyritøkan ikki umskiopað, fer hon á húsagang um stutta tíð og kanska longu í hesum mánaðinum. Tað skrivar blaðið Dagens Nyheter, ið sigur seg hava tíðindini frá General Motors, sum eigur Saab. Stjórin í General Motors, Rick Wagoner, hevur sagt, at hansara felag fer ikki at brúka fleiri pengar upp á Saab. Vil svenska stjórnin ikki hjálpa Saab fíggjarliga, verður felagið umskipað, sigur hann. 4.000 fólk arbeiða á Saab-verksmiðjuni í Trollhättan. - Tað var akkurát sum í sorg og depressión at fáa at vita at heimið skal lata aftur. Eg kann ikki búgva saman við evnaveikum, tí eg eri slett ikki evnaveikur, sigur Niels Heðin Gaard Joensen, sum nú hevur skrivað eina grein um málið. Mynd: Jens Kristian Vang Niels Heðin farin í blekkhúsið