Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 186 - 27. september 2001 Nr. 186 - 27. september 2001 19 ÚT AT KOYRA Í sambandi við at bilstøðin Auto í Havn verður 50 ár komandi ár, verður í hesum døgum savnað tilfar til eitt minnisrit, sum eftir ætlan skal koma út til føðingardagin BILAR Magnus Gunnarsson Bilstøðin bleiv stovnað 17. desember í 1952 við navn- inum P/F Taxa A/S, og hildu teir til í Lucas Debes- argøtu, har sum Hans Johs. Clementsen hevði bilverk- stað í mong ár. William Sloan, ið átti húsið, hevði sjálvur havt bilstøðina Taxa har, men var givin og leig- aði stovnarunum av hesi nýggju støðini hølini og navnið Taxa. Teir sum stovnaðu støðina vóru: Jóhannes Berg, Eigil Gunnarsson, Kaysten An- dreasen, Henry Svensson og Andrew Djurhuus. Nýtt navn Árið eftir at støðin varð stovnað, keypir Zacharias Niclasen á Skipafelagnum ognina, og bilstøðin flutti í onnur hølir, í Kongagøtu 2, har leigað varð í niðaru hædd. Matstovan hjá Effe Mohr var í erva. Zacharias Niclasen fekk seinni rættin til navnið Taxa. Tá varð neyðugt við nýggjum navni, og á eyka aðalfundi tann 20. apríl 1955 varð samtykt, at navnið skuldi verða til P/F Auto A/S. Hetta árið varð eitt grund- øki millum N. Finsensgøtu og L. Debesargøtu keypt frá Jens Paula av Reyni. Byggja nýggja støð Av tí at Havnará rann ígjøgnum økið, mátti ein brúgv gerast fyri at fáa innkoyring frá N. Fin- sensgøtu. Støðin bleiv síð- an bygd, fyri ein part yvir sjálva brúnna og yvir ímóti L. Debesargøtu. Hetta var ein snøgg støð eftir tátíðar byggisniði, við avgreiðslu- rúmi, køki, bíðirúmi, stór- ari garasju við grøv, so bil- førarnir sjálvir kundu um- væla sínar bilar. Eisini var olju- og bensinsøla og góð- ar umstøður at vaska bilar. Støðin bleiv liðug í 1956, og varð bygd í samstarvi við P/F Shell. Bilstøðin Auto 50 ár í 2002 Tey, sum eiga myndir ella vita um onkran, sum eigur myndir ella annað tilfar í sambandi við bilstøðina Auto, ella av hýruvognum hjá støðini og øðrum í hesum sambandi, eru vælkomin at siga frá tel. 316135 / 216135 ella teldupost: maggi@sosialurin.fo . Tilfarið verður skannað, og leverað aftur til eigaran. Myndir og annað tilfar Auto 1234. Petur í Gong, byggimeistari, stóð fyri byggingini av støðini, ið varð liðug í 1956. Árið eftir góvu Napoleon Smith og Olaf Hansen tilboð uppá at mála støðina. H.C.W. Tórgarð, arkitektur, teknaði støðina, sum var gjørd í samstarvi við P/F Shell. Bilurin inni við støðina, ein Fiat 124 hjá Eigil Gunnarsson, var ein av fyrstu Fiat bilunum í Føroyum. Síðan er ein grønur Peugeot 403 hjá Børge Andreasen, og ein hvítur og reyður Ford Consul hjá Jákup Berg Mynd: Eigil Gunnarsson Her er Óla Christian Jacobsen júst liðugur at vaska sín Morris Oxford. Óla Christian var kendur fyri at røkja sínar bilar væl. Báðar myndir eru tiknar síðst í fimmtiárunum Mynd: Eigil Gunnarsson Kunngerð um framløgu av byggisamtykt og bygdaskipan fyri Hvalvíkar kommunu. Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broyt- ingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at upp- skot til endurskoðan av byggisamtyktini og bygdaskipanini fyri Hvalvíkar kommunu, verður lagt fram til almenna eftirskoðan á kommunu- skrivstovuni frá 27. sept. 2001 til 18. okt. 2001, báðir dagar íroknaðir. Kommunuskrivstovan er opin mánadag til hós- dag frá kl. 8.00 til 13.00. