Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. februar 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 18. februar 2009 SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Leygardagin gjørdist Sanna Haraldsen í Sørvági hepni vinnarin av einum skutara í SMS-kappingini hjá MC- Søluni og Rás2. MC-Sølan og Rás2 hava havt eina SMSkapping koyrandi, har vinningurin var ein PGO skutari. Vinningurin varð drigin leygardagin15. februar í sambandi við eitt skutara- treff í Miðlahúsinum. Hepni vinnarin varð Sanna Haraldsen í Sørvági. Hetta var sama dag, sum hon hátíðarhelt sín 50 ára føðingardag, so tað var sum at fáa eina stóra føðingar- dagsgávu, sigur Sanna. Hon sigur, at tað kom sera væl við hjá sær at vinna skutaran. Hon arbeiðir á Fiskavirkinum í Vestmanna og vaskar eisini í skúlanum í Sørvági. Tað er serliga í sambandi við vaskistarvið, at hon hevur brúk fyri skutaranum, tí hon býr langt frá skúlanum. Hon hevur koyrikort men ikki bil. mg Í lýsing í bløðunum søkir bilasølan Auto Service eftir brúktum bilum í prísleguni 5.000 til 50.000 krónur. Páll Danielsen, sølumaður hjá Auto Service, sigur, at teir hava góðar og lítið brúktar bilar at bjóða kundunum ístaðin. Lýsingin er ikki gjørd, tí at vit hava ov fáar bilar á goymslu, men heldur tí at vit hava ov fáar bilar í tí lægra prísklassanum. Nú hava fólk eitt gott høvi at skifta tann gamla bilin út við ein nýggjari og betri bil. Úrvalið av góðum brúktum bilum er stórt, og vit bjóða góða fígging, sigur Páll Danielsen. Árni Andreasen koyrilærari hevur gjørt føroyskar teoriroyndir við føroyskum myndum og lagt tær út til almenningin at royna á "youtube.com". Talan er fyribils um 12 teoriroyndir, har hvør royndin inniheldur seks myndir við spurningum og rættingum. Árni sigur, at fleiri koyriroyndir eru á veg og verða lagdar út so hvørt sum tær verða lidnar, og hann leggur atfurat, at hettar er fyrstu ferð í føroyskari ferðslusøgu, at møguleiki er fyri at loysa teoriroyndir, sum eru føroyskar burturav. Koyri- royndirnar eru á www. youtube.com search: árni roynd mg Biltíðindi á portalinum Í teiginum BILAR á portal.fo verða nú løgd út biltíðindi hvønn dag. Tíðindini á portal.fo eru nú víðkað til eisini at umfata biltíðindi, sum eru í teiginum BILAR. Umframt brúktu bilarnar, sum eru á hesum teigi, verða nú eisini biltíðindi løgd út hvønn dag. Hetta er tíðindi um bilar úr øllum heiminum og ymiskt annað í hesum sambandi. Eisini verða myndafrá- søgnir á portalinum av bilum sum verða royndarkoyrdir og av onkrum serligum bilum. Koyriroyndir á Anders Berg frá MC-Søluni handar Sannu Haraldsen PGO-skutaran Sanna vann skutaran Auto Service: Sóknast eftir bilum 21 bilar Páll Danielsen sølumaður hjá Auto Service Árni Andreasen koyrilærari Teoriroyndirnar innihalda myndir við spurningum og rættingum