Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. februar 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 • 18. feb. 2009 MIÐvIkaN 23 Í FF-blaðnum hevði eg nógvar áhugaverdar frásagnir. Ein av hesum var hjá Malmberg Simon- sen úr Sørvági. Stutt áðrenn hann doyði eydnaðist at fáa frá honum tað, sum svarar til tvær Miðvikur av hansara lívi til sjós. Tað stóð ofta á hjá honum, men kendasta hendingin var við Tór 2, tá ið hesin trolarin varð torpederaður og søktur undir krígnum. Av teimum 21 monnunum umborð yvirlivdu bert tríggir, og hetta var í sjálvum sær eitt undur. Fyrst at sleppa undan sjálvari søkkingina av skipinum og síðan at koma til lands í Íslandi. Nú útróður í Grønlandi hevur verið á skránni seinastu Miðvik- urnar fara vit at taka fram tað, sum Malmberg fortaldi um sínar royndir á hesum økinum: Mundi aftur gingið burtur Eg fór at rógva út í Grønlandi og fór sum flekjari við ”Tinganesi”, tá hann byrjaði í Grønlandi. Eg fekk tá hug at rógva út frá landi. Árið eftir var tað, at eg fór at rógva út í Ravnsoynni. So vítt eg minnist, var eg 16 summar har yviri og róði út. Útróðurin í Grønlandi gekk sera væl. Tó var ein ringur túrur heim. Tað var við ”Tinganesi”. Hetta var eitt árið, tá tað ikki hevði verið so góður fiskiskapur. Ein bátur var leigaður at flyta okkum heim. Eg haldi tað var ein sokallaður S-bátur, og hann skuldi taka so og so nógv tons av saltfiski. Restina skuldi Tinganes taka. Men nú vísir tað seg, at vera meira fiskur eftir, enn “Tinganes” kundi taka. Sostatt varð tað lossað um náttina, meðan skiparin var lagst- ur, fyri at fáa alt við, og soleiðis fekk “Tinganes” tikið allan fiskin, sum eftir var. Vit fara so heim við hesum skipinum. Tað var líka sum lutakast um, hvør ið skuldi fara heim við “Tinganesi” og hvør, ið skuldi við S-bátinum. Mín manning kom saman við øðrum at fara við “Tinganesi”. Vit fóru so úr Ravnsoynni. Tá vóru vit, so vítt eg minnist, 96 mans, og við tí danska bátinum vóru 95 mans. Tað var av allarfagrasta veðri, tá vit fóru út úr Ravnoynni og løgdu leiðina suður eftir. Men tað øtlaði alla tíðina, og til endan var so nógvur vindur, at teir tordu ikki at leggja hana til. Eg hevði droymt, at eg gekk rundan um kirkjugarðin her í Sørvági, og eg hugdi bara inn í kirkjugarðin. Hetta mól í heysin- um á mær, hvat ið kundi fara at henda. Veðrið øtlaði, og tað gjørdist av allarringasta veðri. Eg hevði lagt meg í eina koyggju í tí yvirbygninginum, sum stóð uppi á bógnum. Eg lá í gummistivlum. Tað hevur vist ligið í huganum, at eg vildi vera klárur, um nakað hendi. Nú fær hon hendan brekkaran aftaná. Tað er, sum ein kemur til mín og sigur: ”Far tú niður í lastina”. Eg reisti meg og fór útum beinanvegin. Eg møtti Mikkjali á Stykkinum, sum var við mær. Eg sigi við hann: ”Mikkjal, kom niður í lastina við mær”. Vit koma niður, og nú stendur tann blái fossur í bæði borð. Tað vísir seg, at lúkukarmurin vóru skrædnaður báðumegin. Her mátti sjálvandi gerast tað, sum gerast kundi. Men Georg í Gásadali var ein sovorðin maður, at hann hevði altíð reiðskap hjá sær. Hann var nevniliga timbur- maður. Eg fór so til hansara. Hann hevði bæði seym og alt. So vit at smíðja og stappa nakrar margarinpakkar, har tað lak. Jú, tað gekk av tí allarfínasta. Men so varð vakt sett. Skiparin á S-bátinum hevði ført ”Tinganes”. Hann segði, at hevði ”Tinganes” siglt í tí veðrinum, so var hann farin til botns, men tað hevði hann eisini verið, um hetta húsið ikki var bygt har frammi. Hetta húsið