mikudagur 18. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 34 - 18. februar 2009
Ferðamannaskip í ísi
Ferðamannaskipið „Ocean Nova“, sum siglir undir
Bahama-flaggi, kom í gjár í trupulleikar nærhendis
Antarktis. Umleið 100 fólk eru við skipinum, sum kom í
nógvan ís fyrradagin. Sjóverjan í Argentina sigur tó, at
skip og fólk eru ikki í vanda. Tað 73 metrar langa skipið,
sum er smíðað í Danmark, stendur fast í ísinum tætt við
McClary, har argentinar hava eina rannsóknarstøð. Eitt
spanskt havrannsóknarskip og nøkur farmaskip hava
boðið sær til at veita hjálp, men skiparin hevur sagt, at
hann ætlar at fáa skipið leyst uttan hjálp.
Størsta mannfallið í sjey ár
Myndugleikarnir í Afghanistan hava leingi kært seg um, at ov
nógv sivilfólk lata lív í bardaganum millum teir útlendsku
hermenninar og Taliban, og nýggj tøl vísa eisini, at
myndugleikarnir hava nakað at kæra seg um. Tølini vísa, at 2.118
sivilfólk doyðu í hernaðarligum átøkum í fjør. Tað er 39 prosent
fleiri enn í 2007 og tað mesta síðani 2001. ST-keldur, sum hava
kannað tølini, siga, at 40 prosent av sivilfólkunum doyðu í
álopum hjá afghanska stjórnarherinum ella NATO-herdeildunum.
Seks av tíggju lær
arum meta seg ikki
kunna menna KTfør
leikarnar hjá næm
ingunum í stóran
mun, og tveir av trim
um lærarum siga seg
hava stóran tørv á før
leikamenning innan
KTøkið
KT & SKúlaverKið
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Umleið 750 lærarar, svar-
andi til góð 75 prosent av
øllum lærarum í skúlaverk-
inum, tóku í várhálvuni
2008 lut í eini kanning, sum
KT-Depilin
gjørdi
fyri
Mentamálaráðið, og sum
lýsir støðuna við kunning-
artøkni í skúlaverkinum.
Teldur og tøkni hava
seinnu árini fingið alsamt
størri týdning í samfelgan-
um, og menningin innan
økið hevur verið stór. Í skúla-
verkinum hava lærarar eisini
tikið telduna til sín, og kann-
ingin vísir millum annað, at
heili 96 prosent av teimum
lærarum, ið svaraðu, nýta
teldu í skúlaarbeiðinum í
størri ella minni mun.
Lærararnir svaraðu eisini,
nær teir nýta teldu í undir-
vísingarhøpi. Har svaraðu
83 prosent, at teir nýta teld-
una til undirvísingarfyrireik
ing, 67 prosent, at teir nýta
telduna í sjálvari undirvís-
ingini, 30 prosent nýta teld-
una í eftirmetingum og 19
prosent svaraðu »annað«.
13 prosent av lærarunum
yvir 60 ár nýta ikki teldu í
skúlaarbeiði.
Næmingurin
betri fyri
Hóast heili 96 prosent av
lærarunum nýta teldu til
skúlaarbeiði, svaraðu heili
60 prosent av lærarunum,
at teir ikki meta seg kunna
menna
førleikarnar
hjá
næmingunum í stóran mun.
Harafturat siga tveir av trim-
um lærarum seg hava tørv á
førleikamenning í stóran
mun, tá talan er um kunn-
ingartøkni, meðan bert tvey
prosent
av
lærarunum
søgdu seg als ikki hava tørv
á førleikamenning.
Hetta bendir á, at næm-
ingurin ofta er nógv betri
fyri enn lærarin, tá talan er
um førleikar innan kunning-
artøkni.
Eingin
menningarætlan
Í kanningini svaraðu 61 pro-
sent av lærarunum, at teir
ikki kenna til nakra menn-
ingarætlan á KT-økinum.
Serliga á miðnámsskúlaøk-
inum eru trupulleikar hesum
viðvíkjandi. Heili 42 prosent
av lærarunum á miðnáms-
skúlunum siga seg ikki vita,
um skúlin hevur eina menn-
ingarætlan, og onnur 26 pro-
sent siga at skúlin ikki hevur
nakra menningarætlan.
Ein niðurstøða í kanning-
ini er, at tá støðan er soleiðs í
miðnámsskúlunum, so er all-
arhelst talan um manglandi
strategiska viðgerð á KT-
økinum hjá tí einstaka skúl-
anum eins og/ella tí myndug-
leika, sum umsitur økið.
Mugu nýta
egna teldu
Í kanningini varð eisini
spurt, hvør eigur telduna, ið
verður nýtt til skúlaarbeiði
og undirvísing. Her vísir
tað seg, at 27 prosent av lær-
arunum í fólkaskúlanum
nýta sína egnu teldu til
undirvísing og skúlaarbeiði.
Hinvegin svaraðu 37 pros-
ent av lærarunum í mið-
námsskúlunum, at teldan er
skúlans ogn.
Harafturat vísir tað seg
soleiðis, at farteldan er
meira vanlig millum lærar-
arnar á miðnámsskúlunum.
Í fólkaskúlanum hava 21
prosent farteldu og á mið-
námsskúlunum hava 57 pro-
sent av lærarunum farteldu.
Eisini vísir kanningin, at
sjey prosent av lærarunum
hava ikki atgongd til inter-
net á skúlunum, og stendur
í niðurstøðuni frá KT-Depil-
inum, at hetta ikki er nøkt-
andi.
Raðfesta ymiskt
KT-Depilin skrivar í niður-
støðuni
til
telduatgongd
heima og á skúla, teldunýtslu
og ognarviðurskifti, at »Tøl-
ini venda rætta vegin, men
má tað tó sigast, at tað er
ójavnt hvussu støðan er hjá
lærarum, tá tað kemur til
atgongd til teldu. Sostatt eru
lærararnir ymiskt stillaðir á
hardware síðuni, í mun til,
hvussu teir kunnu gera skúla-
arbeiði við KT. Ein orsøk
kann vera, at kommunurnar
umsita fólkaskúlan ymiskt á
hesum øki og at ymsu skúlar-
nir, bæði fólkaskúlar og mið-
námsskúlar,
raðfesta
KT
ymiskt.«.
Onnur tøl um lærararnar, ið svaraðu:
97 prosent nýta FirstClass
68 prosent hava tikið námsfrøðiligt KT-kort
67 prosent eru neilig um umstøðurnar hjá
undirvísara at nýta KT í skúlanum
69 prosent eru neilig um umstøðurnar hjá
næmingum at nýta KT í skúlanum
42 prosent av lærarunum eru 50 ár og eldri
31 prosent av lærarunum eru undir 40 ár
90 prosent hava læraraútbúgving, bachelor,
master ella kandidatútbúgving
65 prosent nýta Windows XP stýrisskipanina
5
prosent nýta Windows 98 stýrisskipanina
FAKTA
Næmingarnir læra læraran
Hóast teldan er vorðin
ein týðandi partur av
undirvísingini í bæði
fólkaskúla og miðnámsskúla,
eru næmingarnir ofta nógv
betri fyri tøkniliga, enn
lærarin. Tveir av trimum
lærarum siga seg hava stóran
tørv á førleikamenning innan
kunningartøkni
Savnsmynd