mikudagur 18. februar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 34 - 18. februar 2009 ]
Í kvøld verður
aðal fundur í bólt
felag num B36, og
tá verður staðfest,
at hetta komandi
kapp ingarárið verð
ur virksemið hjá
felagnum rikið í
tveimum. Eitt nýtt
partafelag skal taka
sær av formula lið
num og øllum tí við
víkjandi, meðan gamla
móðurfelagið skal reka
húsið, ungdóms og
kvinnu deildina og alt
annað virksemi hjá B36
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tá summarsteðgur var í
lands kappingini í fótbólti í
fjør, var B36 tað felagið, ið
hevði størstu útskiftingina,
tá fimm spælarar komu til
og tríggir fóru frá felagnum.
Men tað var ikki bara á
vøll inum, at útskifting var í
fjørsummar, tí á eykaaðal
fundi í B36húsinum tann
21. juli var øll nevndin í fe
lagnum skift út.
Í staðin fyri ta gomlu
nevndina, sum hevði sitið
frammanundan,
komu
Kristjan á Neystabø, for
mað ur, Edvard Heen, næst
formaður, og Kjartan Mohr,
kassameistari og skrivari, at
manna »nýggju« nevndina.
Kristjan og Kjartan hava
fyrr sitið í áravís í nevndini
og teir hava eisini báðir
verið formenn í B36.
Men áðrenn teir báðir
sam an við Edvard Heen
tóku við valinum, høvdu
teir tryggjað sær undirtøku
frá eykaaðalfundinum fyri
einari
lógarbroyting,
ið
hevði til endamáls at leggja
alt virksemi viðvíkjandi
formula liðnum í annaðhvørt
eitt smápartafelag ella eitt
partafelag.
Í vetur kom so fram, at
B36 hevði rættiliga álvars
ligar fíggjarligar trupul
leikar at dragast við, og so
mikið nógv stóð á, at B36
vendi sær til sínar kreditorar
fyri at fáa í lag avtalur um
skuldina.
Leyst av móður
felagnum
Formaðurin í B36, Kristjan
á Neystabø, dylur heldur
ikki fyri, at leiðslan í felag
num hesa tíðina hevur brúkt
rættiliga nógva tíð til at fáa
loyst fíggjarligu viður skift
ini, og eftir øllum at døma
hevur hann góð tíðindi at
bera ársaðalfundi felagsins,
sum verður í kvøld. – Fíggj
ar ligu viðurskifti eru nú
kom in undir land, sigur
hann.
Umframt, at formaðurin
á aðalfundinum fer at greiða
frá hesum, fer hann vænt
andi eisini at greiða frá, at
nú er klárt er at stovna eitt
partafelag, sum skal reka
formulaliðið hjá felagnum.
Framvegis verður tó alt
annað virksemi í felagnum,
so sum húsið, ungdóms og
kvinnudeildin, verandi í
móðurfelagnum.
Sosialurin skilir, at parta
peningurin í nýggja felag
num verður ein millión
krón ur, og at fleiri parta
eigarar verða. Upprunaliga
skuldi talan verða um 36
partaeigarar, sum hvør setti
50.000 krónur í nýggja
felagið, men nú er tó líkt til,
at partaeigararnir kanska
ikki verða heilt so nógvir í
tali – í øllum førum ikki
bein anvegin.
Sær ljóst upp á 2009
Hóast veturin hevur verið
held ur rokaligur hjá nevnd
ini, hevur formaðurin í B36
rímiliga góðar vónir um
komandi árið, bæði á vøll
inum og uttan fyri vøllin,
nú tingini verða umskipað
og broytt.
– Alt í alt haldi eg, at tað
sær gott út fyri framman
hjá B36. Vit eru nøgd við
hópin hjá formulaliðnum,
sum hann nú sær út, og
eisini eru vit fegin um
nýggja venjaratoymi, sum
skal taka sær av formula
liðnum, sigur Kristjan á
Neysta bø.
– Vit halda nýggja parta
felagið vera eina spennandi
broyting og umskipan, ið
samanumtikið kemur at
gagna samlaða rakstrinum
av B36 í framtíðini.
Blandaðir og veteran
meistarar í bridge
Um vikuskiftið var nógv virksemið í Bridgehúsinum
í Havn, tí tá skipaði Føroya Bridgesamband fyri
tveimum føroyameistarakappingum. Fyrst kappaðust
níggju blandað pør leygardagin og síðani vóru 14 pør
við í kappingini fyri veteranar sunnudagin.
Í FMkappingini fyri blandað pør endaði tað við, at
Maria V. Hansen og Marner Joensen vunnu við 30
stigum. Nummar tvey vóru Anna Olsen og Heðin
Mouritsen við 25 stigum og nummar trý Henriette
Svenstrup og Oddmar Danielsen við seks stigum.
Hjá veteranunum gjørdust Jens Pauli G. Nolsøe og
Danny Danielsen føroyameistarar við 39 stigum. Á
øðrum plássi vóru Johannes Skaarup og Marner
Joensen við 25 stigum, og á triðja plássi Atli Hansen
og Jógvan Ranghamar við 23 stigum.
hil
Marner
Joensen
og Maria
V. Hansen
gjørdust
leygardagin
føroyameist
arar í bridge
fyri blandað
pør
Sunnu
dagin
vunnu
Jens Pauli
G. Nolsøe
og Danny
Danielsen
føroya
meistara
heitið í
bridge fyri
veteranar
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Nýtt partafelag skal reka
formuladeildina hjá B36
Umbering til Helga
Tá vit á forsíðuni í gjár ávístu grein um
talvkongin Helga Dam Ziska, kundi ávísingin
misskiljast. Helgi segði ikki, at tað »ikki var nóg
gott« at vinna meistaraheitið, men at tað var ringt
at samanbera við kappingin í Íslandi fyri trimum
árum síðani. Vit biðja Helga umbera okkum
mistakið
blaðstj.
Kristjan á Neystabø,
for mað ur