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, ið skulu vera skrivlig, mugu vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 27. desember. Hvalvíkar kommuna Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3117, Sp/f Fregnir, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 26.07.2001. Kapitalur: Hækking við kr. 100.000,00 til kr. 260.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 100.000,00 til kurs 100. Skráseting Føroya tann 25. september 2001 Kristin Balle _____________________ SJÓ- FRAKT www.safari.fo SAFARI TRANSPORT Tel. 32 22 22 Sosialurin - 311820 Tiltøk í oktober 2001 Álendska framsýningin »Við seglskútum um Kap Horn«, verður til 22. oktober. Gallarí Oyggin, Tvøroyri. Málninga- og grafikk- framsýningin hjá Astri Luihn er til og við 21. oktober. Tónleikatiltak við kirkjukonsertum.Luttakarar: Laila Nielsen, Jens Smith, Jens Chr. Guttesen og Árni Hansen 16. okt. í Oyndarfirði, 17. okt. í Vági, 18. okt. á Tvøroyri og 20. okt. í Havn Framsýningin hjá Palla Greogoriussen, arkitekti,um tær føroysku kirkjurnar er í Umeå, Svøríki dagarnar 13.-19. oktober Mánadagur 01. kl. 19.00 Filmsfelagið Klipp sýnir amerikanska filmin "Pollock". Leikstjórnað hevur Ed Harris. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio Hósdagur 04. kl. 19.30 Konsert v/Vocal Group Ars Nova, Danmark Leygardagur 06. kl. 14.00 Baltiska framsýningin "Ancient Trees of Estonia" letur upp Leygardagur 06. kl. 16.00 Jazzkonsert v/Raivo Tafenau & Meelis Vind, Baltikum Sunnudagur 07. kl. 19.30 Orfeus, Tónlistarfelag Norðurlandahúsins skipar fyri konsert í Býráðshøllini í Runavík. Luttakarar:Rúni Bæk,viól og Jóhannes Andreasen,klaver Mikudagur 10. kl. 19.30 Orfeus,Tónlistarfelag Norðurlandahúsins heldur konsert. Luttakarar:Rúni Bæk,viól og Jóhannes Andreasen,klaver Fríggjadagur 12. kl. 20.00 Føroyskur barnadansur v/Dansifelagnum í Havn Leygardagur 13. kl. 14.00 Framsýningin hjá Annette Holdensen, Danmark, letur upp Hósdagur 18. kl. 19.30 Konsert,Vetrarjazzur Mánadagur 22. kl. 20.00 Handan/Mentanarvirðisløn Landsins 2001 Mikudagur 24. kl. 19.30 MBF fyri fundi og framsýning. Hetta er í sambandi við 20 ára dagin hjá felagnum Fríggjadagur 26. kl. 20.00 Føroyskur barnadansur v/Dansifelagnum í Havn Leygardagur 27. kl. 10.00 Fróðardagur. Fundur hjá Føroya Fróðskaparfelagi Sunnudagur 28. kl. 16.00 Svenskt vísukvøld Týsdagur 30. kl. 19.30 Konsert v/Aina Kalniciema, Estland NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM Telefon nr. 317900.Telefax nr. 319790 e-mail:nlh@nlh.fo · http://www.nlh.fo Tekstvarp í SvF frá síðu 650 Ársaðalfundur Sagt verður frá, at árligi ársaðalfundurin hjá Róðrarsamband Føroya, verður í ÍSF-hús- inum, leygardagin 28.10.2000 kl. 10.00. Skrá samb. grein 4 í lógunum fyri Róðrar- samband Føroya. Róðrarsamband Føroya Sagt verður frá at ársaðalfundurin hjá Róðrarsambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum leygardagin 27.10.2001 kl 10:00 Skrá sambært grein 4 í lógum fyri Róðrarsamband Føroya Teoriskúlin á Glyvrum Nýtt skeið byrjar hóskvøldið kl. 19.00 Johan Beder, tel. 210 821 Ole Lykke, tel. 220 972 Hugo Kristiansen, tel. 225 225 Sosialurin - 311820 ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin - hv¿nn h—sdag ð C M Y K 19 18