mikudagur 18. februar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 34 - 18. februar 2009
Eini 80 næmingar úr Suðuroyðar og
Vága musikkskúla savnaðust til
tónleikaligt vikuskifti í felagsskúlanum
á Giljanesi seinasta vikuskifti
Skrivað hevur: Jens Mortan Mortensen
Myndir: Mikkjal Bærendsen
Tað var ein frøi at síggja børn og ung sita
og blása á sítt ljóðføri – tey yngru í einum
bólki og tey eldru í øðrum bólki.
Frá byrjan til enda varð vant og øll orka
løgd í tónleikaligt virksemið.Varrar vórðu
eymar og steðgirnir við spæli og onkrum
filmi komu væl við.
Vinarlagið
var
næstan
beinanvegin
millum børnini, sum funnu saman í teimum
ymisku floksstovunum, har tey reiddu sær
ból og hugnaðu sær.
Maturin var góður og alt var sera væl
fyrireikað. Pizza á matarseðlinum leygar
kvøldið – og ‘Mamma Mia’ omaná. Alt var
gott innanveggja, hóast váta veðrið uttanfyri
– men tað bilti ikki, tí inni var pláss at
spæla.
Eg haldi, at hetta er tónleikur, tá hann er
bestur: Ein mennandi virkin tilgongd við
næmingum, sum alla tíðina vóru í menning.
Tey dugdu betur og betur og á konsertini
sunnudag hoyrist úrslitið, har tey stólt vístu
foreldrum, ommum og abbum, hvat tey nú
megnaðu at spæla.
Meti, at tað gevur næmingunum eina
kenslu av sjálváliti, hetta at megna og vera
vís í at hoyra nær tónleikurin ljóðar væl og
nær nakrar av stemmunum ikki liggja rætt.
At duga betur eftir nógva venjing setir krøv
til bæði næmingar og lærarar – og tað er
tann vegin vit skulu fara. Vit mennast, tá ið
viljin til at gera okkara besta er har.
Og hetta vikuskiftið – vóru musikkskúla
næmingarnir í suðri og har vesturi frá,
veruliga í teimum røttu karmunum, har
viljin at læra – natúrliga var til staðar.
Eitt slíkt vikuskifti krevur, at leiðarar,
lærarar og foreldur samarbeiða um virksemi
barnsins. Eini 10 foreldur úr Suðuroynni
komu við sum náttarvaktir, og foreldur har
vesturi stóðu fyri matgerðini. Uttan áhuga
frá forledrum kann eitt slíkt tiltak als ikki
haldast.
Tí kennist tað gott, tá ið tónleikastevnan
endaði við frálíkari konsert, har næmingar
vóru mentir, tónleikalærarar nøgdir og
foreldur fegin um, at alt hevði gingið so
væl!
Fyri meg sum kom úr Suðuroynni, sum
foreldur, virkaði tað sum um at alt var
professionelt fyrireikað. Eitt gott dømi um
samarbeiði millum leiðara, lærarar og
foreldur, har øll hava felagsmálið: At
einstaki næmingurin skal menna seg
tónleikaliga í einum tryggum og inni
haldsríkum felagsskapi.
Takk fyri eitt gott og væl tilrættarlagt
tónleikavikuskifti.
Frálíkt tónleika vikuskifti hjá
Suðuroyar og Vága musikkskúla
Fleiri hermenn til Afghanistan
Barrack Obama, forseti, hevur givið herleiðsluni boð um at senda
17.000 amerikanskar hermenn afturat til Afghanistan. Teir flestu
hermenninir skulu til tann ófriðarliga Helmandlandspartin har suðuri
í Afghanistan, har teir donsku hermenninir eisini eru. Boðini frá
forsetanum eru, at teir 17.000 hermenninir skulu til Afghanistan sum
skjótast. Generalurin David McKiernan, sum er ovasti fyri teimum
amerikonsku herdeildunum í Afghanistan, hevur biðið um at fáa
30.000 hermenn afturat. Tað sigur hann vera neyðugt fyri at berja al
Qaeda og Taliban niður.
Berlusconi-sakførari dømdur
Ein dómstólur í Italia dømdi í gjár bretska sakføraran David Mills
sekan í at hava tikið ímóti umleið fimm milliónum krónum í mutri,
og fyri tað skal hann sita hálvt fimta ár í fongsli. Í rættinum helt
ákæruvaldið uppá, at sakførarin hevði fingið muturpengarnar frá
italska forsætisráðharranum, Silvio Berlusconi, men hesum hevur
forsætisráðharrin víst aftur. Ákæruvaldið ætlaði eisini at stevna
Berlusconi fyri rættin, men tað eydnmaðist honum at fáa tjóðarting
ið at broyta lógina, so forsætisráðharrin kann ikki dragast í rættin.