mikudagur 18. februar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
24
nr. 34 • 18. feb. 2009
Martin Eidesgaard var ein áhuga
verdur maður. Vit báðir hittust á
B8 í 1998, og við okkara felags
áhuga fyri fiskivinnu funnu vit
skjótt saman og blivu væl. Tað
var stuttligt og hugnaligt at hitta
Martin á máli. Hann visti nógv
at siga frá og er sera lættur av
lyndi. Martin var giftur við Ásu úr
Sørvági.
Martin doyði í 2007, 86 ára
gamal.
Martin kom at gerast fiski
maður stóran part av síni tíð, og
serliga kom hann at rógva nógv út
í Grønlandi.
Var saman við
Malmberg aftaná
feigdartúrin
Tað var í 1939, at Martin fyrstu
ferð fór til Grønlands at rógva
út. Men við heimferðini á heysti
sama ár kundi tað eisini gjørst
seinastu ferð. Teir fóru heim við
"Niels R Finsen", sum við 250
útróðrarmonnum og fleiri bátum á
dekkinum við Kappan fingu slíkan
sjógv, at tað var júst um reppið,
at teir bóru boð í bý.
Undir krígnum slapst ikki aftur
til Grønlands. Martin var tá eina
tíð við "Leivur Øssurson", sum
var trolari á Tvøroyri. Sum nevnt
var Malmberg Simonsen við "Tór
2", tá ið hann var niðurskotin av
týskari torpedo. Malmberg yvir
livdi sjálvur triði sum við einum
undri, og komu teir inn í Íslandi.
Har fór Malmberg til fiskiskap
við "Leivur Øssurson", og júst
tá var Martin eisini við. Hann
minnist, at teir royndu uppi á
Halanum. Tað kom illveður á teir,
og teir fóru inn undir land at ankra.
Tá akkersketan fór gekk hon beint
niður við koyggjuni, har Malmberg
lá og svav. Buldrið var sera ógvus
ligt, og Malmberg stakk sjóleysur
upp úr koyggjuni. Hann helt, at nú
var aftur vandi á ferð!
Við Christian Venø í
1948
Tað vóru fleiri danir, sum royndi
seg við fiskiskapi undir Grønlandi
eftir kríggið. Kendastir vóru Claus
Sørensen og Christian Venø, sum
í 1948 sendu ein heilan flota av
fiskiskipum til Grønlands. Serliga
kend i Føroyum gjørdist Hertha
við Martin í Grund sum skipari.
Sum ikki einaferð var her brúk
fyri føroyingum at leggja teimum
lag á, og ein av hesum var
Martin, sum var við "Skarreklit"
hjá Christian Venø. Føroyingarnir
skuldu læra danir bæði at veiða
við línu og at flekja. Tað gekk
ikki væl við fiskiskapinum,
og Christian Venø fór eisini á
húsagang.
Martin vildi hava teir at fara
út á bankarnar, har føroyingar
royndu, men teir høvdu fingið boð
um at halda seg inni á firðunum,
og úrslitið varð hareftir. Teir
royndu eisini, sum teir fyrstu, við
botngørnum á fjarðunum. Hetta
gekk væl at byrja við, men gekk
so verri aftur. Botngørn komu
seinni at hava stóran týdning fyri
fiskiskapin í Grønlandi.
Tá kom Martin at kenna Knud
Mols Sørensen, sum var við einum
øðrum skipi hjá Venø. Mols, sum
hann vanliga varð nevndur, gjørd
ist fakfelagsmaður á altjóða støði
sum formaður í sjómannadeildini
hjá ITF. Hann var eisini ein framúr
føroyavinur. Mols fekk sær konu
av Tvøroyri, sum hann tó seinni fór
frá. Men Martin gjørdist granni til
dóttir Mols, Naju.
Toskurin sigur ikki
sjálvur frá!
Í 1949 fór Martin aftur til Grøn
lands við "Vesturvík" úr Fámjin,
sum royndi út frá syðru Ravns
Stóroy. Tað var her, at Martin
hevði róð út 10 ár frammanundan,
og hann vildi nú síggja, hvussu
skilið var á bátinum, sum teir
høvdu sett frá sær í 1939. Teir
funnu bátin aftur í sama standi,
sum tá teir fóru frá honum. Og tá
teir settu tendringina í startaði
motorurin við fyrstu roynd!
Martin róði tískil út við "Eirik
Reyða" hetta summarið. Teir búðu
fimm mans í skúrinum, meðan
"Vesturvík" lá fortoyað úti á.
Tað gekk fínt í fyrstani, men so
minkaði fiskurin, og "Vesturvík"
fór til havs at royna við línu.
So kom ísur drívandi gjøgnum
fjørðin. Hann gjørdist so nógvur,
at teir máttu draga "Eirik Reyða".
Men so spjaddist ísurin aftur.
Martin fór so at tosa við hinar
um at fara út at krússa millum
ísfjøllini at vita um nakar fiskur
var. Hinir knarraðu um, at tað
mundi ikki loysa seg, men Martin
segði við teir, at toskurin kom so
ikki inn til teirra at siga frá, at
hann var komin! Teir fóru so, og
tá var so smekkfult av fiski at fáa.
Teir kundu, um teir vildu, krøkja
teir stóru toskarnar og hála teir
inn. Martin sendi so fjarrit til
"Vesturvík" at siga frá. "Vesturvík"
lat seg ikki siga. Teir komu inn
aftur, og skipið varð fult eftir
fáum vikum. Hervið var prógvað
at tað var grundarlag fyri útróðri í
Grønlandi.
Síðan róði Martin út í Grøn
landi í nógv ár, og er hann tískil
ein partur av søguni um grøn
landsútróðurin, sum gjørdist ein
stórur partur av okkara vinnusøgu.
Hann luttók í sjónvarpssendingum
um hetta evnið fyri nøkrum árum
síðani. Hann hevur luttikið í
útvarpssendingum um sama evni,
og hann er eisini ein kelda hjá
Jógvan Arge í bókarøðini "Teir
tóku land".
Martin Eidesgaard var longu í Grønlandi í 1939
Ása og Martin á hansara 85 ára degi
Útróðarmenn í Grønland í 1939. F.v Martin Eidesgaard, Abraham Jacob Lindberg og Eli Mortensen
Komandi partur
Komandi mikudag eru 85 ár síðan General Gordon fór av Hvalba
til Íslands. Teir spurdust ikki aftur. Tískil skal komandi Miðvika
vera til minnis um teir 19 menninar, sum fórust tá. Vit hava tosa
við avvarðandi og við mann, sum minnist hendan dagin, teir
fóru avstað. Greitt verður eisini frá søgum um, at skipið varð
niðursiglt. Um nakar veit nakað at siga, sum hevur samband við
General Gordon vilja vit fegin frætta