hevði so stóra uppdrift, at hon slapp ikki við høvdinum niður. Vit koma so á Havnina um kvøld- ið. Dánjal Niclasen stóð á bryggj- uni. “Vesturleið” sigldi tá. Hann orðnaði fyri, at “Vesturleið” skuldi bíða, so hesir menninir vestanífrá skuldu sleppa vestur við. Malmberg Simonsen: 16 summur í Grønlandi Seinasta Miðvikan var nummar 100 í hesi røðini, sum eg havi staðið fyri. Í hesum sambandi kann vera vert við nøkrum hugleiðingum. Í fiskimannafelagnum hevði eg sett mær fyri at fáa niðurskrivað mest møguligt av søguni og lagnusøguni hjá fiskimonnum. Hetta var gjørt í FF-blaðnum. Tað vóru nógv, sum vóru sera fegin um hetta. Men Sosialurin tók um endan, tá ið FF-blaðið helt uppat, og hetta var byrjanin til Miðvikuna, sum fyrstu ferð var í blaðnum 28. februar 2007 og hevur verið stórt sæð hvønn mikudag síðan tá. Tað kann sigast, at í Miðvik- uni hevur verið roynt eins og í FF-blaðnum at fáa til vega tilfar, sum annars neyvan hevði komið alment fram. Ein stórur partur hevur verið fiskimannasøga, har korini hava verið lýst hjá teimum sum løgdu grundina undir okkara samfelag. Her eru umstøðurnar broyttar so nógv, at tey sum eru ung als ikki kunnu skilja tað. Tí er tað so umráðamdi at fáa hetta á pappír. Nógvar av hesum frásagnum eru fingnar í seinastu løtu. Fyrr hevur verið nevnt tann kensluborna frásøgnin hjá Dinnufíu Ferjá frá Gjógv um lagnuna hjá teimum, sum brendu til deyðis umborð á Acorn í 1928. Stutt eftir doyði Dinnafía, og henda søgan hevði ikki verið varðveitt uttan hana. Tað hugaliga er við slíkum frásagnum, at tey avvarðandi er so fegin um tær. Tey eru von við, at slíkt verður ikki tosað um, men nú er hetta ikki tabu longur, og tað er ein lætti hjá teimum. At kunna medvirka til hetta er eisini sera hugaligt. Tað hava eisini verið frásagnir av heilt øðrum slag. Ein var um Daniel J. Danielsen, sum var í Kongo í 1901-03. Her eydnaðist út frá nøkrum fáum stikkorðum at fáa fram eina nærum ókenda søgu um føroying, sum var í fremstu røð í bardaganum mótu yvirgangi úti í heimi. Ein slík frásøgn kemur ikki av sær sjálvum. Her vórðu fleiri enn 20 keldur bæði í Føroyum, Danmark, Írland, Onglandi og Skotlandi. Ein onnur áhugaverd røð var um Elsu Jacobsen og hennara tíð í Etiopia, har Elsa eisini upplivdi ein part av heimssøguni við reisn og fall av einum ræðu- stýri. Hon er eisini eitt dømi um, at føroyingar hava gjørt mun úti í heimi. Sera áhugaverdar hava eisini verið frásagnirnir hjá Petur Alberg og Ungmannafelagið í Havn fyrst í undanfarnu øld. Hetta sigur nakað um, at tað hevur sanniliga verið spennandi í Havnini hesa tíðina. Okkurt kemur afturat um Petur Alberg. Hesar 100 Miðvikurnar telja í minsta lagi 1.000 bókablaðsíður umfram einar 1.000 myndir. Tað tykist at vera stórur áhugi fyri hesum tilfarinum, og nærum dagliga frættist frá fólki víða um í landinum, sum siga seg lesa tað við áhuga. Júst hetta ger eitt slíkt arbeiði so ómetaliga stuttligt. Fólk eru eisini sera beinasom, tá ið heitt verður á tey. Tað eru eisini javnliga at fólk spyrja, um ætlanin ikki er at geva hetta tilfar út í bók ella bøkur. Tað kann vera! Men fyribils verður hildið áfram við Miðvikuni, og tað er nógv spennandi tilfar á skránni. Sum dømi kann nevnast frásøgnin í komandi Miðvikum um General Gordon. Í mai eru liðin 75 ár síðan størstu vanlukku, sum rakti Føroyar í slupptíðini. Hetta fara vit eisini at minnast í Miðvikuni Hundrað Miðvikur Herborg og Malmberg Simonsen Manning í Ravnsoynni. Malmberg er nr 2 f.h. í næstfremtsa rað