mikudagur 18. februar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 34 - 18. februar 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæra
Anne Margrethe Johannesen
andaðist á Landssjúkrahúsinum
sunnumorgunin 15. februar 2009.
Kistan fer frá landssjúkrahúskapellinum í dag,
mikudagin 18. februar kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju
hósdagin 19. februar kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Joen Pauli Johannesen
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum mongu, sum á so
ymiskan hátt hjálptu okkum, tá mín góði maður,
okkara deiligi pápi, verpápi, abbi og langabbi
Hans Jacob Rasmussen
kom heim og fór til gravar.
Takk til Smyril Line, sum førdi hann heim.
Takk fyri ta fløvandi móttøkuna í Vestmanna kirkju
og til Agnar Nielsen fyri tey vøkru orðini.
Takk til Theodor Olsen, prest, fyri ta troystarríku
taluna, takk til sangarar og berarar og ta stóru fjøld,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Takk fyri uppringingar og gávur, blómur og kransar.
Ein hjartans tøkk til familju og vinir fyri umsorgan
og samkenslu undir hansara sjúkralegu og
hjálpsemi í sambandi við jarðarferðina.
Familjunnar vegna
Ivanda Rasmussen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá ið góða mamma, omma, langomma og vermóðir
Oluffa Mouritsen
Tórshavn
andaðist og varð jarðað.
Moder, Moder, ak vort hjerte
er så fuld af tak til dig,
Vi, som aldrig helt kan fatte
hvad det er at miste dig.
Herren giver mange gaver,
her på jorden om ingen,
men han giver kun een moder,
hende får vi ej igen.
Fyri tey avvarðandi
Sissa og Pauli við familju
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæra
Gunneva Jensen
Tvøroyri
andaðist og varð jarðað.
Vit takka hjartaliga øllum teimum starvsfólkum,
sum hava verið um Gunnevu tey mongu ár, hon
hevur verið á stovnum í Havn.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar,
Tøkk til Hera Joensen og Jónsvein Bech fyri
troystarrík orð í sambýlinum á Fugloyarvegi 9 og í
kirkjuni á Tvøroyri.
Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum øll,
sum fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Meivør og Oddbjørg
Prógv
28. januar 2009 fekk Sarita
Lindenskov Thomsen prógv
sum sjúkrarøktarfrøðingur
við Professions Bachelor
frá Diakonissestiftelsens
Sygepjeleskole í
Frederiksberg.
Hálvføroyski rithøvundurin,
Bjarni Åkesson Filholm í
Hjørring, er nú aftur við
eini nýggjari bók, sum enn
einaferð
snýr
seg
um
føroysk viðurskifti.
Hesaferð er tað bókin
“Operation
Valentine
–
Anden verdenskrig på Færø
erne”, sum er um bretsku
hersetingina av Føroyum
194045.
Bókin er skrivað á donsk
um, og høvdundurin sigur
m.a. í fororðunum at tað er
fáir danir sum kenna nakað
til Føroyar og føroyska
søgu. Meðan søgan um
donsku hersetingina undir
seinna heimsbardaga er væl
kend í Danmark, eru tað
fáir danir sum vita, at Før
oyar um somu tíð vórðu her
settar av bretum.
Hóast nógv er givið út
um krígsárini á føroyskum,
heldur hann, at tað eisini er
tørvur á at skriva søguna
um hersetingina av Føroy
um á donskum.
Umframt at “Operation
Valentine – Anden verdens
krig på Færøerne” er ein bók
við nógvum áhugaverdum
myndum, er hon ein gjøg
numgongd av allari krígs
tíðini frá 1940 til 1945.
Bjarni Åkesson Filholm
er hálvur føroyingur, føddur
í Vestmanna í 1952, og hev
ur føroyska mammu, Sonja
Åkesson av Tvøroyri. Páp
in, Palle Filholm, er dani
sum arbeiddi eina tíð í Før
oyum, tá hann var settur av
løgtinginum sum verkfrøð
ingur og hevði eftirlit við
vatnbyrgingum og havna
bygging. Bjarni hevur skriv
að fleiri bøkur um føroyska
skipaferðslu og mentunar
søgu. Hann hevur skrivað
bøkur sum t.d. „Tjaldur“ og
„Norske Løve“.
Tað er danska forlagið
Forlaget Nautilus, sum gev
ur bókina út, sum er 128
blaðsíður. Bókin kann bí
leggjast ella verður til keyps
í føroysku bókahandlunum.
mg
Bjarni Åkesson Filholm:
Operation Valentine
Bjarni Åkesson Filholm við nýggju bók síni “Operation
Valentine – Anden verdenskrig på Færøerne”
90 ára føðingardagur
Í dag, 18. februar, fyllir Edvard Petersen, Hósvík, 90 ár.
Føðingardagurin verður hildin í Kollafirði hjá Hervør og
Tórgrím Hansen, Inni í Firði frá kl. 17.
Dagurin
18. februar. Concordia, deyð umleið ár 250. Lítið
kend halgikona í fornkirkjuni.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Andlát og jarðarferðir
Berghild á Steig, Klaksvík, andaðist á Ríkissjúkra
húsinum mánadagin 16. februar, 59 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
veitst tú ikki tað?